Mentanarmiðlingin kvalist av kurteisi

Brot úr steinprenti hjá Tóroddi Poulsen

Brot úr steinprenti hjá Tóroddi Poulsen

Beint nú er Nón í útvarpinum. Tað er mentanarmikudagur og eg lurti aftur í dag, inniliga takksom sjálvandi, fyri at okkurt er til, sum eitur mentanarmikudagur. Hvønn tann einasta mikudag í vetrarskránni verða tveir heilir tímar brúktir uppá mentan, tað er jú ótrúligt... Og so mitt í øllum hesum áhugaverdu herligheitunum stingur onkur óflíggjaligur grumpy old tanki seg upp. Ásannandi, at grumpy er ómodernað í hesum jaligu tíðum, havi eg eitt sindur uppá tross gjørt mær hesar knarrutu tankar.

Til dømis um handan sangin, sum tey spæla í skrivandi stund - tað er hasin úthálaði sangurin hjá Leonard Cohen um at har er ein crack in everything, that´s how the light goes in. Av sonnum symbolikkur, so at øll kunnu vera við. Vertinnan í sendingini, Sissal Kampmann hevur júst tosað við tvær kvinnur í føroyska listafelagnum í Danmark og sum so ofta, tá talan er um list, er tónin ómetaliga jaligur fyri ikki at siga beinleiðis uppbyggiligur og endar samrøðan við einari hugnaligari áheitan á øll hesi ungu, sum tað ofta verður heitt á og sum eyðsýniliga sita kring landið og skapa. Eg veit ikki hvussu mong tey eru, men tey eru hjartaliga vælkomin at senda myndir av sínum tingum til nevndina í listafelagnum um tey hava hug og dirvi at framsýna. Tað er í lagi, men eg ivist í hvussu viðkomandi hetta er í mentanarmikudags-sendingini. Hesi ungu skapandi, lurta tey yvirhøvur eftir mentanarmikudags-útvarpi? Eg veit ikki og í øllum førum er tílíkt ikki viðkomandi fyri meg og eg eri nakað so týdningarmikið sum kjarnulurtarin hjá øllum mentanarmikudagssendingum og eg havi longu hoyrt hasa yvirlýsingina hjá Búa Dam um samfelagsuppgávuna hjá teatrinum. Tað var nevniliga forvitnisligt. Í øllum førum fyrstu ferð, eg hoyrdi tað og heilt dement eri eg ikki vorðin enn.

Har er forrestin eitt undantak í sendingini hjá Koba fríggjadagar. Hann roynir at vera kritiskur, hevur onkra naska eygleiðing av listamaktini og okkurt er áhugavert, tó at har í støðum tykist vanta vitan og innlit í listaøkið. Stuttligt er tað allíkavæl, tá listasavnarin Finnur Koba í eini sending spyr fíggjarmálaráðharran um ikki tað er for galið, at føroyskir listasavnarar skuu rinda mvg, tá tey keypa listaskattir hjá Mikines og øðrum frá donskum auktiónshúsum og føra hesar skattir til heimlandið. Kristina Háfoss lovar í sendingini at seta síni embætisfólk til at finna út av eini avmarking av hvat er listaskattur og ikki. Tað kann møguliga hava okkurt við aldur at gera halda tey. Tað má so merkja tað, at mann heldur gamla list vera meira týdningarmikla enn nýggja. Alt meðan øll søvn í Føroyum eru søkklaðin av hálvgamlari klassiskari modernismu hjá Mikines, Ingálvi av Reyni osfr. meðan samtíðarlistin ikki eigur sær nakran góðan uttan Steinprent og á hissini framsýningum í Listasavninum.

Eg veit ikki. Onkuntíð følist mentanarmiðling sum eitt slag av nyttuleysari roynd at vinna tíð, sum mann allíkavæl ikki hevur tørv á. Og sjálvt um eg eri greið yvir, at fleiri av fólkunum í Mentanarsendingunum berjast ein heroiskan og nokk so einsamallan bardaga við at fylla senditíðina út við relevantum tilfari, so er tað ikki altíð nóg áhugavert.

Nú sum áður tykjast serligar treytir vera galdandi fyri list- og mentanarmiðling. Alt er so áhugavert, at orðið í sær sjálvum verður púra uppslitið. Hugburðurin er konsekvent kvalandi yvirkurteisligur og stílurin er meira fagnandi enn greinandi, tá ymisk listafólk og onnur verða spurd um teirra verkætlanir (eisini eitt huff-slitið luftorð; verkætlanir). Ummæli eru viðhvørt og nú verða tey lisin upp og so kann mann lurta samstundis sum mann lesur tey í Dimmu. - Ummælissiðvenjan í útvarpinum broyttist eftir øllum at døma, tí Tóroddur brokkaði seg um øll sussmælini, men eg veit ikki hvussu nógv tað í grundini hjálpti, tá ummælini sum nú er eru 100 prosent positiv. Gamaní eiga vit framúr listafólk í Føroyum, men lýtaleys eru avrikini neyvan. Eldhugi er góður, men kritiskur ansur hevur sanniliga eisini týdning. Føroyska listin er ikki longur á grulvistøði. Hon tolir at vit tosa við hana sum var hon vaksin og tað tolir føroyskur mentanarpolitikkur og mentanarmikudagslurtarin eisini. Mentanarmiðling er ikki so øðrvísi samanborið við annan journalistikk. Hon skal vera skørp, intelligent, stuttlig, djúp og avdúkandi. Vit síggja tað í frálíku sendingunum hjá Heina í Skorini, sum viðgera eitt aktuelt og viðkomandi evni á gjølligan og seriøsan hátt. Tað kunnu vit eisini gera við listina og har er eingin grund til, at ØLL ummælini nú skulu lesast upp og í sama positiva tóna, onkuntíð mátti borið til at práta eisini. Tað hevur tann fyrimunin, at fleiri meiningar koma fram. Lyklaorðið í hesum sambandi er at fáa fólk til mikrofonina, sum duga og tora at fyrihalda seg til listina. Eg hugsi, at tað er ikki lætt. Men tað er heldur ikki ómøguligt. Og lat meg bara í sama viðfangi (við Finni Koba in mente) viðurkenna mínar egnu leiklutir og hattar, tí tað er ikki lætt at tveita við knarristeinum, tá mann býr í einum mentanarjaligum glashúsi eg havi sjálv OFTA sagt, at ting eru øgiliga áhugaverd, tí tað vóru tey. Men spurningurin er hvussu áhugavert tað hevði verið um eg var ókritisk og bara tosaði um tað áhugaverda.