Meistaraligur málningur hjá Rannvá Kunoy á uppboðsølu í Finsen

listauppboðsøla.jpg

Nú leygardagin 7.apríl frá klokkan 14 ber til at gera eitt satt listakvett í Finsen, tá Fountainhúsið fer at hava eina listauppboðsølu har. Her verður hópin av listaverkum hjá  ymiskum føroyskum listafólkum sett undir hamaran. Hetta eru listafólk, sum ynskja at stuðla virkseminum hjá Fountainhúsinum. Tann størsti og dýrasti málningurin á uppboðsøluni er eitt verk hjá Rannvá Kunoy, sum nú eina tíð hevur hingið uppiá í Steinprenti.

Legal Tender eitur skínandi blái málningurin frá 2016, ið at síggja til er rættiliga líkur teimum málningunum hjá Rannvá Kunoy, sum júst í løtuni eru at síggja á framsýning í Saatchi Gallery í London. Við hesum bláu málningunum fann Rannvá Kunoy eitt úttrykk, sum hon í grundini hevur sóknast eftir líka síðani hon byrjaði at mála. Tað snýr seg um at bjóða grundleggjandi treytunum hjá málarínum av. Ein málningur er jú vanliga flatur og stationerur, hann er stillur og flytir seg ikki. Hyggja vit hinvegin at málninginum hjá Rannvá Kunoy, so leggur hann upp til rørslur og rúmd. Vit síggja tað á áskoðarunum, sum næstan trína eitt lítlan dans rundan um málningin, tí hann broytist alt eftir hvar áskoðarin er staddur. Myndevnið flýtur og glíður onkursvegna undan áskoðaranum og brádliga tykist myndin næstan holografisk, sum var talan um eina trýdimensjonalt rúm í myndaflatanum. Hetta kemst m.a. av nógvum tunnum málingaløgum, ið geva kensluna av dýpd og ljósi innan úr myndini frá tí hvítt grundaða løriftinum. Harumframt er tað sum um skyggjandi málingin skínur út í rúmið við einum um somu tíð  metalliskum og yvirjarðligum dámi. Samstundis forðar listakvinnan okkum í at njóta illusiónina, tað ger hon við rektangulera skapinum, sum er strikað á myndina til tess at leggja dent á, at talan altso er um ein ítøkiligan flata, ein málning. Og hendan málningin kann mann altso keypa á uppboðsølu til frama fyri Fountainhúsinum og gera listarligt kvetti samstundis sum mann ger eina góða samfelagsgerð.

https://www.facebook.com/fountainhus/photos/pcb.1275908602554100/1676332199111221/?type=3&theater