Sunnudagar eru sum skaptir til at lesa listabøkur. Í dag havi eg blaðað í bókum, sum eg sjálv havi verið involverað í. Ein vinmaður mín, sum eins og eg fæst við at skriva, segði einaferð, at eg ofta skrivi í vøkrum bókum. Eg varð glað av viðmerkingini, men hetta er í grundini nakað, sum eg eri rættiliga tilvitað og fegin um. Nú fyri kortum kom katalogið til Lonely Hearts framsýningina hjá Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen. Ein flott og modernað, kritahvít listabók, sum eg eri sloppin at skriva eina ritroynd í, umframt at avrit av brøvum millum listafólkini bæði, Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen eru stungin inn í bókina.
Ein listabók kann vera so mangt, men ofta er talan um eina samanseting, ein kompositión av teksti og av myndum. Hvørt bókin eydnast, valdast innihaldið, hvørt mynda- og teksttilfar er áhugavert uttan oyðileggjandi villur. Tað tekniska hevur stóran týdning. Um myndirnar eru endurgivnar rætt, um bókstavtypur eru lesiligar og saman við layouti passa til tað estetiska úttrykkið, um bókin er bundin so, at hon letur seg upp. Men annars eru karmarnir víðir og sløgini av listabókum ymisk.
Í summum førum er talan um ein bókling, sum er framleiddur í sambandi við eina framsýning fyri onkursvegna at miðla listina. Í øðrum førum er listabókin eitt listaverk í sær sjálvum, men í summum førum eru katalog eisini listaverk. Vit kenna monografiirnar - tað eru ofta stórar bøkur, ið snúgva seg um verkið hjá einum listafólki. Eg havi sjálv skrivað bøkur um eitt nú Tórodd Poulsen, Steffan Danielsen til dømis, men eg havi eftirhondini skrivað tekstir í nógvum listabókum.
Í Steinprenti eru fleiri listabøkur og fleiri sløg av listabókum framleiddar. Tóroddur Poulsen og Bjarne Werner Sørensen skaptu saman ta einastandandi vøkru bókina Villvísi á verkstaðnum har. Listakvinnan Julie Sass hevur gjørt tvær bøkur her á staðnum, tann fyrra, Volume Rhythm Matter: Dialogues frá 2016 er longu heiðrað fleiri ferð, ei undur í tí. Her er bæði innihald og estetikkur á høgum støði. Bókahillin her hjá mær er konstant á tremur í bókum. Javnan gongur leiðin oman í tað lítlu biksina hjá Reyða Krossi í Vágsbotni við bókum, sum eg havi lisið og sum nú onnur kunnu keypa fyri bíligan penga og samstundis stuðla einum góðum endamáli. Tað er ikki so galið. Tá eg nú hyggi at bókahillini, kann staðfestast, at listabøkurnar fara ongan veg. Tær breiða seg og bretta sær á og verða verandi her hjá mær.