Mentanargrunnurin má taka sær um reiggj!
/Herfyri vóru listafólkalønirnar latnar á øðrum sinni; Jens L.Thomsen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Carl Jóhan Jensen umboðandi tónleik, myndlist og bókmentir, vóru hesa ferð tey, sum nevndin í mentanargrunninum eftir tilmæli frá faknevndum, valdi at gera íløgu í. Síðsta ár varð íløga gjørd í framtíðar verk hjá Brandi Patursson, myndlistamanni, Búa E. Dam, leiklistamanni, og Katrini Ottarsdóttir, rithøvundi.
Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, sum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Yrkislistafólk kunnu ikki røkja annað fast starv, meðan tey fáa listafólkaløn, tó kunnu tey hava inntøkur av teirra skapandi virksemi. Umsóknarumfar til listafólkalønir er einaferð árliga. Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving, ella hava samsvarandi royndir innan listaliga økið. Játtanin er 3,3 milliónir kr.
Listafólkalønirnar eru eitt stórt framstig á týdningarmikla føroyska mentanarstuðulsøkinum, sum er ávegis onkrum, sum eg sjálv í mong ár havi verið forsprákari fyri; nevniliga at býta stuðulsøkið upp í áhuga- og yrkislistastuðul. Tað er gleðiligt, at stig eru tikin henda vegin, tó at okkurt undrunarvert er við valinum hjá nevndini, sum eisini er galdandi fyri alt mentanarstuðuls- og virðislønarøkið, og sum fær meg at hugsa, at tørvur er á at minna okkum á hvat tankin var við listafólkalønini.
Fyrr plagdi mann at siga, at tað ikki var nakað gott tekin at fáa mentanarvirðislønina. Tí so stóð mann allarhelst við minst øðrum beininum í grøvini. Sipað varð til, at tey, sum fingu virðislønir ofta høvdu rættiliga høgan aldur. Ei undur í tí; virðislønin varð latin hesum listafólkum í takksemi fyri teirra lívsavrik. Hetta lyndið er markant broytt síðstu árini nú fleiri hava fingið virðislønina, sum eru um miðjan aldur, t.d. operasangarin Rúni Brattaberg, sum var 50, tá hann fekk virðislønina.Broytingin er náttúrlig, men ikki bara tað. Seinast fekk Bárður Jákupsson virðislønina, hann er 75 ár - so tað var uppá tíðina, tí aldur hevur týdning; ikki bara tí hann er okkara náttúrligi avmarkingarfaktorur – øll eru ikki so væl fyri, at vit kunnu vænta okkum at verða vald inn á Fólkating, tá vit eru farin væl upp um dustsins ár. Nakað annað er, at aldur kann vera ein garantur fyri royndir og avrik.
Tá vit á sinni tosaðu um listafólkalønir var tankin, at hetta skuldi vera krúnan á listastuðulsverkinum. Meðan starvslønr kunnu søkjast og stuðlast í teimum førum, nevndin heldur verkætlanina vera áhugaverda, skuldu listafólkalønir latast royndum listafólkum, sum við framsýningum, bókum, filmum, leikum høvdu latið ein streym frá sær av listarligari dygd, sum vit sum land ikki vildu verið fyriuttan. Her haldi eg, at fleiri av teimum sera dugnaligu listafólkunum, sum hava fingið listaløn eru ov óroynd. Nakað annað er denturin, sum dygdin á stuðulsumsóknum fær frá Mentanargrunninum. Hetta tykist mær ógvuliga grunt listarliga sæð at leggja so stóran dent á hvørt umsóknin er fín og flott. Vit kunnu ikki lata sum um vit ikki vita av hvørjum øðrum í Føroyum. Veruleikin er, at vit vita effinett hvør er hvør og hvat hvørt listafólk hevur gjørt um seg. Um umsóknirnar hava so stóran týdning skjóti eg upp at vit gera eina umsóknarvirðisløn, sum verður latin flottum umsóknum. – Skemt til síðis. Nevndin í Mentanargrunninum undir leiðslu av Ingun í Skrivarastovu hevur ábyrgd av mentanarstuðlinum, at tryggja at stuðulin verður til meiningsfullar og góðar íløgur í føroyska list og mentan. At stuðulsslag og upphædd eru samsvarandi við móttakara og verkætlan er neyðugt fyri um stuðulin verður tann effektiva íløgan, sum ætlanin var, og tí má nevndin í Mentanargrunninum taka sær um reiggj!