HIMNAHYLJAR - eitt Tóroddskt savn

Himnahyl.jpg

Í næstum gevur Sprotin út nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, Himnahyljar. Savnið, ið er nummar 39 í røðini av bókaútgávum frá Tóroddi, hevur sera litríka permu. Tað er steinprentið Farligt regn, sum yrkjarin og myndlistamaðurin sjálvur hevur umarbeitt til permumynd. Á permuni regnar av grimd við bókstavunum, sum á sinni vórðu útihýstir úr føroyska stavraðnum. Og avgjørda mótmælisstøðan er rættiliga typisk fyri yrkjaran, men tað er allíkavæl eins og mýkist hvassi tónin av litríkt spælandi myndaframburðinum í sprækligu permuni.

Frá byrjan fær lesarin tey góðu ráð, at tað sum líkist, ikki líkist. Vit skulu við øðrum orðum lesa yrkingarnar sum yrkingar, ikki sum ævisøgur Tað er annars so nógv frammi í løtuni við sjálvsævisøguligari lesing og eg hugsi eisini, at lesarin fleiri staðnum hómar persónin Tórodd í reglunum. Hetta eru í onkrum føri endurminningar frá trýssunum, tá hann og systirin, Annika gleða seg til pápin kemur heim úr Grønlandi við Kongshavn, og mamman sendir tey at síggja sjónleikin Ófriðaligar tíðir hjá Kristini í Geil. Fleiri fínar yrkingar eru eins og hendan skrivaðar í barnahædd og geva innlit í eitt frítt og fantasifult barnaunivers: “at tað/ oysti niður/ gjørdi ikki/ børnini/ minni kát// smáir/ bátar vórðu/ flotaðir/ og stevndu út/ og komu aftur/ fullir av/ góðum veðri”.

"Veðrið eigur orð" - ella soleiðis ljóðar ein gomul regla hjá Tóroddi Poulsen. Veðrið hevur yvirhøvur ein rættiliga týdningarmiklan leiklut í yrkingunum og ofta er tað nokk so ófýsi við vindi og regni - útgangsstøðið hjá yrkjaranum er føroyskt og hetta ávirkar eisini poetiska veðrið. Yrkjaraegið finst at málsligari purismu, men dámar allíkavæl betur føroyska bátin enn glastrevjabátarnar á flatskattabrúnni.

Byrjað verður við eini smidligari, slingrandi vikuskiftisyrking, hvørs skap samsvarar innihaldinum. At yrkja og at skapa eru enn sum áður høvuðsevni í yrkingunum, eins og fleiri spískar viðmerkingar eru til samtíðina t.d. til okkara angist fyri at siga tað, vit í roynd og veru meina og til erkvisnar grannar, sum taka sær tikni av roykinum frá einum báli, tí tað fær teirra klæði á snórinum til at lukta av royki. Politikaraandstygdin stendur við og versnar: “tinghúsið líkist ikki bara/ eini heimamissiónskari lagkøku/ við gamlamanna sukursjúku/ og alzheimer/ men eisini einum gleðihúsi/ har hugsjónarleys tólmenni/ selja høvd og reyv/ fyri onkra atkvøðu.” Funnist verður somuleiðis at materialistiskum samkomuleiðarum og mátanum, vit ovurtroyta náttúrutilfeingi nú sjálvt aldan er farin at ræðast grammleikan hjá íbúgvunum í landinum:

og hvat skal

skipið eita

sum skal sigla

millum hesar

navnleysu havnir

skal tað spilla ongan

ella skal tað uppkallast

eftir sínum upphavi

stálinum

ella eftir alduni

sum ikki tordi

at nærkast landi

tí hon ræddist fólkið

sum rópti neyðarróp

eftir havsins ríkidømi

sum ikki vildi vera tað

men bara svimja í frið

Tóroddur Poulsen er ein sannur meistari, tá tað kemur til at orða pregnantar reglur við týdningum, sum kunnu fara fleiri vegir. Tað er honum so líkt at velja ein tekst til endayrking, sum er full av byrjan, av vón og av vanda: “okkurt/ nýtt/ sum ikki/ skal sigast/ men síggjast/ hóttir/ sjónarringin”.

Samanumtikið eru vit við nýggja yrkinga-savninum Himnahyljar framvegis á teirri somu poetisku ferðini, sum Tóroddur Poulsen setti sjøtul á í 1984 við fyrsta savninum, Botnfall. Hetta poetiska universið er so serstakt og so mikið homogent og heilskapað, at mann freistast at gera sum ein annar eldhugaður ummælari og kalla Himnahyljar fyri eitt Tóroddskt savn. Og sum vit síggja á luftiga heitinum, so er himmalin drigin niður á jørðina sum í eini spegling ella eini mynd hjá Anker Mortensen, t.d. Hyljarhøvd frá 2001 og tí eru “holini í skýnum full av kombikkum og marflugum og øðrum sum krevja nógvan frið og ongar spurningar”. Savnið er herligar 94 síður av abstraktum og sansaligum orðamyndum, av hugfarsligum aforismum, stuttligum orðaspæli, uppreksingum og aktuellum gløggskygdum viðmerkingum til nútíðarsamfelagið. Her er náttúrualskin økokritikkur, dagar sum ikki kunnu asfalterast, brestandi gassballónir, abstraktar dreymayrkingar og meira ítøkiligt asfalt, stálskip og colablikk á trappuni í Ebenezer, umframt púra vektleysar yrkingar, sum upploysast og hvørva eins og hendan:

viski meg
sjálvan út
so eg
ikki angri
at eg
var her

tað kundi
verið
skrivað
í sandin
sum longu
er burtur