HIMNAHYLJAR - eitt Tóroddskt savn

Himnahyl.jpg

Í næstum gevur Sprotin út nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, Himnahyljar. Savnið, ið er nummar 39 í røðini av bókaútgávum frá Tóroddi, hevur sera litríka permu. Tað er steinprentið Farligt regn, sum yrkjarin og myndlistamaðurin sjálvur hevur umarbeitt til permumynd. Á permuni regnar av grimd við bókstavunum, sum á sinni vórðu útihýstir úr føroyska stavraðnum. Og avgjørda mótmælisstøðan er rættiliga typisk fyri yrkjaran, men tað er allíkavæl eins og mýkist hvassi tónin av litríkt spælandi myndaframburðinum í sprækligu permuni.

Frá byrjan fær lesarin tey góðu ráð, at tað sum líkist, ikki líkist. Vit skulu við øðrum orðum lesa yrkingarnar sum yrkingar, ikki sum ævisøgur Tað er annars so nógv frammi í løtuni við sjálvsævisøguligari lesing og eg hugsi eisini, at lesarin fleiri staðnum hómar persónin Tórodd í reglunum. Hetta eru í onkrum føri endurminningar frá trýssunum, tá hann og systirin, Annika gleða seg til pápin kemur heim úr Grønlandi við Kongshavn, og mamman sendir tey at síggja sjónleikin Ófriðaligar tíðir hjá Kristini í Geil. Fleiri fínar yrkingar eru eins og hendan skrivaðar í barnahædd og geva innlit í eitt frítt og fantasifult barnaunivers: “at tað/ oysti niður/ gjørdi ikki/ børnini/ minni kát// smáir/ bátar vórðu/ flotaðir/ og stevndu út/ og komu aftur/ fullir av/ góðum veðri”.

"Veðrið eigur orð" - ella soleiðis ljóðar ein gomul regla hjá Tóroddi Poulsen. Veðrið hevur yvirhøvur ein rættiliga týdningarmiklan leiklut í yrkingunum og ofta er tað nokk so ófýsi við vindi og regni - útgangsstøðið hjá yrkjaranum er føroyskt og hetta ávirkar eisini poetiska veðrið. Yrkjaraegið finst at málsligari purismu, men dámar allíkavæl betur føroyska bátin enn glastrevjabátarnar á flatskattabrúnni.

Byrjað verður við eini smidligari, slingrandi vikuskiftisyrking, hvørs skap samsvarar innihaldinum. At yrkja og at skapa eru enn sum áður høvuðsevni í yrkingunum, eins og fleiri spískar viðmerkingar eru til samtíðina t.d. til okkara angist fyri at siga tað, vit í roynd og veru meina og til erkvisnar grannar, sum taka sær tikni av roykinum frá einum báli, tí tað fær teirra klæði á snórinum til at lukta av royki. Politikaraandstygdin stendur við og versnar: “tinghúsið líkist ikki bara/ eini heimamissiónskari lagkøku/ við gamlamanna sukursjúku/ og alzheimer/ men eisini einum gleðihúsi/ har hugsjónarleys tólmenni/ selja høvd og reyv/ fyri onkra atkvøðu.” Funnist verður somuleiðis at materialistiskum samkomuleiðarum og mátanum, vit ovurtroyta náttúrutilfeingi nú sjálvt aldan er farin at ræðast grammleikan hjá íbúgvunum í landinum:

og hvat skal

skipið eita

sum skal sigla

millum hesar

navnleysu havnir

skal tað spilla ongan

ella skal tað uppkallast

eftir sínum upphavi

stálinum

ella eftir alduni

sum ikki tordi

at nærkast landi

tí hon ræddist fólkið

sum rópti neyðarróp

eftir havsins ríkidømi

sum ikki vildi vera tað

men bara svimja í frið

Tóroddur Poulsen er ein sannur meistari, tá tað kemur til at orða pregnantar reglur við týdningum, sum kunnu fara fleiri vegir. Tað er honum so líkt at velja ein tekst til endayrking, sum er full av byrjan, av vón og av vanda: “okkurt/ nýtt/ sum ikki/ skal sigast/ men síggjast/ hóttir/ sjónarringin”.

Samanumtikið eru vit við nýggja yrkinga-savninum Himnahyljar framvegis á teirri somu poetisku ferðini, sum Tóroddur Poulsen setti sjøtul á í 1984 við fyrsta savninum, Botnfall. Hetta poetiska universið er so serstakt og so mikið homogent og heilskapað, at mann freistast at gera sum ein annar eldhugaður ummælari og kalla Himnahyljar fyri eitt Tóroddskt savn. Og sum vit síggja á luftiga heitinum, so er himmalin drigin niður á jørðina sum í eini spegling ella eini mynd hjá Anker Mortensen, t.d. Hyljarhøvd frá 2001 og tí eru “holini í skýnum full av kombikkum og marflugum og øðrum sum krevja nógvan frið og ongar spurningar”. Savnið er herligar 94 síður av abstraktum og sansaligum orðamyndum, av hugfarsligum aforismum, stuttligum orðaspæli, uppreksingum og aktuellum gløggskygdum viðmerkingum til nútíðarsamfelagið. Her er náttúrualskin økokritikkur, dagar sum ikki kunnu asfalterast, brestandi gassballónir, abstraktar dreymayrkingar og meira ítøkiligt asfalt, stálskip og colablikk á trappuni í Ebenezer, umframt púra vektleysar yrkingar, sum upploysast og hvørva eins og hendan:

viski meg
sjálvan út
so eg
ikki angri
at eg
var her

tað kundi
verið
skrivað
í sandin
sum longu
er burtur


 

Korallbruni - Nýtt yrkingasavn

KORALLBRUNI.jpg

Tíðindaskriv er komið frá forlagnum Eksil um, at Anna Malan Jógvansdóttir letur úr hondum nýtt savn við heitinum Korallbruni.

At skriva seg burtur frá menniskjanum og út í náttúruna

Nýtt savn eftir Onnu Malan Jógvansdóttir

 

slímutur snigil

undir

hjartaskalinum

eg

eri

hvít

mítt hjarta

ber beinagrindina

uttaná

 

Korallbruni er annað savnið hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir. Í 2015 kom yrkingasavnið Undirfloyma, ið hon listprýddi sjálv. Hesu ferð hevur hon eisini myndprýtt savnið Korallbruni, m.a. við tara sum hon hevur funnið í Nólsoy, haðani hon er ættað. Hon er fødd í 1995 og gongur í løtuni á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Í 2016 fekk hon Virðisløn til ungt listafólk.

 

Eitt rák móti náttúruni

Í fyrra savninum ferðast vit í myndum og yrkingum gjøgnum ein holdbundnan og stundum ræðandi vakurleika ímóti einum heimi, har eymleikin kundi hómast. Í savninum Korallbruni hevur Anna Malan flutt seg bæði í mun til innihald og formtilvit. Savnið er eitt umfar um eitt eg, ið druknar seg fyri at gerðast eitt við havið. Aftaná deyðan upploysist likamið og verður etið av krabbum og krossfiskum. Ein taraskógur veksur úr rovinum, soleiðis gerðst egið aftur eitt við havsins og náttúrunar ringrás.

Høvundin sigur at savnið er ein roynd at skriva seg vekk frá menniskjanum og út í náttúruna, so hon kann sleppa at ráða. Her arbeiðir Anna Malan út frá einum sokallaðum posthumanum og natúrheimspekisleiddum rákið, ið er sterkt í hesum døgum innan innan list og skaldskap í Norðurlondum. Savnið minnir okkum um at vit eru noydd at endurhugsa okkara støðu í heiminum, at tað materiella, ikki bert er deytt, óvirki, men júst sum yrkjarin vísir okkum, nakað sum er ein partur av øllum og av okkum sjálvum.

 

Korallbruni

Forlagið Eksil

Savnið er 48 síður

Rættlestur: Kirsten Brix

Redaktørur: Kim Simonsen

Sniðgeving: Veingir

Kostnaður 150 kr.

Í Bókahandlunum frá 20 apríl.

Stuðul veittur frá Mentanargrunni Landsins og Bakkafrost

 

 

HANNIMANIA

h6.jpg

Hanni Bjartalíð má sigast at vera væl umboðaðar á framsýningum fyri tíðina. Bæði í Steinprenti og í Listasavninum ber til at síggja hansara fínu verk. Í Listasavninum hava tey gjørt eina framsýning við verkum hansara, nøkrum smærri verkum frá hávfemsunum og so nakrar nýggjari húsastandmyndir, t.d. høvuðsverk sum Dreymahúsini. Sjálv uppsetingin av serliga málningunum er eitt sindur løgin. Smáu løriftini eru hongd uppá ein dominerandi hvítan tvørbjálka. Men hvussu er og ikki, so er hetta ein viðkomandi uppheinging og ein áhugaverd samanseting av fleiri síðum av nýggjum og gomlum pørtum av lívserkinum hjá einum framúrskarandi istamanni. - Og so er tað eisini gott at síggja góða samtíðarlist á Listasavninum. 

h3.jpg
h5.jpg
h4.jpg
h2.jpg
h8.jpeg
h7.jpg
IMG_0494.jpeg

Mentanarmiðlingin kvalist av kurteisi

Brot úr steinprenti hjá Tóroddi Poulsen

Brot úr steinprenti hjá Tóroddi Poulsen

Beint nú er Nón í útvarpinum. Tað er mentanarmikudagur og eg lurti aftur í dag, inniliga takksom sjálvandi, fyri at okkurt er til, sum eitur mentanarmikudagur. Hvønn tann einasta mikudag í vetrarskránni verða tveir heilir tímar brúktir uppá mentan, tað er jú ótrúligt... Og so mitt í øllum hesum áhugaverdu herligheitunum stingur onkur óflíggjaligur grumpy old tanki seg upp. Ásannandi, at grumpy er ómodernað í hesum jaligu tíðum, havi eg eitt sindur uppá tross gjørt mær hesar knarrutu tankar.

Til dømis um handan sangin, sum tey spæla í skrivandi stund - tað er hasin úthálaði sangurin hjá Leonard Cohen um at har er ein crack in everything, that´s how the light goes in. Av sonnum symbolikkur, so at øll kunnu vera við. Vertinnan í sendingini, Sissal Kampmann hevur júst tosað við tvær kvinnur í føroyska listafelagnum í Danmark og sum so ofta, tá talan er um list, er tónin ómetaliga jaligur fyri ikki at siga beinleiðis uppbyggiligur og endar samrøðan við einari hugnaligari áheitan á øll hesi ungu, sum tað ofta verður heitt á og sum eyðsýniliga sita kring landið og skapa. Eg veit ikki hvussu mong tey eru, men tey eru hjartaliga vælkomin at senda myndir av sínum tingum til nevndina í listafelagnum um tey hava hug og dirvi at framsýna. Tað er í lagi, men eg ivist í hvussu viðkomandi hetta er í mentanarmikudags-sendingini. Hesi ungu skapandi, lurta tey yvirhøvur eftir mentanarmikudags-útvarpi? Eg veit ikki og í øllum førum er tílíkt ikki viðkomandi fyri meg og eg eri nakað so týdningarmikið sum kjarnulurtarin hjá øllum mentanarmikudagssendingum og eg havi longu hoyrt hasa yvirlýsingina hjá Búa Dam um samfelagsuppgávuna hjá teatrinum. Tað var nevniliga forvitnisligt. Í øllum førum fyrstu ferð, eg hoyrdi tað og heilt dement eri eg ikki vorðin enn.

Har er forrestin eitt undantak í sendingini hjá Koba fríggjadagar. Hann roynir at vera kritiskur, hevur onkra naska eygleiðing av listamaktini og okkurt er áhugavert, tó at har í støðum tykist vanta vitan og innlit í listaøkið. Stuttligt er tað allíkavæl, tá listasavnarin Finnur Koba í eini sending spyr fíggjarmálaráðharran um ikki tað er for galið, at føroyskir listasavnarar skuu rinda mvg, tá tey keypa listaskattir hjá Mikines og øðrum frá donskum auktiónshúsum og føra hesar skattir til heimlandið. Kristina Háfoss lovar í sendingini at seta síni embætisfólk til at finna út av eini avmarking av hvat er listaskattur og ikki. Tað kann møguliga hava okkurt við aldur at gera halda tey. Tað má so merkja tað, at mann heldur gamla list vera meira týdningarmikla enn nýggja. Alt meðan øll søvn í Føroyum eru søkklaðin av hálvgamlari klassiskari modernismu hjá Mikines, Ingálvi av Reyni osfr. meðan samtíðarlistin ikki eigur sær nakran góðan uttan Steinprent og á hissini framsýningum í Listasavninum.

Eg veit ikki. Onkuntíð følist mentanarmiðling sum eitt slag av nyttuleysari roynd at vinna tíð, sum mann allíkavæl ikki hevur tørv á. Og sjálvt um eg eri greið yvir, at fleiri av fólkunum í Mentanarsendingunum berjast ein heroiskan og nokk so einsamallan bardaga við at fylla senditíðina út við relevantum tilfari, so er tað ikki altíð nóg áhugavert.

Nú sum áður tykjast serligar treytir vera galdandi fyri list- og mentanarmiðling. Alt er so áhugavert, at orðið í sær sjálvum verður púra uppslitið. Hugburðurin er konsekvent kvalandi yvirkurteisligur og stílurin er meira fagnandi enn greinandi, tá ymisk listafólk og onnur verða spurd um teirra verkætlanir (eisini eitt huff-slitið luftorð; verkætlanir). Ummæli eru viðhvørt og nú verða tey lisin upp og so kann mann lurta samstundis sum mann lesur tey í Dimmu. - Ummælissiðvenjan í útvarpinum broyttist eftir øllum at døma, tí Tóroddur brokkaði seg um øll sussmælini, men eg veit ikki hvussu nógv tað í grundini hjálpti, tá ummælini sum nú er eru 100 prosent positiv. Gamaní eiga vit framúr listafólk í Føroyum, men lýtaleys eru avrikini neyvan. Eldhugi er góður, men kritiskur ansur hevur sanniliga eisini týdning. Føroyska listin er ikki longur á grulvistøði. Hon tolir at vit tosa við hana sum var hon vaksin og tað tolir føroyskur mentanarpolitikkur og mentanarmikudagslurtarin eisini. Mentanarmiðling er ikki so øðrvísi samanborið við annan journalistikk. Hon skal vera skørp, intelligent, stuttlig, djúp og avdúkandi. Vit síggja tað í frálíku sendingunum hjá Heina í Skorini, sum viðgera eitt aktuelt og viðkomandi evni á gjølligan og seriøsan hátt. Tað kunnu vit eisini gera við listina og har er eingin grund til, at ØLL ummælini nú skulu lesast upp og í sama positiva tóna, onkuntíð mátti borið til at práta eisini. Tað hevur tann fyrimunin, at fleiri meiningar koma fram. Lyklaorðið í hesum sambandi er at fáa fólk til mikrofonina, sum duga og tora at fyrihalda seg til listina. Eg hugsi, at tað er ikki lætt. Men tað er heldur ikki ómøguligt. Og lat meg bara í sama viðfangi (við Finni Koba in mente) viðurkenna mínar egnu leiklutir og hattar, tí tað er ikki lætt at tveita við knarristeinum, tá mann býr í einum mentanarjaligum glashúsi eg havi sjálv OFTA sagt, at ting eru øgiliga áhugaverd, tí tað vóru tey. Men spurningurin er hvussu áhugavert tað hevði verið um eg var ókritisk og bara tosaði um tað áhugaverda.  

Listaportalurin á enskum

nu.jpg

Á Listaportalinum verða í summar greinar á enskum. Tær eru at finna longst til høgru á svarta evnisbjálkanum undir "Art in the Faroe Islands". Listaportalurin verður framhaldandi ein føroysk heimasíða, ið snýr seg um mentan og list, men fer at kunna bjóða útlendingum kunning um tað, sum gongur fyri seg á føroyska listaøkinum. 

http://www.listaportal.com/english/

Listabøkur mon amour

30738388_10216461013060870_391558093768491008_n.jpg

Sunnudagar eru sum skaptir til at lesa listabøkur. Í dag havi eg blaðað í bókum, sum eg sjálv havi verið involverað í. Ein vinmaður mín, sum eins og eg fæst við at skriva, segði einaferð, at eg ofta skrivi í vøkrum bókum. Eg varð glað av viðmerkingini, men hetta er í grundini nakað, sum eg eri rættiliga tilvitað og fegin um. Nú fyri kortum kom katalogið til Lonely Hearts framsýningina hjá Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen. Ein flott og modernað, kritahvít listabók, sum eg eri sloppin at skriva eina ritroynd í, umframt at avrit av brøvum millum listafólkini bæði, Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen eru stungin inn í bókina. 

Ein listabók kann vera so mangt, men ofta er talan um eina samanseting, ein kompositión av teksti og av myndum. Hvørt bókin eydnast, valdast innihaldið, hvørt mynda- og teksttilfar er áhugavert uttan oyðileggjandi villur. Tað tekniska hevur stóran týdning. Um myndirnar eru endurgivnar rætt, um bókstavtypur eru lesiligar og saman við layouti passa til tað estetiska úttrykkið, um bókin er bundin so, at hon letur seg upp. Men annars eru karmarnir víðir og sløgini av listabókum ymisk.

Í summum førum er talan um ein bókling, sum er framleiddur í sambandi við eina framsýning fyri onkursvegna at miðla listina. Í øðrum førum er listabókin eitt listaverk í sær sjálvum, men í summum førum eru katalog eisini listaverk. Vit kenna monografiirnar - tað eru ofta stórar bøkur, ið snúgva seg um verkið hjá einum listafólki. Eg havi sjálv skrivað bøkur um eitt nú Tórodd Poulsen, Steffan Danielsen til dømis, men eg havi eftirhondini skrivað tekstir í nógvum listabókum.

Í Steinprenti eru fleiri listabøkur og fleiri sløg av listabókum framleiddar. Tóroddur Poulsen og Bjarne Werner Sørensen skaptu saman ta einastandandi vøkru bókina Villvísi á verkstaðnum har. Listakvinnan Julie Sass hevur gjørt tvær bøkur her á staðnum, tann fyrra, Volume Rhythm Matter: Dialogues frá 2016 er longu heiðrað fleiri ferð, ei undur í tí. Her er bæði innihald og estetikkur á høgum støði. Bókahillin her hjá mær er konstant á tremur í bókum. Javnan gongur leiðin oman í tað lítlu biksina hjá Reyða Krossi í Vágsbotni við bókum, sum eg havi lisið og sum nú onnur kunnu keypa fyri bíligan penga og samstundis stuðla einum góðum endamáli. Tað er ikki so galið. Tá eg nú hyggi at bókahillini, kann staðfestast, at listabøkurnar fara ongan veg. Tær breiða seg og bretta sær á og verða verandi her hjá mær.  

3860D54B-8782-4184-B5E9-2A4107E87153.jpeg
30710488_10216461009220774_1790285284009574400_n.jpg
30714044_10216461012140847_2182379917977583616_n.jpg
30705159_10216461012780863_2086777794259320832_n.jpg
30708599_10216461010900816_6487240409150914560_n (1).jpg
30710741_10216461007540732_6303604362241376256_n.jpg
30707821_10216461009620784_4915217872701095936_n.jpg
30708933_10216461009820789_4608603331420487680_n.jpg
30710662_10216461010420804_2800784333051265024_n.jpg

Fleiri verk hjá Hanna Bjartalíð framsýnd í Steinprenti

IMG_0502.jpeg

Vit kenna vernissage, finissage, men midissage... - hvat er tað? Vernissage er jú franska orðið fyri upplating av eini listaframsýning. Tað kemur av lakkinum, fernissinum, sum málningar vórðu lakkeraðir við. Og finissage hevur við okkurt, sum er finis at gera. Síðsta vikuskifti høvdu Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen eina sonevnda finissage á framsýningini Lonely Hearts, altso ein endabrest, har síðsti upplatingardagurin verður nýttur til eitt nú bókaútgávu, listafólkasamrøðu osfr. 

Eg fekk ein teldupost frá Steinprenti, sum greiðir frá, at framsýningin læt upp í skundi síðsta sunnudag, av tí at uppihaldið hjá Hanna Bjartalíð var heldur avmarkað hesa ferð. Framsýningin varð sett upp síðsta sunnumorgun, men Hanni Bjartalíð helt fram við at arbeiða uppá nøkur verk og tessvegna kundu tey í Steinprenti hildið eina midissage, men í staðin bjóða tey øllum hjartaliga vælkomin at síggja ella endursíggja framsýningina. Har er opið allar dagar uttan sunnudag frá 9 til 17. Leygardag er opið frá 11-17. 

IMG_0492.jpeg
IMG_0494.jpeg

Hanni Bjartalíð - Upplating

IMG_6434.jpeg

Sunnudagin 8.apríl læt framsýningin hjá Hanna Bjartalíð upp í Steinprenti. Fitt av fólki var til upplatingina, sjálvt um tað var sunnudag og ikki sum tað plagar, fríggjadag ella leygardag, men Hanni Bjartalíð hevur sínar fjepparar, sum koma, tá hann framsýnir, tí tey eru spent at síggja hvat føroyski listamaðurin í Finnlandi nú hevur funnið uppá. Og tað er heilt ótrúligt sum hann kann blíva við at enduruppfinna sína list. Hansara organiska, vakra og stuttliga úttrykk kenna vit, men har er altíð okkurt nýtt brigdi í verkunum, ein víðari menning av hugskotum, sum tú kanska hevur hómað í eldri verkum, men sum nú er sett saman á óvæntaðan hátt. Hetta er eitt nú galdandi fyri undurvøkru skurðmyndina av eini kvinnu, sum er stødd í einum rektangulerum opi í einum gulum kassa við reyðum fundamenti og einum blaði ella einum súrepli, sum er skorið út og sett omaná. Heilt merkiligt verk, sum minnir meg um Gauguin og hansara Vahine no te tiare frá 1891, tó at hetta var ein málningur. Onnur verk eru heilar scenografiir, sum seta gongd á løgnar, surrealistiskar leikir í huganum á áskoðaranum. Eg havi bara verið einaferð, so eg fari omanaftur í Steinprent at hyggja. Har eru nógv góð nýggj verk hjá Hanna Bjartalíð at síggja.

IMG_6450.jpeg
IMG_6437.jpeg
Kopenhagen-NY-Carlsberg_Vahine-no-t.focus-none.width-550.jpg
IMG_6459.jpeg
IMG_6460.jpeg
IMG_6442.jpeg
hannib.jpg

Lonely Hearts - Finissage

Foto: Eiler Fagraklett

Foto: Eiler Fagraklett

Í gjár, sunnudagin 8.apríl endaði framsýningin Lonely Hearts, sum Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen hava havt í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST frá 24.februar. Listafólkini bjóðaðu Cremant bobluvín afturvið samrøðuni, sum undirritaða hevði við listafólkini um framsýningina. Henda veitslukenda framsýningar-finalan var somuleiðis karmur um eina bókaútgávu við myndum frá framsýningini umframt teksti, sum undirritaða skrivaði og brøvum, sum listafólkini hava skrivað til hvønn annan og sum liggja sum leys bløð í ymsum litum í teimum talmerktu bókunum. 

3860D54B-8782-4184-B5E9-2A4107E87153.jpeg
642BC130-AA1C-4E8F-8F3F-AB9968015BDC.jpeg
D8F87F0E-27A1-4C5B-8E01-5A1DEBB81C5C.jpeg
Foto: Eiler Fagraklett

Foto: Eiler Fagraklett

Foto: Torben Eskerod

Foto: Torben Eskerod

Foto: Randi Samsonsen

Foto: Randi Samsonsen

Foto: Randi Samsonsen

Foto: Randi Samsonsen

Foto: Randi Samsonsen

Foto: Randi Samsonsen

Foto: Eiler Fagraklett

Foto: Eiler Fagraklett

Ein tom Várframsýning við áhugaverdum verkum

DAEFA2F6-DBF1-40E4-A716-E956F291BE50.jpeg

Tann 29. Várframsýningin er við fáum undantøkum ein ljós, luftig og heldur tom uppliving av deja vu. 

Sum ein listamaður skemtandi helt fyri, verður av álvara oyðslað við veggjaplássinum í Listaskálanum. Fjúrtan luttakarar eru við, harav fleiri bert hava eitt ella tvey verk við á framsýningini. Tey trý í úrveljingarnevndini, Randi Samsonsen, Jón Sonni Jensen og Annika Gregoriussen hava gjørt eitt gott arbeiði og hava sáldað nógv frá. 

Stranga úrveljingin hevur við sær, at framsýningin hevur eitt reint og ruddiligt yvirbrá uttan serliga nógva kitsch og tað er gott, tá vit nú eru stødd í Listaskálanum og á eini Várframsýning, sum skuldi verið framsýningar-pallurin hjá yrkislistafólkunum. Tað er hon ikki og ein so mikið reduktiv uppheinging, sum úrveljingarnevndin hevur framt, krevur eina ávísa nøgd av ordiligari dygdarlist. Har eru nøkur tílík verk á framsýningini, men tey eru heldur fá. Spurningurin er um ikki Várframsýningin átti at broytt format til biennalu, so at framsýningin annað hvørt ár gav okkum eina sannførandi mynd av hvat rør seg millum yrkislistafólkini.

Við á Várframsýningini 2018 eru Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Kathrina Højgaard, Astri Luihn, Bjarni Mohr, Bjørg Jacobsen, Dan Helgi í Gong, Jana Jónhardsdóttir, Jóhan Martin Christiansen, Maria Smith, Nicolina Højgaard, Pernille Mejslov, Vagnur Dam, Vígdis Petersen og Zacharias Heinesen.

Hóast tað, at nógv av nøvnunum eru lutfalsliga ókend, so er samlaða listarliga úttrykkið á framsýningini merkiliga gamalkent. Støðið sum heild ger ongum fortreð. Nógv verk eru rímiliga góð, nógv av hesum er grafikkur og blandað tøkni, ið ber brá av góðum estetiskum smakki og tilfarsligum ansi og hesi innan listina ungu ella nýggju fólkini eru so mikið dugnalig, at tey kundu uppiborið eitt pláss á Ólavsøkuframsýningini. Tað er heilt einfalt ov nógv við tveimum amatørframsýningum í Listasavninum um árið.

Sum kunnugt er einki so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Tómleikin á Várframsýningini skapar rúm fyri nøkrum listafólkum, sum hervið trína týðiligari fram enn tey plaga. Hetta er galdandi fyri Vígdis Petersen, hvørs abstraktu monotypi- og fotomyndir breiða seg um alla balkongina. Níggju abstraktar, svarthvítar myndir, sum minna okkum á tær fínu, seriellu, trídimensjonalu konstruktiónirnar, sum Vígdis Petersen gjørdi í hálvfemsunum.

Dan Helgi í Gong var fyrstu ferð við á Várframsýningini fyri tveimum árum síðani. Hann hevur tvey áhugaverd videoverk við í ár. Tað eina verkið, "Kroppur" er ein stuttur filmur við ekstremum nærmyndum av einum kroppi. Hitt verkið er audiovisuelt við ljóðum og tónleiki, tað eitur "You Should Clean Yourself" og vísir listamannin sitandi/liggjandi í eini balju meðan hann at kalla dansar og rørir seg við ávikavist boygdum og strektum beinum. Nú er hetta neyvan fyrstu ella einastu ferð, at ein videolistamaður filmar seg sjálvan exhibitionistiskt poserandi í ongum klæðum. Men í einum føroyskum samanhangi er hetta ein sera djørv sjálvsmynd og hvussu er og ikki er talan um eitt áhugavert listaverk, sum er fult av tilsipingum til barndóm, til sexualitet, eins og tað viðger og setir spurningar til maskulinitet. Hetta er tessvegna nakað so sjáldsamt sum eitt queer listaverk, ið eftir heitinum at døma, snýr seg um skomm og vónleysu royndina at vaska vaska hana burtur. Verkið er rættiliga myrkt við bláum ljósi, sum bæði gevur hugasamband til onkra gamla videoinstallatión hjá Bruce Nauman og til eina filmplakat, eg havi sæð frá filminum Blaue Engel, har tað er Marlene Dietrich, sum poserar og ger seg lekkra. Videoverkið varar í 2,09 minuttir (ljóðsíðan er longri) og er merkt av eini ávísari útvikling, ið flytir seg frá afturlatnum til meira opið og ekspressivt kroppsmál. Mótsetningurin millum ta barnsligu støðuna í baljuni og tað í støðum sexualiseraða kroppsmálið ger verkið groteskt og rørandi í senn. Var persónurin í baljuni ein kvinna, so var hetta í grundini ein klassisk og púra vanlig pinup positur - konur verða jú javnan pallsettar sum sexualiserað pinkubørn við stórum, óvitandi eygum í baljum, á bilum, í baðnum osfr. Lítla baljan, sum listamaðurin situr í, stendur ítøkiliga á gólvinum í Listasavninum á tremur í vatni, hesin rúm-installatoriski parturin riggar væl, men er kanska ein eitt sindur undirformuleraður partur av verkinum, sum kundi verið meira avgjørdur. Og møguliga er hetta galdandi fyri alla framsýningina.

Verkið, sum Astri Luihn framsýnir, er heldur óvæntað eitt videoverk. Tað eitur "Sexy Planet" og er ein djúpt ironisk viðmerking til okkara tíð, sum eg fegin vildi sæð meira av á Várframsýningini. Videoverkið er 3:32 minuttir til longdar og er eitt stationert útsýni við lúrikamera út yvir eitt feriustað við kunstgrasi og bleikum fólkum, sum liggja og sóla sær meðan lívið gerandisdagurin heldur áfram uttanfyri og bilarnar halda á við at koyra framvið. 

Málningurin hjá Zachariasi Heinesen er í sær sjálvum eitt glógvandi prógv fyri, at góð list als ikki er treytað av, at tøkni er nýskapandi og øðrvísandi. Heitið er eitt sindur spælandi og spyrjandi; "kan--din--sky" við tilsiping til abstrakta pionerin, Wassily Kandinsky. Málningurin er ein kompositión av bláum, okkur, turkis, violettum, gulum og rosalittum fýrkantum, ið eru settir saman í eini hugtakandi mynd sum eitt glitrandi, várligt lognbrá av sprækligum kanska jazzinspireraðum litsamansetingum.

Fólk til upplating

Fólk til upplating

Alda Mohr Eyðunardóttir

Alda Mohr Eyðunardóttir

Dan Helgi í Gong

Dan Helgi í Gong

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

4B0F9E24-9638-470C-A0E4-064E6F314046.jpeg

Atri Luihn

Meistaraligur málningur hjá Rannvá Kunoy á uppboðsølu í Finsen

listauppboðsøla.jpg

Nú leygardagin 7.apríl frá klokkan 14 ber til at gera eitt satt listakvett í Finsen, tá Fountainhúsið fer at hava eina listauppboðsølu har. Her verður hópin av listaverkum hjá  ymiskum føroyskum listafólkum sett undir hamaran. Hetta eru listafólk, sum ynskja at stuðla virkseminum hjá Fountainhúsinum. Tann størsti og dýrasti málningurin á uppboðsøluni er eitt verk hjá Rannvá Kunoy, sum nú eina tíð hevur hingið uppiá í Steinprenti.

Legal Tender eitur skínandi blái málningurin frá 2016, ið at síggja til er rættiliga líkur teimum málningunum hjá Rannvá Kunoy, sum júst í løtuni eru at síggja á framsýning í Saatchi Gallery í London. Við hesum bláu málningunum fann Rannvá Kunoy eitt úttrykk, sum hon í grundini hevur sóknast eftir líka síðani hon byrjaði at mála. Tað snýr seg um at bjóða grundleggjandi treytunum hjá málarínum av. Ein málningur er jú vanliga flatur og stationerur, hann er stillur og flytir seg ikki. Hyggja vit hinvegin at málninginum hjá Rannvá Kunoy, so leggur hann upp til rørslur og rúmd. Vit síggja tað á áskoðarunum, sum næstan trína eitt lítlan dans rundan um málningin, tí hann broytist alt eftir hvar áskoðarin er staddur. Myndevnið flýtur og glíður onkursvegna undan áskoðaranum og brádliga tykist myndin næstan holografisk, sum var talan um eina trýdimensjonalt rúm í myndaflatanum. Hetta kemst m.a. av nógvum tunnum málingaløgum, ið geva kensluna av dýpd og ljósi innan úr myndini frá tí hvítt grundaða løriftinum. Harumframt er tað sum um skyggjandi málingin skínur út í rúmið við einum um somu tíð  metalliskum og yvirjarðligum dámi. Samstundis forðar listakvinnan okkum í at njóta illusiónina, tað ger hon við rektangulera skapinum, sum er strikað á myndina til tess at leggja dent á, at talan altso er um ein ítøkiligan flata, ein málning. Og hendan málningin kann mann altso keypa á uppboðsølu til frama fyri Fountainhúsinum og gera listarligt kvetti samstundis sum mann ger eina góða samfelagsgerð.

https://www.facebook.com/fountainhus/photos/pcb.1275908602554100/1676332199111221/?type=3&theater

Erik Heide í Steinprent

heide.jpg

Í hvíta ljósinum í dag fór eg mær ein túr í Steinprent og tað vísti seg at vera eitt serstakliga gott hugskot. Har arbeiðir í løtuni danski listamaðurin Erik Heide. Hann er so einastandandi áhugaverdur at práta við um listina og um lívið sum heild. Sama um samrøðan snýr seg um foie gras, sauterne og ristað rugbreyð, um snurrandi kettur, um skapið av klæna manninum, sum myndast av tveimum pappírslepum ella um gøtuna, har listamaðurin gongur hvønn dag inntil hann ikki gongur har meira. -"Tí hon endar jú" staðfestir hann púra róligt og ósentimentalt meðan eg stari intenst niður í litografiska steinin eftir bylgjandi landslagnum við gøtuni fyri at finna eitt framhald av gøtuni ella bara okkurt meiningsfult at siga. So eg spyrji um hetta, at trøini eru ber á myndini indikerar, at tað er um veturin og um hetta skal fatast symbolskt. Í veruleikanum sigi eg kanska bara eitt ella tvey orð, men Heide skilir hvat eg meini og smílist ristandi á høvdinum, nei, hasir píningarnir av nøkrum runnum síggja altíð soleiðis út, summar og vetur. Og tað er tað. 

Hansara persónsmenska líkist í grundini listini, hann letur úr hondum. Tað ljóðar og sær so sera einfalt og eyðmjúkt út tað heila, men er í veruleikanum rættiliga djúpt hugsað og stórbært uttan at vilja vera tað. Listamaðurin sær so mildur og alfaðirligur út við hvítum skeggi, men tak ikki feil - Heide er óvanliga skarpur, vitugur og kritiskur maður, sum fylgir væl við og hevur stóran áhuga eitt nú í listini hjá samstarvsfelagum í Steinprenti. Hann er sera sjálvkritiskur og er hann ikki nøgdur við eitt prent, so verður tað heilt einfalt destruerað. Tað hendir ikki sjáldan.

Arbeiðsborðið sigur eitt sindur um hansara akkumulerandi arbeiðshátt við øllum møguligum skitsum og pappírsklippum, sum kunnu vera restir av øðrum verkum, sum hann endurnýtir til grafisk listaverk. Á tekniblokkinum hjá honum sæst ein mynd hjá Tóroddi Poulsen av eini beinagrind við beinunum í tveimum spannum. Hann heldur myndina vera herliga. Honum dámar eisini væl seyðamyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku og málningarnar hjá Rannvá Kunoy, sum hanga uppiá í Steinprenti í løtuni, og hann hevur ognað sær eitt av hennara prentum, sum skal við, tá hann fer við Norrønu í morgin. Erik Heide er javnan í Steinprenti og arbeiðir. Har er gott at vera, heldur hann, og sjálvt um hann arbeiðir tað mesta av tíðini, so heldur hann tað vera avslappandi.

Vit bæði, Heide og eg, standa í køkinum og hyggja at eini grein um framsýningina í Hoyvíkar Kirkju Um trúnna á tað góða sjálvt um tað ónda er til, sum undirritaða kurateraði og sum m.a. varð myndað av fleiri verkum hjá Erik Heide. Heide hevur hoyrt frá Jan Andersson, at onkur var ónøgdur um manglandi Jesupápar á hesari framsýningini. - "Eg havi annars gjørt nokk so nógvar sovorðnar" sigur hann brosandi og heldur, at undirritaða kundi havt lænt ein. Eitt sindur álvarsligur leggur hann stillisliga aftrat, at hann í øllum førum heldur, at framsýningarhugskotið var gott. 

Á vegginum hongur eitt liðugt prent, sum næstan sær eitt sindur abstrakt út. Tað minnir meg um okkurt hjá Hansinu Iversen, men so síggi eg, at talan er um tríggjar bláar fuglar, myndevnið kemur eyðsýnliga frá einum relieffi hjá Heide. Fuglarnir sveima í ring á einum óendaligum himmalhválvi og mynda eina vakra ringrás. Í steinprentspressuni liggur ein stórur steinur og er við at verða prentaður. Á arbeiðsborðinum hjá listamanninum liggja fýra steinar og eru lidnir frá hansara hond. Teir mangla bara at verða prentaðir

Erik Heide er føddur á oynni Mors í 1934, har hann enn býr. Hann er ikki minst kendur fyri sínar mongu kirkjuprýðingar, sum hann sjálvur hevur mist talið á, hann var bara 22 ára gamal, tá tann gjørdi ta fyrstu. Listamaðurin hevur stóran áhuga fyri keltiskari list og hansara egnu verk eru merkt av sama sterka einfeldi og inniliga átrúna sum hómast inni í gomlum romanskum kirkjum. Verkini hjá Erik Heide eru modernað við eksistentiellum innihaldi, tey snúgva seg um lív og deyða hjá menniskjanum á foldum og sjálvt um listamaðurin ikki nýtir eitt beinleiðis kristiligt myndamál í myndum sínum, eru hetta myndir, sum trúgva uppá og sum takka fyri alt tað góða í tilveruni. Eitt takksemi, ið er fult av ljósi og skugga sum í hesi lýsingini hjá Williami Heinesen, ið lýsir bardagan millum ónt og gott soleiðis: “Solen skinner paa vaagens vestlige side. En vidunderlig morgen! De smaa støvede og skimlede pakhusruder fører en haabløs kamp for at holde solskinnet ude. Men det er dem for overmægtigt. Det har godhedens sejrrige vælde i sig, det tøer dem op med samt deres grønne mug og teologiske edderkoppespind, ligesom den gode handling tilintetgør smaa menneskers rænker og nederdrægtigheder (s.199 De fortabte Spillemænd).

 

D609CA19-7464-4F43-9E0E-F6981AA24ADD.jpeg
2C7A91AE-4CAF-4BDA-A19E-ED3F38082F49.jpeg
1C45A288-AD91-445A-9810-FE515D2B65A6.jpeg
0D28C5DF-2FB5-4DF5-A222-06CC905AC104.jpeg
A6FB4A72-E46D-450E-B5E3-9A010295E8BB.jpeg
AA186020-DA24-4303-A381-CDF765B7C3D2.jpeg
8875F277-E27A-4267-AC4A-C4831321773D.jpeg
FA7F251F-BAFE-432C-88FD-97C9250D7247.jpeg

Hanni Bjartalíð - Nýggj verk

28754755_1507130802737128_2100690445_o.jpg

Hjá listamanninum Hanna Bjartalíð heldur tilfarsgranskingin á. Tað sæst á øllum brøgdum á framsýningini, sum letur upp í Steinprenti sunnudagin 8.apríl 2018 klokkan 15. Tessvegna tykist tað narrativa ella frásøgnin ikki so frammarlaga í huga á fleiri av teimum nýggju framskornu myndunum, sum eru meira miðsavnaðar um sjálvan formin og um organiska tilfarið, tær eru evnaðar úr.

Í Listasavni Føroya eru í løtuni fleiri húsaskapilsi hjá Hanna Bjartalíð framsýnd. Hetta eru eldri standmyndir, sum Listasavnið eigur. Og eisini á framsýningini í Steinprenti fara vit at síggja húsafasadur, men nú hanga tær á vegginum.

Eitt annað myndevni, ið gongur aftur bæði í teimum trídimensjonalu træverkunum og tveydimensjonalu prentmyndunum, er skapið av fløskum ella karaflum, sum Hanni Bjartalíð hevur arbeitt við seinastu árini. Hetta er í roynd og veru ein myndevnisligur klassikari í listasøguni antin tað er keraldið, sum Jesus í miðaldar- og renesansumyndum bjóðar lærusveinunum vín at drekka úr ella tað eru tømdar kannur og fløskur í vanitaslýsingum av forgeingiliga jarðarlívinum í barokkmyndum, ella um talan heilt einfalt er um fløskur í kyrrlutamyndum, sum modernistarnir allir hava fingist við, har ymiskir lutir verða settir upp til tess at mynda eitt dekorativt myndevni.

Fløskuskapið leggur í stóran mun upp til myndatalu, men tað er eyðkent fyri Hanna Bjartalíð, at hann brúkar myndevnið á sín heilt egna hátt. Vit kunnu næstan siga, at hann so at siga tømir bikarið fyri gamlar týdningar, so at tað í staðin verður fult av nýggjum møguleikum. Soleiðis ger listamaðurin myndevnið til sítt egna í fjølbroyttum og føgrum uppstillingum. 

Bæði í prentum og standmyndum eru litirnir heldur øðrvísi, myrkari og djúpari enn teir hava verið. Fleiri staðni sæst grátt, violett og svart í vøkrum samansetingum. Hesin listamaðurin finnur støðugt uppá nýtt, men har er greiðir samanhangur og listaligt yvirskot í samlaða verkinum. Enn sum áður er framferðarhátturin hjá listamanninum spælandi og sansaligur, men eingin ivi er um, at hetta er ein royndur listamaður, ið veit hvat hann vil og sum eisini handverkliga dugir at fáa tað fram, sum hann ynskir og sum við banalum lutum úr gerandisdegnum megnar at ala fram dreymakendar visiónir. 

Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina í Steinprenti.

28721873_1507130852737123_853283046_n.jpg

Várframsýningin 2018

Málningurin hjá Jens Dam Ziska var á Várframsýningini í fjør

Málningurin hjá Jens Dam Ziska var á Várframsýningini í fjør

Várframsýningin 2018 letur upp í Listasavni Føroya fríggjadagin 6. apríl kl. 16.

Vónbjørt Vang, rithøvundur, setur framsýningina. 

Tað er felagið Føroysk Myndlistafólk, ið skipar fyri Várframsýningini. 

14 listafólk luttaka í ár. Tey eru: Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Kathrina Højgaard, Astri Luihn, Bjarni Mohr, Bjørg Jacobsen, Dan Helgi í Gong, Jana Jónhardsdóttir, Jóhan Martin Christiansen, Maria Smith, Nicolina Højgaard, Pernille Mejslov, Vagnur Dam, Vígdis Petersen og Zacharias Heinesen.

Ì ár sita Jón Sonni Jensen, Annika Gregoriussen og Randi Samsonsen í úrvalsvendini.

Framsýningin verður at síggja á Listasavni Føroya frá 6. til 29. apríl 2018.

Opið er týsdag - sunnudag frá kl. 13:00 til kl. 16:00
(Mánadag er stongt)

Gleðiligar páskir

Foto: Torben Eskerod

Foto: Torben Eskerod

Eg fari at ynskja mínum lesarum einar gleðiligar páskir. Myndin er av einum verki hjá Jóhan Martini Christiansen, sum eg helt hevði heitið Pieta, tá eg fór í útvarpið at práta við Sissal Kampmann og Solveig Hanusardóttir um páskalist http://kvf.fo/non?sid=79254.

Í endaligu framsýningarskránni á framsýningini Lonely Hearts hjá Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen hevur verkið einki heiti, men eg haldi allíkavæl, at verkið er brúkiligt í mínari páskaheilsan. Framsýningin Lonely Hearts er ein í føroyskum samanhangi rættiliga øðrvísi framsýning, sum er eitt gott mið um páskirnar. Tá steikin er gliðin niðurum og brúna sósin er sodnað, kann spákast út á skipasmiðjuna MEST at uppliva eina framsýning, sum er stórbær, full av undirgangi og undurfullum lívshuga júst sum páskirnar. Lonely Hearts er opin í dag, páskadag frá 15-18. 

Foto: Torben Eskerod

Foto: Torben Eskerod

Langa fríggjadag í Havn

7C495739-1D0D-4EA3-8CAF-01EF2A40B6B2 (2).jpeg

Eg lurti eftir sendingini hjá Suna Merkistein um tey ungu í rembingartíðini, sum Kringvarpið hevur reklamerað fyri alla vikuna. Sendingin er virkuliga fín, men eg fór brádliga at ivast í um hon er heilt nýggj? Tað ljóðar so, tá hon verður presenterað, men á kvf heimasíðuni stendur eisini okkurt um at evnið verður endurvarpað. Hvussu er og ikki, var introin hjá Jóanesi Nielsen við Steppenwolf í hølunum so mikið áhugaverd, at hon fekk meg upp á loftið eftir greinasavninum Undergroundting. Greinirnar eru góðar og undirhaldandi at lesa, m.a. tí tær eru skrivaðar av fullum huga og tengdar at síni egnu tíð. Harvið eru tær eisini opnar fyri samtíðarligum mistøkum. So løgið sum tað ljóðar, so minna tær meg um tað ediliga Vertshúsið á Niels Finsensgøtu, sum lív varð kveikt í við eini fantastiskari prýðing hjá Tróndi Patursson, ið somuleiðis varð gjørd av fullum huga. Hon var spælandi, spontan, ótvungin og púrasta fyriuttan tann virðingaróttan, sum javnan tykist hanga uppi í listini. Í einum essay um Havnina í trýssunum skrivar Jóanes Nielsen: "Hugsa vit um Havnina seinast í 60´árunum og fyrst í 70 árunum, so var andlitið bæði fátækt og jammurligt. Átti býurin eitt lítið horuhús, var hann ideellur fyri uppilagstar skiparar Okkurt sovorðið. Resignasjónin stóð málað í eygunum. Á torgunum ráddu tey frelstu. Sjarmørarnir, beistini, droymararnir, studentarnir og lærlingarnir, hesi sluppu framat, tá ið hampafólk var tørnað inn... " (Stríðið um Havnina. Undergroundting síða 115). Næsta ár eru tjúgu ár síðani síðsta essaysavnið hjá Jóanesi Nielsen, Undergroundting 2 kom út, so nú er skjótt upp á tíðina, at eitt nýtt kemur - eg hugsi, at eitt nú greinin um teir ónøgdu reiðararnar og fiskimenninar í Klubbagarðinum hevur uppiborið at vera innlimað í eitt savn.

Í dag skein sólin eina løtu og lokkaði okkum út at ganga túr. Tá vit vóru komin í yvirklæðini, kavaði tað, men vit fóru allíkavæl og tað var gott.

29884079_10216340831936417_791007267_o.jpg
5CE84A41-7936-4333-BECE-2D711ACFB21D.jpeg
29748537_10216340833976468_1733341096_o.jpg
1024px-Grunewald_Isenheim1.jpg
29DE5741-D2D3-4EFC-82F1-04C0A995C5A5.jpeg
D01D52CD-CBFA-4624-82DC-AF2198222D9E.jpeg
29749151_10216340825256250_2082304935_o.jpg
3F464461-2A72-4D14-A4E2-DBBF20432D3F (2).jpeg
29883999_10216340840776638_1845512925_o.jpg
1D12C697-5E78-4FCF-BD8A-BD2B6AAADDC0.jpeg

Í góðum listarligum selskapi - KVF á páskum

paskir.jpg

Á páskum plagdi eg at geva mær tíð at síggja onkran sonevndna stórfilm. Men eg má viðganga, at nú eru nøkur ár síðani, at eg kláraði at hyggja at filmum sum Spartacus, Laurence of Arabia ella The Ten Commandments uttan at gera nakað annað samstundis.

Men vit verða í góðum listarligum selskapi á páskum, tendra vit fyri Kringvarpi Føroya, tí teir tríggir portrettfilmarnir hjá Katrini Ottarsdóttir um Tórodd Poulsen, Jóanes Nielsen og Hans Paula Olsen verða allir sýndir í páskadøgunum. Hesar sendingarnar eru bæði góðar og gamlar. Tað sær ikki út til, at nakað serligt av nýggjum sjónvarpstilfari er framleitt til páskirnar; onkur guðstænasta verður sjálvandi sjónvarpað.

Men í útvarpinum verða fleiri nýggjar sendingar at sendingar, t.d. kann mann gleða seg til tær fimm útvarpssendingarnar hjá Suna Merkistein um tann mentanarkollveltandi ungdómsuppreisturin. Sendingarnar verða lýstar soleiðis á heimasíðuni hjá kvf: Nú hálva øld eftir sokallaða ungdómsuppreisturin, sum kyknaði upp í vesturheiminum árini frá 1967 og fram eftir, fer útvarpið um páskirnar at endurvarpa ljós á sonevnda 68-ættarliðið og tær rembingar, sum tóku seg upp millum føroyskan ungdóm tey árini. Eitt anti-autoritert rák birtist millum ungdómin víða hvar. Tey bjóðaðu stirvnu skúlaundirvísingini á hægri lærustovnunum av, og talaðu at krígnum í Vietnam. Nýggj rák innan lívshugsan, móta, tónlist og politikk taka seg upp. Hetta eru árini við "the summer of love", blómubarna- og hippiementan og øðrum vekingum. Men hvussu var í Føroyum? Bóru hesi rák við? Hvussu upplivdi føroyskur samtíðarungdómur rembingarnar tey árini? Í sendirøðini hitta vit fleiri, sum tá vóru ung. Tey greiða frá hvussu ungdómsuppreisturin ávirkaði tey. Vit hoyra um nýggja tónleikin, mótan, ófriðin í býnum, rembingarnar í studentaskúlanum í Hoydølum, rúsnýtsluna, nýggju bókmentirnar og leiklistina, útferðarhugin, lestrarár í útisetu, kvinnufrígering, EEC-fylkingina, málstríðið o.a. Í sendingunum hoyrast Rói Patursson, Bergur Dam, Jens Marius Dalsgaard, Hermann Oskarson, Annika Hoydal, Elin Mouritsen, Eyðun Johannessen, Árni Nicolajsen, Hanus Kamban, Andreas Petersen, Heðin M. Klein, Jóanes Nielsen, Súsanna Danielsen, Heri Kragesteen, Astrid Andreasen, Malan Johannesen, Eyðun Andreassen, Martin Joensen, Stanley Samuelsen, Kári P., Johan Mortensen, Ólavur Klakk, Birgar Johannesen, Eirik Rasmussen, Sonne Smith, Axel Nolsøe, Hanus Samuelsen, Eivin Simonsen, Magnus á Stongum, Tordis Jensen og Stig Møller. Suni Merkistein legði sendirøðina til rættis, og Jónsvein Heinesen og Dánjal Tavsen tóku upp og settu saman.

Skírisdag verður fyrsti partur av tveimum sendur um William Heinesen og kristindóm og tað er Bergur Rønne Moberg, sum fer at greiða frá. Langa fríggjadag klokkan 15 sendir útvarpið verkið Jóhannes Passiónin av J. S. Bach. Upptøkan er úr Vesturkirkjuni 12. november í 2017. Solistar eru, Rúni Brattaberg, Hallveig Rúnarsdóttir, Andri Björn Róbertsson, þorbjörn Rúnarsson, Hildigunnur Einarsdóttir og Martin Vanberg. Sangarar, kór og orkestur undir leiðslu av Ólavi Hátún.

Leygarkvøldið fer mann kanska at lurta eftir Plátubarrini, tí tað er ein sjáldsama hugnalig sending og verður tað ivaleyst eisini páskaaftan. Og páskadag fari eg í øllum vørum at lurta eftir samrøðu millum Jógvan Arge og Petur Martin Petersen um listamálaran Jóannes Kristiansen: 100 ár eru síðani listamálarin Jóannes Kristiansen varð borin í heim í Leirvík. Hann hevði hvørki hug til sjógv, bø ella haga, men tímdi at tekna og lesa. Í 1935 fór hann til Danmarkar at læra meir um hesi kynstur, men fyri at hava okkurt at liva av fór hann í málaralæru. Jóannes ætlaði sær heimaftur, tá hann var liðugur, men tá var Danmark hertikið. Undir krígnum gekk hann á kunstakademiinum í Keypmannahavn saman við Ruth Smith og Ingálvi av Reyni. Meginpartin av lívinum búði hann í Danmark, men var so at siga hvørt ár í Føroyum og fekk íblástur. Eitt eyðkenni vóru teir ljósu litirnir. Í Fuglafirðï hevur systirsonurin Petur Martin Petersen eitt stórt savn av málningum hjá Jóannesi Kristiansen. Teir hanga í húsum hansara, sum eru bygd í sama sniði, sum barnaheim Jóannesar, ið var seinasta langhús í Leirvík

Framúrskarandi Hamferð

23844625_10155878916303119_8957954986265900939_n.jpg

Á einari av mínum mongu meira og minni tilvildarligu/tíðarspillandi reikanum á alnótini, rakaði eg við Támsins Likam á youtube og hugsaði við mær sjálvari: Támsins Likam, hvat er tað nú tað er? Og so gekk upp fyri mær, at tað jú er hetta “Thomsens eitt ella annað”, sum øll tosa um og sum nýliga var framført í Sjónleikarhúsinum við pomp og prakt (- hví í allari víðu verð var eg ikki har?). Útgávan er til taks á youtube og eg havi lurtað eftir henni í allan morgun, hevði nokk so hart frá, so at bæði kettur og børn tóku at rýma, tá framúrskarandi sangarin transformeraði seg til eitt grólandi ómenni.

Támsins Likam er partur av eini trilogi hjá Hamferð, sum harumframt telur útgávurnar Vilst er síðsta fet (2010) og Evst (2013) - frásagnarliga gongur triologiin kronologiskt aftureftir soleiðis, at Támsins Likam er fyrsti partur, Vilst er síðsta fet er endin.

Talan er um eina sjáldsama væl samanhangandi útgávu; frásøgn, sangur, tónleikur, instrumentering, kompositión, ljóð og huglag mynda eitt heildarverk – hetta er í sær sjálvum vælsignað at uppliva í hesum tíðum, har tørvurin á uppmerksemi eftir øllum at døma er størri enn tørvurin at lata heilskapað verk úr hondum – hesin tørvur er í øllum førum so mikið stórur, at stakløg í heilum verða tveitt út í poppvørp beint sum tey eru klár - helst áðrenn.

Frásøgnin í Támsins Likami er bølamyrk, tó neyvan órealistisk tíverri. Eg síggi fyri mær ymiskar ófatiliga óhugnaligar, kolasvartar yvirskriftir í Ekstrablaðnum um ræðuligar lagnir og menniskjansligar sólarmyrkingar. Sangirnir eru episkir, frásagnarligir, men so mikið lyriskir, at frásøgnin gerst fleirtýðug - tó hómast ein søgugongd. Har Evst snúi seg um leitanina hjá einum manni eftir soninum, sum hvarv í ódnarveðri í fjøllunum, er Támsins Likam ein grundan yvir sorgarleikin í lívinum hjá hesum manni og konu hansara. Tey syrgja sáran. men av tí, at maðurin verður innibyrgdur í síni sorg, kennir konan seg einsamalla og byrjar at ganga túrar í einsemi. Her møtir hon einum manni í myrkum klæðum, sum hon fær tosað við, alt meðan frástøðan til hennara egna mann alsamt økist. Hetta er søgan um eina persónliga tragediu og um hvussu myrkrið fær fastatøkur á menniskjanum.

Esmar Joensen greiðir frá, tá eg spyrji hann, at Jón Aldará skrivar tekstirnar, meðan Theodor Kapnas er høvuðssangskrivari hjá bólkinum, hann skrivar also løgini og síðani arbeiða allir limirnir saman um staklutirnar í samráð við Theodor Kapnas. Í eini samrøðu í Degi og Viku herfyri greiddi Theodor frá, at ein partur av íblástrinum kemur frá klassiskum tónleiki. Hann bregður ikki úr ætt, faðirin var tann dugnaligi og týdningarmikli bratsjisturin, Nikolaous Kapnas (móðirin er fræga mentakonan, Hedvig Westerlund Kapnas). Ein partur av íblástrinum er klassiskur, men Hamferð er eisini gróðursettur av gamlari føroyskari mentan, av kvæðamáli og gomlum søgnum.

Eg eri so mikið heppin, at eg kenni fleiri av limunum í Hamferð, havi eitt nú verið lærari hjá onkrum teirra, t.d. var eg myndlistalærari hjá Esmar Joensen og tað var ein fragd, tí hann er eitt sjáldsama fitt og gløgt menniskja. Tað er ikki altíð, at lærarar kenna sínar næmingar, tað vil so vera, at summi sita fastari í læraraminninum eins og ein uppliving eg hevði fyri fleiri árum síðani. Tað var gráur morgun í Steinatúni, mótvindur av ymsum ættum og regn í støðum og hasin keðiligi varhugin av troystarloysi og vantandi civilisatión (hví býr mann her og hví er tað so myrkt?). Eg var altso ikki í serliga góðum lag tann morgunin, men bleiv tað av hugfarsligu sjónini í busskýlinum av einum næmingi, einum langlimaðum ungum manni í cowboyjakka við einum múrsteini av eini bók í hondini. Tað var ein sonn aura av nærlagni og áhuga um unga mannin í busskýlinum. Tað var John Áki Egholm, eg haldi ikki hann sá meg, tí hann var fullkomiliga hugsavnaður um sína Swedish Death Metal bók. Tað, sum eg royni at koma fram til við hesum løgu ættartilsipingunum og lærara-endurminningum er bara ein roynd at staðfesta, at har er vitan og intelligensur í Hamferð-verkætlanini og hetta bæði hoyrist og merkist.

Samlaða úrslitið er so mikið framúrskarandi gott, at Hamferð onkursvegna transcenderar sína egnu sjangru. At bæði vaksin fólk, gudilig, gamlir hippiarar og onnur ung og eldri hampafólk yvirhøvur finna uppá at leita sær til konsert hjá einum doom metalbólki, er ikki bara dømi um, at vit  eru mentanarliga meira opin, frí og fjølbroytt í dag enn vit plagdu at vera. Tað er eisini eitt dømi um, at listarlig dygd floytar á sjangrudefinitiónir. Eg havi nú lurtað eftir útgávuni nakrar ferðir og dugi ikki at seta fingurin á nakað, jú kanska er myndin á fløguhúsanum ikki eins sannførandi og restin.

Ljóðið á útgávuni er sera dynamiskt og fylgir tónleikinum, sum alla tíðina skiftir frá tí stilla og inniliga vakra til nakað meira aggressivt og óhugnaligt. Dómadagstónleikur er sjálvandi tungur og seigur við drúgvum løgum, men hetta er allíkavæl ikki nøkur tung útgáva av tí, at ljóðmyndin er so fjølbroytt og dynamisk sum hon er. Summa staðni sera einføld við fáum klingandi gittaratónum og sangrøddini, sum greiðir frá, aðrastaðni stórbær við fullum orkestri, fleiri gittarum, kóri osfr. Her er patos í stríðum streymum ordiliga lekkurt teatralskt sum í eini opera ella eini rockopera og røddin hjá Jón Aldará er eisini eitt sindur operakend, stórsligin, hann syngur sjáldsama væl og megnar bæði upp í hægstu hæddir og niður djúpastu grólandi gjáir.

Tað er yvirhøvur ikki løgið, at útgávan Támsins Likam í óvanligan mun hevur verið undirdíkt í rósum og fagnandi ummælum, síðani hon kom í januar í ár, tí hetta er ein óvanliga væl eydnað útgáva. Men nú eg havi skimmað ummælini, er allíkavæl okkurt, ið undrar meg. Póllendingar, hálendingar, amerikanarar, týskarar og øll møgulig onnur fólk í øllum heiminum ummæla og viðmerkja hvussu framúrskarandi hesin tónleikur er og eingin av teimum tykist hava nakrar trupulleikar av, at málið á útgávuni er føroyskt.

hamf.jpg

Stuttligt og merkiliga serstakt er tað at lesa ummæli av føroyskari list uttan at landið, náttúran og málið verða nýtt sum tulkingarlag ella sum undirlag hjá øllum møguligum fordómum. Alt ov ofta uppliva vit hetta í útlendskum metingum av føroyskari list. Í bunkanum av rósandi ummælum av Támsins Likam er eitt einstakt, nokk so negativt undantak av einum ummæli (heavymetal.dk), sum er merkt av fordómum bæði mótvegis Føroyum og mótvegis doom-tónleiki sum heild: “Det er ganske passende, at der kommer et doom-band ud af Nordatlanten, for det er svært at forestille sig et mere ensomt og vildt sted end en samling øer midt i ingenting... hvis du skal spille noget, der er så langsomt og depressivt, skal du kunne andet end at klæde dig pænt og synge på et sprog, som rundt regnet 50.000 mennesker forstår...”. – Men tað gera Hamferð og allur heimurin skilir teir og vil hoyra meir. Hamferð á fíggjarlógina!

 

Jón Aldará - Sangur

Theodor Kapnas - Guitarar

John Áki Egholm - Guitarar

Ísak Petersen - Bass

Remi Kofoed Johannesen – Trummur

Esmar Joensen - Ljómborð