Hanni Bjartalíð - Nýggj verk

28754755_1507130802737128_2100690445_o.jpg

Hjá listamanninum Hanna Bjartalíð heldur tilfarsgranskingin á. Tað sæst á øllum brøgdum á framsýningini, sum letur upp í Steinprenti sunnudagin 8.apríl 2018 klokkan 15. Tessvegna tykist tað narrativa ella frásøgnin ikki so frammarlaga í huga á fleiri av teimum nýggju framskornu myndunum, sum eru meira miðsavnaðar um sjálvan formin og um organiska tilfarið, tær eru evnaðar úr.

Í Listasavni Føroya eru í løtuni fleiri húsaskapilsi hjá Hanna Bjartalíð framsýnd. Hetta eru eldri standmyndir, sum Listasavnið eigur. Og eisini á framsýningini í Steinprenti fara vit at síggja húsafasadur, men nú hanga tær á vegginum.

Eitt annað myndevni, ið gongur aftur bæði í teimum trídimensjonalu træverkunum og tveydimensjonalu prentmyndunum, er skapið av fløskum ella karaflum, sum Hanni Bjartalíð hevur arbeitt við seinastu árini. Hetta er í roynd og veru ein myndevnisligur klassikari í listasøguni antin tað er keraldið, sum Jesus í miðaldar- og renesansumyndum bjóðar lærusveinunum vín at drekka úr ella tað eru tømdar kannur og fløskur í vanitaslýsingum av forgeingiliga jarðarlívinum í barokkmyndum, ella um talan heilt einfalt er um fløskur í kyrrlutamyndum, sum modernistarnir allir hava fingist við, har ymiskir lutir verða settir upp til tess at mynda eitt dekorativt myndevni.

Fløskuskapið leggur í stóran mun upp til myndatalu, men tað er eyðkent fyri Hanna Bjartalíð, at hann brúkar myndevnið á sín heilt egna hátt. Vit kunnu næstan siga, at hann so at siga tømir bikarið fyri gamlar týdningar, so at tað í staðin verður fult av nýggjum møguleikum. Soleiðis ger listamaðurin myndevnið til sítt egna í fjølbroyttum og føgrum uppstillingum. 

Bæði í prentum og standmyndum eru litirnir heldur øðrvísi, myrkari og djúpari enn teir hava verið. Fleiri staðni sæst grátt, violett og svart í vøkrum samansetingum. Hesin listamaðurin finnur støðugt uppá nýtt, men har er greiðir samanhangur og listaligt yvirskot í samlaða verkinum. Enn sum áður er framferðarhátturin hjá listamanninum spælandi og sansaligur, men eingin ivi er um, at hetta er ein royndur listamaður, ið veit hvat hann vil og sum eisini handverkliga dugir at fáa tað fram, sum hann ynskir og sum við banalum lutum úr gerandisdegnum megnar at ala fram dreymakendar visiónir. 

Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina í Steinprenti.

28721873_1507130852737123_853283046_n.jpg