Ólavsøkuframsýningin 60+

8110A615-E419-41F8-AF41-4BA50ACCFC64.jpeg

Ólavsøkuframsýningin er samanumtikið ikki øgiliga nógv verri ella betri enn so nógvar aðrar slíkar, hóast tilgongdin í ár hevur verið heldur øðrvísi enn onnur ár. Nevndin í Listafelagnum hevur boðið listafólkum, trýss ár og eldri at luttaka. Av teimum spurdu játtaðu 32 at luttaka og hesi hava so sjálvi valt tvey verk, sum nú hanga ella standa til framsýningar í Listasavni Føroya. Hugskotið at geva teimum eldru framíhjárættindi á Ólavsøkuframsýningini tykist vera mótdráttur mótvegis rákinum á Ólavsøkuframsýningini, sum í fleiri ár hevur verið miðsavnað um tey ungu, eg hugsi tað kemst av, at kuratorarnir hava verið lutfalsliga ungir. Brennandi spurningurin er um tað er eitt gott hugskot at geva ávísum bólkum framíhjárættindi á Ólavsøkuframsýningini og har haldi eg svarið má vera eitt avgjørt NEI! Sjálvt um fólkatalið kvinkar rætta vegin, so eru vit sjálvsagt alt ov fáment til at avmarka luttøkuna eftir aldri ella kyni. Ólavsøkuframsýningin er framvegis ein týdningarmikil listaframsýning, sum ógvuliga nógv síggja og tí skal hon framsýna tað besta, vit eiga. Tað sama tykist eisini Bárður Jákupsson halda. Hann hevur skrivað eina áhugaverda hugleiðing í faldaranum til ÓF, har hann setir framsýningina í listasøguligt høpi og har hann staðfestir, at uppgávan hjá Listafelagnum er broytt frá at skula lívga øllum spírum til at borga fyri góðsku. Fleiri yrkislistafólk eru við á ÓF í ár, t.d. Tróndur Patursson, Hans Pauli Olsen, Hjørdis Hack og Bárður Jákupsson, sum borga fyri góðsku. Men eg haldi, at upprunaliga ÓF-konseptið; at framsýningin bæði eigur at fevna um hægstu listarligu góðsku og um royndir hjá gávuríkum nýbyrjarum, eigur at vera varðveitt. Hetta er fólksligt, tað tryggjar dygd og breidd og ger at tað følist sum ein sannur heiður hjá gávuríka spíranum at sleppa við á Ólavsøkuframsýningina. Og sjálvt um tað praktist sæð er eitt sindur strævið, so haldi eg eisini, at vit skulu fara aftur til, at framsýningin einans er opin um ólavsøkuna – áhugalist eigur bara at koma fyri í Listasavni Føroya sum absolutt undantak á ólavsøku.

Ólavsøkuframsýningin 2019 er analog við denti á málningar, grafikk, tekstillist, klippmyndir og tekningar. Nakrar fáar installatiónir eru, m.a. ein áhugaverd uppseting hjá Eyðuni Dahl Christiansen við tveimum organiskt skapaðum steinsúlum, sum stendur úti í forhøllini, og sum sýnist vera ein viðmerking til náttúrudálking, men sum heild tykist framsýningin eitt sindur gamaldags við hópin av góðum gomlum landslagstulkingum eitt sindur sum Ólavsøkuframsýningar fyrr í tíðini.

Gott er at síggja verkið hjá Titu Vinher, sum eru seglskap, vovin úr menniskjahári, ið strekkja seg til himmals samstundis sum tey eru fest í eina tunga, rustaða ketu á steingólvinum í Listasavninum. Eitt vakurt verk, lætt og tungt við øllum møguligum religiøsum og tilveruligum assosiatiónum. Tað religiøsa er í grundini ráðandi í fleiri av teimum góðu verkunum á ÓF, bæði kristindómurin og náttúrureligiónin sum í teimum føgru, smáu myndunum hjá Zachariasi Heinesen – listarligi slóðarin hevur forrestin fingið hóskandi undantaksloyvi, tí hann hevur 3 verk við.

Sigrun Gunnarsdóttir hevur málað eina fjálga mynd, sum gongur fyri seg í einum týdningarmiklum rúmi, sum vit annars ikki hava gjørt nógv burturúr í føroyskari myndlist. Tað er í køkinum, omman stákast og børnini eru sloppin at hjálpa til meðan hundurin roynir at sleppa upp í leikin. Tó at myndevnið er sukursøtt, er talan um ein sera væl disponeraðan og fínan málning við fleiri rúmum í rúminum. Og júst hetta við tvítýddu flatuni og rúmum í myndarúminum er nakað sum Torbjørn Olsen mangan hevur arbeitt við. Tann eini málningurin hjá honum er áhugaverdur og løgin, og tó at stórur munur er millum naivsymbolistin á Eiði og ekspressiva koloristin í Havn, hava tey okkurt til felags myndarúminum viðvíkjandi. Málningurin hjá Torbirni Olsen eitur Intermezzo og eg hugsi, at heitið hevur týdning fyri tulkingina av myndini, sum ikki bara hevur fleiri myndarúm, men sum eisini hevur áhugavert samband í millum hesi. Intermezzo er eitt tónleikaligt hugtak fyri eitt millumspæl, sum skapar samband. Miðskeiðis í myndini síggja vit ein mann í reyðum kyrtli, sum gestikulerar við høgru hond og heldur í eini smágentu við hinari. Hetta er ivaleyst Jesus, sum letur børnini koma til sín. Kring kendu bíbliusenuna standa og sita fólk, sum eygleiða hendingina. Tað er áhugavert, at hesi fólkini eru í modernaðum klæðum og tessvegna er tað ens og eitt intermezzo millum tíðir. Aftast er eitt einastandandi fínt sjálvportrett av málandi málaranum, sum hyggur út úr myndini eftir okkum áskoðarum. Eins og í kendu myndini, Las Meninas hjá Velazquez verður ivi skaptur um akkurát hvat tað er, sum verður málað og hví.

Ólavsøkuframsýningin varir inntil 1.september.

Eyðun Dal-Christiansen

Eyðun Dal-Christiansen

Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Holm Mortensen

Ole Wich - brot

Ole Wich - brot

Hans Pauli Olsen - brot

Hans Pauli Olsen - brot

B0D79F3C-5CCE-4051-B1D7-F3245CE84C96.jpeg
Zacharias Heinesen

Zacharias Heinesen

Torbjørn Olsen

Torbjørn Olsen