Leygardagin 15. juni 2019 verður minnisvarðin, sum Edward Fuglø hevur gjørt, avdúkaður í Svínoy. Tað verður, sum skilst, ikki eitt egg sum tað omanfyri, ið er á einum málningi á framsýning í Norðurlandahúsinum í 2012, men ein standmynd, sum ímyndar ein dropa.
Minnisvarðin er reistur fyri tey, sum farin eru av vanlukku bæði á sjógvi og landi. Hetta er skipað so langt aftur í tíðina, sum skrivligar keldur greiða frá vanlukkunum. Tí er farið heilt aftur til 1739 og fram til 1984 – í hesum tíðarskeiði eru 51 menn og ein kvinna farin. Kona Árant úti á Bø doyði í skalvalopinum í Gerðum 1745. Svínoy hevur verið hart rakt av bátsvanlukkum. Í tíðarskeiðnum 1861 - 1913 gingu seks Svínoyarbátar burtur við 6, 3, 2, 2, 5 og 6 monnum ella tilsamans 24 menn. Tann síðsti, ið er nevndur á minnistalvuni, er farin í 1984. Skipað verður fyri góðum sambandi hendan dagin, tí fyriskipararnir vænta hópin av fólki, og eisini er skrá við guðstænastu, áðrenn farið verður út til minnisvarðan “Dropi í lívsins havi”.
Keyp bond til ferðina
Ferðasambandið er skipað soleiðis, at Ritan siglir snimma á morgni, men neyðugt er at keypa armbond til ferðina út til Svíoyar henda dagin – leygardagin 15. juni 2019.
Hesi bond, við ymiskum litum til hvørja ferð, fáast á Norðoya Kunningarstovu.
Tlf: 456939 – info@klaksvik.fo.
Bondini skulu heintast og gjaldast á Norðoya Kunningarstovu.
Kostnaður:
Vaksin kr. 100,- fyri báðar ferðir – út til Svínoyar og innaftur
Børn (upp til 15 ár) ókeypis, men skulu hava bond
Um so er, at fólk møta upp í Hvannasundi uttan bond til ferðina, kunnu tey sleppa við, bert um pláss er, í mun til tey, sum hava bond til hvønn túrin. Bondini eru eyðmerkt við ymiskum litum til hvønn túrin sær.
Ikki er neyðugt við bondum innaftur.
Soleiðis verður siglt
Kl. 07.00 – Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar
Kl. 08.15 – Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar
Kl. 09.30 – Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar
Kl. 10.45 – Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar
Kl. 12.00 – Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar
Ritan tekur í mesta lagi 121 ferðafólk hvørja ferð
Skrá:
Kl. 08.30 – 11.00 Morgunmatur á Gamlagarði
Kl. 13.00 Guðstænasta
Samanringing, Preludium, Inngangsbøn
Stutt tala í sambandi við dagin: Jóannes Purkhús, sóknarprestur
17 Sangarar syngja - Uttan teg
Prædika: Jógvan Fríðriksson, biskupur
Tey á Váli syngja - Á, tú sorgbundna sál
- Felagssálmar verða eisini sungnir
Útgangsbøn, Biðisløg, Postludium
Kl. 14.00 Farið verður út til minnisvarðan, “Dropi í lívsins havi”
17 Sangarar syngja – Bert ein dag
Jógvan Skorheim, borgarstjóri heldur røðu
Felagssálmur
Poul Sivar Olsen greiðir frá tilgongdini at reisa minnisvarðan
Edward Fuglø greiðir frá hugskotinum handan minnisvarðan
Tey á Váli syngja – Eg eigi Hirða
Heri Joensen, prestur flytir fram røðu
17 Sangarar syngja – Allar staðir har eg fari.
Minnisvarðin verður avdúkaður av Bjarna Jacobsen
Minnispláta verður avdúkað av Petur Danielsen
Heri Joensen, prestur lýsir signing
Felagssangur, Tú alfagra land mítt