Heimslistamaður í Havn

293764E8-4913-436E-9CB0-53C3E45A364D.jpeg

Leygardagin 15.juni læt Summarframsýningin hjá Norðurlandahúsinum upp við verkum hjá Ragnari Kjartansson.

Framsýningarheitið “Ragnar Kjartansson – Nøkur verk” ger lítið um seg um hugsað verður um, at tað fevnir um eina listarliga stórhending í Føroyum, hetta at ein heimskendur listamaður sum Ragnar Kjartansson hevur sína fyrstu listaframsýning í Føroyum. Nakað tað sama er galdandi fyri katalogið, hvørs innihald er av størri týdningi enn lítla støddin ber brá av. Katalogteksturin er bæði informativur og inspirerandi og framsýningin er yvirhøvur eitt satt scoop – alt takkað verið Norðurlandahúsinum og kuratorinum, Inger Smærup Sørensen.

Tað er ikki á hvørjum degi, vit uppliva heimslist í Føroyum – heldur ikki íslendska heimslist, sjálvt um Ísland er millum okkara næstu grannar, sum onkuntíð arga okkum við søguni um, at føroyskir menn eru ættaðir frá teimum víkingunum, sum ávegis úr Noregi til Íslands vóru so ringir av sjóverki, at teir ikki orkaðu at halda fram og sum tessvegna fóru í land í Føroyum. Men Ísland er eitt land, sum vit hevur stóran týdning fyri okkum, mentanarliga, málsliga og søguliga. Ísland er okkara stórasystir, tann djarva og sprækna, sum torir tað, vit ikki tora, og sum vit síggja upp til við stórari virðing. Sjálvt um menningin innan fyri myndlistina hevur verið meira progressiv í Íslandi enn í Føroyum, hava vit í útgangsstøði nógv til felags eisini innan hetta økið. Í báðum londum kyknaði myndlistin lutfalsliga seint og var í byrjanini stílsliga merkt av bæði europiskari modernismu og tjóðskaparromantikki. Harumframt vórðu íslendsku myndlistafólkini útbúgvin á danska kunstakademinum í Keypmannahavn, har eisini fleiri ættarlið av føroyskum listafólkum fingu sína útbúgving.  

Tað kann tykjast løgið at skriva so nógv um ymiskt, sum Ísland og Føroyar hava til felags í eini umrøðu av eini listaframsýning, men fyri ein føroyskan áskoðara, gerast hesir munir og líkleikar ein grundleggjandi partur av hvussu vit uppliva verkini hjá Kjartansson. Í Føroyum eru vit jú serfrøðingar í fiskiskipum, eins og vit munu vera heimsmeistarar í at syngja, jamma og ballast á hotelkømrum. Men tankin um at brúka tílíkt í listaverkum soleiðis sum Ragnar Kjartansson hevur gjørt tað í verkum sum S.S.Hangover ella The Visitors er helst líka langt úti sum møguleikarnir eru í løtuni fyri at fáa eitt føroyskt framsýningarpláss í Venezia-biennaluni, eitt kunstakademi í Føroyum ella eina samtíðarlistahøll í Havn.  

Ragnar Kjartansson er útbúgvin listamaður frá kunstakademinum í Reykjavík, men hansara mannagongdir eru bæði performativar, musikalskar, filmsligar og scenografiskar, og longu tá vit trína inn í Norðurlandahúsið, hoyrist bassurin frá tónleikinum í videoverkinum A Lot of Sorrow - Sorg og longsul, deyði og forgeingiligleiki eru gjøgnumgangandi í verkinum hjá Kjartansson. Tað ljóðar dapurt, men talan er um eina weltschmertz, sum tíðum verður løgd fram við boblandi lívsgleði og skemti. Hansara fimtan vatnlitamyndir líkjast vanligum, náttúruromantiskum impressiónum, ið tykjast fylltar av óavmarkaðum longsli, meðan heitið, Omnispresent Salty Death er tekin um eina aðra meira nútíðarliga, konseptuella tilvitan. Tað er country, camp og konsept, men borðreitt við rørandi og gávumildum inniligleika. Í absurda og stuttliga videoverkinum Satan is real síggja vit listamannin við gittara og naknum yvirkroppi í eini grønari park við undirpartinum plantaðum í mold eymliga improviserandi yvir regluna: Satan is real – he´s working for me. Kring hann spæla børn, sum eru merkiliga lítið upptikin av fjákuta listamanninum og í hesum samspælinum og í endaleysu endurtøkuni kyknar okkurt humoristiskt og skítbýtt, ið kundi mint um eina sjálvsviðmerking frá listamanninum. Hetta videoverkið minnir um verk hjá Tóroddi Poulsen, hvørs verk eisini eru merkt av sama spælandi lutfall millum spei, skemt og inniligleika. https://www.youtube.com/watch?v=n6KMUv2v9Ns

A Lot of Sorrow er ein listarlig performance, sum Ragnar Kjartansson skapti saman við amerikanska tónleikabólkinum, The National, og sum er ein performance av eini meira enn seks tímar drúgvari konsert,  har tónleikabólkurin útilokandi framførir ein sang. Talan er um ein monumentalan og stórbæran sang um ólukkuligan kærleikan: “Cover me in rag and bones, sympathy. Cause I don´t wanna get over you. I don´t wanna get over you”. Sangurin verður endurtikin sum í einum loopi, men við eini ørgrynnu av smáum forskjótingum og variatiónum, sum koma av, at hetta júst er ein filmað liveperformance yvir longri tíð. Sum Inger Smærup Sørensen staðfestir í katalogtekstinum, verður endurtøkan lúgvandi á ítøkiligan hátt. Í lúgvanini og ekstatisku endurtøkunum liggur vónin um at røkka eina aðra støðu, um at transcendera sorgina yvir í tað sublima.

Sublimt er verkið Nur wer die Sehnsucht kennt, sum Kjartansson upprunaliga skapti til Palais de Tokyo í Paris í 2015, og sum eg í fleiri førum havi sæð á myndum og video, men sum eg nú upplivi á fyrsta sinni í Norðurlandahúsinum. Tað er ein stór, rørandi og kompleks uppliving, sum er fyllt við øllum møguligum hugasambondum. Allur salurin er umbroyttur til eina stóra installatión, ið er átøk eini scenografi til ein amatørsjónleik primitivt málaðum kavakløddum fjallatindum eins og í málningum í romantikkinum, men í skapi av fríttstandandi, útskorum plátum úr krossviði. Tá mann gongur inni í verkinum í rúminum sæst eisini ómalaða baksíðan á plátunum, sum eisini er eins týdningarmikil partur av verkinum og málaða síðan. Áskoðarin skilir bæði romantiska sitatið í verkheitinum, sum er fyrsta regla í eini yrking hjá Johann Wolfgang von Goethe, og herliga, humoristiska tónan, sum er afturvendandi í verkinum hjá Kjartansson. Men allíkavæl, so stendur mann knappliga har mitt í verkinum sum ein annar Tintin í Tibet ella sum válarin uppi yvir mjørkahavinum og er púra ófyrireikað til ávirkanina av installatiónini, sum brádliga tykist upploysa alt spei og intellektuella frástøðu. Samstundis sum illusiónin kemur óvart á, vekir verkið ein barnsligan hug til at spæla við.

 

 

949E3B7F-0C6B-4467-ACC1-4B92B12658F3.jpg
290E8423-7B8D-4B6C-B694-58F2866F8F2C.jpeg
58AC02D8-CCD4-4CC5-B550-6EC674E01859.jpg
Ragnar8.jpeg
EFF6850C-997E-4CF6-A981-1E3E6767E16B.jpeg
AB6C72F2-E602-463C-8E8B-3B730B4ECD6B.jpeg
6722F72F-625A-411E-85E8-73A85CBBF4BE.jpeg
02AA86FA-A750-488B-89EA-F5E414207F55.jpeg
E59B8EFC-5F4B-44A9-81A3-2D367BE22180.jpeg