Julie Sass serframsýning í Steinprenti

julia.jpg

Leygardagin 30.mars kl.15-17 letur ein forvitnislig serframsýning hjá Julie Sass upp í Steinprenti við heitinum

BLACK FOG

RISING

Talan er um eina serstakliga fjølbroytta framsýning við heliografi, steinprentum, tekningum, málningum einum stórum seymaðum verki og eini ljósinstallatión umframt eini spildurnýggjari listafólkabók, sum hevur verið í gerð á grafiska verkstaðnum á Skálatrøð hesar seinastu 3 vikurnar. Gallaríið niðri undir í Steinprenti er bygt um til høvið - nakrir veggir eru settir upp til tess at skapa ta røttu arkitektonisku rammuna kring framsýningina. 

Hetta er fyrsta serframsýning hjá Julie Sass her á landi, men als ikki fyrstu ferð, listakvinnan ger vart við seg í føroyska listaumhvørvinum. Fyri seks árum síðani hevði hon sítt fyrsta arbeiðsuppihald í Steinprenti - tað var í sambandi við stóru verkætlanina, Grafisk Sambond, har dentur var lagdur á grafiska nýskapan. Síðani hevur hon arbeitt nógvar ferðir í Steinprenti og hevur m.a. fingið tvær framúrskarandi listafólkabøkur burturúr; Volume Rhythm Matter dialogues (2017) og Lemon Mood (2018). Báðar listafólkabøkurnar eru umboðaðar í savninum hjá Metropolitan Museum of Art og hava harumframt verið framsýndar nógva staðni.

Julie Sass hevur tikið lut á mongum framsýningum saman við m.a. føroyskum listafólkum t.d. á Summarframsýningini Frontal (saman við Hansinu Iversen, Rannvá Kunoy og Ian McKeever), eins og hon hevur samstarvað við føroysk listafólk eitt nú sum kurator. Hennara kuratering minnir onkursvegna um mátan, hon skapar bæði myndir og bøkur uppá. Talan er um eina støðuga prosess, har listakvinnan alla tíðina eygleiðir og noterar ymisk skap, sum hon sær. Hesi brúkar hon í tekningum og kollasjum, ið aftur kunnu brúkast sum fótafar í prentum, ið síðan skulu broytast og lagast til heildina, sum eisini er dynamisk og sum støðugt broytir skap saman við staklutunum. Málningarnir eru bygdir upp av fleiri løgum, ið bjóða áskoðaranum inn í eitt hálvgjøgnumskygt myndarúm við skapum, ið tykjast leys og óstøðug. Lutir eru stáplaðir og koppaðir og bíða eftir at verða bygdir upp aftur í einum hugvekjandi umhvørvi við kámum ljósi, har tú fært varhugan av, at staklutirnir støðugt spríkja fram fyri síðani at hvørva aftur.

Listabókin er full av tilsipingum og umskaringum til tilveruna, sum tað ikki ber til at fáa at rúmast í einum einstøkum málningi. Hetta er eyðkent fyri Julie Sass sum listakvinnu og hennara støðugu roynd at lata málningin upp við at taka hann sundur og síðani seta hann saman aftur. Í listabókini eru 16 heliografisk prent og 8 stuttir skaldsligir tekstir. Myndirnar eru býttar upp í kapitlar og tekstirnir koma at enda. Hetta formatið er eitt framhald av tí, vit sóu í Lemon Mood, men nú er teksturin at kalla abstraktur við ókendum persónum, sum eru staddir í ókendum støðum. Kynini verða blandað; hann/hon skiftir á ómerkjandi hátt yvir í eitt vit. Tað snýr seg um okkum menniskju og um vanligar og gerandisligar eygleiðingar, ið umskarast við sansaligar upplivingar.

Øll eru hjartaliga vælkomin til upplatingina í Steinprenti 30.mars kl.15-17 og at síggja framsýningina, ið verður hangandi til 4.mai í ár.