Trygvi Danielsen fekk ársins Ebbu

trygvi.jpg

Trygvi Danielsen fekk ársins Ebbu-virðisløn, sum hann takkaði inniliga fyri m.a. við at peika á ein annan ungan yrkjara, Onnu Maluna Jógvansdóttir, sum eisini hevur virðislønina uppiborna.

Í ár var tað so Trygvi og hann hevur sanniliga eisini uppiborið virðislønina á 25.000 krónur m.a. fyri tað fína savnið, hann gav út.

Tað er rithøvundafelagið ið ger av hvør skal fáa virðislønina, og tey grundgeva soleiðis fyri, at Trygvi skuldi fáa hana: 

Trygvi hevur sum ungur høvundi sýnt serstakar ritgávur. Harumframt hevur Trygvi við tónleiki sínum somuleiðis prógvað og víst í verki, at føroyska málið kann vera livandi og flótandi. At okkara mál ikki er stirvið og deytt, gamalt og slitið, men harafturímóti fult í nýggjari orku, orðingum, vendingum og møguleikum.

Hóast Trygvi brýtur upp úr nýggjum í verkum sínum, peikar arbeiði hansara samstundis aftureftir á tann hátt, at vit sum njóta list hansara kenna aftur undanfarnar føroyskar og útlendskar høvundar og listafólk.

Trygvi er samstundis ein kærkomin samfelagsviðmerkjari, ið við einum blandi av orðingum, humori, speisemi og forvitni hugleiður um og kemur við hvøssum atfinningum mótvegis tí samfelagi, vit liva í, og tí heimssamfelagi, vit eru partur av. Her er talan um politiskar og átrúnaðarligar viðmerkingar. Rætturin at liva og virka, sum ein hevur hug til, eisini verður viðgjørdur og kravdur. Listin, Trygvi skapar, er kærkomin samtíðarlist.

Hon er ein gáva til okkum, sum liva og anda í dag, men verður uttan iva eisini ein kærkomin dýrgripur hjá teimum, ið koma aftaná Trygva Danielsen, har tey fáa eitt innlit í, hvussu Føroyar og heimurin sá út, tá verkini vórðu skrivað

Til lukku Trygvi!

http://www.listaportal.com/tidindi/2018/6/3/silvurbk