G!EVIÐ LJÓÐ (OG LÝÐIÐ Á)

9DA4B904-535D-4143-8383-CC2004A4374A.jpeg

G! Listin gevur neyðugt gjøgnumrák

Minnast tit spælið “Gevið ljóð”? - tað var eitt sovorði krógva-og-blunda spæl, har tað snúi seg um at krógva seg og geva ljóð, so at hin parturin kundi finna ein, men helst ikki alt fyri eitt. Eg kom í tankar um hetta spælið nú eg setti meg niður at skriva um mínar upplivingar á G! har skrivandi og hugsandi fólk góvu ljóð frá sær um okkara tíð - tað var eins og tá vit á sinni spældu bæði ørkymlandi, spennandi - tað var eisini tankavekjandi.

Fleiri ár eru liðin síðani tað á fyrsta sinni bar til at staðfesta, at list- og bókmentatiltakið hjá forlagnum Eksil á G!Festivalinum hevði ment seg til ein sjálvstøðugan festival í festivalinum og at tað er henda list- og bókmentapartin, sum eg og onnur raðfesta og gleða okkum til á G!

Í ár var hesin parturin størri enn nakrantíð og byrjaði longu mikudagin í Norðurlandahúsinum og helt síðan fram á G! hósdag, fríggjadag og leygardag. Eg fekk hósdag og fríggjadag við og upplivdi ein væl eydnaðan festival við einum sera opnum og positivum evni um altíð at koma heim, ALWAYS COMING HOME. Luttakararnir vóru mangir: Angela Rawlings (ÍS), Sissal Kampmann, Ivan Niclasen, Bergur Djurhuus Hansen, Eva Tind (DK), Siri Ranva Hjelm Jacobsen (Dk/FO), Carl Jóhan Jensen, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Lasse Jæger, Oddfríður M. Rasmussen, Anna Malan Jógvansdóttir, Rannvá Holm Mortensen, Vónbjørt Vang, Jóhan Martin Christansen, Julie Sass (DK), Tummas Jákup Thomsen, Scott Rettberg (US), Randi Samsonsen, Bruno Mikael Eysturstein, Hanni Bjartalíð, Sunniva Guðmundsdóttir Mortensen, David Sebastian Lopez Restrepo (Columbia), Agnes Mols Mortensen, Meejah Soundbath: Mai Young Øvlisen (Dk), Daniel Nayberg (DK) og Andreas Isbrandt Løvenskjold (DK).

Tiltakið fevndi eitt nú eisini um burðardygd og mat. Agnes Mols Mortensen hevði eitt frálíkt og forvitnisligt upplegg um tara og um burðardygga aling av tara. Áhoyrararnir fingu høvi at smakka ymisk sløg av tara, ið t.d. er eitt heilsugott og vælsmakkandi alternativ til supputerningar og annan smakkstyrk og Gutti Winther forkelaði okkum við Bacalao og lekrum breyði við tarasmøri. Undirritaða hevði sjálv eitt upplegg, har eg í stuttum greiddi frá luttakandi listafólkum á framsýningini. Eg valdi at relatera evnið ALWAYS COMING HOME til føroyska listasøgu og tørvin á at víðka listfatanina í Føroyum til eisini at fevna um útlendsk listafólk. Eg tosaði eisini um tað neyðuga í, at føroyingar og ikki minst føroysk ung fara út í heimin fyri at gera sær royndir og upplivingar í staðin at vera verandi í okkara varda landi í reinari og klaustrofobiskari Biedermeyer-idyll. Eg haldi, at júst eitt tílíkt tiltak sum hetta á G!, sum Ida Bencke frá Laboratory for Aestethics and Ecology kurateraði saman við Kim Simonsen frá Forlagnum Eksil við bæði føroyskum og altjóða luttakarum gevur neyðugt gjøgnumrák í okkara lítla mentanarheimi.

Fleiri tiltøk vóru við upplestri, framløgum og samrøðum, sum góvu íblástur og nógvar tankar, tó at undirritaða als ikki tekur undir uppáhaldinum um tað sonevnt posthumana og yvirhøvur niðurskrivingini í okkara tíð av tí menniskjansliga, sum er grundleggjandi í allari skriving eisini tá tvey høv práta saman sum systrar. Í veruleikanum tosa høv ikki saman eins og einki vatn hevur heila. Menniskjað hevur heila, heilin er týdningarmesti parturin av menniskjanum og vit eru tann einasta av øllum heimsins verum, sum dugir og tímir at skriva yrkingar. Menniskjað hevur kki brúkt sín heila nóg væl, tá tað kemur til at verja okkara umhvørvið - tað má og skal uppraðfestast og spakuliga er gongd komin á økið. At tað gongur í so spakuliga fyri seg má ikki úrslita í, at vit menniskju nú skulu skammast av at vera menniskju. Henda skommin er ræðulig, apokalyptisk og vónleys, og minnir einamest um religiøsu skommina av syndafallinum - vit mugu serliga ansa eftir so at okkara børn ikki vaksa upp við klimaskomm og menniskjastikni. Eitt er, at perspektivini í tílíkari skomm ikki eru upplyftandi, verri er, at tey taka okkum menniskju av ræði í ómoralskum ábyrgdarloysi og svartskygni.

Listaframsýningin á G! var framúrskarandi góð og merkiliga væl samanhangandi, sjálvt um luttakandi listafólkini í roynd og veru eru sera ymisk. Umframt performance- og videopartin hjá ávikavist Angelu Rawlings og Scott Rettberg vóru verk sett upp ymsastaðni við keiina og lendingina í Syðrugøtu. Kanska var tað staðsetingin niðri við neystini, á lendingini og á keiini, ið alt er mosagrógvið og í sær sjálvum fult av sporum av nógva virkseminum, har einaferð var. Staðið er so ómetaliga vakurt, fult av sorgblídni yvir tað farna og tað er eins og allur hesin løddi tómleikin savnar tey framsýndu verkini, so at tey øll snúgva seg um longsul. Við fyrsta eygnabrá minnir standmyndin hjá Jóhan Martini Christiansen um ein romantiskan Caspar David Friedrich figur, sum við rygginum móti landi starir út á sjógv eins og tann kendi válarin oman yvir mjørkahavinum. Men tá tú kemur nærri síggjast mongu sporini í tilfarinum, í gipsinum, sum liggur stroytt kring standmyndina, í rustaða jarninum, í flættaða toynum, sum er felt inn í standmyndina og í harðligu strokunum og viðgerðini av yvirflatuni, sum gevur standmyndini eitt plágað undirgangskent og martyriskt yvirbrá eins og er hon um at hokna. Í neystinum stendur ein ready made mansfigurur í verkinum hjá Tummas Jákupi Thomsen og skoðar út í sjónarringin, alt meðan hann skapar frásagnarligt og formligt samband millum áðurnevnda verkið hjá Jóhan Martini og tær fínu húsastandmyndirnar hjá Hanna Bjartalíð og skroypiliga vøkru málningarnar og kollasjurnar hjá Juliu Sass longu inni í neystinum. Samansetingin í hinum neystinum millum sansaligu verkini hjá Randi Samsonsen og poetiska verkið hjá Bruno Mikael Eysturstein er somuleiðis vøkur og uppløgd bæði evnisliga og koloristiskt. Verkið hjá Bruno er ein stórur lýsandi grønur bøkkur prýddur við alskyns blómum, ið hongur surrealistiskt aftarliga í rúminum umgirdur av eini ljóðmynd. Samstundis sum verkið er serstakliga ítøkiligt gevur tað hugsamband við memento mori myndir frá barokkinum og eina kenslu av, at allur hesin nemandi vakurleikin er stokkutur. Tvey av verkunum hjá Randi Samsonsen høvdu hetta sama yvirbráið av undirgangi og stívnaðari tíð. Tað eru klædnapetti, sum listakvinnan hevur seymað og skipað áðrenn hon hevur dyppað tey í fleiri løg av gipsi, ið síðan eru málað við laksareyðum nuansum, og sum í mosagrøna framsýningarhølinum lýsti eins og forgeingiligt kjøt.

Kinna Poulsen

Fotomyndir: KP, Julie Sass, Jóhan Martin Christiansen og Tummas Jákup Thomsen

A45DDD84-A83D-4548-8207-F30F072F1FBA.jpeg
Julie Sass lesur upp úr listafólkabók síni Black Fog Rising

Julie Sass lesur upp úr listafólkabók síni Black Fog Rising

Tummas Jákup Thomsen

Tummas Jákup Thomsen

Julie Sass og Hanni Bjartalíð

Julie Sass og Hanni Bjartalíð

Listafólk

Listafólk

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Bruno Mikael Eysturstein

Bruno Mikael Eysturstein

Hanni Bjartalíð

Hanni Bjartalíð

Epli á bryggjuni

Epli á bryggjuni

Gutti Winther greiðir frá

Gutti Winther greiðir frá

Angela Rowlings las upp

Angela Rowlings las upp

Agnes Mols Mortensen

Agnes Mols Mortensen

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Pílabygdin - ein permanent installatión hjá Tummas Jákupi Thomsen í Norðagøtu

Pílabygdin - ein permanent installatión hjá Tummas Jákupi Thomsen í Norðagøtu

Vónbjørt Vang lesur úr bók síni Djúpini

Vónbjørt Vang lesur úr bók síni Djúpini

Anna Malan Jógvansdóttir lesur upp úr bók síni Korallbruni

Anna Malan Jógvansdóttir lesur upp úr bók síni Korallbruni

Kim Simonsen las úr sínum søvnum og komandi bók

Kim Simonsen las úr sínum søvnum og komandi bók

Lív Maria Róadóttir Jæger las nýggjar tekstir

Lív Maria Róadóttir Jæger las nýggjar tekstir

Carl Jóhan Jensen las úr føroysk-danska savninum Gestur millum tíðir

Carl Jóhan Jensen las úr føroysk-danska savninum Gestur millum tíðir

A144E215-C5A4-44CE-9D4D-DE91793E0913.jpg
Eva Tind las upp úr skaldsøguni Ophav

Eva Tind las upp úr skaldsøguni Ophav

Siri Ranva Hjelm Jacobsen prátaði við Berg Djurhuus Hansen um bókina Havbrevene

Siri Ranva Hjelm Jacobsen prátaði við Berg Djurhuus Hansen um bókina Havbrevene

Ida Bencke

Ida Bencke

Panelkjak

Panelkjak