Einføld og innhugsin framsýning í Skjólinum
/Fram til 22.mai hevur Bruno Mikael Eysturstein framsýning í Skjólinum í Kongagøtu 8 í Havn. Framsýningarheitið er Duldir Máttir vol.2 og framsýningargesturin fær alt fyri eitt varhugan av onkrum gátuførum, tá hon trínur inn í framsýningarrúmið, ið er klætt við svørtum klæði. Hesin heimur kennist bæði tryggur og ótryggur - meðan mjúkleikin, myrkrið og ein regluliga ljómandi hjartarútma minnir um eina lívmóður, er eisini ymiskt hvasst og ófrættakent í heildini; t.d. borðbúnaður, battaríir og ein hypnotisk, robottkend upplesararødd. Tøkniliga fevnir framsýningin um foto, tekning, installatión, ljóð og poesi, men í grundini er framsýningin øll sum hon er ein samlað installatión og tá tú stendur inni í henni, ert tú fevnd av henni, av ljósinum, av myrkrinum, av myndunum og av ljóðinum. Umframt ljóðið av hjartasláttri verður ein poetiskur tekstur lisin upp og støðugt endurtikin í loopum. Hesin teksturin kann eisini lesast, um tú sessast í bleytu sofuni, sum stendur í framsýningini. Her er einki forboð at nerta við verkini - áskoðarin er vælkomin til at blaða í tekningum og føla seg fram.
Bruno Mikael Eysturstein hevur áður arbeitt við ymiskum listagreinum. Tey fyrstu verkini, eg minnist meg hava sæð hjá honum vóru málningar við surrealistiskum ella syrutum landsløgum. Í nýggju verkunum brúkar hann náttúruna meira beinleiðis í fotomyndum og installatiónum. Á Ólavsøkuframsýningini í fjør vóru verkini hjá honum konseptuel við dadaistiskum brá og einum rættiliga einføldum og frískligum taki uppá náttúruna - m.a. var ein bøkkur framsýndur við tilsettum oyratelefonum. Listasøguliga hevur landslagið havt stóran týdning í føroysku listini heilt frá byjranini, tá Niels Kruse og onnur við lýstu sítt móðurland í inniligum málningum. Síðani er heimliga landslagið tulkað í ekspressivum og abstraktum myndum og nú er landslagið altso ítøkiliga við á listaframsýning. Á framsýningini í Skjólinum eru eisini verk við bøkkum. Eitt fínt og poetisk verk er myndað av einum bøkki á einum silvurfati við knívi og gaffil klárur at verða etin aftur við einum poetiskum teksti, so at tú kanst lesa og eta í senn. Á gólvinum liggja tveir bøkkar, sum eru umgirdir av battaríum fáa sostatt ein kritiskan, umhvørvispolitiskan vinkul. Í fotomyndunum snýr tað seg nokk so nógv um javnvág og spenning bæði myndevnisliga og í mátanum, myndirnar hanga niður úr loftinum og snara runt. Henda framsýningin tykist um somu tíð er einføld, avklárað men eisini samansett og inntonkt. Við tað, at áskoðarin verður biðin um at lata seg úr skónum áðrenn farið verður inn, so verður upplivingin ítøkiliga sansalig og mjúk inni í hugtakandi listauniversinum hjá Bruno Mikael Eysturstein. Far og hygg!
Bárður Jákupsson er ikki nøkur sjálvfylgja
/Leygardagin lótu tvær framsýningar hjá Bárði Jákupsson upp í Listahøllini og Steinprenti. Eg hevði eina merkiliga dejavukenslu, tá eg trein innar í Listahøllina, kanska var tað ljósið, veitslukenda ferniseringshuglagið í Listahøllini, sum fekk meg at minnast ta allarfyrstu upplatingina hjá Heystframsýningarbólkinum. Eg minnist so væl ta framsýningina og hvussu spennandi tað var. Eg var greið yvir, at nøkur ár eru liðin síðani tá, men Tróndur Patursson segði mær í gjár, at tað eru 14 ár síðani. Eg skjóti hervið upp, at skipað verður fyri 15 ára jubileumsframsýning í 2020.
https://listinblog.blogspot.com/search?q=Heystframs%C3%BDningin
Tá sum nú hevði Bárður Jákupsson nakrar einastandandi fínar málningar hangandi í Listahøllini. Onkuntíð hugsi eg við mær sjálvari, at vit møguliga hava lyndi til at taka Bárð sum eina sjálvfylgju eitt sindur á sama hátt sum vit uppfata vindin. Soleiðis eru vit kanska serliga mótvegis teimum, vit uppfata sum sterk, at teimum tørvar ikki viðurkenning. Og Bárður Jákupsson hevur verið og er framvegis ein sterkur maður í føroyskari myndlist, sum loksins fekk mentanarheiðursløn landsins. Tað var gott, men hansara málningar mugu ikki fatast sum nakar sjálvsagdur lutur. Tí ein tílík virtuos málaramegi og sansalig litgleði rúmast sera sjáldan í einum og sama persóni. Farið sjálvi út í Listahøllina á Skipasmiðjuni MEST og í Steinprent og hyggið! Kavið við øllum kroppinum inn í myndirnar, drekkið támið, svølgið skæru litirnar; tað er lívgevandi! Her eru nakrar ferniseringsmyndir, men listin upplivast best við at síggja hana í hølunum, har hon hongur.
Svart-hvítur gandur
/Elinborg Lützen
Fríggjadagin 10.mai 2019 læt ein framsýning upp í Listaskálanum við verkum hjá grafiska meistaranum Elinborg Lützen, sum vit øll kenna væl og virðiliga. Og tí kemur plakatin, sum hongur á hurðini á veg inn í Listaskálan, eitt sindur óvart á við litríka og als ikki svart-hvíta, sprækliga hananum, sum listakvinnan málaði við vatnlitum í 1988. Men tíbetur er framsýningin skipað við denti á tær svørt-hvítu prentmyndirnar, tí hetta er høvuðsverkið hjá listakvinnuni.
Elinborg Lützen er ikki hvør sum helst, og bara tað, at hon javnan verður nevnd, tá mann spyr nøkur av okkara fremstu samtíðarlistafólkum um teirra íblástur, sigur okkum, at hennara list er nakað serligt - tað loysir seg altíð at fylgja tílíkum “artistsartists”, tí sjálvsagt hava listafólkini besta ansin fyri listarligari dygd.
Katalogið er flott, ein ordans bók við harðari permu og tveimum tekstum hjá tveimum fyrrverandi leiðarum av Listasavni Føroya; eini sera væl skrivaðari og vitandi introduktión til verkið hjá Elinborg, ið Bárður Jákupsson skrivaði til katalogið, ið varð gjørt í sambandi við Elinborg Lützen framsýningina á Norðurbryggjuni í 2010 og eini áhugaverdari nýggjari grein hjá Nils Ohrt um listakvinnuna við støði í hennara myndum og ikki minst í brøvum, sum siga okkum, at skemtiliga og fabulerandi huflogið, ið vit kenna frá myndaheiminum hjá listakvinnuni er ein partur av hennara persónligheit. Perspektivið í báðum greinunum í kataloginum tykist vera eitt sindur uttanífrá, t.d. greiðir Bárður Jákupsson frá føroyskari mentan og frá heimbýnum hjá listakvinnuni á ein hátt, sum ikki er neyðugur, var teksturin hugsaður til ein føroyskan lesara. Tað sama er galdandi fyri partar av tekstinum hjá Nils Ohrt, sum t.d. introduserar okkum fyri Mikinesmálaranum, at hann var tann fyrsti týðandi føroyski málarin. Annars er greinin sum sagt áhugaverd at lesa, ikki minst orsakað av brøvunum millum Elinborg og systkinabarnið Hjørdis. Øll, sum hava sæð tær herligu prentmyndirnar til ramsuna Maria Maria Marolla munu vita, at Elinborg hevði ans fyri skemti, men hon og Hjørdis eru ordiliga stuttligar, t.d. tá tær í skemtiligu lógarreglunum til felagið, tær stovna til stuttleikar í 1936, “Det gjensidige phrelseselskab for unge pigers vildpharne sjæle”, skriva, at “Læsere af Samlede Værker udvises uden Skaansel”. Tað er herligt og við sama óskikkiliga skálkabrosi, sum eisini sæst í fleiri av prentmyndunum og tekningunum.
Brøvini vísa okkum greitt, at Elinborg eins og so mangar aðrar listakvinnur við henni var serstakliga sjálvkritisk og at hon ofta pínir seg sjálva við ákærum um, at hon ikki dugir nakað sum helst. Á endurprentaðu brotunum úr áhugaverda brævaskiftinum við danska listamannin og læraran, Povl Christensen síggja vit hvussu ósikkur hon er og hvussu hon bæði lifrar og gremur seg fyrihonum fyri at fáa hansara listarligu góðkenning. Soleiðis eru brøvini full av menniskjansskapi.
Elinborg Lützen var eitt sjáldsama gávað listafólk. Hon er einamest kend sum grafikari við denti á svørt-hvít linoprent, men nógv kenna eisini hennara fínu tekningar frá barnabókum, t.d. Í skýmingini, sum Sofía Petersen gav út í 1948 og sum man hava verið brúkt leingi og væl - eg minnist í hvussu er bókina og Ævintýrbøkurnar frá mínum barnaskúla á Frúutrøð í hálvfjersunum. Eg haldi eisini, at tær fáu litmyndirnar á framsýningini, nøkur prent, vatnlitamyndir og ein málningur, vísa koloristiskan ans, sum hon ivaleyst hevði fingið enn meira burturúr, um hon fór tann vegin. Men tað er innan svart-hvítu prentmyndina, hon exellerar og sum tað er typiskt fyri listafólk, ið ivast í sær sjálvum, so fær Elinborg Lützen serliga nógv burtur úr bundnum uppgávum og trívist greidliga, tá onkur annar hevur álit á henni. Hennara prentmyndir eru framúrskarandi og gott eisini at síggja linoleumspláturnar framsýndar. Í onkrum føri eru fleiri støðuprent av somu plátu framsýnd, so at vit síggja hvussu listakvinnan hevur arbeitt við at yvirføra prentið á pappírið við skeið. Fleiri av gomlu prentunum eru tíverri fánað og gulnað og tí er tað gott at síggja tey flottu endurprentini á framsýningini. Aftanfyri norðara endaveggin í Listaskálanum verður ein filmur vístur, har vit koma ordiliga tætt uppá tvær av myndunum og alt hetta er gott, men tað fær meg at sakna ein portrettfilm ella kanska bara eina samrøðu millum kataloghøvundarnar um áhugaverdu listakvinnuna.
Grafiska úttrykkið hjá Elinborg Lützen er stílsliga ávirkað av donskum grafikki í 20.øld – ikki minst er tað ávirkað av læraranum, Povl Christensen, men eg haldi, at myndirnar hjá Elinborg eru nógv meira áhugaverdar enn tær hjá læraranum - fullar sum tær eru av saft og kraft og løgnum verum og mynstrum. Tær myrku fantasimyndirnar av deydningum og á havsins botni eru millum høvuðsverkini hjá listakvinnuni,eins og tey eru høvuðsverk í føroysku listasøguni. Men á framsýningini í Listasavninum er tað serliga áhugavert fyri meg at síggja tær nógvu bygdamyndirnar úr Klaksvík og ymsastaðni í Norðoyggjum, sum umboða ta sonevndu realistisku linjuna í lívsverkinum hjá Elinborg Lützen. Nú tá eg síggi hesar myndir av nýggjum -onkra síggi eg fyri fyrstu ferð, undrist eg á, at vit hava hildið hetta verið veruleikakent. Tað má vera tí vit hava bestemmað okkum fyri at síggja tað so. Fyri tað fyrsta eru myndirnar nokk so svartar við eini hysteriskari mongd av hvítum mynstrum, sum eru skorin, hakkað og stungin niður í linoleumsplátunar. Og meðan húsaskap og húsaskuggar standa geometriska statiskt, pinnastill upp og niður á myndaflatuni, trína formatiónir av skíggjum fram í trívídd og halda miklan gang. Her í teimum púra vanligu bygdalýsingunum trínur svart-hvíti gandurin hjá Elinborg Lützen klárast fram.
Bárður x 2
/Í dag lata tvær framsýningar hjá Bárði Jákupsson upp í Havn. Tann eina framsýningin við stórum og smærri oljumálningum letur upp í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST klokkan 15, og ein tíma seinni letur ein framsýning við vatnlitamyndum upp í Steinprenti.
–“Klettar eru høgir/ mýggjabitar smáir” yrkti Hans Andrias Djurhuus og á sama hátt fevnir myndaheimurin hjá Bárði Jákupsson bæði yndisligt og stórbært í rokmiklum tulkingum av fjøllum, klettum og stillisligum sólskygdum løtum í haga. Hetta merkir tó ikki tað sama sum, at listamaðurin gongur í fjøllunum og leitar eftir myndevnum. Tað er ikki neyðugt, tí tað eru upplivingar frá ungum árum, ið hava fest seg í hansara sinni, sum eru grundarlag undir hansara abstraktu kompositiónum. Tá Bárður fekk ta stóru mentanarvirðislønina frá almennu Føroyum varð dentur lagdur á fjølbroytnið í hansara listarliga arbeiði. Tí umframt oljumálningar og vatnlitamyndir, hevur Bárður eisini fingist við at myndprýða bøkur og at miðla føroyska list, ikki minst.
Listamaðurin hevur greitt frá, at hansara myndir eru grundaðar á upplivingar, hann hevur havt í føroysku náttúruni – “hetta er ikki nakað eg síggi, men nakað eg sá" hevur hann einaferð sagt á eini upplating, tá hann greiddi frá, at hann sum heilt ungur staddur í báti upplivdi at vera meira hugtikin av sjónini av tindunum í erva enn av sjónum í neðra. Hann heldur sjálvur, at onkur av hesum upplivingum situr eftir í hansara málningum.
Myndirnar hjá Bárði Jákupsson tykjast bæði villar og stillar. - Hetta er Bárður, sum vit kenna hann, tann ekspressivi og eruptivi koloristurin við teimum eyðkendu, dekorativt, hurlandi M-strokunum ella tindaskapunum og koloristisku kompositiónunum, ið eru bygdar upp av fýrisligum, rútmiskum slengrum. Hetta eru fjallavisiónirnar hjá Bárði við eyri og seyri, við slettum og blettum, við lýsandi ólikamligum ljósi og gruggutum jørðildi – alt í einum hugtakandi andarisi.
Øll eru hjartaliga vælkomin til báðar upplatingar 11.mai í Listahøllini í Skipasmiðjuni MEST (grøna bygninginum á Rundingi) kl.15 og í Steinprenti á Skálatrøð kl.16.
Klettar eru høgir...
/Bárður Jákupsson í MEST og Steinprenti
Leygardagin 11.mai lata ikki minni enn tvær framsýningar hjá Bárði Jákupsson upp í Havn. Tann eina framsýningin við stórum og smærri oljumálningum letur upp í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST klokkan 15, og ein tíma seinni letur ein framsýning við vatnlitamyndum upp í Steinprenti.
–“Klettar eru høgir/ mýggjabitar smáir” yrkti Hans Andrias Djurhuus og á sama hátt fevnir myndaheimurin hjá Bárði Jákupsson bæði yndisligt og stórbært í rokmiklum tulkingum av fjøllum, klettum og stillisligum sólskygdum løtum í haga. Hetta merkir tó ikki tað sama sum, at listamaðurin gongur í fjøllunum og leitar eftir myndevnum. Tað er ikki neyðugt, tí tað eru upplivingar frá ungum árum, ið hava fest seg í hansara sinni, sum eru grundarlag undir hansara abstraktu kompositiónum. Tá Bárður fekk ta stóru mentanarvirðislønina frá almennu Føroyum varð dentur lagdur á fjølbroytnið í hansara listarliga arbeiði. Tí umframt oljumálningar og vatnlitamyndir, hevur Bárður eisini fingist við at myndprýða bøkur og at miðla føroyska list, ikki minst.
Listamaðurin hevur greitt frá, at hansara myndir eru grundaðar á upplivingar, hann hevur havt í føroysku náttúruni – “hetta er ikki nakað eg síggi, men nakað eg sá" hevur hann einaferð sagt á eini upplating, tá hann greiddi frá, at hann sum heilt ungur staddur í báti upplivdi at vera meira hugtikin av sjónini av tindunum í erva enn av sjónum í neðra. Hann heldur sjálvur, at onkur av hesum upplivingum situr eftir í hansara málningum.
Myndirnar hjá Bárði Jákupsson tykjast bæði villar og stillar. - Hetta er Bárður, sum vit kenna hann, tann ekspressivi og eruptivi koloristurin við teimum eyðkendu, dekorativt, hurlandi M-strokunum ella tindaskapunum og koloristisku kompositiónunum, ið eru bygdar upp av fýrisligum, rútmiskum slengrum. Hetta eru fjallavisiónirnar hjá Bárði við eyri og seyri, við slettum og blettum, við lýsandi ólikamligum ljósi og gruggutum jørðildi – alt í einum hugtakandi andarisi.
Øll eru hjartaliga vælkomin til báðar upplatingar 11.mai í Listahøllini í Skipasmiðjuni MEST (grøna bygninginum á Rundingi) kl.15 og í Steinprenti á Skálatrøð kl.16.
Ikki sløkkja ljósið!
/Nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, Takrennutónar, byrjar við einum sitati, sum staðfestir, at tá tónleikurin er yvirstaðin, ja tá er tíð at sløkkja. Talan er um kenda uppáhaldið hjá dapurlekra sangprofetpoetinum, Jim Morrison, sum einaferð sang: “So when the music´s over/ When the music´s over, yeah/ When the music´s over/ Turn out the light/ Turn out the light”. Og henda byrjanin tykist satt at siga eitt sindur ørkymlandi, tí sjálvandi vilja vit ikki hava tónleikin at steðga ella ljósið at sløkna - ikki sløkkja ljósið! Vit ynskja, at streymurin av tónum, yrkingum og myndum, sum í 35 ár hevur ljómað úr gávumilda og hvølla hátalaranum hjá Tóroddi Poulsen, skal halda fram.
Fjøruti yrkingasøvn hevur hann givið út – Sprotin gav tað seinasta savnið, Himnahyljar út fyri einum áru síðani, so nú var upp á tíðina við einum nýggjum yrkingarsavni. Í fyrsta savninum, Botnfall, var tað eisini Jim Morrison, sum átti inngangsbønina, har yrkjaraegið í American Prayer undrast á hvar lovaðu gildini blíva av. Í Takrennutónum tykist ballið búið, tí nú stendur egið uttanfyri og kagar inn í veitsluna at øllum teimum fullu, sum dansa nakin, meðan yrkjaraegið “má leggja/ tríggjar reglur aftrat og/ skaldið at sova”.
Takrennutónarnir eru hundrað í tali. Hetta eru lutfalsliga stuttar yrkingar, sum eru grafiskt defineraðar av eini lítlum prikki í erva. Perman er eins og yrkingarnar einføld, avklárað og abstrakt við heitinum skrivaðum við grønum blokkbókstavum og skaldanavninum í reyðum. Mitt á hvítu permuni og bakpermuni er eitt svart avlangt fýrkantað skap við strípum - tað kundi verið eitt portur, ein stólur, ein rist, og kanska er tað bara eitt rætthyrnt skap. Longu byrjanaryrkingin er merkt av hesum sama einfeldi og abstraktiónini, sum kyknar í óvæntaða skiftinum millum egið og sólina, tí tað er sólin, sum blundar, meðan egið telur fjaðrar á flogi. Og fleiri tílík dømi eru í bókini um yrkingar, sum eru so lættar og elegantar, at tær næstan upploysast meðan tú lesur, og ofta er tað okkurt óvæntað, sum setur gongd á upplivingarnar, t.d. eitt kavablak ella ein tanki, ið fær egið at hitna.
Tað er tankin, sum telur allan vegin í gjøgnum eisini í einari perfektari yrking sum henni á síðu 17 um tankan, sum í degningini loysnar av pappírinum og fer inn í dagin at búnast í einum nýggjum skaldi. Fleiri tílíkar yrkingar eru, sum samantvinna skapan og tilveru í nýggja savninum, ið tó eisini fevnir um viðmerkingar til okkara tíð til dømis lyndið til skunda okkum til tess at koma skjótari fram enn hini fyri at fáa tíð til onga tíð at hava. Og so skuldi postgjald sambært eini yrking verið goldið av teimum, sum einki senda, tí soleiðis er tað; vit senda ikki hvørjum øðrum brøv longur og einsemið liggur sum ein særur tráður gjøgnum alla bókina, men regnið uggar og tað gera minnir eisini. Hetta afturlítandi bráið hómast inn í millum, tá yrkjaraegið hugsar aftur á morgunsangin í Kommunuskúlanum, og heldur tað vera fult so skilagott at roykja sigarettir sum at svíma í auluni framman fyri stóra verkinum hjá Williami Heinesen.
Eksistentiellar hugleiðingar mynda eina meginæðr gjøgnum í savninum frá áðurnevnda inngangsversinum hjá Morrison og til síðstu yrkingina um hann, sum fór út í lívið og ongantíð kom aftur. Inn í millum stendur alt stilt sum í einastandandi rørandi yrkingum sum í henni á síðu 90: “veit ikki/ um eg/ komi/ aftur// tað er/ so myrkt/ og ljósið/ dýrkast” - Men hvat merkir so hetta? Er tað ein staðfesting frá yrkjaraegnum í sama dapra anda sum í inngangsorðunum hjá Jim Morrison, og er tá vandi fyri, at vit ikki fara at hoyra aftur frá honum? Vónandi ikki, men soleiðis er tað við hesum yrkingunum, at allar ikki lata seg upp alt fyri eitt. Tá eg um eina løtu fari eg at seta Takrennutónar í bókhahillina undir liðina á hinum bókunum hjá Tóroddi Poulsen, so veit eg, at har verður hon ikki standandi. Tí hesar álvarsligu, absurdu, surrealistisku, veruleikakendu, filosofisku, visioneru, gerandsligu og hugtakandi yrkingarnar kunnu lesast fleiri ferð, til dømis hendan:
tú ert
altíð
á veg
ímóti
hesi
løtuni
Anný rakar reint
/Tað ljóðar kanska eitt sindur løgið um eg sigi, at unga myndlistakvinnan, Anný Djurhuus Øssursdóttir minnir meg um Eivør Pálsdóttir. Men soleiðis er tað. Tá eg tríni inn í rúmið, sum Anný hevur funnið og skapt í Plantasjuni ein várleygardag í Havn, so komi eg í tankar um, tá eg á fyrsta sinni hoyrdi blaðungu Eivør og tað svimlaði fyri mær eina løtu við tankan um tey stóravrik, sum ein tílík rødd og musikalitetur kundi ført við sær. Tað er so sjáldan, at eitt listafólk rakar gullreint heilt av sær sjálvum og uttan útbúgving, og enn sjáldnari er tað, at tílík einastandandi evni eru sameint við tann jarnvilja, sum í roynd og veru skal til fyri at liva sum listafólk. Rúmið hjá Anný er ein skógarfløta, ein vakur lítil skógarberi, ið er sum skaptur til eina listaframsýning. Hetta er triðja serframsýning, eg havi verið til hjá Anný D.Øssursdóttir og ja, har hómast onkrar fyrimyndir og íblástur frá t.d. Jóhan Martini Christiansen í mátanum, listakvinnan brúkar klæði í sínum verkum, men eg haldi, at listakvinnan longu dugir at skapa sín heilt egna listaheim, sum er hugtakandi, surreelt dreymakendur við lutum, sum uppføra seg øðrvísi enn teir plaga og sum hervið siga sínar egnu, serligu søgur.
"You can not turn the bark inside out, without receiving bad luck" er ein pop-up solo-framsýning eftir Anný Djurhuus Øssursdóttir í Viðarlundini í Havn (beint við hvíldarheimið Naina, gonguteiginum og ánni).
Framsýningin er bert opin leygardagin 27.apríl frá kl 14:00 til 19:00
Anný Øssursdóttir Djurhuus sýnir fram í Plantasjuni
/"You can not turn the bark inside out, without receiving bad luck" er ein pop-up solo-framsýning eftir Anný Djurhuus Øssursdóttir í viðarlundini í Havn (beint við hvíldarheimið Naina, gonguteiginum og ánni).
Framsýningin er bert opin leygardagin 27.apríl frá kl 14:00 til 19:00.
Vín til tey fyrstu ♥
Day One
Dear Diary,
Last night someone told me to look in the mirror
I saw someone standing behind me
The smell of lavender gives me a headache
In a dream, are all the characters really you?
Day Four,
Dear Diary,
What is the secret?
Day Five,
Dear Diary,
I saw a heart beat
ing inside the tree next to me.
What can it be?
You can not turn the bark inside out, without receiving bad luck
Diplomútbúgving í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum
/Diploma in art
Lestrartíð 2 ár
Deild Føroyamálsdeildin (FMD)
Tal á Lesandi uml. 15
ECTS 120
Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
Studenturin ognar sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fær grundleggjandi ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og egna skapanargongd.
Bygnaður
Útbúgvingin er 2/3 verklig og 1/3 ástøðilig og er býtt í tvær listaligar leiðir, ritlist og tónlist. Ein partur av námsevnunum er felags evni, og ein partur er treytaður av listaligu leiðini, sum studenturin velur.
1. lestrarhálva
2. lestrarhálva
3. lestrarhálva
4. lestrarhálva
Verkstova I
(felagsfrálæra
hvør leið sær)
10 ECTS
Verkstova II
(felagsfrálæra hvør leið sær)
10 ECTS
Verkstova III
(felagsfrálæra hvør leið sær)
10 ECTS
Endalig verkætlan
Egið arbeiði I
(meistaralæra /
einstaklingaundirvísing)
10 ECTS
Egið arbeiði II
(meistaralæra /
einstaklingaundirvísing)
10 ECTS
Egið arbeiði III
(meistaralæra /
einstaklingaundirvísing)
10 ECTS
20 ECTS
Listaástøði I
(felagsfrálæra báðar leiðir saman)
10 ECTS
Listaástøði II
(felagsfrálæra hvør
leið sær ella saman)
10 ECTS
Listaástøði III
(felagsfrálæra hvør
leið sær)
10 ECTS
Ritgerð
10 ECTS
Skipan av útbúgvingini
Diplomútbúgvingin tekur tvey ár og er sett saman av skeiðum, har tey lesandi partvís fylgja einum føstum lestrarlista og partvís sleppa at seta sína egnu skrá.
Fyrsta lestrarhálva er skipað í trý skeið, har tvey umboða verkliga partin av útbúgvingini, og eitt umboðar ástøðiliga partin. Helvtin av verkligu undirvísingini fer fram í verkstovum, sum hava til endamáls at menna verkligu førleikarnar hjá studentunum. Hin helvtin er egið arbeiði, har dentur verður lagdur á sjálvstøðuga skapanargongd. Eitt felagsskeið um almenna fagurfrøði myndar ástøðiliga triðingin av lestrarhálvuni.
Onnur og triðja lestrarhálva eru skipaðar eftir sama grundleggjandi leisti. Í verkstovunum verða nýggj ástøði viðgjørd og arbeiðshættir royndir, meðan egna arbeiðið er framhald av arbeiðinum frá fyrstu lestrarhálvu. Í ástøðiliga partinum verða felagsskeið og serlig skeið fyri báðar leiðirnar.
Fjórða lestrarhálva víkir frá fyrru lestrarhálvunum við tað, at sjálvstøðuga arbeiðið fær størri rúmd. Tveir triðingar av tíðini verða nýttir til endaliga verkætlan. Restin av tíðini er sett av til ritgerð, sum er knýtt at endaligu verkætlanini.
Innihald
Í verkstovunum á tónlistaleiðini verður undirvíst í nótalæru, ljómfrøði (harmonilæru), tónasmíð/lagsmíð, útseting, tónleikatøkni og øðrum viðkomandi evnum. Um tað verður mett neyðugt, verður eisini undirvíst í viðkomandi ljóðføri. Á ritlistaleiðini verður undirvíst í eitt nú narratologi, frásagnarhættum, stíllegum, neyvlesing, ymiskum sløgum av teksti og skriving umframt týðing. Tey, ið standa fyri verkstovunum, laga undirvísingina til tørvin og áhugan hjá studentunum. Í fyrstu atløgu verður hetta gjørt við støði í tilfarinum, sum verður latið inn saman við umsóknini um upptøku.
Egna arbeiðið gevur studentunum høvi at menna ein sjálvstøðugan listaligan samleika. Bólka- og einstaklingaundirvísing eru karmur um greining og kjak av verkum hjá studentunum sjálvum. Studenturin mennir førleikan at fyrihalda seg kritiskt til egið listaligt virki og at geva øðrum grundaðan kritikk.
Ástøðiligi parturin fevnir um fyrilestrar og námsskeið í fagurfrøði, bókmentum, bókmentafrøði, tónleikasøgu og tónleikafrøði. Sum studentur fært tú innlit í samanhangir, sum treyta og mynda tína yrkislistagrein, og lærir um ástøði, sum geva tær førleika at hugsa greinandi um list úr skiftandi sjónarhornum.
Endaliga verkætlanin og ritgerðin eru ætlaðar sum høvuðsinnihald í eini avriksmappu, sum skjalprógvar listaliga førleikan hjá studentinum mótvegis framtíðar arbeiðsgevarum og útbúgvingarstovnum. Úrslitið av verkætlanini er egið tónleika- ella bókmentaverk, meðan ritgerðin viðger verkið og skapanargongdina úr einum ástøðiligum sjónarhorni. Í báðum førum er vegleiðari knýttur at arbeiðinum.
Próvtøkur
Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.
Ein treyt fyri at sleppa til próvtøku er virkin luttøka í undirvísingini.
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv. Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Umframt hesar treytir er upptøka eisini treytað av, at egið arbeiði verður latið inn, sum staðfestir nøktandi listaligan førleika innan annaðhvørt ritlist ella tónlist. Verður søkt um upptøku til ritlist, skulu fimm síður av egnum skrivligum avriki latast inn. Verður søkt um upptøku til tónlist, skulu nótabløð av egnum tónleikaverki og/ella upptøkur á í mesta lagi fimm minuttir latast inn. Umsøkjarar skulu harumframt lata inn eina síðu, sum í stuttum lýsir teirra listaliga profil. Fyri hvørja leið metir ein upptøkunevnd við trimum limum um innkomna tilfarið.
Umsóknarfreist fyri kvotu 1 og kvotu 2 er 1. juni.
Framtíðarmøguleikar
Prógvið gevur grundarlag fyri sjálvstøðugum listaligum arbeiði, har ein í stóran mun myndar sína egnu yrkisleið.
Harumframt gevur útbúgvingin umsetiligar førleikar, ið eru hentir í miðlum, vinnuvirkjum og almennum stovnum, har nýskapan og hugflog eru eftirspurdir førleikar – tað verði seg sum teksthøvundur, vinnuligt tónaskald ella í øðrum starvi í kreativu vinnunum.
Framhaldandi útbúgving
Eftir lokna útbúgving ber til at søkja inn á annan lærdan háskúla ella tónlistaskúla at fáa BA-prógv. Um viðkomandi lærustovnur góðskrivar ECTS-stig, sum eru vunnin aðrastaðni, veitir Fróðskaparsetrið trygd fyri stigunum, sum eru vunnin í sambandi við diplomútbúgvingina.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda sær til Jens Dam Ziska, útbúgvingarleiðara, jensdz@setur.fo
Julie Sass greiðir frá
/Julie Sass, sum í løtuni hevur serframsýning í Steinprenti, greiðir frá sínum samstarvi við Steinprent í væl eydnaðum viðtali við Sissal Kampmann. Hyggið og hoyrið listakvinnuna tosa um sína list - tað er bæði torgreitt og fullkomiliga einfalt og ein sonn fragd at lurta eftir. Ein góð introduktión til framsýningina BLACK FOG RISING.
http://kvf.fo/25?sid=93251&fbclid=IwAR21RxQPYvL7vU7WKKu7LnIcMnGY26Zu1ys1b1Jo7q646LTl69c4U7sHq5U