Tað sum hjartað er fullt av...

s3.jpg

Tað, sum hjartað er fullt av, endar á løriftinum! - Hetta til høvið umorðaða orðatakið brúkar listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir, tá hon skal greiða frá sínum egnu verkum. Hon er uppvaksin á Eiði í einum kristiligum umhvørvi og mentan, og hetta hevur havt týdning fyri bæði hjartað og málningarnar, sigur hon næstan umberandi í heimildarfilmi, sum er gjørdur um listakvinnuna. Eftir lítla filmsbrotinum at døma, ið kann síggjast á framsýningin, er hetta ein áhugaverdur heimildarfilmur, hann vísir listakvinnuna í atelierinum, har hon týðiliga trívist. 

Fotomynd úr heimildarfilmi

Fotomynd úr heimildarfilmi

Væl valt 

Tá eg spáki oman úr Listaskálanum grundandi yvir hvat eg skal skriva í hesum ummæli, møti eg eini Havnarkonu, hvørs fyrsta viðmerking snýr seg um framsýningina, sum eg júst havi vitjað. Hon hevur ikki verið enn, sigur hon og eg skilji, at ein orsøk er, at hon heldur listina hjá Sigrun Gunnarsdóttir vera ov tunga - mann fær næstan ringa samvitsku av at skoða hana, heldur hon. Myndir, sum verða reduceraðar til agitatión og reinan boðskap eru ikki serliga áhugaverdar sum listaverk. Eg hugsi, at hon hevur rætt í, at ein eitt sindur tungur boðskapur við moraliserandi peikifingrum onkuntíð hevur sett sín dám á málningarnar hjá Sigrun Gunnarsdóttir. Men á aktuellu framsýningini í Listasavninum eru tey mest agiterandi verkini ikki við. Har er væl valt út við denti á tað frásagnarliga, surrealistiska, symbolska, einfalda og kærleiksfulla og við eini skilagóðari perspektivering aftur til listarliga útgangsstøðið hjá Sigrun Gunnarsdóttir. Heitið á framsýningini “Tað stóra í tí smáa” fevnir um eitt høvuðstema á framsýningini við smáum lutum og hendingum, sum lýsa og innlima størri tilverulig hugtøk sum kærleika, menning og deyða.

s6.jpg

Kronologisk framsýning við denti á samtíð

Á innasta vegginum í Listaskálanum hanga nakrir gamlir málningar hjá Sigrun Gunnarsdóttir. Har er m.a. ein sjálvsmynd frá sjeytiárunum, sum vísir, at listakvinnan hevur verið á eini meira klassiskari kós innan listina við leyshentum penslastrokum við ljósfylltum reyðum og grønum mótsetningslitum. Á sama veggi hongur myndin Í urðini frá 1994, har listakvinnan arbeiðir heilt øðrvísi við myndaflatanum og har steinar og vøtn gerast dekorativ mynstur við fløtum konturlinjum. Soleiðis hevur áskoðarin høvið til at fylgja menningini hjá listakvinnuni fram til eyðkenda stílin hjá Sigrun Gunnarsdóttir við stórum einlittum flatum við týðiligari umhvarvsstriku. Meginparturin av teimum umleið 55 verkunum á framsýningini eru frá hesari øldini og tað er skilagott raðfest.

s7.jpg

Ein øðrvísi listakvinna

Í sambandi við framsýningina er ein bók framleidd við myndum og tekstum eftir Nils Ohrt, listasavnsstjóra, Mariu Jørðdal Niclasen prest, sum er dóttir listakvinnuna umframt ein góðan lyklatekst hjá Solveig Hanusardóttir Olsen, ið m.a. greiðir fra, at listin hjá Sigrun Gunnarsdóttir brýtur frá aðrari føroyskari list. Eg minnist væl hvussu øðrvísi henda listin var í mun til høvuðsrákið í føroyskari list, tá eg av fyrstan tíð upplivdi verkini hjá Sigrun í 1990´unum. Eg minnist, at eg upplivdi myndamálið við smáum blómuspírum, ið spretta á klettagrund sum heldur naivt og trivielt, samstundis sum eg hevði virðing fyri dirvinum hjá listakvinnuni, ið greidliga vildi finna sína egnu leið.

Listarligur skyldskapur

Tá eg hyggi at myndunum í Listasavninum í dag, hugsi eg um Frimod Joensen og naivismu, tá eg síggi grøna, steyrrætta fjallið og um Ejnar Nielsen og symbolismu, tá eg síggi monumentalir einstaklingar og symbol í hugfarsligari heild. Summir rekvisittir fáa meg at hugsa um Jóanes Nielsen (Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar sum vit eiga í Føroyum) og fleiri av frásagnarligu kvinnulýsingunum fáa meg at hugsa um myndir hjá Rannvá Holm Mortensen. Sveimandi frakkar fáa meg bæði at hugsa um Magritte og surrealismu og um popplist hjá Edward Fuglø. Men mest er tað sjálvandi Sigrun Gunnarsdóttir, ið kemur til hugs, tí hennara stílur hevur verið rættiliga konsekventur nú í mong ár.

27497739_10215796185120587_1647985203_n.jpg

I kataloginum stendur eisini, at listakvinnan fekk stóran íblástur av árinum, hon dvaldist í Kuummiut í Eysturgrønlandi. Fyrsti veggurin uppi á balkongini er halgaður myndum við grønlendskum myndevnum - tær hava eitthvørt mytiskt yvir sær og myndevnisliga hevur listakvinnan eisini nýtt ævintýr sum útgangsstøði, eitt nú eru fleiri myndir við myndevni frá Prinsessuni á ertrini. Hesar eru eitt sindur øðrvísi í stíli, allar madrassurnar eru teknaðar við hvør sínum mynstri, so at myndirnar eru sera dekorativar og næstan abstraktar. 

Jarbundin list

Annars eru myndirnar á framsýningini sum heild rættiliga einfaldar og savnaðar kring ein figur, ein persón, eitt fjall, ein fugl, eitt træ osfr. Hesin er settur á eina bakgrund, hon kann vera svørt, grá ella onkran annan einlittan lit og harumframt eru nakrir lutir, ið onkursvegna viðmerkja ella leggja aftrat støðulýsingini eins og eitt slag av rekvisittum í eini pallseting. Eg haldi ikki, at tað hevði verið torført at gjørt eina sannførandi scenografi um hesar frásagnarligu myndirnar høvdu verið tulkaðar dramatiskt á palli. Myndamálið er ógvuliga konsekvent í málningunum av fuglum, búrum, høsnaneti, mammum, ommum, børnum, einglum, bíblium, hurðum, lyklum og blómum. Sjálvt um fleiri av myndunum hava eitt surrealistiskt flog, ið m.a. kemst av, at summir lutir sveima ella eru ovurvaksnir ella minkaðir niður í stødd, sýnast myndevnini jarðbundin, næstan innisæl. Høsnanet og hurðar verða ikki bert fataðar sum forðingar, men sum dømi um kerligt eftirlit og tilveruliga menning. Symbolikkurin er einfaldur, góðvarin, kristiligur og yvirhøvur rættlátin, haldi eg. Fleiri myndevni eru sjálvsævilig og grundað á upplivingar hjá listakvinnuni. Í hesum heimi eru kvinnur, mammur og ommur hetjurnar. Konur og fuglamammur, sum javnt og samt taka sær av heimi og børnum. Best dámar mær myndir, ið tykjast meira inniligar enn elskuligar, t.d. 2001 Hár (2005) og málningin, sum ímyndar ein smádrong, ið varisliga heldur einum spurvi. Her eru stílur og innihald samantvinnað á meiningsfullan hátt. Mær dámar eisini uppsetingina við grámálaða vegginum á framsýningini, har ein stólur og ein sofa eru sett inn, so at rúmið minnir um verkstovuna hjá Sigrun Gunnarsdóttir við framurskarandi útsýninum oman á Eiðismøl, sum listakvinnan sambært heimildarfilminum útihýsir úr síni verkstovu við bobluplasti fyri vindeygað. Og tað er kanska tí, at listakvinnan er meira áhugað í tí, sum hjartað er fullt av heldur enn í landslagnum uttanfyri.

s9.jpg
s8.jpg
s5.jpg
s1.jpg