Svart-hvítur gandur

9903144A-10AD-47DC-B44F-0116C7CAB2CC.jpg

Elinborg Lützen

Fríggjadagin 10.mai 2019 læt ein framsýning upp í Listaskálanum við verkum hjá grafiska meistaranum Elinborg Lützen, sum vit øll kenna væl og virðiliga. Og tí kemur plakatin, sum hongur á hurðini á veg inn í Listaskálan, eitt sindur óvart á við litríka og als ikki svart-hvíta, sprækliga hananum, sum listakvinnan málaði við vatnlitum í 1988. Men tíbetur er framsýningin skipað við denti á tær svørt-hvítu prentmyndirnar, tí hetta er høvuðsverkið hjá listakvinnuni.

Elinborg Lützen er ikki hvør sum helst, og bara tað, at hon javnan verður nevnd, tá mann spyr nøkur av okkara fremstu samtíðarlistafólkum um teirra íblástur, sigur okkum, at hennara list er nakað serligt - tað loysir seg altíð at fylgja tílíkum “artistsartists”, tí sjálvsagt hava listafólkini besta ansin fyri listarligari dygd.

Katalogið er flott, ein ordans bók við harðari permu og tveimum tekstum hjá tveimum fyrrverandi leiðarum av Listasavni Føroya; eini sera væl skrivaðari og vitandi introduktión til verkið hjá Elinborg, ið Bárður Jákupsson skrivaði til katalogið, ið varð gjørt í sambandi við Elinborg Lützen framsýningina á Norðurbryggjuni í 2010 og eini áhugaverdari nýggjari grein hjá Nils Ohrt um listakvinnuna við støði í hennara myndum og ikki minst í brøvum, sum siga okkum, at skemtiliga og fabulerandi huflogið, ið vit kenna frá myndaheiminum hjá listakvinnuni er ein partur av hennara persónligheit. Perspektivið í báðum greinunum í kataloginum tykist vera eitt sindur uttanífrá, t.d. greiðir Bárður Jákupsson frá føroyskari mentan og frá heimbýnum hjá listakvinnuni á ein hátt, sum ikki er neyðugur, var teksturin hugsaður til ein føroyskan lesara. Tað sama er galdandi fyri partar av tekstinum hjá Nils Ohrt, sum t.d. introduserar okkum fyri Mikinesmálaranum, at hann var tann fyrsti týðandi føroyski málarin. Annars er greinin sum sagt áhugaverd at lesa, ikki minst orsakað av brøvunum millum Elinborg og systkinabarnið Hjørdis. Øll, sum hava sæð tær herligu prentmyndirnar til ramsuna Maria Maria Marolla munu vita, at Elinborg hevði ans fyri skemti, men hon og Hjørdis eru ordiliga stuttligar, t.d. tá tær í skemtiligu lógarreglunum til felagið, tær stovna til stuttleikar í 1936, “Det gjensidige phrelseselskab for unge pigers vildpharne sjæle”, skriva, at “Læsere af Samlede Værker udvises uden Skaansel”. Tað er herligt og við sama óskikkiliga skálkabrosi, sum eisini sæst í fleiri av prentmyndunum og tekningunum.

Brøvini vísa okkum greitt, at Elinborg eins og so mangar aðrar listakvinnur við henni var serstakliga sjálvkritisk og at hon ofta pínir seg sjálva við ákærum um, at hon ikki dugir nakað sum helst.  Á endurprentaðu brotunum úr áhugaverda brævaskiftinum við danska listamannin og læraran, Povl Christensen síggja vit hvussu ósikkur hon er og hvussu hon bæði lifrar og gremur seg fyrihonum fyri at fáa hansara listarligu góðkenning. Soleiðis eru brøvini full av menniskjansskapi.

Elinborg Lützen var eitt sjáldsama gávað listafólk. Hon er einamest kend sum grafikari við denti á svørt-hvít linoprent, men nógv kenna eisini hennara fínu tekningar frá barnabókum, t.d. Í skýmingini, sum Sofía Petersen gav út í 1948 og sum man hava verið brúkt leingi og væl - eg minnist í hvussu er bókina og Ævintýrbøkurnar frá mínum barnaskúla á Frúutrøð í hálvfjersunum. Eg haldi eisini, at tær fáu litmyndirnar á framsýningini, nøkur prent, vatnlitamyndir og ein málningur, vísa koloristiskan ans, sum hon ivaleyst hevði fingið enn meira burturúr, um hon fór tann vegin. Men tað er innan svart-hvítu prentmyndina, hon exellerar og sum tað er typiskt fyri listafólk, ið ivast í sær sjálvum, so fær Elinborg Lützen serliga nógv burtur úr bundnum uppgávum og trívist greidliga, tá onkur annar hevur álit á henni. Hennara prentmyndir eru framúrskarandi og gott eisini at síggja linoleumspláturnar framsýndar. Í onkrum føri eru fleiri støðuprent av somu plátu framsýnd, so at vit síggja hvussu listakvinnan hevur arbeitt við at yvirføra prentið á pappírið við skeið. Fleiri av gomlu prentunum eru tíverri fánað og gulnað og tí er tað gott at síggja tey flottu endurprentini á framsýningini. Aftanfyri norðara endaveggin í Listaskálanum verður ein filmur vístur, har vit koma ordiliga tætt uppá tvær av myndunum og alt hetta er gott, men tað fær meg at sakna ein portrettfilm ella kanska bara eina samrøðu millum kataloghøvundarnar um áhugaverdu listakvinnuna.

Grafiska úttrykkið hjá Elinborg Lützen er stílsliga ávirkað av donskum grafikki í 20.øld – ikki minst er tað ávirkað av læraranum, Povl Christensen, men eg haldi, at myndirnar hjá Elinborg eru nógv meira áhugaverdar enn tær hjá læraranum - fullar sum tær eru av saft og kraft og løgnum verum og mynstrum. Tær myrku fantasimyndirnar av deydningum og á havsins botni eru millum høvuðsverkini hjá listakvinnuni,eins og tey eru høvuðsverk í føroysku listasøguni. Men á framsýningini í Listasavninum er tað serliga áhugavert fyri meg at síggja tær nógvu bygdamyndirnar úr Klaksvík og ymsastaðni í Norðoyggjum, sum umboða ta sonevndu realistisku linjuna í lívsverkinum hjá Elinborg Lützen. Nú tá eg síggi hesar myndir av nýggjum -onkra síggi eg fyri fyrstu ferð, undrist eg á, at vit hava hildið hetta verið veruleikakent. Tað má vera tí vit hava bestemmað okkum fyri at síggja tað so. Fyri tað fyrsta eru myndirnar nokk so svartar við eini hysteriskari mongd av hvítum mynstrum, sum eru skorin, hakkað og stungin niður í linoleumsplátunar. Og meðan húsaskap og húsaskuggar standa geometriska statiskt, pinnastill upp og niður á myndaflatuni, trína formatiónir av skíggjum fram í trívídd og halda miklan gang. Her í teimum púra vanligu bygdalýsingunum trínur svart-hvíti gandurin hjá Elinborg Lützen klárast fram.

CD48ECB1-EEA5-42D2-A2FC-AA86E088AF49.jpeg
Elinborg3.jpg
C05759E9-CF4B-4960-900A-5C574778C5EB.jpg
7118A2D1-606D-4A67-89A6-4C0CABB1F70D.jpeg
AFD529D5-C171-4799-851E-6F0183285A0F.jpg
B69C4955-1DB2-4A2A-98AC-A6B9C5D3F4A7.jpeg
5C8E69E5-7444-4145-AF40-26CB48B5F34B.jpeg
elinborg5.jpeg
Elinborg6.jpg