Fram til 22.mai hevur Bruno Mikael Eysturstein framsýning í Skjólinum í Kongagøtu 8 í Havn. Framsýningarheitið er Duldir Máttir vol.2 og framsýningargesturin fær alt fyri eitt varhugan av onkrum gátuførum, tá hon trínur inn í framsýningarrúmið, ið er klætt við svørtum klæði. Hesin heimur kennist bæði tryggur og ótryggur - meðan mjúkleikin, myrkrið og ein regluliga ljómandi hjartarútma minnir um eina lívmóður, er eisini ymiskt hvasst og ófrættakent í heildini; t.d. borðbúnaður, battaríir og ein hypnotisk, robottkend upplesararødd. Tøkniliga fevnir framsýningin um foto, tekning, installatión, ljóð og poesi, men í grundini er framsýningin øll sum hon er ein samlað installatión og tá tú stendur inni í henni, ert tú fevnd av henni, av ljósinum, av myrkrinum, av myndunum og av ljóðinum. Umframt ljóðið av hjartasláttri verður ein poetiskur tekstur lisin upp og støðugt endurtikin í loopum. Hesin teksturin kann eisini lesast, um tú sessast í bleytu sofuni, sum stendur í framsýningini. Her er einki forboð at nerta við verkini - áskoðarin er vælkomin til at blaða í tekningum og føla seg fram.
Bruno Mikael Eysturstein hevur áður arbeitt við ymiskum listagreinum. Tey fyrstu verkini, eg minnist meg hava sæð hjá honum vóru málningar við surrealistiskum ella syrutum landsløgum. Í nýggju verkunum brúkar hann náttúruna meira beinleiðis í fotomyndum og installatiónum. Á Ólavsøkuframsýningini í fjør vóru verkini hjá honum konseptuel við dadaistiskum brá og einum rættiliga einføldum og frískligum taki uppá náttúruna - m.a. var ein bøkkur framsýndur við tilsettum oyratelefonum. Listasøguliga hevur landslagið havt stóran týdning í føroysku listini heilt frá byjranini, tá Niels Kruse og onnur við lýstu sítt móðurland í inniligum málningum. Síðani er heimliga landslagið tulkað í ekspressivum og abstraktum myndum og nú er landslagið altso ítøkiliga við á listaframsýning. Á framsýningini í Skjólinum eru eisini verk við bøkkum. Eitt fínt og poetisk verk er myndað av einum bøkki á einum silvurfati við knívi og gaffil klárur at verða etin aftur við einum poetiskum teksti, so at tú kanst lesa og eta í senn. Á gólvinum liggja tveir bøkkar, sum eru umgirdir av battaríum fáa sostatt ein kritiskan, umhvørvispolitiskan vinkul. Í fotomyndunum snýr tað seg nokk so nógv um javnvág og spenning bæði myndevnisliga og í mátanum, myndirnar hanga niður úr loftinum og snara runt. Henda framsýningin tykist um somu tíð er einføld, avklárað men eisini samansett og inntonkt. Við tað, at áskoðarin verður biðin um at lata seg úr skónum áðrenn farið verður inn, so verður upplivingin ítøkiliga sansalig og mjúk inni í hugtakandi listauniversinum hjá Bruno Mikael Eysturstein. Far og hygg!