Sunnudagin 8.apríl læt framsýningin hjá Hanna Bjartalíð upp í Steinprenti. Fitt av fólki var til upplatingina, sjálvt um tað var sunnudag og ikki sum tað plagar, fríggjadag ella leygardag, men Hanni Bjartalíð hevur sínar fjepparar, sum koma, tá hann framsýnir, tí tey eru spent at síggja hvat føroyski listamaðurin í Finnlandi nú hevur funnið uppá. Og tað er heilt ótrúligt sum hann kann blíva við at enduruppfinna sína list. Hansara organiska, vakra og stuttliga úttrykk kenna vit, men har er altíð okkurt nýtt brigdi í verkunum, ein víðari menning av hugskotum, sum tú kanska hevur hómað í eldri verkum, men sum nú er sett saman á óvæntaðan hátt. Hetta er eitt nú galdandi fyri undurvøkru skurðmyndina av eini kvinnu, sum er stødd í einum rektangulerum opi í einum gulum kassa við reyðum fundamenti og einum blaði ella einum súrepli, sum er skorið út og sett omaná. Heilt merkiligt verk, sum minnir meg um Gauguin og hansara Vahine no te tiare frá 1891, tó at hetta var ein málningur. Onnur verk eru heilar scenografiir, sum seta gongd á løgnar, surrealistiskar leikir í huganum á áskoðaranum. Eg havi bara verið einaferð, so eg fari omanaftur í Steinprent at hyggja. Har eru nógv góð nýggj verk hjá Hanna Bjartalíð at síggja.