Heilt erligt, Eivør!

Foto: Sissal Clemmensen

Foto: Sissal Clemmensen

Konsertin við Eivør í Maggies í gjárkvøldið var so framúrskarandi góð, at undirritaða hevur ilt við at finna út av akkurát hvørji superlativ hóska best til tess at lýsa risastóru tónleikaupplivingina í pinkalítla, hugnaliga caférúminum í Nólsoy við hønum og dunnum uttan fyri vindeyga, leskandi útsýninum á húsatekjur og oynna sum í fantastisku málningunum hjá Steffani Danielsen og tónleikafegnum menniskjum innandura. Bæði huglag og høli eru onkursvegna ópretentiøs í Maggies – hetta er bara ein lítil barr í Nólsoy that´s it – men tónleikastøðið fríggjakvøldið var eins og sýndi hugburðurin mótvegis tónleiki fullkomiliga professionellur. Ljóðið er sjáldsama gott og behagiligt á Maggies. - Og hvat er tað ikki praktfult at uppliva eina framførslu í einari barr, har tónleikurin av sonnum sleppur at eiga høvuðsleiklutin. Her er einki óneyðugt prát og fjas og fólk, sum fara upp at mala bæði fysiskt og á á telefonini. Nei, vit umleið fjøruti sálir, sum fríggjakvøldið 19.juli klokkan 20 áttu tey framíhjárættindini at vera stødd í Maggies, vóru at kalla øll somul samlað um tað, hetta tiltak snúi seg um; Eivør Pálsdóttir og hennara makaleysu musisku gávur.

Eivør framførdi trettan av sínum meistaraligu sangum, harímillum vóru tvey eykaløg og ein fitt duett saman við fræga vertinum og sangaranum Terja Rasmussen. Hetta var annars konsertframførsla nummar tvey fríggjadagin - Eivør hevði eykakonsert fyrr um kvøldið, sum enntá varð eitt sindur útsett fyri at laga seg eftir samferðsluni. Síðsta fríggjakvøld stóð Eivør saman við sínum tónleikabólki fyri bestu konsertini, eg havi hoyrt hana framføra á Gøtusandi og síðani tá hevur hon verið í Póllandi og havt konsert. Eg verði púra pøst við tankan. Men Eivør var væl útborin í Maggies í gjárkvøldið og tóktist ikki tað minsta lúgvað. Framførslurnar vóru dynamiskar, fjøltáttaðar og framúrskarandi. Settlistin var myndaður av góðum sangum, ið fyri tað mesta eru frá teimum trimum seinastu útgávunum, høvuðsverkunum Slør, Bridges og Room, ið eru millum tað allarbesta, sum er komið út av føroyskum tónleiki.

Eivør legði út við Silvitni og so vóru vit alt fyri eitt hugfangað og bergtikin av hesum serliga universinum, sum er Eivør. Byrjanin var stilll, innilig og akustisk og tá fyrsta lagið var av spurdi tónleikadrottningin mikla um ikki onkur áhoyrari átti eina neglafíl. Hetta er kanska eitt gott dømi um huglagið á allari konsertini, tí vit vóru onkursvegna heilt niðri á jørðini og í góðum lag. Eivør var stuttlig, avslappað og opin, og greiddi frá t.d. sínum samstarvi við Marjuna Kjelnæs og frá teknisku avbjóðingini, hon hevði kastað seg út í við hesari solokonsertini: “Eg havi rótað meg út í nakað farligt” segði hon og vísti á tann øtiliga riðilin av pedalum (har vóru næstan líka nógvir knøttar at halda skil á sum hjá einum flogskipara ella hjá einum starvsfólki í Sjúkrakassanum fyrr í tíðini). Eivør var fyri einaferðs skyld í skóm undir framførsluni, og tað var helst fyri at kunna traðka á knøttarnar á pedalunum til tess at variera tónleikin við frammanundan upptiknum ljóðum og rútmum. Eg hugsi, at Eivør man hava funnið teir røttu skógvarnar, tí eisini hetta kláraði hon at kalla uttan trupulleikar – onkran pinkalítlan feil fekk hon við sínum opinleika gjørt til sín fyrimun – vit føldu at vit sloppu at síggja inn millum onkra rivu á topprofessionella performaranum og tað var ein góð kensla. Alt tað elektroniska ljóðar væl, men kann eisini skapa frástøðu millum tann framførandi og móttakaran. Tí er tað gott, at vit á hesi konsertini inn í millum bara hoyrdu rødd og gittara og menniskjaliga nærveru.

Ein serstakliga dynamisk og vøkur versión av nýklassikaranum, Verð mín elvdi til mítt fyrsta herðindi av gásaholdi (men ikki tað síðsta) “eg lati meg søkka niður í djúpið/ lati meg draga inn í vakurleikan sum býr í tær..” Tað eru ómetaliga fá menniskju, sum klára at umsita og miðla so stórar kenslur á so stórbæran og sannførandi hátt, sum Eivør megnar. Tað ger hon við eini rødd, sum ikki bara er eitt náttúrugivið sansaligt fenomen eins og ein fossur onkran dýggjvátan dag, men sum hon við venjing og royndum hevur forfínað til eitt instrument, ið ger júst tað, hon setir sær fyri at gera uttan mun til um tað er høgt ella lágt, stillt og inniligt, stórsligið ella løtt við villskapi. Tað var fantastiskt at uppliva. Bæði rørandi og gleðiligt; hjartað stóð fleiri ferð til at bresta av øllum kenslunum, sum tónleikaligi autoriteturin vakti í okkum. Sangurin um Mjørkaflókar var so rørandi framførdur, at eg haldi, at vit øll somul í huganum brustu í sjóðheitan grát um øll okkara elskaðu, sum hvørva av alzheimer, demens og av deyða og løtu seinni vóru vit í tónleikaligari ekstasu av Boxes. Mann má ikki banna í ummælum, men heilt erligt, Eivør – hvussu skulu vit seta orð á hatta eldgosi av eini framførslu? Hvussu skulu vit greina tær kenslur, sum eitt meistaraverk av einum sangi sum Falling free vekir í okkum? Vit falla frítt í kærleikanum í tónleikinum, sveima í tómari luft, drukna og verða sogin upp aftur av smáum luftbløðrum, ið samla seg í undurføgru røddini, ið kínir okkum sum áartutl og døgg.