Ein tom Várframsýning við áhugaverdum verkum

DAEFA2F6-DBF1-40E4-A716-E956F291BE50.jpeg

Tann 29. Várframsýningin er við fáum undantøkum ein ljós, luftig og heldur tom uppliving av deja vu. 

Sum ein listamaður skemtandi helt fyri, verður av álvara oyðslað við veggjaplássinum í Listaskálanum. Fjúrtan luttakarar eru við, harav fleiri bert hava eitt ella tvey verk við á framsýningini. Tey trý í úrveljingarnevndini, Randi Samsonsen, Jón Sonni Jensen og Annika Gregoriussen hava gjørt eitt gott arbeiði og hava sáldað nógv frá. 

Stranga úrveljingin hevur við sær, at framsýningin hevur eitt reint og ruddiligt yvirbrá uttan serliga nógva kitsch og tað er gott, tá vit nú eru stødd í Listaskálanum og á eini Várframsýning, sum skuldi verið framsýningar-pallurin hjá yrkislistafólkunum. Tað er hon ikki og ein so mikið reduktiv uppheinging, sum úrveljingarnevndin hevur framt, krevur eina ávísa nøgd av ordiligari dygdarlist. Har eru nøkur tílík verk á framsýningini, men tey eru heldur fá. Spurningurin er um ikki Várframsýningin átti at broytt format til biennalu, so at framsýningin annað hvørt ár gav okkum eina sannførandi mynd av hvat rør seg millum yrkislistafólkini.

Við á Várframsýningini 2018 eru Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Kathrina Højgaard, Astri Luihn, Bjarni Mohr, Bjørg Jacobsen, Dan Helgi í Gong, Jana Jónhardsdóttir, Jóhan Martin Christiansen, Maria Smith, Nicolina Højgaard, Pernille Mejslov, Vagnur Dam, Vígdis Petersen og Zacharias Heinesen.

Hóast tað, at nógv av nøvnunum eru lutfalsliga ókend, so er samlaða listarliga úttrykkið á framsýningini merkiliga gamalkent. Støðið sum heild ger ongum fortreð. Nógv verk eru rímiliga góð, nógv av hesum er grafikkur og blandað tøkni, ið ber brá av góðum estetiskum smakki og tilfarsligum ansi og hesi innan listina ungu ella nýggju fólkini eru so mikið dugnalig, at tey kundu uppiborið eitt pláss á Ólavsøkuframsýningini. Tað er heilt einfalt ov nógv við tveimum amatørframsýningum í Listasavninum um árið.

Sum kunnugt er einki so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Tómleikin á Várframsýningini skapar rúm fyri nøkrum listafólkum, sum hervið trína týðiligari fram enn tey plaga. Hetta er galdandi fyri Vígdis Petersen, hvørs abstraktu monotypi- og fotomyndir breiða seg um alla balkongina. Níggju abstraktar, svarthvítar myndir, sum minna okkum á tær fínu, seriellu, trídimensjonalu konstruktiónirnar, sum Vígdis Petersen gjørdi í hálvfemsunum.

Dan Helgi í Gong var fyrstu ferð við á Várframsýningini fyri tveimum árum síðani. Hann hevur tvey áhugaverd videoverk við í ár. Tað eina verkið, "Kroppur" er ein stuttur filmur við ekstremum nærmyndum av einum kroppi. Hitt verkið er audiovisuelt við ljóðum og tónleiki, tað eitur "You Should Clean Yourself" og vísir listamannin sitandi/liggjandi í eini balju meðan hann at kalla dansar og rørir seg við ávikavist boygdum og strektum beinum. Nú er hetta neyvan fyrstu ella einastu ferð, at ein videolistamaður filmar seg sjálvan exhibitionistiskt poserandi í ongum klæðum. Men í einum føroyskum samanhangi er hetta ein sera djørv sjálvsmynd og hvussu er og ikki er talan um eitt áhugavert listaverk, sum er fult av tilsipingum til barndóm, til sexualitet, eins og tað viðger og setir spurningar til maskulinitet. Hetta er tessvegna nakað so sjáldsamt sum eitt queer listaverk, ið eftir heitinum at døma, snýr seg um skomm og vónleysu royndina at vaska vaska hana burtur. Verkið er rættiliga myrkt við bláum ljósi, sum bæði gevur hugasamband til onkra gamla videoinstallatión hjá Bruce Nauman og til eina filmplakat, eg havi sæð frá filminum Blaue Engel, har tað er Marlene Dietrich, sum poserar og ger seg lekkra. Videoverkið varar í 2,09 minuttir (ljóðsíðan er longri) og er merkt av eini ávísari útvikling, ið flytir seg frá afturlatnum til meira opið og ekspressivt kroppsmál. Mótsetningurin millum ta barnsligu støðuna í baljuni og tað í støðum sexualiseraða kroppsmálið ger verkið groteskt og rørandi í senn. Var persónurin í baljuni ein kvinna, so var hetta í grundini ein klassisk og púra vanlig pinup positur - konur verða jú javnan pallsettar sum sexualiserað pinkubørn við stórum, óvitandi eygum í baljum, á bilum, í baðnum osfr. Lítla baljan, sum listamaðurin situr í, stendur ítøkiliga á gólvinum í Listasavninum á tremur í vatni, hesin rúm-installatoriski parturin riggar væl, men er kanska ein eitt sindur undirformuleraður partur av verkinum, sum kundi verið meira avgjørdur. Og møguliga er hetta galdandi fyri alla framsýningina.

Verkið, sum Astri Luihn framsýnir, er heldur óvæntað eitt videoverk. Tað eitur "Sexy Planet" og er ein djúpt ironisk viðmerking til okkara tíð, sum eg fegin vildi sæð meira av á Várframsýningini. Videoverkið er 3:32 minuttir til longdar og er eitt stationert útsýni við lúrikamera út yvir eitt feriustað við kunstgrasi og bleikum fólkum, sum liggja og sóla sær meðan lívið gerandisdagurin heldur áfram uttanfyri og bilarnar halda á við at koyra framvið. 

Málningurin hjá Zachariasi Heinesen er í sær sjálvum eitt glógvandi prógv fyri, at góð list als ikki er treytað av, at tøkni er nýskapandi og øðrvísandi. Heitið er eitt sindur spælandi og spyrjandi; "kan--din--sky" við tilsiping til abstrakta pionerin, Wassily Kandinsky. Málningurin er ein kompositión av bláum, okkur, turkis, violettum, gulum og rosalittum fýrkantum, ið eru settir saman í eini hugtakandi mynd sum eitt glitrandi, várligt lognbrá av sprækligum kanska jazzinspireraðum litsamansetingum.

Fólk til upplating

Fólk til upplating

Alda Mohr Eyðunardóttir

Alda Mohr Eyðunardóttir

Dan Helgi í Gong

Dan Helgi í Gong

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

4B0F9E24-9638-470C-A0E4-064E6F314046.jpeg

Atri Luihn