Leygardagin lótu tvær framsýningar hjá Bárði Jákupsson upp í Listahøllini og Steinprenti. Eg hevði eina merkiliga dejavukenslu, tá eg trein innar í Listahøllina, kanska var tað ljósið, veitslukenda ferniseringshuglagið í Listahøllini, sum fekk meg at minnast ta allarfyrstu upplatingina hjá Heystframsýningarbólkinum. Eg minnist so væl ta framsýningina og hvussu spennandi tað var. Eg var greið yvir, at nøkur ár eru liðin síðani tá, men Tróndur Patursson segði mær í gjár, at tað eru 14 ár síðani. Eg skjóti hervið upp, at skipað verður fyri 15 ára jubileumsframsýning í 2020.
https://listinblog.blogspot.com/search?q=Heystframs%C3%BDningin
http://www.listaportal.com/tidindi/2015/10/16/ga-gamla-og-listarliga-vikomandi-heystframsningin?rq=Heystframs%C3%BDningi
Tá sum nú hevði Bárður Jákupsson nakrar einastandandi fínar málningar hangandi í Listahøllini. Onkuntíð hugsi eg við mær sjálvari, at vit møguliga hava lyndi til at taka Bárð sum eina sjálvfylgju eitt sindur á sama hátt sum vit uppfata vindin. Soleiðis eru vit kanska serliga mótvegis teimum, vit uppfata sum sterk, at teimum tørvar ikki viðurkenning. Og Bárður Jákupsson hevur verið og er framvegis ein sterkur maður í føroyskari myndlist, sum loksins fekk mentanarheiðursløn landsins. Tað var gott, men hansara málningar mugu ikki fatast sum nakar sjálvsagdur lutur. Tí ein tílík virtuos málaramegi og sansalig litgleði rúmast sera sjáldan í einum og sama persóni. Farið sjálvi út í Listahøllina á Skipasmiðjuni MEST og í Steinprent og hyggið! Kavið við øllum kroppinum inn í myndirnar, drekkið támið, svølgið skæru litirnar; tað er lívgevandi! Her eru nakrar ferniseringsmyndir, men listin upplivast best við at síggja hana í hølunum, har hon hongur.