Eg lurti eftir sendingini hjá Suna Merkistein um tey ungu í rembingartíðini, sum Kringvarpið hevur reklamerað fyri alla vikuna. Sendingin er virkuliga fín, men eg fór brádliga at ivast í um hon er heilt nýggj? Tað ljóðar so, tá hon verður presenterað, men á kvf heimasíðuni stendur eisini okkurt um at evnið verður endurvarpað. Hvussu er og ikki, var introin hjá Jóanesi Nielsen við Steppenwolf í hølunum so mikið áhugaverd, at hon fekk meg upp á loftið eftir greinasavninum Undergroundting. Greinirnar eru góðar og undirhaldandi at lesa, m.a. tí tær eru skrivaðar av fullum huga og tengdar at síni egnu tíð. Harvið eru tær eisini opnar fyri samtíðarligum mistøkum. So løgið sum tað ljóðar, so minna tær meg um tað ediliga Vertshúsið á Niels Finsensgøtu, sum lív varð kveikt í við eini fantastiskari prýðing hjá Tróndi Patursson, ið somuleiðis varð gjørd av fullum huga. Hon var spælandi, spontan, ótvungin og púrasta fyriuttan tann virðingaróttan, sum javnan tykist hanga uppi í listini. Í einum essay um Havnina í trýssunum skrivar Jóanes Nielsen: "Hugsa vit um Havnina seinast í 60´árunum og fyrst í 70 árunum, so var andlitið bæði fátækt og jammurligt. Átti býurin eitt lítið horuhús, var hann ideellur fyri uppilagstar skiparar Okkurt sovorðið. Resignasjónin stóð málað í eygunum. Á torgunum ráddu tey frelstu. Sjarmørarnir, beistini, droymararnir, studentarnir og lærlingarnir, hesi sluppu framat, tá ið hampafólk var tørnað inn... " (Stríðið um Havnina. Undergroundting síða 115). Næsta ár eru tjúgu ár síðani síðsta essaysavnið hjá Jóanesi Nielsen, Undergroundting 2 kom út, so nú er skjótt upp á tíðina, at eitt nýtt kemur - eg hugsi, at eitt nú greinin um teir ónøgdu reiðararnar og fiskimenninar í Klubbagarðinum hevur uppiborið at vera innlimað í eitt savn.
Í dag skein sólin eina løtu og lokkaði okkum út at ganga túr. Tá vit vóru komin í yvirklæðini, kavaði tað, men vit fóru allíkavæl og tað var gott.