Rannvá Kunoy sýnir fram í London

Installationsmynd frá framsýningini Known Unknowns á Saatchi Gallery, Rannvá Kunoy hevur málað málningin høgrumegin í myndini. 

Installationsmynd frá framsýningini Known Unknowns á Saatchi Gallery, Rannvá Kunoy hevur málað málningin høgrumegin í myndini. 

Rannvá Kunoy tekur í løtuni lut á framsýningini Known Unknowns, sum læt upp í Saatchi Gallery í London 21.mars. Framsýningin er viðmerkt í artdaily í dag, har hon verður presenterað sum ein bólkaframsýning við verkum hjá altjóða listafólkum, ið eru fødd millum 1966 og 1990. Heitið sipar til, at listafólkini bæði eru ókend, men háttvird og mett at vera slóðbrótandi á hvør sínum øki. Milum tey 17 framsýnandi listafólkini er danska listakvinnan, Kirstine Roepstorff, ið var danska umboðið á seinastu Venesiabiennaluni. Um Rannvá Kunoy verður sagt, at hon er fødd í Føroyum, men býr og arbeiðir í London og at hon brúkar serstaka krystallmáling:

Rannva Kunoy (born in the Faroe Islands, lives and works in London) Using a specialist crystal paint in her work – the sort usually applied to luxury cars – Kunoy presents a strong use of colour that dictates the movement of the eye across the tonal gradient of the canvas. Her energetic gestures (created by scratching into the work’s surface to prevent the paint from becoming too ‘palatial’) produce marks that are difficult to categorise, as the image constantly fluctuates to reveal new compositions in changing light. By working this way and encouraging shifts in visual language, Kunoy explores the experience and psychology of perception. Kunoy graduated from the Royal College of Art in 2001 after completing her study of painting at City and Guilds of London Art School, London in 1999. 

 

Framsýnarar á Known Unknowns:

Tom Anholt

Alida Cervantes

Francesca DiMattio

Theo Ellison

Maria Farrar

Stefanie Heinze

Chris Hood

Rannva Kunoy

Jill McKnight

Stuart Middleton

Mona Osman

Kirstine Roepstorff

Ben Schumacher

Tamuna Sirbiladze

Isobel Smith

Bedwyr Williams

Saskia Olde Wolbers

Rannvá Kunoy Saatchi Gallery

Rannvá Kunoy Saatchi Gallery

Rannvá Kunoy Saatchi Gallery

Rannvá Kunoy Saatchi Gallery

Nýggjur stjóri settur fyri Norðurlandahúsið

GunnCrop-420x400.jpg

Komandi stjórin í týdningarmikla starvinum sum ovasti í Norðurlandahúsinum eitur Gunn Hernes, hon er norsk og byrjar í starvinum 1.juni í ár. Gunn Hernes seinastu 3 árini starvast sum framleiðslustjóri í Norðurlandahúsinum í Íslandi og hevur drúgvar royndir sum leiðari av ymsum mentanarligum verkætlanum. Gunn Hernes avloysir Sif Gunnarsdóttir, sum hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum í seks ár.  

 

Mentanarstarvslønaravrik - 8.mars

kvinnur á topp 20 listanum í norðlýsinum.jpg

Í dag, altjóða kvinnudagin, er eitt gott høvi at fegnast um listakvinnurnar, sum eru á Topp 20 listanum hjá Norðlýsinum yvir tey, sum landið hevur gjørt mesta mentanarstarvslønaríløgu í.Takk fyri tykkara stóra avrik, Súsanna Tórgarð, Rakel Helmsdal, Hansina Iversen, Marjun S.Kjelnæs, Marianne Clausen, Sissal Kampmann, Eivør Pálsdóttir, Katrin Ottarsdóttir, Guðrið Poulsen og Rannvá Kunoy (mgl á myndini) og takk, Føroyar! Góðan kvinnudag!

 

Blinded by the light

28153523_147136069313143_5682254630394789888_n.jpg

Við hjartanum í hálsinum, blonkum eygum og einum lítlum farra av kvalma havi eg sett meg við telduna at skriva. Eg eri júst komin úr Sjónleikarhúsinum, har eg havi upplivað leikin, Látur Medusu - ein framløga. Og lat meg fyrst bara taka í framløguhugtakið, sum jú bendir á tann turrisliga bógvin og so kvinnuskriving, kvinnur, kvinnur, kvinnur, sum ein (maður) segði í dag: “mann(!) hoyrir ikki um annað í útvarpinum fyri tíðina”, ein annar ætlaði sær avgjørt ikki í sjónleikarhúsið til nakra feministiska brósthaldarabrenning...

Men sjálvt um eingin beinleiðis BH brandur er at hóma í Sjónleikarhúsinum, so gløðir nokk so lystiliga/hættisliga í øllum teimum fínu PH lampunum, tí Medusuleikurin alt annað enn ein keðilig power point framløga. Látur Medusu er eitt satt bumbuálop á sansir okkara, ein intelligent, stuttlig, stórbær og syrgilig lýsing av menniskjanum soleiðis sum vit nú einaferð eru; óperfekt, láturlig og til tíðir ólekkur.

Við støði í ritroyndini hjá Hélène Cixous, Le Rire de la Méduse frá 1976, sum vit hoyra brot av í flottu týðingini hjá Turið Nolsøe, verða søgur sagdar og framførdar fyri okkum í fleiri løgum, har grundsøgur, mýtur og ævintýr verða samantvinnaðar við meira veruleikakendar frásagnir um slíkt, okkum ikki dámar at hugsa um kann ganga fyri seg beint her og nú. Løgini eru so tøtt, at markið millum veruleika og list kámast og verður burtur. Ritroyndin, sum støðið verður tikið í, er feministisk og tað er leikurin eisini. Og sjálvt um ritroyndin er skrivað í hálvfjersunum, snýr hetta seg ikki um betongfeminismu ella millimeturdemokrati. Leikurin er meira poetiskur og sansaligur við eini gløggari, universalari, menniskjansligari og neyðugari tilgongd til feminismu.

Søgurnar eru fleiri. Í fyrsta lagi er tað søgan um eitt fittligt og væl meinandi teaterkompaní, sum eitt sindur sjálvhátíðarligt og kiksað kastar seg út í eina stóra verkætlan, og sum longu á framløguni fær heldur óvæntaðar trupulleikar. Hetta er eisini søgan um vinarlag millum tvær vinkonur, sum seta sær fyri, at endurvinna kvinnuni pláss í leiklistini, í søguni og í samfelagnum, aftur ein onnur søga er um tíðina, sum gongur og lívið, sum fer avstað við okkum, um farin vinarløg, um neyðtøku, hevnd og um fyrigeving. Summar søgur eru altso veruleikakendar og onkuntíð ivast tú í um tað er spæl ella veruleiki. Aðrar søgur symbolskar og ekspressivar, og inn í millum verða brot úr ritroyndini lisin upp - tað riggar sera væl til tað autentisku fláina í leikinum, at tað er týðarin sjálv, Turið Nolsøe, sum lesur upp, at hon upptraðkar í leikinum sum retorikari og sum hon sjálv.  

Handritið hjá GUT/Productions, Durita Dahl Andreasen, Búi Egason Dam og Mariann Hansen tykist eitt sindur spælandi, fragmentariskt og leysliga samanskrúvað, grundað á improvisatión umframt á ritroyndina hjá Hélène Cixous. Í fyrstani kanst tú halda, at framførslan eisini er eitt sindur leys í tí. Men í veruleikanum er ikki nógv tilvildarligt í samlaða leiklistarliga úrslitinum, sum við einum einastandandi blandi millum farsu, tragediu og onkrum triðja, sum minnir um modernaða installatiónslist ella spøkilsishúsið í Tivoli, sameinir góðan sjónleik og eina fantastiska scenografi við eina einastandandi instruktión, sum eg ikki havi upplivað neyvari enn tað sama. Tvær ferðir fekk eg tár í eyguni, eg veit ikki hví, eg skilji tað ikki við mínum heila, men báðar ferð konfronteraði leikurin ella sjálv uppsetingin meg við mínar egnu reaktiónir. Eitt sindur illa við royndi eg at blunda meg burtur av pallinum, har eg sat, meðan ein strofa frá einum sangi, sum eg minnist frá tá eg var smágenta “I was blinded by the light” hjá Mannfred Mann tók at mala í høvdinum á mær. Búi Dam er leikstjóri, hann brúkar øll møgulig kend og ókend listabrøgd og spælir uppá kenslurnar hjá okkum áskoðarum sum vóru tær viðkvæmir hørpustreingir og hann hørpuleikarin yvir allar hørpuleikarar.

Látur Medusu – ein framløga er tað slagið av list, sum følist sum um hon er gjørd til júst tín/mín, sum kallar á júst tína/mína empati og sum framkallar tín/mín kvalma, ongan annan. Tað er fantastiskt at fara í Sjónleikarhúsið í Havn eitt púra vanligt mikukvøld í mars og uppliva eitt tílíkt listarligt støði og eitt tílíkt kreativt uppfinningarsemi. Og so eru nógv av teimum dugnaligu fólkunum, sum standa á palli og aftanfyri leikin - so herliga ung, at vit kunnu hugsast at vænta okkum meira frá teimum og tað er tað besta. Men tit mugu skunda tykkum, Látur Medusu ljómar ikki longur enn til 11.mars, tá er síðsta framførsla.

medusa2.jpg

Mentanarstarvslønaravrik 9 - Sissal Kampmann

sis.jpg

Tann almenni mentanarstuðulin er ein íløga, sum loysir seg og meira enn tað. Tað er yrkjarin, Sissal Kampmann, ið eigur dagsins mentanarstarvslønaravrik - hon er á Topp 20 listanum hjá Norðlýsinum yvir mentanarstarvslønarmóttakarar - landið hevur gjørt eina íløga í hana uppá higartil 29 starvslønarmánaðar, og tað má mann siga er væl vurderað og væl givið út. Fyri sítt fyrsta savn fekk Sissal Kampmann debutvirðislønina hjá Klaus Rifbjerg og síðsta savnið, Sunnudagsland var í uppskoti at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Báðar yrkingarnar her eru úr savninum Sunnudagsland.  

sis2.jpg

Lonely Hearts ummælt í Kunstkritikk

A95B8664-3327-4C7F-9F00-3F7932F250DF.jpeg

Á heimasíðuni Kunstkritikk hevur listaummælarin Mariann Enge ummælt framsýningina Lonely Hearts. Ummælarin tykist dáma framsýningina og hennara grein er sera áhugaverd at lesa, tí framsýningin er gjølliga sæð og granskað og harumframt er ummælið ómetaliga væl skrivað. Mariann Enge skrivar m.a: "I utstillingen flytter Hansina Iversen maleriet ut av lerretsformatet og over i et veggmaleri som tar i bruk hele rommet – hele rommet er på sett og vis verket. Det inkorporerer dermed også en dør malt dyplilla, og hun har også montert inn noen tredimensjonale elementer. Et sted fortsetter maleriet fra veggen og over på noen høye, stående plater, montert som et lite påbygg. Ved inngangen er tre røffe, funnede treplater hengslet sammen til en frittstående skulptur, et flersidig maleri. Iversen har også bakgrunn som scenograf, og det store stedsspesifikke maleriet hun viser i Listahøllin befinner seg i skjæringspunktet mellom maleri og scenografi...  (Jóhan Martin) Christiansens arbeider kommuniserer ikke bare med Iversens verk ved å hente inn flere koloristiske elementer enn tidligere, han nærmer seg også på sin måte det ufullkomne og ødelagte. Mens han i sin forrige soloutstilling, under Nuuk Nordisk Kulturfestival på Grønland, fikk flere av de sarte gipsskulpturene sine ødelagt av uforsiktige tilskuere, har han her gjort destruksjonen til en del av selve uttrykket...".

Framsýningin Lonely Hearts er framvegis opin hósdag til sunnudag kl 15-18. Lesið alt ummælið her:

http://www.kunstkritikk.dk/kritikk/nar-livet-gir-deg-sitroner/

Mentanarstarvslønaravrik 8 - Hansina Iversen

D8F87F0E-27A1-4C5B-8E01-5A1DEBB81C5C.jpeg

Seinastu vikuna havi eg varpað ljós á mentanarstarvslønarmóttakarar á Topp 20 listanum í Norðlýsinum yvir tjúgu føroysk listafólk, sum landið hevur gjørt mest íløgu í. Onkur listafólk vóru gloymd á listanum, t.d. Rannvá Kunoy, sum fekk 3 ára starvsløn fyri nøkrum árum síðani og hvørs myndir verða framsýndar í Saatchi í London í mars í ár. Jóanes Nielsen, Eivør Pálsdóttir, Tóroddur Poulsen, Carl Jóhan Jensen, Sunleif Rasmussen og Hanni Bjartalíð hava somuleiðis øll veldug verk aftanfyri seg og eru øll í gongd við at leggja aftrat verkinum.

Hetta sama má sigast um Hansinu Iversen, sum í løtuni hevur framsýningina Lonely Hearts (saman við Jóhan Martini Christiansen) á Skipasmiðjuni MEST – har er opið hósdag til sunnudag frá 15-18. Hansina Iversen hevur málað á veggirnar á framsýningini, og hervið fær listin eitt forgeingiligt brá. Tí tá framsýningin er av, verða veggirnir málaðir og harvið eru verkini hjá Hansinu ikki longur til. Tað sæst á framsýningini, at listakvinnan er í besta aldri, men við nógvum og góðum royndum. Tað er tessvegna sera skilagott av nevndini í Mentanar-grunninum at gera íløgu í Hansinu Iversen – vit síggja longu nú, at hetta er ein fruktagóð íløga.  

Arnold Vegghamar í Gamla Seglhúsinum - fernisering

28472194_10215473645624027_9220543499352654806_n.jpg

Lýsandi gul fjøll við djúpbláum homrum. Sóljugulur himmal og smá bjartlitt húsaskapilsi, ið sveima í landslagnum - tað kann ikki vera nakar annar enn Arnold Vegghamar, sum finnur uppá at mála so herliga frítt og heilt eftir sínum egna høvdi.

Sunnudagin 4.mars læt framsýning upp við málningum hjá Arnold Vegghamar í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Sambært Norðlýsinum var framsýningin væl vitjað.  Framsýningin fevnir um 35 oljumálningar og hongur uppi allan mars mánaða.

Opið er:

Mánadag til fríggjadag frá 14:00 til 17:00
Sunnudag 14:00 til 18:00

28537869_10215473509700629_1301921783_n.jpg
28537704_10215473509620627_1166487148_n.jpg
28768307_10215473511820682_260669527_o.jpg
28754913_10215473509980636_1519348771_o.jpg
28755493_10215473512140690_1781730979_o.jpg
28768280_10215473511660678_94652699_o.jpg

Mentanarstarvslønaravrik 7 - Hanni Bjartalíð

hannidreamhouse.jpg

Í grundini eri eg takksom, at Norðlýsið við sínum lista yvir Topp 20 móttakarar av mentanarstarvsløn minnir meg á hvussu nógv fantastisk listafólk, vit eiga í Føroyum. At vit ikki hava fingið eitt listakademi er ikki orsakað av vantandi kreftum, tað er vist. Ein av professarunum skuldi verið Hanni Bjartalíð, tann sjáldsama evnaríki listamaðurin, sum almennu Føroyar hava gjørt íløgu í Í 31 mánaðar - ikki ein dag ov mikið og ein íløga, sum lønar seg.

Hansara verk er snøgt sagt imponerandi og als ikki lætt at yvirskoða. Javnt og samt spretta nýggjar greinar og nýggj hugskot á hesum produktiva listabulinum. Onkuntíð granskar listamaðurin form og skap, meðan hann aðrar tíðir tulka hann tilverunnar grundleggjandi treytir. Í øllum hansara verkum - heilt frá teimum naiv-ekspressivu málningunum og nýskapandi træskulpturunum og fram til tey dekorativu prentini við føgrum, koloristiskum fløskulýsingum, sum hann gjørdi í Steinprenti í 2017 – er greiður samanhangur og listarligt yvirskot.

28164251_10156281826613593_839757202451647784_o (1).jpg

Marius Olsen - fernisering

IMG_6140.jpeg

Leygardagin 4.mars læt framsýning upp við nýggjum prentum og vatnlitamyndum hjá Mariusi Olsen. Hann er ein av teimum heilt fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum burturav arbeiðir sum grafiskur listamaður. Tessvegna er hann serstakliga væl fyri tøkniliga at útinna sínar listarligu ætlanir. Myndauniversið hjá Mariusi Olsen fevnir bæði um sansaligar náttúruvisiónir og meira analytiskar lýsingar, har okkurt ónátúrligt, menniskjagjørt sæst í landslagnum, tað kann vera pelar, billyktir, leidningar osfr., ið um somu tíð kunnu upplivast formliga dekorativt og innihaldsliga sum eitt úttrykk fyri fremmandgering ella firring - hetta at menniskjan í modernitetinum kennir seg fremmanda og einsamalla. Eg seti nakrar fotomyndir inn her av verkum og fólkum. Takk fyri myndirnar Jan Andersson, Magnus V.Andersson og Pernille Mejslov.

28512413_10215550907424719_673895920_n.jpg
IMG_6129.jpeg
E6F1B158-F76B-407F-A59C-9C4989E49C76.jpeg
28810914_10215572115314903_778761453_o.jpg
IMG_6115.jpeg
28512762_10215550908664750_926022155_n (1).jpg
28695709_10215564398161979_1412744769_o.jpg
28695098_10215550908704751_1357270542_o (2).jpg
IMG_6023.jpeg
28660683_1250237585108240_3677665506405384192_n.jpg
28577273_1250237731774892_4943029293476216832_n.jpg
28471347_1250237738441558_3437197064960737280_n.jpg
28576777_1250237708441561_4107875733152464896_n.jpg
IMG_6026.jpeg
IMG_6036.jpeg

 

 

Mentanarstarvslønaravrik 6 - Sunleif Rasmussen

Sunleif_Rasmussen.jpg

Tónaskaldið Sunleif Rasmussen er nummar 10 á Topp 20 listanum yvir starvslønarmóttakaranum, sum stóð at lesa í Norðlýsinum herfyri. Sum skilst hava almennu Føroyar valt at gera íløgu í henda listamannin, sum tilsamans fevnir um 39 mánaðar.

Ómetaliga góð íløga má sigast. Kring heimin er Sunleif Rasmussen kendur og hvagar hann fer, er áhugin stórur fyri hansara heimlandi fyri hansara uppruna. Tikin úr leikum sum frásøgumaður og miðlari, syrgir Sunleif Rasmussen altíð fyri at fáa heimlandið við, tá hann greiðir frá.

Hansara tónlistarliga avrik er imponerandi stórt og gott og hann er fleiri ferð virðisløntur fyri hetta í útlondum. Frálíkt at vita sær, at vit í Føroyum hava sæð virðið í hansara arbeiði og hava stuðlað hesum.

Her er ein listi yvir part av hansara avriki frá wikipedia. Niðast ber til at hoyra og síggja framførsluna av Territorial Songs við Michalu Petri.

1990: Grave - In memoriam Karsten Hoydal for String orchestra + percussion (11 or 22 strings: 3.3.2.2.1) (09'00)

1995: Vox Humana, the song of the sea - for orchestra and tape for 3.3.3.3/4.3.3.1/timpani/2 percussion/harp/strings (22'00)

1995-97: Symphony no. 1 - "Oceanic Days" for 4.4.4.4/4.4.4.1/4 percussion/2 synth/strings (min. 12.12.10.8.6) (40'00)

2003: De grædendes nat for children's choir (including 3 soloists) + 3.3.3.3/4.3.3.1/2 percussion/harp/strings (15'00)

2004: Movings and Melodies for 2.2.2.2/2.2.1.0/timpani/percussion/5.5.3.3.2 (17'00)

2008: Prelude to an Orchestra for 3(piccolo).3(cor anglais).3.3(contrabassoon)/4.3.3.1/timpani/2 percussion/strings (30'00)

2013: Veitsla for 2.2.2.2/4.3.3.1/timpani/3 percussion/strings (12'00)

2015: Symphony no. 2 - "The Earth Anew" for soprano, baritone, choir, 3.3.2+bass clarinet, 2+contrabassoon/4331/timpani, 3 percussions/piano/strings (1 hour)

Solo instrument and orchestra/ensemble

1992-93: Landid for soprano solo + 3.3.3.3/4.3.3.1/timpani/2 percussion/harp/piano/strings (15'00)

1996: Tilegnelse for mezzo-soprano solo + 1.0.1.1/0.1.0.0/2 percussion/harp/guitar/0.0.1.0.1 (10'00)

2000: Rejsen for soprano, tenor, bass soli, mixed choir + 3.3.3.3/2.3.3.1/timpani/percussion/piano/strings (30'00)

2001: Dem Licht entgegen for saxophone solo + 3.3.3.3/4.3.2.1/timp/2 percussion/piano/strings (18'30)

2004: Songs of Seasons for violin solo + string orchestra (10.0.4.3.2) (22'00)

2009: Territorial Songs for recorder solo + 3.2.2.2./2.2.2.0/2 percussion/harp/strings 23'00

2014: Winter Echoes for recorder solo and 7 violins, 3 violas, 2 cellos and double bass (11'00)

Large chamber ensemble

1999: Trauer und Freude for 1.0.1.1/1.0.0.0/piano (+cemb)/guitar/1.1.1.1.0 (21'00)

2000: Surrounded for 1.1.1.1/1.1.1.0/percussion/piano/1.1.1.1.1 (13'00)

2009: Fanfare lontane for flute, oboe, clarinet, bassoon, horn, 2 trumpets and trombone (15'00)

Chamber works

1989: Fantasi yvir Tívilsdøtur for clarinet and horn (04'00)

1989-90: Strygekvartet nr. 1 for string quartet (10'00)

1990: Vetrarmyndir for flute, oboe, clarinet, bassoon, horn and piano (09'00)

1991: Tid, ild, baglæns (Time, fire, backwards) for twelve singers and tape (16'30)

1995: Cantus Borealis for Wind Quintet (13'00)

1995: Dancing Raindrops for clarinet, piano and violin (12'00)

1998: Pictures from the sea’s garden for saxophone and percussion (15'00)

1999: Mozaik/Miniature for flute, clarinet, piano and violin (07'00)

2000: Sunshine and Shadows for string quartet (13'00)

2002: Nordisk Fanfare for 2 horns, 2 trumpets, trombone and tuba (04'00)

2002: Engführung for chamber choir, piano and cello (20'00)

2003: Four Gardens for flute, oboe, clarinet, bassoon, piano, violin, viola and cello (15'00)

2008: Partita for clarinet, piano, violin and cello (12'00)

2010: Three Dances for 4 saxophones (10'00)

2011: Andalag No. 1 for flute and clarinet (4'00)

2011: Andalag No. 2 for 2 flutes (4'00)

2011: Andalag No. 3 for clarinet and horn (4'00)

2011: Andalag No. 11 for alto flute and bassoon (4'00)

2011: Motion/Emotion for flute, clarinet, oboe, horn, and bassoon (15'00)

2012: Flow for recorder, violin, viola and cello (20'00)

2012: Krevgals go Aprah harp and percussion (14'00)

2012: Andalag No. 4 for 2 bassoons (4'00)

2012: Andalag No. 5 for alto flute, clarinet, bassoon and horn (8'00)

2013: Andalag No. 7 for piccolo, E-flat clarinet, horn and bassoon (8'00)

2013: Autumn for guitar, piano, accordion, violin and double-bass (9'00)

Solo instrument

1992: Echoes of the Past for violin solo (12'00)

1993: A light is lit for organ solo and tape (10'00)

1993: Like the golden sun for piano solo and effect processor (12'00)

1997: Chaindance with Shadows for amplified piano solo (12'00)

2001: Le psaume salé for saxophone solo + tape + live-electronics (10'00)

2007: Suite for guitar solo and effect processor (15'00)

2011: Vogelstimmung for solo recorder (17'00)

Vocal works

1982-89, revised 1992: 5 færøske korsange (5 Faroese choir songs) for chamber choir or large mixed choir (11'30)

1983, revised 1993: Vár for Soprano, baritone soli + chamber choir, (SATB), fl, cl (09'20)

1995: Psalmus 8 for soloists, choir and organ (08'00)

1996: Creatio caeli et terrae. Dies unus for triple choir (SATB+SATB+SATB) (09'00)

1999: Arktis for mezzo-soprano solo + clarinet, percussion, harp and cello (08'00)

1996: Creatio caeli et terrae for 2 violins and choir (SATB) (12'00), commissioned by RIAS Kammerchor and Duo Gelland

2009: Gylfaginning for chamber choir SATB with amplification (30'00)

2011: I for alto and tenor soloists, chorus (SATB) and recorder (10'00)

2011: Jordpigernes Drøm for 3 soprano, 3 mezzo-soprano, 3 alto (percussion) and SA chorus (percussion) (15'00)

2014: Nordisk Messe for SSATBB chorus + 3(alto flute,piccolo).3(cor anglais).3(bass clarinet).2/4.3.3.1/timpani/2 percussion/strings (35'00)

Recordings

Recordings of Rasmussen's music include:

Rasmussen - Symphony No 1; Saxophone Concerto, Danish National Symphony Orchestra, Hannu Lintu (Conductor), Jeanette Balland (saxophone) - Da Capo, May 2005

Sunleif Rasmussen - Surrounded: Arktis (The Arctic), Mozaik / Miniature, Tilegnelse (Dedication), Trauer und Freude, Helene Gjerris (mezzo-soprano), Caput Ensemble, Guthmundur Oli Gunnarsson, Guthni Franzson - BIS Records

Cantus Borealis: Wind Music from Faroe Islands includes Rasmussen: Cantus Borealis for wind quintet, Reykjavík Wind Quintet - BIS Records

Landið for Soprano And Symphony Orchestra, Gerandisdagur I Havn For Soprano And String Orchestra, Grave In Memoriam Karsten Hoydal For String Orchestra, Clarinet And Percussion, Klarinettkonsert Concerto For Clarinet And Orchestra - The Orchard, May 2000

Skærur Vindur includes Sig mær, hví er foldin føgur, Kvøldvísa um summarmála, Syngjandi grót, Sóljurnar og náttin, Blátt, Fyrsti sálmur Dávids, Vár, Skærur vindur and Tid, Ild, Baglæns - The Orchard, April 2000

 

KELDA: Norðlýsið

KELDA: Norðlýsið

Millum firring og fagnað - Marius Olsen í Steinprenti

mariusmynd.jpg

Leygardagin 3.mars klokkan 15-17 letur Marius Olsen upp framsýning við spildurnýggjum grafikki og vatnlitamyndum í Steinprenti. Marius Olsen telist millum okkara bestu listafólk og er ein av teimum heilt fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum burturav arbeiðir sum grafiskur listamaður. Tessvegna er hann tøkniliga serliga væl fyri at útinna sínar listarligu ætlanir. Marius Olsen hevur seinastu útivið 9 árini búð í Finnlandi. Seinastu fjúrtan dagarnar hevur hann arbeitt í Steinprenti við verkum, sum verða við á framsýningini, og hann verður eisini sjálvur til staðar til upplatingina. 

Landslagið hevur enn sum áður ein høvuðsleiklut í myndunum hjá Mariusi Olsen, tó at talan ongantíð er um góðvarnan, spontanan ella tjóðskaparligan náttúrufagnað. Hesar myndirnar tykjast tvørturímóti djúpar, á tremur í viti og listarligum royndum.

Í einum av prentunum endurnýggjar Marius Olsen eitt gamalt myndevni, sum ikki minst symbolistarnir plagdu at dyrka. Tað er Deyðin og Moyggin, sum í myndini hjá Mariusi eru vorðin til portrett av listamanninum og unnustuni. Myndin er um somu tíð ófrættakend og vónrík eins og tílíkar myndir eru tað við boðskapinum um ein æviga samanhang í tilverunnar ringrás. 

Í einari høgari, smalari kompositión hóma vit tættan, myrkan skóg hópa seg upp móti tí blávioletta himmalhválvinum. Niðarlaga síggjast ljósini frá teimum ávikavist reyðu og gulu fram- og baklyktunum á einum einsligum bili í skóginum. 

Og júst hetta við tí ónátúrliga, óvæntaða ella fremmanda myndaliðinum er eyðkent í serliga myndaheiminum hjá Mariusi Olsen, ið fevnir um bæði sansaligar náttúruvisiónir og eina greiða kenslu av einsemi og av fremmandgering ella firring - hetta at menniskjan í modernitetinum kennir seg fremmanda yvir fyri sínum umhvørvi og sær sjálvari. Náttúrutulkingarnar hava stundum eitt yvirjarðiskt brá av ljósi og litum, samstundis sum tað gerandisliga verður tilskilað í lýsingum av bilum, lyktum og pelum. Lýsingarnar av náttúru, av trøum og haga, havi og skógi sýnast tessvegna bæði greinandi og sansaligar, tilfarsligar og vakrar. 

SOLI DEO GLORA - seinastu sýningarnar

Felagsmynd.jpeg

Í næstu viku verða seinastu sýningarnar av SOLI DEO GLORIA eftir Peter Asmussen, sum hevði frumsýning á Tjóðpallinum 17. februar. Leikurin hevur fingið serstakliga góða móttøku av áskoðarum og ummælarum og verður millum annað róstur fyri framførsluna hjá Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð, Beintu Clothier og Allan Dalsgarð, tekstin hjá Peter Asmussen, týðingina hjá Hans Tórgarð og leikstjórnina hjá Christoffer Berdal. 

SOLI DEO GLORIA er ein kaleidoskopiskur leikur um okkum menniskju í støðum har tørvurin á kærleika er størstur og evnini at elska eru minst. Ein leikur um at vera á lívi og at vera í lívinum.

Kinna Poulsen skrivar í sínum ummæli: “Tað var stuttligt og einaferð haldi eg, at hjartað steðgaði, men tað fór til alla eydnu í gongd aftur og tað eri eg sera fegin um aftaná hendan leikin, sum í øllum sínum dapra meiningsloysi er sera lívsjáttandi. Vit eru til her og nú. Tað er tað einasta, sum hevur týdning.” 

Jákup Bogi Joensen skrivar m.a. soleiðis Í sínum ummæli: “Leikurin er eitt kensluligt gosfjall. Ein eksistentiellur rutsjubani, har kenslurnar sveiggja frá rúsandi lukkukensluni til melankolskt dapurskygni og vónloysi. Frá tí mest inniliga og eyma kærleikanum til ráan beiskleika og hatur. Og alt har ímillum. Stríðandi mótsetningar og ymisk brigdi, sum lýsa víddirnar í menniskjanum og spennið í kærleikanum.”

Í útvarpssendingini Nón í Kringvarpinum gav Heiðrik av Heygum leikinum 5 av 6 stjørnum. Heiðrik var serliga hugtikin av leikarunum, leikstjórnini, føroyska málinum og samanspælinum millum tað álvarsama og tað tragikomiska.

Aðrir áskoðarar hava eisini sagt sína hugsan um upplivingina, m.a.: "Søgurnar vóru so ótrúðliga væl og livandi fortaldar. Tær settu seg í kroppin og eg haldi ongantíð, at eg havi verið til ein leik, sum hevur fylgt mær so leingi aftaná- hann fer ikki frá mær aftur - hann hevur ruskað í meg”

Spælt verður hetta vikuskiftið og seinastu sýningarnar verða týsdagin 6/3, mikudagin 7/3 og hósdagin 8/3. Longu 11. mars verður pallurin tikin niður, tá næsti leikur skal setast upp á Tjóðpallinum.

Peter Asmussen (1957-2016) var danskur rithøvundur, dramatikari og leikritahøvundur. Hann vann tvær ferðir Reumert virðislønina sum ársins dramatikari, fyrru ferð í 2010 fyri INGEN MØDER NOGEN og seinnu ferðina í 2016 fyri SOLI DEO GLORIA. Peter Asmussen skrivaði harumframt m.a. filmshandritið til Breaking the Waves saman við Lars von Trier í 1996.

LEIKRIT: Peter Asmussen

LEIKSTJÓRI: Christoffer Berdal (DK)

PALLMYND OG BÚNAR: Turpin N. Djurhuus

LJÓSDESIGN: Turpin N. Djurhuus

TÓNLEIKUR: Sakaris

LEIKARAR: Hans Tórgarð, Beinta Clothier, Gunnvá Zachariasen og Allan Dalsgarð

TÝÐING: Hans Tórgarð

Atgongumerki kunnu keypast á tjodpallur.fo

Mentanarstarvslønaravrik 5 - Carl Jóhan Jensen

Fotomynd: Jan Andersson

Fotomynd: Jan Andersson

Við heili 52 mánaðum av mentanarstarvsløn telist rithøvundurin Carl Jóhan Jensen heilt vist millum toppskorararnar Topp 20 á listanum, sum stóð í Norðlýsinum herfyri. Tveyoghávtrýss mánaðir - tað eru minst 1560 dagar við mentanarstuðli, so tað er ikki tespiligt.

Til stutteika taldi eg síðurnar í bókunum hjá Carl Jóhan, teimum eg fann á hillini, her manglar okkurt, men eg telji umleið 2050 blaðsíður av føroyskari prosa og poesi, so tað er ikki hissini og her er avrikið hjá satiriska skjaldraveldinum ikki eingang talt við. Og sjálvsagt snýr tað seg ikki um kvantitet. Tað, sum hevur týdning hesum viðvíkjandi er, at talan er um dygdargóðar bókmentir og eina almenna mentanaríløgu, sum loysir seg. Takk fyri!

 

Carl Jóhan Jensen: the reverend dünn´s concept of God


Guð er Guð

tó at ýtan brestur

um dinglið í krúnuni

og ljósið yrkir klasarnar av lagi

kring lampustaðið aftur

Guð er Guð

um fjálgin í lakinum kalnar

og barnið spratt andleyst

úr reivi av illreyðum legdum.

Guð er Guð

um forrit øll skelva,

um fiskur talar,

um kvarterslagið svíkur í klokkuni,

um flugan missir flogið

og stovan ikki var.

Guð er Guð

um fívilin slær

og streingirnir

ørkymla veftin,

ið fer gjøgnum

upphavsins skil.

Guð er Guð

um einglarnir falla

og hvørva út í tóman

Guð er Guð

um stjørnurnar rúmdust í lógva

og samvitskan doyði

Guð er Guð

um lív alt var afturvend

og myrkrini ævig.

Guð er Guð

cjj.jpg

Skaldsøgur

1979 - Seinnapartur

1995 - Rúm - tekstur í 14 pørtum

2005 - Ó - Søgur um djevulskap

2014 - Eg síggi teg betur í myrkri

2015 - Bókin um tað góða

2017 - Sær ein fuglabók av gloymsku

Yrkingar

1977 - Yrkingar

1982 - Skríggj

1984 - Messa á kvøldi og fram undir morgun

1990 - Hvørkiskyn 

1997 - Tímar og rek 

2006 - September í bjørkum sum kanska eru bláar

2018 - Gestur millum tíðir

Ritsøvn

2000 - Mentir og mentaskapur (ritsavn)

Virðislønir og starvslønir

1989 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.

1991 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

1998 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

2006 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.

2007 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri Ó – Søgur um djevulsskap

2008 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið September í bjørkum sum kanska eru bláar

2015 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, fyri skaldsøguna "Eg síggi teg betri í myrkri"

2016 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna Eg síggi teg betri í myrkri

Ræðufilmar á skránni í Norðurlandahúsinum - TÓFF

thorn08b_orig.jpg

TÓFF endar við ræðufilmum. Síðsti dagur hjá TÓFF 2018 verður leygardagin 3. mars,  og tað verður ein dagur, sum hevur  ræðufilmir í miðdeplinum. Henda dag vera tríggir norðurlendskir ræðufilmir á skránni, og tveir ræðufilmsleikstjórar vitja.

Kl. 13.00

Det vita folket

Alex verður tikin uttan fyri hjá einum grønmetishandilsmanni og førd til eitt fongsul undir jørð. Staðið er ætlað óbodnum gestum, sum skulu vísast úr Svøríki. Eftirlitiskvinnan Viktoria (Pernilla August) stýrir hesum staði við 2. flokks fólkum við harðari hond, fyri at uppfylla egnan tørv.  Alex ger av at flýggja. Kosta, hvat tað kosta vil. Filmurin er ein aktuellur ræðufilmur um makt og vald.

Kl. 17.00

Thorn

Gabriel Tzafka, leikstjóri fer at innleiða sýningina.

Nýggjur danskur filmur við Olafi Johannesen. Lisa og Jacob eru júst blivin gift. Sama kvøldið fara tey á brúðarferð. Lisa hevur lagt ferðina til rættis í loyndum, og Jacob veit onki um, hvat henda skal. Alt gongur eftir ætlanini, líka til tað gongur upp fyri Lisu, at hennara ætlan skaðar teirra kærleika, og at teirra trúgv verður broytt til ótta. 

Kl. 19.00

I Remember You

Leikstjóri Óskar Thór Axelsson fer at innleiða sýningina.

Ein eldri kvinna hongir seg í eini kirkju. Ein syrgjandi pápi leitar eftir sannleikanum um son sín, sum er horvin. Trý ung fólk seta í gongd í óhugnaligari megi, tá tey seta eitt hús í stand, eingin býr í,  á eini fjarðari oyggj. Tey vita tað ikki, men  øll eru bundin at eini gamlari gátu, sum førir til skelkandi yvirnáttúrligar tilburðir.

Les meira á www.nlh.fo

 

Mentanarstarvslønaravrik 4 - Tóroddur Poulsen

IMG_9387.jpg

Sambært einum lista hjá Norðlýsinum yvir Topp 20 móttakarar av mentanarstarvsløn hevur Tóroddur Poulsen móttikið 30 mánaðar av starvsløn, altso hálvtriðja ár. Síðan hann gav fyrsta yrkingasavnið Botnfall út í 1984, hevur hann at kalla brúkt alla sína tíð uppá list, altso eini 34 ár gott og væl. Burturúr hava vit fingið útivið fjøruti góðar og nýskapandi bókaútgávur og eina ørgrynnu av framførslum, installatiónum og myndlistaverkum, sum bróta upp úr nýggjum. Takk fyri tað. Her er ein yrking úr nýggjasta yrkingasavninum Ferðamaður í egnum heimi.

yrk.jpg

 

 

 

 

Mentanarstarvslønaravrik 3 - Eivør Pálsdóttir

eivor-1024x731 (1).jpg

Eivør hevur sambært topp 20 listanum hjá Norðlýsinum yvir starvslønarmóttakarar móttikið 47 mánaðar av mentanarstarvsløn. Ein sera góð og skilagóð íløga má sigast í henda stóra og virðislønta sangskrivara, sangarinnu og tónleikara okkara, hvørs útgávur tosa fyri seg sjálvar; ein sonn perlurøð av góðum og framúr væl framførdum sangum. 

Foto/perma: Heiðrik á Heygum og Heidi Andreasen

  • Útgávur:

  •  
  • Eivør Pálsdóttir (SHD 50, Tutl Records, 2000)

  • Clickhaze EP (HJF 91, Tutl Records, 2002)

  • Yggdrasil (HJF 88, Tutl Records, 2002)

  • Krákan (12T001, 12 tónar 2003)

  • Eivør (12T010, 12 tónar 2004)

  • Trøllabundin (together with the Big band of Danmarks Radio 2005)

  • Human Child (R 60117-2, RecArt Music 2007)

  • Mannabarn (R 60116-2, RecArt Music 2007, Faroese version of Human Child)

  • Eivör Live[9]

  • Undo your mind EP (Copenhagen Records 2010)

  • Larva (SHD 130, Tutl Records, 2010)

  • Room (SHD145, Tutl Records, 2012)

  • The Color of Dark (with Ginman) (2014)

  • Bridges (SHD155, Tutl Records, 2015)

  • Slør (SHD165, Tutl Records, 2015)

  • At The Heart Of A Selkie (with Peter Jensen & The Danish Radio Big Band, and The Danish National Vocal Ensemble (SHD175, Tutl Records, 2016)

  • Slør (AGs1701, Tutl Records, licensed to A&G Records Ltd., English edition of Slør, 2017)

Mentanarstarvslønaravrik 2 - Jóanes Nielsen

jn.jpg

Tann almenni mentanarstuðulin er ein íløga, sum loysir seg og meira enn tað. Eg fari komandi dagarnar at varpa ljós á verk hjá nøkrum listafólkunum á einum Topp 20 lista í Norðlýsinum yvir móttakarar av mentanarstarvslønum.

Jóanes Nielsen er absoluttur toppskorari á Topp 20 listanum hjá Norðlýsinum av móttakarum av mentanarstarvsløn og tað er at fegnast um, tí hann hevur givið okkum so ómetaliga nógv ymiskt og gott Hann hevur skrivað genialar yrkingar, herligar skaldsøgur og greinar og spennandi sjónleikir. Hann hevur fingið Norðurlendsku Dramatikaravirðislønina og er innstillaður til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina seks ferðir, seinast herfyri við nýggjasta yrkingasavninum, Gudahøvd.

Topp 20 Listin hjá Norðlýsinum er ikki heilt álítandi, tí bæði Rannvá Kunoy og Oggi Lamhauge mangla og tey hava fingið 36 mánaðar í part, tvs, at tey tvey niðastu á listanum í grundini kki eiga at vera við á einum Topp 20 Lista. Her á Listaportalinum ganga vit ikki so høgt uppí rund tøl, og fegnast um øll úrslitini, sum eru komin burturúr mentanarstarvslønunum. 

Jóanes Nielsen lesur upp í filmi hjá Katrini Ottarsdóttir

28164251_10156281826613593_839757202451647784_o.jpg

Mentanarstarvslønaravrik 1 - Rannvá Kunoy

Rannvá Kunoy - Courtesy of Nathalie Karg Gallery.

Rannvá Kunoy - Courtesy of Nathalie Karg Gallery.

Tann almenni mentanarstuðulin er ein íløga, sum loysir seg og meira enn tað. Eg fari komandi tjúgu dagarnar at varpa ljós á verk hjá listafólkunum á einum Topp 20 lista í Norðlýsinum yvir móttakarar av mentanarstarvslønum. Av tí, at Rannvá Kunoy er burturgloymd á listanum, byrji eg við henni. Hon fekk trý ára starvsløn í 2004. Rannvá Kunoy sigur sjálv, at starvslønin hevur havt ómissandi týdning fyri hana sum listakvinnu, tí tað gav henni frið at leita og finna fram til eina listarliga kjarnu, sum hon hevur ment sína list út frá líka síðan. Hon er sera takksom og gav fyri nøkrum árum síðani Studentaskúlanum sína framúrskarandi røð av steinprentum Frontal, ið hongur á skúlanum í Hoydølum til gleði og gagns fyri næmingar og starvsfólk. 

21.mars letur framsýningin Known Unknowns (21 Mar 2018 – 24 Jun 2018) upp í Saatchi Gallery í London. Framsýningin verður presenterað sum eitt altjóða úrval av verkum hjá samtíðarlistafólkum í savninum hjá Saatchi við málningum, skulptur, video og blandaðum tøkni og við serligum denti á handverksliga partin av listaskapanini. Verkini eru fjølbroytt og snúgva seg um ymiskt úr samtíðarlívinum og samtíðarlistini. 

Túsund takk fyri tíni fínu verk, Rannvá Kunoy!

Fýra prent úr røðini Frontal hjá Rannvá Kunoy, umframt nøkur verk hjá Hanna Bjartalíð.Courtesy of Steinprent

Fýra prent úr røðini Frontal hjá Rannvá Kunoy, umframt nøkur verk hjá Hanna Bjartalíð.

Courtesy of Steinprent

Takk er bert eitt fátækt orð...

28164251_10156281826613593_839757202451647784_o.jpg

Sunnudagar fyrr í tíðina var ikki sjáldsamt at hoyra ein danskan sjønnsang frambornan í Kvøðuljómunum. Taaaak er kun et faaaattigt ord plagdi hann at syngja, Poul Bundgaard (tann tjúkki í Olsenbanden hevði so ómetaliga gott mál ella mal, sum mamma plagdi at siga, tí hon var av Eiði). Hesin sangurin var so mikið fastur partur av sunnudagsmentanini, at eg umgangandi hugsi um sunnudagssteik og brúna sós, tá eg hoyri hann. Tað er ikki ofta, tíverri, tí Kvøðuljómar eru ikki til meira. Men Norðlýsið er hinvegin til og sangurin kom mær til hugs henda dagin, eg las eitt kritiskt lesarabræv hjá Sólfinn Hansen á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.

Lesarabrævið snýr seg um býtið av mentanarstarvslønunum, ið var kunngjørt herfyri. Eg ætlaði mær í grundini ikki at viðmerkja tað við einum orði. Eg havi so ofta áður viðmerkt mentanarvirðislønirnar og tørvin á eini nýhugsan á økinum, at tað sýnist sum burturspilt tíð. Fyri nøkrum árum síðani hevði Dimmalætting eina heila greinarøð um evnið við fotomyndum á avísforsíðuni av hesum illgerðarlistafólkunum, sum liggja og skræða í seg túsundavís av skattakrónum. Tá góvu vit ilt av okkum á listablogginum.

Nakað annað meira persónligt, sum fyri fyrst helt meg frá at viðmerkja mentanarstarvslønabýtið, var eitt bræv í vindeygakarminum her í stovuni hjá mær. Eitt keðiligt bræv. Tí eg var ein av teimum, sum ikki fekk starvsløn hesa ferð, sjálvt um eg søkti, sjálvsagt við eini genialari verkætlan. Ótakk!!! - Avslagið føldist persónligt. Sum eitt slag í búkin. Eg var vigað á eini vektskál og funnin ov løtt og tað er alt annað enn hugaligt. Eg reageraði nokk so óelegant, men kom yvir tað m.a. við at hyggja at listanum yvir tey 40, sum fara at móttaka mentanarstarvsløn í ár. Tí har fer at spyrjast nógv góð list burturúr.

Eg eri sostatt fullkomiliga ósamd við kritikkinum, sum Sólfinn Hansen og (Birgiri Kruse) føra fram, at nógv av móttakarunum av mentanarstuðlinum eru The Usual Suspects, eg veit ikki ordiliga hvat teir hava ímyndað sær í einum landi við 50.000 menniskjum. Beint tvørturímóti fegnist eg um, at tey góðu, royndu listafólkini framhaldandi orka og tíma avmarkaðu lønina uttan pensión og annað tílíkt og at tey fáa arbeiðsfrið til at skapa ta list, sum er ómissandi fyri okkara land. Á listanum yvir móttakarar av starvsløn eru nøkur nýggj góð nøvn, t.d. myndlistafólkini Anný Djurhuus Øssursdóttir og Jens Dam Ziska og rithøvundurin Anna Sofía Jørgensen, ið fyri mær kundu havt fingið meira. Vit skulu ikki ræðast at taka ábyrgd og satsa uppá tey, sum dugur er í, heldur ikki, tá tey halda fram við at skapa list alla teirra livitíð og takk fyri tað. Ei heldur skulu vit vera bangin fyri mentanarligari miðsavning í høvuðstaðnum. Tað er náttúrligt og neyðugt, at listin finnur saman og myndar eitt umhvørvi nærindis stovnum sum universiteti, listasavni, grafiskum verkstaði, gallaríum osfr. Listaútbúgving skal somuleiðis verið náttúrligur partur av hesum umhvørvi, sjálvsagt í samstarvi við tey mongu kompetentu listafólkini, sum eitt nú arbeiða í Steinprenti. Eitt tílíkt miðsavnað umhvørvi er gull vert fyri víðari menning og sjálvsagt ber til at leggja neyðugar avlegarar av hesum samstarvi víðari út um landið, so at vit samla og varpa ljós á allar góðar kreftir. Nåh men eg skuldi jú ikki skriva nakra viðmerking. Vildi bara siga takk fyri listina, sum er komin burtur úr mentanarstarvslønunum. Komandi tjúgu dagarnar ætli eg mær sostatt hvønn dag at takka fyri og viðgera verk, sum ein av teimum á topp 20 listanum í Norðlýsinum hevur gjørt.

Og so havi eg lænt viðmerkingina hjá Carl Jóhan Jensen til greinina í Norðlýsinum, sum eg seti undir myndina. 

https://nordlysid.fo/tidindi/20441/mentanargrunnurin-og-the-usual-suspects

Foto: Jan Andersson

Foto: Jan Andersson

Hmm…nú hevði onkur, og sum vera man í Norðlýsinum, eitt yvirlit frammi yvir tey, sum hava „fingið“ mest í starvslön frá Mentanargrunninum…

Evst á listanum tróna tríggir yrkisrithövundar og teir hava, er yvirlitið eftirfarandi, „fingið“ starvslön í ávikavist 78, 60 og 57 mánaðir hesi átjan árini, síðani starvslönarskipanin kom í gildi…t.e. í tíðarskeiðinum frá 2001 til 2018 (bæði árini íroknað)…

Nú er tað so ymiskt hvörjar tankar fólk gera sær um list sum dagligt yrki, ikki síðst tey, ið javnan lesa Norðlýsið… so eg man ongum siga nakað upp á bakið, um eg loyvi mær at gita, at yvirlitið er prentað við tí í hyggju, at lesarin skal ógvast við, at summi hava „fingið“ so nógv frá tí almenna fyri at fáast við slíkt, sum bara kann eita fjas og fáfongd í Norðlýsinum…

Men varð dömið, um bert eitt eygnablunk, snarað á eitt sindur og talvan lisin frá öðrum sjónarhorni, tá hövdu summi möguliga fingið annað at ötast um…tí tað er nú so, satt best at siga, at meðan fyrrnevndu yrkisrithövundar „fingu“ starvslön útlutaða úr Mentanargrunninum hesi árini og lögdu drúgt verk eftir seg í skaldsögum, yrkingasövnum og leikverkum, fingu onnur í öðrum yrkjum lön í 216 mánaðir, uttan at nakar tók atlit til avrik ella í aðrar mátar sáaði iva um, hvört tey áttu lön sína uppiborna…

Um talvan í Norðlýsinum sostatt sigur nakað sum helst, so er tað fyrst og fremst, hvussu ússalig kor föroyska samfelagið bjóðar sínum skrivandi fólki…

Tað kann illa vera blint fyri nökrum, sjálvt ikki teimum á Norðlýsinum, at föroyski bókamarknaðurin er evarska lítil, ja, av sonnum ein örmarknaður sammett við bókamarknaðin í okkara grannalondum. Tað er undantakið, ja, má haldast fyri eitt kraftaverk, um ein bókaútgáva gevur so mikið av sær í almennari sölu, at tað ger eitt tal, sum nær ella námind líkist eini lágmarksinntöku fyri „vanliga“ 40 tíma arbeiðsviku. Hartil kemur, at aðrar inntökur av skriving bert eru ein viðfáningur, onkrir hissini snöklar, eitt nú bókasavnsgjald, samsýning fyri at verk verða lisin upp í útvarpi, skúlavitjanir o.s.fr.

Kortini er eftirspurningur eftir föroyskum lesitilfari til allar aldursbólkar. Og tað er ikki av ongum. Tað vita tey, ið vilja vita tað. Föroyskt lesitilfar og ikki síðst skaldskapur kunnu seint yvirmetast, ætla vit okkum hinvegin, at föroyskum máli og föroyskari mentan skal verða lív lagað frameftir. 
Men föroyskar bókmentir vera ikki til av sær sjálvum, tíansheldur lönarleyst. Skulu föroyskar bókmentir standa seg í kappingini við tað lesitilfar, sum föroyskum lesarum stendur í boði á donskum og í vaksandi mun á enskum, krevst at
skrivandi í Föroyum í minsta lagi fáa livilig kor at virka undir.

Verandi skipan við starvslönum úr Mentanargrunninum, alt hon ónoktiliga var ein bati, tá hon í síni tíð kom, er í ongum samsvari við tíðina og broyttar umstöður og treytir. Partvíst er skipanin undirfíggjað. Partvíst tekur hon allar listargreinir um ein kamb bæði yrkis- og áhugalist. Upprunaliga var ætlanin, tá ið Mentanargrunnurin var endurskipaður í 2001, at játtanin á fíggjarlógini skuldi hækka árvíst upp í 15 milliónir, minnist meg rætt, fram til 2015. Tað hendi ikki. Heldur tvörturímóti. Játtanin hevur at kalla staðið í stað og enntá verið skerd okkurt árið. Sum grunnurin virkar nú himprist eg ikki við at kalla hetta ein álmussuskipan. Tað er eyðmýkjandi, einki minni, at hövundar, sum hava ártíggju á baki í sínum yrki og væl og virðiliga hava sannað sítt bókmentaliga virði, skulu standa og lykkjuskjótast av takksemi uppi í almenna ljósmálanum, hvörja ferð teir fáa nakrar krónur sleingjandi fyri sítt arbeiði…

Tann tíð var tá ið lærarafólk vórðu viðfarin soleiðis. Lærarar gjördu einki til nyttu, var sagt. Sótu inni alt árið „í slábrokki og ternutum inniskóm“ sum Dagblaðið tók til um Martin Joensen so seint sum í fírsárunum. Men tíðir skifta og tað galt eisini hjartalagið til lærarafólk.

Fá brigsla lærarafólki lönina longur. Tíbetur.

Öðrvísi er við skrivandi fólki. Orðaleyst kann lönast alment fyri at undirvísa í tí, sum föroysk skrivandi lata úr hondum og enntá fyri at læna tað út á bókasövnum, men Guð forbjóði, at so mikið sum lágmarkslön verður goldin fyri at skriva. Sum ein lögtingsmaður, eg minnist ikki úr hvörjum flokki, einaferð helt fyri í tinginum: „Í Föroyum verður eingin fongslaður fyri at skriva.“ Hvör skal siga, hví skulu tit so hava lön fyri tað eisini. Ella sum ein annar tingmaður og fyrrverandi formaður í mentanarnevndini málbar seg: „At vera rithövundur er ein lívsstílur og ber lön sína í sjálvum sær.“ 
Íðan kann tað sama sigast um onnur yrki…

Ella hvat?

Tak eitt nú politikarayrkið.

Hugsið tykkum, um tað nú av onkrum órannsakiligum ávum fall soleiðis fyri, at öll samsýning fyri arbeiði á lögtingi og öðrum politiskum leikpallum varð avtikið við teirri grundgeving, at slíkt arbeiði var ein lívsstílur. At í staðin fyri eina fastlönarskipan varð ein lönargrunnur fyri politikkarar settur á stovn og fekk seks milliónir játtaðir um ári, sum ein nevnd, mannað við sjey tilvildarliga valdum borgarum eftir egnum tykki og vilja lutaði út sum starvslön til lögtingslimir og aðrar politiskar leikarar, ið söktu um tað…

Og eg síggi tey fyri mær, tað veit gud, politikkararnar við svarbrövum frá hesum góða lönargrunni millum sínar skelvandi hendur.

Mentamálaráðharran t.d. brosandi við samanlæstum tonnum á sjónvarpsskíggjanum uppi yvir ein fráboðan frá nevndin- í grunninum, sum á sínum seinasta fundi hevur gjört av at játta henni starvslön í tríggjar mánaðir av valskeiðinum til at umsita skúla og mentamál.

So eg tali nú ikki um fiskimálaráðharran, eg kann lítið ætla, hvussu styrktan hann hevði kent seg í sínum áliti á einar sjálvstöðugar Föroyar, fekk hann starvslön í seks mánaðir til at fyrisita fiskivinnumál.

Og fíggjarmálaráðharrin! Eg banni upp á, at öll beinagrindin í henni hevði ringlað av berum spariídni, hevði hon fingið starvslön í eitt ár til at halda skil á almennum fíggjarviðurskiftum.

Og fólkafloksformaðurin, ha? Ivast nakar í, at tann skrámuti skorturin á honum, hevði staðið í eini smílskari skriðu av eyðmýkt, fekk hann starvslön í tveir mánaðir til at gera uppskot um skattalætta?

Nei, tá hevði verið gleði í tingheimi, sum ongantíð fyrr, har hevði rungað eftirí í hvörjum steini av lovsongi til fólkaræði og ikki eitt eygað verið turt, um politikkarar best sum var máttu rokna við, at lönin fyri hvört valskeið í mesta lagi var triðingurin av eini læraralön ella minni, ja, kanska líka skjótt eingin.

Spyrst so livst