Alt ruggar ikki rætt í danska kongaríkinum...

62342323_2347631175302151_5931389547043618816_o.jpg

Føroyska leikbólkin, Det Ferösche Compagnie (DFC) kenna vit sum ein modernaðan og progressivan sjónleikarabólk, sum tað er ein frøi at hoyra nýtt frá. Sambært tíðindaskrivi eru tey farin undir fyrireikingarnar til fyrstu føroysku sýningarnar av Hamlet eftir William Shakespeare. Búi E.Dam er leikstjóri og yvirhøvur sær manningin sera spennandi út. Tróndur Bogason hevur gjørt tónleikin. Kjartan Hansen hevur høvuðsleiklutin sum Hamlet, meðan Ofelia verður leikt av Kristinu Sørensen Ougaard. Sofía Nolsøe Mikkelsen verður Claudius, Annika Johannesen verður Gertrud, Hans Tórgarð spælir Polonius, Búi Rouch spælir Laertes og Mariann Hansen spælir Rosencrantz/Guildenstjern. Leikstjórin, Búi Dam verður Horatio. Leikverkið verður sett upp og framført í samstarvi við Norðurlandahúsið, og atgongumerkini til sýningarnar eru nú sett til sølu. Eingin sjónleikur er so ofta framførdur sum Hamlet, og kortini er hann ongantíð framførdur í Føroyum, men sum skilst, er hetta ein serlig versión av Hamlet, sum er hugsað til føroysk viðurskifti. Shakespeare skrivaði leikritið um ársskiftið 1600, har han viðger heimspeki, samfelag, politikk, mystikk, sálarfrøði, átrúnað, girnd, alsk, familju, vinalag og forelskilsi. Samstundis er Hamlet ein spennandi søga um kærleika og hevnd. Hamlet er ein tragedia við nógvum deyða. Tessvegna hevur DFC valt ta føroysku jarðarferðina sum karm um leikin. Tríeindin, tá flutt verður frá stað til stað - í kirkju, út á kirkjugarð, til ervi – er ein dramaturgisk gongd, sum er okkum føroyingum avbera væl kend, og neyvan kann nakað annað savna føroyingin sum deyðin. Hamlet verður frumsýndur 8. novembur í Norðurlandahúsinum og til ber at ogna sær atgongumerki á heimasíðuni nlh.fo. 

Um pallsetanina sigur leikstjórin, Búi Dam: "Vit stremba eftir at skapa eina sýning, sum er øllum eyðskild og atkomulig, samstundis sum vit vilja vera trúgv ímóti ófatiliga kompleksitetinum og vakurleikanum í skaldskapinum hjá Shakespeare"

Stutt um leikin:
Hamlet er krúnprinsur í Danmark. Hann lesur í útlondum, men er
komin heim til jarðarferðina hjá pápa sínum, Hamlet Kongi. Heima á Kronborg slotti fær Hamlet ein hvøkk, tá ið mamma hansara giftir seg
uppaftur við pápabeiggja hansara, Claudiusi, beint eftir jarðarferðina.
Og tá hann so sær pápa sín spøkja á slottinum, veit hann sum er; at alt ruggar ikki rætt í danska kongaríkinum.

Frumsýning  8. november

Kostnaður: 325 kr // lesandi 200 kr

Aldursmark 14 ár

LUTTAKARAR

Hamlet: Kjartan Hansen

Ofelia: Kristina Sørensen Ougaard

Claudius: Sofía Nolsøe Mikkelsen

Gertrud: Annika Johannessen

Horatio: Búi Dam

Polonius: Hans Tórgarð

Laertes: Búi Rouch

Rosencrantz / Guildenstjern: Mariann Hansen

Aðrir luttakarir: kórsangarar úr Tarira og kórleiðarin Jóhannes Andreasen

Leikstjórn: Búi Dam

Týðing: Hans Tórgarð

Pallmynd og búnar: Sámal Blak

Ljóðmynd og tónleik: Tróndur Bogason

Ljóðtøkningur: Theodor Kapnas

Ljósmynd: Súni Joensen

Byggimeistarar: Nicolaj Falck og Hjálmar Dam

Hjálparleikstjórar: Maria Tórgarð og Katrin Joensen Næs