Fríða fimmti

frida.jpg

Í dag, 9.apríl 2019 fyllir listakvinnan, grafikarin og steinprentarin, Fríða Matras Brekku hálvtrýss ár. Hon er útbúgvin frá Seminariet for håndværk og design í Nørre Sundby. Eisini er hon útbúgvin sum steinprentari og hevur hon í tjúgu ár staðið fyri virkseminum í Steinprenti saman við manni sínum, Jan Andersson.

Í hennara egnu list er tað ikki minst grafiska tøknið, ið liggur hennara hjarta nær, men grafisku myndirnar eru ofta baseraðar á foto, tekning og akvarel, sum Fríða Matras Brekku eisini fæst við og framsýnir. Myndirnar hjá Fríðu eru øðrvísi í mun til aðra føroyska samtíðarlist, tær bera frá teirri ekspressivu og abstraktu hevdini og hava eitt heldur stillisligt brá. Summar eru merktar av einum kvirrum, men poetiskt løddum tómleika, meðan aðrar tykjast fevndar av fjálgum skemti, t.d. djóralýsingarnar, sum Fríða hevur dyrkað - ikki minst seyðir. Hennara humoristisku portrettmyndir av teimum fýrbeintu eru væl umtóktar og til nógvan íblástur. Tær fínu laseringarnar og neyvleikin í hennara striku bera boð um eina dugnaliga listakvinnu, sum kennir og dugir sítt handverk til lítar. - Hjartaliga til lukku við føðingardegnum, Fríða.

Fríða.jpeg