Ólavsøkuframsýningin 2019 fyri listafólk trýss ár og eldri er sum áður nevnt siðbundin fyri ikki at siga gamaldags bæði viðvíkjandi tøkni og myndevni. Tá er tað kanska ikki so løgið at kunna staðfesta, at fleiri verk hava átrúnaðarligt/kristiligt brá, t.d. seglinstallatiónin hjá Titu Vinther, sum er vovin úr menniskjahári og krossfestingin hjá Eli Smith.
Tvey av teimum religiøst klingandi verkunum á Ólavsøkuframsýningini skara framúr - tað eru tveir litríkir málningar við fleiri figurum í myndarúminum, sum í grundini eru rættiliga ymiskir. Tað sama kann sigast um avvarðandi listafólk.
Ovara málningin málaði Sigrun Gunnarsdóttir, sum er fødd í 1950 á Eiði, har hon býr og arbeiðir. Hon var liðug á Kunstakademinum í 1980 og í fjør hevði hon stóra serframsýning á Listasavni Føroya. Myndevnið í málninginum er serstakt við tað, at sjónarmiðið er innan úr heiminum, úr køkinum. Í føroyskari list eru vit meira von við uttanduramyndir. Vit síggja eina konu í bláum niðurdeili og violettari blus og gráum skóleistum stákast við onkrum, kanska bakar hon. Í øllum førum hevur hon tveir smáar hjálparar, eina gentu í violettum kjóla og ein drong í heimabundnari troyggju og myrkum buksum - bæði í fyriklæði, sum tykjast íðin at hjálpa til. Hvíti og brúni hundurin sýnist eisini sera áhugaður í tí, sum fyriferst uppi á borðinum. Kristna innihaldið í hesum málninginum er ikki so ítøkiligt sum tað kundi verið, men við tað, at vit kenna ikonografiina í høvuðsverkum hjá Sigruni Gunnarsdóttir, so vita vit, at í júst hasum køkinum í hondunum á hasari konuni hevur ein bíblia einaferð ligið. Um vit hyggja nærri at myndini síggja vit eisini eina mynd av eini nunnu á bróstinum - hetta kundi verið katólska nunnan Móðir Teresa í síni tiltiknu blárandaða hvítu drakt, sum Sigrun Gunnarsdóttir hevur málað portrett av í 2010. Móðir Teresa fekk sum kunnugt friðarvirðisløn Nobels í 1979 fyri sítt áhaldandi arbeiði fyri tey fátøku í Calcutta í India, hon var ein háttvirdur, men eisini ein nokk so umstríddur persónur m.a. orsakað av síni konsekventu mótstøðu móti bæði fosturtøku og fyribyrging. Fyri meg er tað heldur ikki nunnan, sum myndar trúnna í myndini hjá Sigruni Gunnarsdóttir. Tað snýr seg meira um huglagið, sum ljómar av kærleika, tryggleika og áliti á tilverunnar hægri meining. Listakvinnan hevur verið sera nærløgd við kompositiónini, har figurbólkurin er rammaður inn av hurðum, borði, vindeyga og gardinum. Í staðin fyri at gerast klaustrofobisk er tað eins og allar detaljurnar fjálga um myndevnið, ið tykist bygt á endurminningar. Dentur verður lagdur á samanhangin millum menniskjað, náttúru og innbúgv og samanhangandi og regluliga kompositiónin leggur dent á, at tað er ein meiningsfullur samanhangur. Stílurin er naivur, symbolskur og eyðkendur fyri tann stílin, sum Sigrun Gunnarsdóttir hevur staðið fyri nú í nógv ár.
Hin málningin málaði Torbørn Olsen, sum er týdningarmikli, ekspressivi koloristurin í føroyskari list. Hann var føddur í 1956 í Havn, har hann hevur búð meginpartin av lívi sínum. Í 2015 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins fyri útinnt listarligt avrik. Málningurin er bæði typiskur og ikki typiskur fyri málaran, tvs. at vit kenna koloristiska og ekspressiva stílin aftur, eins og vit áður hava sæð myndir hjá Torbirni Olsen við átrúnaðarligum innihaldi, portrettlýsingar av samtíðarfólkum og sjálvsmyndir. Men at síggja allar hesar tættir í einum og sama málningi, sum telur heilar trettan figurar – tað er nakað serligt. Málningurin eitur Intermezzo, eitt heiti, sum hevur týdning fyri tulkingina av samansettu myndini, ið ikki bara hevur fleiri myndarúm, men sum eisini hevur eitt undrunarvert og áhugavert samband í millum hesi. Intermezzo er jú tónleikaligt hugtak fyri eitt millumspæl, ið skapar samband. Miðskeiðis í myndini síggja vit ein mann í reyðum kyrtli, sum gestikulerar við høgru hond og heldur í eini smágentu við hinari. Ikonografiskt lesa vit figurin sum Jesus, ið letur børnini koma til sín. Kring kendu bíbliusenuna standa og sita fólk, sum eygleiða hendingina. Tað er áhugavert, at hesi fólkini eru í modernaðum klæðum og tessvegna er tað ens og eitt intermezzo verður skapt millum tíðir - samanhangur verður skaptur millum bíbliusøgu og nútíð. Aftast er eitt einastandandi fínt sjálvportrett av málandi málaranum, sum hyggur út úr myndini eftir okkum áskoðarum. Eins og í kendu myndini, Las Meninas hjá Velazquez verður ivi skaptur um akkurát hvat tað er, sum verður málað og hví. Er løriftið, sum sæst á málninginum sjálvur málningurin, sum vit hyggja at? Og hví sær málarin so sinnisrørdur út? Er tað okkum hann hyggur at? Hesir spurningar og mangir aðrir liggja í málninginum hjá Torbirni Olsen. - Hugsar tú nú, at tað var spell, at tú ikki náddi at síggja hesi verk á ólavsøku kann eg ugga teg við, at framsýningin hongur heilt til 1.september.