Treysti angin av turrum fiski, tvøsti og spiki gav løtuni heimligan dám á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, har stúgvandi fullt av fólkum høvdu leitað sær til framsýningarupplating hjá Anker Mortensen síðsta fríggjadag. Stjórin á Norðurbryggjuni, Karin Elspudóttir endurgav í síni røðu Ingálv av Reyni, sum á sinni viðmælti listina hjá Anker Mortensen á innbjóðingarkortinum til fyrstu framsýningina hjá Anker í Galleri Trap og júst hesin sami Jørgen Trap-Jensen var til staðar í Norðurbryggjuni og helt eina spontana røðu, har hann vísiliga ráddi áskoðarunum til at taka sær góða tíð til at skoða tey einstøku verkini á framsýningini, tí hetta er list, sum skal sodnast spakuliga, helt hann. Fyrrverandi stjórin í Listasavni Føroya, Nils Ohrt helt upplatingarrøðuna, har hann m.a. hugleiddi um ta tiltiknu steinoyðimørkina uppi á Kirkjubøreyni, sum verður tulkað í verkunum hjá Williami Heinesen og Tummasi Arge.
Kandinsky
Heitið á framsýningini vísir til áhugaverda tekstin hjá russiska listamanninum, Vasily Kandinsky Über das Geistige in der Kunst, sum var givin út í München í 1911. Her greiðir Kandinsky frá hvussu myndlistin spakuliga er farin at gera seg leysa frá sínum naturalistiska og mimetiska útgangsstøði og hvussu tann abstrakta listin er náttúrliga framhaldið á hesi leið. Yvir hundrað ár eru liðin síðan henda bókin var givin út og tessvegna er Kandinsky møguliga ikki tað mest progressiva útgangsstøði hjá einum samtíðarlistafólki. Men eg hugsi ikki, at Anker Mortensen brýggjar seg nógv um slíkt. Hjá honum er listin annað og meira enn at vera við í ella framman undan rákinum. Hansara list tykist kveikt av bæði panteistiskum takklæti og kristnari sannføring, at listin má ætta seg eftir tí andaliga og vakra.
Nýggj verk
Anker Mortensen hevði framsýning við sama heiti í Listasavni Føroya í 2016, og sama katalogið við tekstum eftir Nils Ohrt, Jørgen Trap-Jensen, René Hjelm, Dagmar Malenu Winther, Amariel Norðoy umframt listamannin sjálvan verður eisini brúkt til framsýningina á Norðurbryggjuni. Men talan er ikki um heilt ta somu framsýningina, tó at nøkur verk ganga aftur. Heili 33 verk eru spildurnýggj, dagfest í ár, so Anker hevur havt úr at gera í seinastuni. Listamaðurin er tiltikin fyri sín tilfarsgranskandi arbeiðshátt, sum hevur verið rættiliga óvanligur í føroyskum listahøpi. Á framsýningini eru nøkur eldri verk við, sum umboða hetta tíðarskeiðið við samanklistraðum pappírslepum, træobjektum og ikonum m.a. Men hetta eksperimenterandi tíðarskeiðið tykist vera av, tí nýggju verkini eru fyri tað mesta monumentalir, koloristiskir málningar.
Náttúruborin verk
Sjálvt um verkini sum heild eru abstrakt, tykjast tey onkursvegna náttúruborin – litir og skap eru lívrunnin og tað er líka við, at tú heldur teg hóma ein sjónarring nokk so ovarlaga í onkrari mynd. Anker Mortensen hevur í nógv ár málað koloristiskt, og transformatiónin frá teirri meira hugsaðu avantgardulistini yvir í eitt meira sansaligt úttrykk tykist nú fullgjørd. Eg haldi eisini, at hann í størri mun enn áður er farin at finn íblásturin til tað andaliga í landslagnum. Meðan eg gangi runt í framsýningini, komi eg í øllum førum í tankar um náttúrutulkandi listafólk sum franska impressionistin, Claude Monet og okkara egna Tummas Arge, umframt Anker sjálvan, tí stílurin er ikki til at taka feil av og tú ivast onga løtu í hvør upphavsmaður er til málningarnar – there can be only one. í tí niðara framsýningarhølinum er høvuðsinntrykkið dimmblátt, undurvakurt, flykrandi og organiskt. Hyggur tú nærri at myndunum, eru tær bygdar upp av fleiri løgum við rundleittum bøklum, ið breiða seg kring allan myndaflatan. Myndaflatin skyggir í nógvum bláum tónum, ið annaðhvørt eru óblankir og skínandi, gjøgnumskygdir, rúmligir og flatir og óskygdir, soleiðis at myndaflatin sýnist fullur av lívi, sum glitrar í ljósinum í framsýningarhølunum. Málingaløgini eru altso mong og tað sæst eisini á dagfestingunum í myndaskránni, at verkini tíðum eru málað í fleiri umførum.
Samanhangur
Meðan eg gangi inni í framsýningini, komi eg eisini í tankar um kenda málningin, Lívshjólið hjá Asger Jorn frá 1953 við teirri rundskaptu kompositiónini, ið skal ímynda lívsins ringrás og meiningsfulla samanhang. Sjálvt um málningarnir hjá Anker Mortensen ikki eru figurativir uppá sama máta, so hómast ein samanhangur bæði í rundleittu kompositiónini í einstøkum verkum, men eisini í allari framsýningini, ið hongur saman sum ein heild. Framsýningarheitið bendir sjálvsagt á hvussu stóran týdning tað andaliga hevur í verkunum, men tað sama er eisini galdandi fyri tey einstøku verkini, sum eisini í fleiri førum hava poetisk og bíbilsk heiti sum t.d. Vindurin blæsir hvar sum hann vil. Sjálvt um áskoðarin onkuntíð hómar ímyndandi liðir í myndunum, er myndamálið grundleggjandi abstrakt, har miðað verður eftir at lýsa ein innara, andaligan veruleika við íblástri í sansaligum upplivingum í náttúruni vindi og sól ella fuglasangi. Anker Mortensen byggir málningarnir upp av pastosum løgum av máling og av tunnum litfarrum, sum hevur við sær, at myndirnar ofta tykjast hava stóra og rúmliga dýpd. Í framsýningarhølinum uppiá tykjast málningarnir sum heild eitt sindur lættari, ljósari, ljóst rosa og ljósagráir og her er somuleiðis básurin við teimum eldri verkunum, sum er heldur minni enn hon var á framsýningini í Listasavninum. Tað ger einki, tí so er betri pláss til teir nýggju bláu, gráu og ljósareyðu málningarnir, ið eru hugtakandi vakrir og kenslubornir við smáum brigdum av violettum, gulum, grønum ella ljósareyðum, ið lýsa upp í móti tí bláa ella gráa í eini glitrandi koloristiskari heild.