Tað ljóðar kanska eitt sindur løgið um eg sigi, at unga myndlistakvinnan, Anný Djurhuus Øssursdóttir minnir meg um Eivør Pálsdóttir. Men soleiðis er tað. Tá eg tríni inn í rúmið, sum Anný hevur funnið og skapt í Plantasjuni ein várleygardag í Havn, so komi eg í tankar um, tá eg á fyrsta sinni hoyrdi blaðungu Eivør og tað svimlaði fyri mær eina løtu við tankan um tey stóravrik, sum ein tílík rødd og musikalitetur kundi ført við sær. Tað er so sjáldan, at eitt listafólk rakar gullreint heilt av sær sjálvum og uttan útbúgving, og enn sjáldnari er tað, at tílík einastandandi evni eru sameint við tann jarnvilja, sum í roynd og veru skal til fyri at liva sum listafólk. Rúmið hjá Anný er ein skógarfløta, ein vakur lítil skógarberi, ið er sum skaptur til eina listaframsýning. Hetta er triðja serframsýning, eg havi verið til hjá Anný D.Øssursdóttir og ja, har hómast onkrar fyrimyndir og íblástur frá t.d. Jóhan Martini Christiansen í mátanum, listakvinnan brúkar klæði í sínum verkum, men eg haldi, at listakvinnan longu dugir at skapa sín heilt egna listaheim, sum er hugtakandi, surreelt dreymakendur við lutum, sum uppføra seg øðrvísi enn teir plaga og sum hervið siga sínar egnu, serligu søgur.
"You can not turn the bark inside out, without receiving bad luck" er ein pop-up solo-framsýning eftir Anný Djurhuus Øssursdóttir í Viðarlundini í Havn (beint við hvíldarheimið Naina, gonguteiginum og ánni).
Framsýningin er bert opin leygardagin 27.apríl frá kl 14:00 til 19:00