Sissal Kampmann í uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina

Yrkingasavnið Sunnudagsland eftir Sissal Kampmann er føroyska uppskotið til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 2017. Sunnudagsland, ið er fimta útgávan hjá Sissal Kampmann, er eitt savn av yrkingum til heimstaðin, Vestmanna. Sunnudagsland er eitt búgvið yrkingasavn, ið er komponerað sum ein heild við yrkingum um eitt yrkjaraeg, sum er flutt aftur til heimbygdina at vera eina tíð. Vit hóma samfelagið, men uppliva ikki onnur fólk í bókini enn yrkjaraegið, ið tykist avbyrgt í lufttómum rúmi. Sunnudagsland er ein sorgblíð bók, merkt av longsli og eini djúpari kenslu av fremmandleika og av at vera uttanfyri. Tíðin, tað slitna umhvørvið og tað vánaliga veðrið verða nágreiniliga skrásett av yrkjaraegnum, sum kannar veðurlíkindini fleiri ferð um dagin. Veðrið og ljósið hava sera stóran týdning í savninum. Orðið sunnudagur merkir sóldagur, men eftir øllum at døma mugu tey bíða eftir sólini í Sunnudagslandinum, har ódn og myrkur ráða, har klokkan ringir ljóðleyst og har vegurin til bygdina er sólleysur og stjørnuleysur.

FOTO: Ditte Mathilda Joensen

DAMUDOMI 2017

 

DAMUDOMI 2017 er ein heil vika av upplýsandi og hugtakandi tiltøkum, sum verða í SIRKUS í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Høvuðsevnið í ár er “umboðan”. Hetta inniber umboðan á alskyns hátt, til dømis í mun til kyn, sosiala støðu og ætt. Tónleikur, samrøður, framløgur, kjak, list og hugleiðingar eru á skránni frá 2. til 8. mars. Millum annað verður tiltakið “Orð um kyn” har eitt úrval av ymiskum persónum fara at lesa eitthvørt, sum snýr seg um kyn. Eisini eru filmarnir “Venus” og “Miss Representation” á skránni, ið á hvønn sín hátt snúgva seg um umboðan og sexualitet. Ljós verður varpað á ymisk sløg av feminismu, ymisk sløg av javnstøðu kring heimin, eins og framløga verður um føroyskar lýsingar, og hvussu kyn verður brúkt á ymiskan hátt. Tað eina kvøldið fara vit í dýpdina við samrøðum við trý fólk, ið á hvønn sín hátt arbeiða fyri javnrættindum og at broyta afturhaldnar áskoðanir. Aftaná verður samrøðustova, har orðið er frítt, og hugleitt verður við útgangsstøði í samrøðunum. Endamálið er at leggja dent á feministisk grundvirði og samfelagsligar avbjóðingar í einum forum, ið birtir undir luttøku og siðiligt kjak. Øll tiltøkini leggja dent á samskifti andlit til andlits, og hetta stendur sum mótpólur til ósiðiliga kjakið, ið ofta fer fram á serliga sosialum miðlum. Øll tiltøk eru ókeypis, soleiðis at møguligt er at luttaka, óansæð fíggjarliga støðu.

 

#GERANDISFEMINIST

Allir feministar standa ikki á pallum ella stíga alment fram við boðskapum. Tað er í teimum vanligu gerandishandlingunum, sum ikki skapa yvirskriftir, at gerandiskampurin fyri feminismu fer fram. Øll menniskju kunnu í gerandisdegnum útliva feminismu. Gert tú? Frá hesi vikuni av fert tú á sosialu miðlunum at síggja eitt Damudomi búmerki, sniðgivið av Billu Jenny Jónleifsdóttir, har vit biðja øll, sum kunnu svara ja uppá spurningin, um at posta sína handling á Facebook, Instagram og aðrastaðni, tagga #gerandisfeminist og #damudomi2017 og vera við til at varpa ljós á gerandisfeminismu.

 

TILTØK:

2. mars: “Miss Representation” & “The Danger of the Single Story” “You can’t be what you can’t see” er høvuðssetningurin í filminum “Miss Representation”, sum snýr seg um væntandi umboðan av kvinnum í miðlunum. Filmurin vísir á, hvussu umboðanin er einsháttað og avmarkað, sjálvt um tørvur og eftirspurningur er eftir alskyns fyrimyndum. “The Danger of the Single Story” er ein TED Talk (fyrilestur), har kendi nigerianski rithøvundurin Chimamanda Ngozi Adichie hugleiðir um, hvat hendir tá ið kompleks menniskju og støður verða umgjørdar til eina einfalda søgu.

Áðrenn sýningina hugleiðir Maud Magnussen um filmin og fyrilesturin og viðger ymisk sjónarhorn í mun til umboðan.

3. mars: Orð um kyn Elin Súsanna Jacobsen, Tráin Petursson Nónklett, Liljan Weihe og Jóanes Nielsen eru nøkur av teimum, ið koma at lesa burturúr bókmentaligum dýrgripum, ið teimum dáma væl. Inspirerandi, tankavekjandi, stuttligt ella provokerandi - so leingi tað er undir 15 minuttir og snýr seg um kyn og kropp.

4. mars: Damur á slagverk, bass, guitar og við mikrofonirnar. Damur sum rokka. Sum nakað heilt serligt fara nakrar feskar tónleikarinnur at spæla kvinnuheiðrandi løg leygarkvøldið 4. mars. Manningin - nei, bíða - kvinningin er Elsa Gunnarsdóttir Sevdal á gittar, Katrin Sigurpálsdóttir Kamban á bass og Sunneva Gaardlykke á slagverk, ið eisini telja helvtina av damunum aftanfyri lagið “Drep, drep, drep!”, sum kom út í samband við leikin “Einaferð var tað eg”. Við sær hava tær songkvinnurnar Evu Mariu Brynhildardóttir og Jasmin Mote. Aftaná konsertina stýra damurnar náttini víðari handan DJ pultin. Skráin bjóðar uppá femi-disking við luttakarum frá diskiverkstovuni “Synka tín syklus” og limum í Damudomi.

5. mars: Femilist við Anný og Gyðu Ígjøgnum vikuna hanga tvær myndatalvur í Sirkus við fotomyndum av tveimum evnaríkum, ungum listakvinnum: Anný Djurhuus Øssursdóttir og Gyða Barbara Jacobæus. Myndirnar viðgera og viðmerkja kropp og kyn á ein estetiskan og tilvitaðan hátt. Sunnukvøldið 5. mars prátar Solveig Hanusardóttir Olsen við Gyðu um hennara myndir, listaliga virksemi og hvussu hon velur at avmynda kroppin.

6. mars: “Føroyskar lýsingar M/K” Solveig Hanusardóttir Olsen prátar um lýsingar í føroyskum høpi, millum annað lýsingina við einum pari av skóm við hæli, ið elvdi til heitt kjak um umboðan av kyni. Lýsingar hava til endamál at varpa ljós á og lýsa fyri einhvørjum, og fyri at gera hetta sum best mugu tær hava slagkraft – spurningurin er so bara, hvørjar faktorar slagkraftin byggir á. Í framløguni eru nógv stuttlig, góð og viðkomandi dømi um føroyskar lýsingar.

7. mars: Samrøður og samrøðustova: Hvat er feminisma fyri teg? Ljós verður varpað á tær ymsu røddirnar innan føroyska feminismu og kvinnurørsluna. Fyrsti partin av kvøldinum er samrøður við tríggjar ymiskar feministar: Katrin Kjølbro, Cecilia Jacobsen og Búi Dam. Vit tosa við tey ein og ein um, hvussu tey trý á hvør sín hátt umboða og arbeiða fyri feminismu á ymsum pallum. Seinni partur bjóðar áhoyrarunum høvið at luttaka í eini samrøðustovu, har áhoyrararnir verða býttir upp í smærri kjakbólkar. Øll luttakandi fáa møguleikan at práta um og kjakast um sína feminismu ella luttøku í kvinnurørsluni í smærri bólkum. 8. mars: “Venus” Heimsfrumsýning av dokumentarfilminum Venus, ið hevur undirheitið “Let’s Talk About Sex”. Filmurin er ein innilig, ærlig, sárbar og skaldslig frásøgn frá ungum kvinnum um sex og erotikk. Kvinnurnar fortelja um teirra sexuellu upplivingar og tankar. Sum tíðin fer, gerast søgurnar fleiri, og ein ramma byrjar at taka skap um hug, minni hug, tankar, kenslur uppdagan og tað, sum nærum aldrin verður orðað. Áðrenn sýningina bjóðar Turið Nolsøe vælkomin og hugleiðir um filmin.

Bárður Jákupsson sýnir fram í Steinprenti

Í Steinprenti verður forskot tikið uppá várið nú leygardagin 25.februar, tá framsýning við verkum hjá Bárði Jákupsson letur upp. Við á framsýningini verða bæði málningar og prent. Sjálvt um prentini enn ikki eru heilt liðug - listamaðurin er júst í løtuni í ferð við at tekna og mála uppá steinar á grafiska verkstaðnum - so er als eingin ivi um, at framsýningarhølini leygardagin fara at ljóma av ljósi og hegnisliga samansettum litum. Bárður Jákupsson telist jú millum okkara royndastu og dugnaligastu listafólk, hann hevur verið virkin listamaður meira enn hálva øld, eins og hann eisini hevur havt stóran týdning sum listmiðlari m.a. í sambandi við starvið sum leiðari í Listasavni Føroya.

Listin hjá Bárði Jákupsson er sera fjølbroytt bæði tøkniliga og hvat viðvíkur stíli. Umframt oljumálningar, vatnlitamálningar og grafikk, hevur Bárður Jákupsson gjørt monumentalar prýðingar m.a. á Boðanesheiminum, men hann hevur eisini fingist við heilt smáar myndir og hevur eitt nú myndprýtt bæði barnabøkur og yrkingarsøvn.

Stundum er Bárður dekorativur og nokk so figurativur í eydnuríkum glæstrimyndum, aðrar tíðir tykjast myndirnar ógvusligar og ekspressivar, meðan huglagið aðrastaðni aftur er lættari í impressionistiskum, poetiskum hugleiðingum um veður og vind, ið ikki sjáldan raka við tað nonfigurativa. Allíkavæl er eingin ivi um samanhangin í hesum myndunum, sum bæði í litklangum og strukturum eru tætt skyldar. Har er ein serligur vitalitetur í kompositiónunum, sum bæði hevur við sannførdu litsamansetingarnar og við dynamiska myndabygnaðin at gera.

Ofta eru teir bjørtu spektrallitirnir umboðaðir – og tá tað til dømis snýr seg um at áseta rættan skamt av violettum tónum upp móti gulum og brúnum, munu fá vera gávað við sama koloristiska yvirskoti sum Bárður Jákupsson. Teir døkku og fjálgu jarðlitirnir eru somuleiðis væl umboðaðir í myndunum, ið myndevnisliga taka støði í føroyska landslagnum, í haganum og í klettunum niðri við sjóvarmálan, men talan er um eitt sera egið landslag, sum kemur burturúr. Tað er eitt hugans landslag, sum Bárður málar, ið er merkt av poesi og máling; einum artistiskum hugsunarhátti og musikaliteti við penslastrokum ið ganga fýrisliga á skák niður eftir myndaflatanum við kenslubornum, stundum breiðum ella fínligum strukturum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina, sum letur upp í Steinprent á Skálatrøð í Havn leygardagin 25.februar klokkan 15-17.

Á listafundi í Norðurlandahúsinum

ip4.jpg

Ein myrkagráan sunnudag seinnapart við liggjandi oysregni, skal nógv til, áðrenn undirritaða fæst frá húsum - tað má eg bara viðganga. So mikið glaðari eri eg fyri, at eg tók meg saman og fekk samrøðuna við, sum ein væl fyrieikaður Kim Simonsen hevði við teir báðar, Ian McKeever, listamann og Peter Levitt, yrkjara. Listamenninir hava arbeitt í Steinprenti síðstu vikuna og hava fingið eina áhugaverda verkætlan burturúr yrkingum og myndum.

Kim Simonsen legði fyri við at lýsa teir tríggjar partarnar í samstarvinum. Um Steinprent segði hann, at staðið so at siga hevur blást nýtt lív í/revitaliserað føroysku listina. Síðani presenteraði hann listamenninar, ið báðir eru royndir menn innan hvør sína sjangru. Fyrsti spurningurin var eyðsýndur, spurningurin um hví ein bretskur og ein amerikanskur listamaður møtast her í Føroyum of all places.

Ian McKeever greiddi frá, at hann hevði varnast Peter Levitt, tí hesin hevði skrivað ein áhugaverdan tekst í eini listabók um amerikanska abstrakta málaran Richard Diebenkorn – fá duga at skriva um abstrakta list, helt Ian McKeever, sum sjálvur er abstraktur listamaður, so hann man vita tað. Hugskotið til verkætlanina var komið í onkrum arbeiðssteðgi seinast McKeever arbeiddi í Steinprenti. Meðan prentað verður hevur listafólkið ofta pausur og høvið at ganga runt á verkstaðnum og har legði McKeever til merkis ymiskar bøkur, sum Steinprent hevur givið út, m.a. samstarv millum myndlistafólk ogyrkjarar: Bjarne Werner Sørensen og Tóroddur Poulsen; Claus Carstensen og Søren Ulrik Thomsen m.a. McKeever fekk hug at gera eina tílíka útgávu og Jan Andersson í Steinprenti var við uppá tað alt fyri eitt og tessvegna varð verkætlanin sett í gongd.

Báðir listamenninir búgva við sjógv, Kim Simonsen spurdi um møguliga landslagið kundi síggjast sum eitt felags referansupunkt, McKeever svaraði, at tað kundi bert vera talan um eitt slag av mentalum landslagi. Síðan varð m.a. tosað um sjálva verkætlanina; tey seks steinprentini, ið vórðu hongd upp á veggin aftanfyri teir tosandi. Peter Levitt segði greiddi frá, at yrkingarnar vóru yrkingar, men at tær á prentunum eisini vóru eitt visuelt element og at steinprentini nú hvørki vóru yrkingar ella myndir, men nakað annað. Talan er ikki um myndbrprýðing av yrkingum, men um verk, har poesi og myndir sameksistera á pappírinum. McKeever legði m.a. aftrat, at vónin nú er, at okkurt slag av afturljóð er millum myndir og orð.

Samrøðan førdi teir gott og væl fjøruti áhoyrararnar víða hvar í listini hjá Levitt og Mckeever. Kim Simonsen hevði lisið ella hoyrt onkrastaðni, at McKeever dámar serliga væl at ferðast í londum, har hann ikki skilir málið. Spurningurin fekk McKeever at smílast Her kom eitt av skálkabrosunum frá McKeever, sum greiddi frá, at fyrimunurin við ikki at duga málið er, at mann kann ímynda sær ymiskt, sum fólk tosa um, sum kanska er enn meira áhugavert enn tað púra vanliga, sum fólk tosa um í veruleikanum.

I leave the world of language

Peter Levitt greiddi frá um sínar yrkingar, at hann gav lutfalsliga lítið út. – Tað, sum eg vil er at siga hvat hendir í hesi løtu, men tað er ikki lætt. Eitt træ er ikki poesi, helt Levitt og fyri at skriva yrkingar mátti hann fara úr málheiminum. Síðani skuldi hann royna at orða seg soleiðis, at lurtarin gjøgnum málið fekk innlit í kensluna ella hugsanina, hann hevði havt áðrenn – ikki bókstavliga, men essentielt. At enda las Peter Levitt yrkingar og greiddi frá umstøðum og hendingum kring hesar yrkingar. Áhugavert at uppliva okkurt so kent og samstundis næstan eksotiskt og ókent. Levitt las eisini tær seks yrkingarnar, sum hann hevur brúkt í nýggju prentverkunum - tematiskt snúgva tær seg um steinar og pakkar og um at vera til her og nú. Umframt at tey seks ørkini verða til eina (sera eksklusiva) listabók, sum verður framleidd í 18 eintøkum, er eitt upplag við 10 eintøkum av verkunum til taks, har arkini verða løgd saman, so at tey eru eins og ein pakki av poesi og myndlist; ein fragd at lata upp. 

Í dag fara báðir listamenninir heim aftur, men verkini eru eftir. Her eru myndir frá tiltakinum og av verkunum.

iPhone Image CFC818.jpg
ip7.jpg
ip6.jpg

 

 

Meira rós til Randi Ward

Enn eitt ovurhonds positivt ummæli er komið av bókini hjá Randi Ward, Whipstitches, sum kom út í fjør summar. Alex Gallacher hevur á bretsku heimasíðuni fruk (folkradio) skrivað drúgva grein um Randi, sum herfyri varð virðislønt fyri sína týðing av einum úrvali av yrkingum hjá Tóroddi Poulsen í savninum Fjalir. Randi hevur týtt restina og bókin Planks verður liðug í summar.

Vit kenna eisini Randi Ward frá tónleikinum, bæði Guðrið Hansdóttir og Eivør Pálsdóttir hava brúkt hennara yrkingar í tónleiki sínum. Whipstitches er eitt yrkingasavn við 99 stuttum, komprimeraðum yrkingum við vøkrum náttúru- og umhvørviseygleiðingum, yndisligum lit- og sansaupplivingum, sum í støðum eru merktar av einum hóttandi varhuga av, at ikki alt er sum tað eigur.

Gate

Oh merciful

gate, break

these legs

for meg

so I dont´t

have to walk home

 

Lesið nýggjasta ummælið her: http://www.folkradio.co.uk/2017/02/randi-ward-whipstitches/

Ljós og mótljós í Smiðjuni

Fotoframsýningar eru ikki gerandiskostur herumleiðir, tessvegna er tað forvitnisligt, tá ein framsýning sum tann hjá Onnu Kathrinu Højgaard letur upp. Og framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er forkunnug, eisini sjálvt um onkur av teimum framsýndu myndunum er endurnýtt og sæð áður á øðrum framsýningum. Anna Kathrina Højgaard hevur havt nógvar framsýningar í m.a. Smiðjuni í Lítluvík og hon hevur tikið lut á enn fleiri bólkaframsýningum, t.d. Ólavsøkuframsýningum og Várframsýningum í Listasavninum. Hon fær nógv burtur úr, tá listarliga eygað fangar vakrar kompositiónir í tí mest gerandisliga og júst tað dugir Anna Kathrina Højgaard. Tær flestu myndirnar eru prentaðar á aluminiumsplátur; tað sær flott út, men eg sakni allíkavæl kenslu av pappírinum í fotomyndunum. Myndevnini eru fyri tað mesta úr umhvørvinum hjá fotografinum, tað eru føroysk býarløg, landsløg, veðurmyndir og portrettmyndir. Tilsamans 25 myndir eru við á framsýningini og nógvar teirra snúgva seg um ljós og lýsi. Um mótljós og skuggaskap, sum tekna seg upp í móti ljósinum, um morgunroða og vesturskin og eitt næstan yvirnáttúrligt ljós, sum upploysir eini reyð hús aftanfyri eitt liggjandi træ við einum vøkrum viðarbuli, ið snarar seg diagonalt gjøgnum myndaflatan í kompositiónini, ið javnvigar. Og hetta við javnvágini hevur týdning fyri Onnu Kathrinu Højgaard; tað sæst bæði á uppheingingini og á einstøku myndunum. Tvær vertikalar myndir bróta frá, tær hevur fotografurin tikið av altanini, har hon býr, niður á inngongdina til bygningin. Tað er í kava og tessvegna síggjast spor av fólkum og bilum eins og hugtakandi grafiskar tekningar, svart á hvítum. Framsýningin Í Smiðjuni í Lítluvík er opin hvønn dag til og við mikudagin 15.feb.

Litirnir glógva og ljósið er nýtt

-Ja, hetta sær kanska eitt sindur sinnisklovið út, heldur listakvinnan umberandi fyri við einum speiskum smíli í tí, hon við aðrari hondini vísir yvir á veggin, har sum prentini hanga. Talan er um nakrar spildurnýggjar myndir; samlaða úrslitið av seinasta samstarvinum millum Hansinu Iversen og Steinprent. Og rætt er, at myndirnar eru rættiliga ymiskar í stíli, men tær eru ikki minni áhugaverdar fyri tað, tvørturímóti. Myndirnar geva áskoðarunum innlit í tær ymisku leiðirnar í fjølbroytta og støðugt vaksandi verkinum hjá Hansinu Iversen.

Tann fyrsta myndin, sum Hansina gjørdi í hesum umfarinum er avmyndað ovast her á síðuni, tað er ein elegant kompositión við orange, bláum, brúnum og violettum rundleittum skapum, summi óskygd, onnur gjøgnumskygd, ið líkasum eru løgd oman á hvørt annað, næstan sum var hetta eitt av pappírsklippunum hjá Williami Heinesen, sett saman við ansi fyri vakurt skyggjandi litum eins og skuggaspælið av bløðum og blómum í einum urtagarði ein sólheitan dag.

So er meira ferð á gula, breiða strokinum, sum snarar eg upp í eina vertikala kompositión í turkis og bláum á gráari grund. Í skrivandi stund er ikki vist, at henda myndin er góðkend av sjálvkritisku listakvinnuni, sum setur knyklar í brýr og vil hugsa seg um. Ein triðja mynd er bara svørt við einum stórum, flótandi skapi, myndin er líka vøkur sum hon er einføld, og eitt gott dømi um hvussu væl tað liggur fyri hjá Hansinu Iversen at fáast við sonevnda lavering. Í svørtu flatuni er okkurt kolasvart og slætt, meðan partar eru gjøgnumskygdir og bylgjandi, soleiðis, at flatan samanumtikið verður serstakliga livandi og vøkur. Henda myndin er ikki liðug, tá eg eri á verkstaðnum, her skal ein heilt ljós grund prentast eisini. Tey arbeiða og eg sleppi mær víðari eitt sindur litfegnari enn áðrenn, meðan eg staðfesti við mær sjálvari, at 2017 longu sær út til at gerast enn eitt gott ár í Steinprenti. Litirnir glógva og uttanfyri er ljósið nýtt. 

IMG_9175.jpg
Soleiðis endaði hon at síggja út, henda bylgjandi kompositiónin, sum verður enn djúpari og vakrari av gráu grundini.

Soleiðis endaði hon at síggja út, henda bylgjandi kompositiónin, sum verður enn djúpari og vakrari av gráu grundini.

Ian McKeever og Peter Levitt í Norðurlandahúsinum

Sunnudagin 19.februar klokkan 16-17.30 verður Norðurlandahúsið karmur um eitt altjóða listarligt samskifti, tá Kim Simonsen fer at tosa við kenda, bretska listamannin Ian McKeever og við tann somuleiðis háttvirda og virðislønta amerikanska yrkjaran, Peter Levitt. Listamennirnir eru í Steinprenti hetta tíðarskeiðið og arbeiða við eini felags verkætlan við nýggjum yrkingum hjá Levitt, sum verða settar saman við nýggjum myndum hjá McKeever í seks steinprentum.

Ian McKeever kenna vit í Føroyum frá framsýningum í Listasavni Føroya og í Steinprenti í 2015. Hann er sjálvlærdur professari, sum m.a. er gestaprofessari á University of Brighton; millum 2006 og 2011 var hann professari í tekning í Royal Academy School of Arts í London. Ian McKeever hevur skrivað ein heilan hóp av tekstum um list og dugir sjáldsama væl at greiða frá. Kim Simonsen er post.doc við Amsterdams Universitet, har hann arbeiðir á sentrinum fyri Europan Studies og annars er hann yrkjari. Peter Levitt er yrkjari og buddhistiskur lærari, sum kemur allan vegin úr British Columbia at greiða okkum frá sínum hugsanum um poesi og list.

Her er eitt viðtal við Ian McKeever:

http://www.listaportal.com/tidindi/2015/5/22/eg-fli-meg-heima-her-samra-vi-ian-mckeever?rq=mckeever

Listaflog flúgvandi

Í tíðindaskrivi boðar Atlantsflog frá, at 28. mars, ið er dagurin, Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni, verður dagurin, tá stuðulin á 100.000 krónur verður latin til eitt ella fleiri føroysk listafólk ella listaverkætlanir. Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk. Grunnurin varð stovnaður í desember, tá eisini flotin hjá Atlantic fekk listafólkanøvn: William, Sámal, Ingálvur, Elinborg og Ruth.

Nevndin, ið situr í tvey ár, er sett, og tey, ið sita í henni eru: Niels Mortensen, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways, Randi Samsonsen fyri Listafólkasamband Føroya og Armgarð Weihe, vald av Mentamálaráðnum, umframt ein samskipari, sum er Ingrid Bjarnastein frá Atlantsflog

Viðtøkur fyri grunnin Listaflog

 §1 Navn grunsins er “Listaflog”; eigari er P/F Atlantic Airways.

§ 2 Málið við “Listaflogi” er at stimbra føroyska list fíggjarliga og við ferðaseðlum á rutunetinum hjá Atlantic Airways í sambandi við listaligt arbeiði og/ella ávísa listaverkætlan.

§ 3 Grunnurin verður stjórnaður av einari nevnd, mannað við:

-          Einum umboði fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways

-          Einum umboði fyri Listafólkasamband Føroya

-          Einum umboði, sum Mentamálaráðið velur

 Umframt er ein skrivari/samskipari, sum Atlantic Airways velur.

Nevndin verður vald fyri tvey ár í senn.

Nevndin hevur fulla heimild at velja, hvør ella hvørjar av innkomnu umsóknunum verða gingnar á møti, og hvussu peningurin verður býttur millum umsøkjararnar.

§ 4 Stuðulin, sum er 100.000 DKKK tilsamans, verður latin 28. mars á hvørjum ári, sum er dagurin, tá ið Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni. Umsóknir skulu sendast sambært umsóknarskjali, sum er tøkt á atlantic.fo  https://www.atlantic.fo/fo/um-okkum/stu%C3%B0ul/listaflog/ums%C3%B3knarskjal/

Skjalið er tøkt frá fyrst í februar til miðjan mars (nærri dagfestingar tilskilaðar hvørt ár).  

§ 5

1.  Stuðulin kann vera latin einum ella fleiri listafólkum og/ella listaverkætlanum. Stuðulin kann, umframt pening, eisini fevna um ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways í sambandi við verkætlanina – í mesta lagi fimm ferðaseðlar aftur og fram. Grundgevast skal fyri, hví ferðin hevur týdning fyri verkætlanina.

2.  Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk.

 § 6 Treytir

1.  Fyri at fáa stuðul, skal listafólkið búgva í Føroyum ella vera føroyingur búsitandi uttanlands.   

2.  Listafólkið skal kunna vísa á, hvussu stuðulin skal brúktast, og eisini skal grunnurin Listaflog áðrenn 28. mars árið eftir móttaka eina frágreiðing (skrivliga, myndir, video osfr.) um, hvussu stuðulin varð brúktur.

3.  Fíggjarætlan skal fyriliggja.

4.  Umsókn um stuðul skal vera grunninum í hendi í tíðarskeiðnum fyrst í februar til hálvan mars á hvørjum ári, sum stuðulin verður latin 28. mars. Felagið kunnar alment, nær klárt er at taka ímóti umsóknum og hvussu leingi. Umsóknir, sum koma uttanfyri nevnda tíðarskeið, verða ikki tiknar við. 

 

Grunt endaloysi í Listasavninum

Ummæli og fotomyndir: Kinna Poulsen

Eg havi verið í Listasavninum og hugt at framsýningini Infinity við 39 verkum hjá Beintu av Reyni. Á sama hátt sum á øðrum serframsýningum hjá Listasavninum er talan um bæði gamlar og nýggjar myndir hjá avvarðandi listafólki. Beinta á Reyni hevur búð í Danmark síðani hon var 3 ár, men hon er ættað úr Føroyum; hin listarliga navnframi meistarin, Ingálvur av Reyni er eyðsýniliga abbabeiggi hennara.

Sum málari er Beinta av Reyni sjálvlærd. Myndir hennara eru realistiskar við einum surrealistiskum brá, stílsliga er talan um pop art við poppkendum, fjølmentanarligum myndevnum. Fleiri av framsýningarverkunum eru tematisk skyld og sett upp í røðum við enskum heiti; Infinity er eitt evni, ið snýr seg um endaleysan alheim og harumframt eru heitini Natural Warriors um krígssinnaða menniskjað, Frames við málaðum rammu, Capsized Tales við ævintýrum, sum eru koppaði og The Other Side um lívsins myrku síður.

Eg havi satt at siga ivast í myndunum hjá Beintu av Reyni, síðani eg sá tær á fyrsta sinni fyri fimtan árum síðani. Tað taldi sjálvsagt sum eitt pluss, at stílurin í myndunum var øðrvísi í mun til ráðandi rák innan føroyska list, men so var mín innleiðandi uppliving av myndunum kanska eisini litað av, at fleiri av hennara myndevnum vóru av Eiði. Listakvinnan og eg hava báðar mammu av Eiði og monumentala lýsingin av Eiðis kirkju við mynstrutari bakgrund tendraði onkursvegna í míni egnu um somu tíð fjálgu og fremmandgjørdu minni um vitjanir á Eiði sum barn.

Eftir at hava sæð framsýningina Infinity í Listasavni Føroya, ivist eg ikki meir, tíverri. Eg haldi, at tann menningin, sum Solveig Hanusardóttir Olsen lýsir í kataloginum ikki hevur verið verkunum at bata, heldur tvørturímóti. Solveig H.Olsen greiðir frá, at nógv er hent við verkunum hjá Beintu av Reyni síðani hennara síðstu framsýning í Listasavninum fyri tíggju árum síðani, ið nevndist Aftan fyri gardinurnar: “Hon er vorðin djarvari, hevur loyst upp siðbundnu tilgongdina til myndina og hevur ment ein leysari stíl. Seinastu árini hava flestu verkini havt tilvísing til eitt meira urbant umhvørvi og viðgjørt samfelagsviðurskifti og víðfevndnar spurningar.”. Og kanska passar tað, at listakvinnan er vorðin djarvari og t.d. er farin at brúka ein rundan sjónarring. Trupulleikin er bara tann, at myndirnar nú eru steindeyðar og óansæð um tilsipingarnar eru listsøguligar, ævintýrkendar, søguligar ella fjølmentanarligar, so tykjast tær ómetaliga grunnar.

Sjálvt um hesir málningarnir heilt vist sýna ein ávísan dugnaskap, ans fyri dekoratión og illusiónismu og stóran ómak í mátanum, teir eru málaðir, fæst ikki nógv annað burtur úr øllum hesum enn ein bilsin reaktión frá áskoðaranum, ið helt, at myndirnar vóru í rammu, sum í veruleikanum var málað á løriftið. Meira tykist ikki vera í hesum sløttu og deydligu myndunum. Málningurin Luncheon on the Grass with Slim Shady and Killer Bob frá 2010 er eitt dømi um hetta grunnskygnið. Talan er um eina parafrasu av kenda málninginum Frokost í tí grøna, sum Manet málaði í 1863 og sum mikil øsing stóðst av, tá hann á fyrsta sinni var framsýndur, men sum síðani hevur fingið pionerstatus og er parafraseraður nógvar ferðir.

Eitt nú hevur Edward Fuglø málað seg sjálvan inn í myndina í síni versión av málninginum, sum eisini hongur í føstu framsýningini í Listasavninum - myndirnar hjá teimum báðum, Fuglø og av Reyni líkjast í sinn og skinn. Í málninginum hjá Beintu av Reyni eru báðar kvinnurnar í myndini hjá Manet deyðar, eyðsýniliga offur hjá perversum hópdrápsmonnum, sum eru innlimaðir í skapið hjá Slim Shady/Eminem/Jason/Killer Bob, teir eru kendir frá rapptónleiki/ræðufilmi/sjónvarpsrøð. Øll herligheitin er síðani rammað inn við einari málaðari gullrammu, sum var talan um ein gamlan, idylliskan málning frá romantiskari tíð. Men um vit síggja burtur frá mótsetninginum millum gru og gull, hvat fær listakvinnan burtur úr síni umorðing av meistaraverkinum hjá Manet? Ikki serliga nógv, haldi eg, við einum góðum vilja kann eitt slag av Menn-sum-hata-kvinnur-feminisma møguliga lesast burtur úr myndini, men tað hevði kanska verið at gjørt av tulkingarliga.

Frokost í tí grøna-parafrasan er elsta myndin á framsýningini og í grundini tann, sum eg havi tað frægast við á framsýningini, tí hon allíkavæl tykist eitt sindur livandi í mun til hinar ovurhonds sløttu og deydligu málningarnar á framsýningini og hetta er tíverri kenslan, sum situr eftir, sjálvt um framsýningin sum heild tykist væl skipað og katalogið er snøgt og ómaksfult skrivað.

Tað undrar meg veruliga, at Listasavnið velur at satsa uppá eina listakvinnu í so stóran mun, at tey hýsa einari serframsýning við hennara verkum nú á øðrum sinni uppá tíggju ár, tá nú dygdin er so slættlig sum hon í roynd og veru er.

Tað ordiliga løgna er so tað, at bæði Nils Ohrt, listasavnsstjóri og Solveig H.Olsen, fyristøðufólk á savninum, onkursvegna hava eyga fyri veiku síðunum hjá hesum verkunum, tað sæst í katalogtekstunum. Ohrt kemur bæði inn á trivialmentan (Kurt Ard) og glansbíløt í sínum teksti, meðan Solveig H.Olsen nevnir, at tað kann vera ein vandi, at verkini gerast patetisk ella klisjekend, tó hesum sleppa verkini undan, tí tey altíð hava okkurt at siga, heldur Solveig. Bæði tvey, Ohrt og Olsen halda eyðsýniliga, at talan er um eitt slag av tilvitaðum kitsch og har eri eg ósamd. Tá eg hyggi at kataloginum og hugsi aftur á samanblandið í framsýningini millum dekorativu illusiónismuna, smarta slættleikan, lekru sevjumiklu litslettini, ásettu litføgru blómurnar og litfarrarnar, sum flóta inn í hvønn annan - má eg loyva mær at ivast í hvussu tilvitað ella djúptøkin henda listin er. 

MoMA mótmælir Trump

Charles Hossein Zenderoudi - brot av verki

Charles Hossein Zenderoudi - brot av verki

Sambært New York Times er stóra listasavnið MoMA, Museum of Modern Artl í New York farið uppí mótmæli av forsetanum, Donald Trump og tey gera tað við list, sjálvandi. Mótmælið er eins einfalt og tað er genialt, tí MoMA hevur gjørt eina nýggja uppheinging við nøkrum listaverkum hjá savninum hjá listafólkum, sum koma úr økjum, sum hava fingið innferðarbann til USA.

Hetta er jú ein góður háttur at vísa á tað góða, sum landið fær og hevur fingið frá tilflytarum. Verkini hava muslims listafólk gjørt, m.a. Ibrahim el-Salahi úr Sudan, Zaha Hadid úr Irak, Charles Hossein Zendereoudi úr Iran og Tala Madani úr Iran. Tey tilsamans sjey verkini á hesi mótmælis-uppheingingini hava øll eina tilskrift við boðunum:

“Hetta verkið er gjørt av einum listafólki frá eini tjóð, hvørs borgarar eru noktaðir atgongd til USA sambært forsetaboð frá 27.jan 2017. Hetta er eitt av mongum listaverkum frá savninum, sum er sett upp til tess at staðfesta, at idealini um frælsi og at bjóða fólki vælkomin eru eins týdningarmikil fyri hetta savnið sum tey eru fyri USA”.

https://www.nytimes.com/2017/02/03/arts/design/moma-protests-trump-entry-ban-with-work-by-artists-from-muslim-nations.html?rref=collection%2Fsectioncollection%2Farts&action=click&contentCollection=arts&region=stream&module=stream_unit&version=latest&contentPlacement=1&pgtype=sectionfront&_r=1

Bjørn Nørgaard - myndirnar og maturin

Fotomyndir: KP og Steinpent

Her eru nakrar myndir frá uppihaldinum hjá Bjørn Nørgaard í Steinprenti hesa ferð. Umframt fýra prent til Glostrup Kunstforening, gjørdi hann fýra aðrar myndir, so hann fekk nógv burturúr listarliga. Eisini var hann fegin um at møta fólki  á verkstaðnum og at royna góðan føroyskan mat. Honum dámar væl turt tvøst og spik, feskt kjøt og skerpikjøt, men tað besta var helst tað, at Birgir Enni kom inn á gólvið við onkrum forkunnugum, gomlum skeldýrum og turkaðum tara. Nú er listamaðurin farin aftur, men tey prenta enn í Steinprenti, restina av upplagnum. Í gjár skrivaði eg eina grein um uppgávuna hjá Bjørn Nørgaard. Hon er undir myndini. 

Uppgávan er bundin og snýr seg um at gera fýra prent til Glostrup Kunstforening. Hesi eru í skrivandi stund við at verða liðug og tað er gott, tí Nørgaard hevur nógv um at vera og skal longu av landinum aftur í morgin. Sjálvt sunnudagurin, ein sjáldsama vakur dagur síðst í januar, er brúktur sum arbeiðsdagur á verkstaðnum, har øll eru í gongd við sínum parti av teirri umstendiligu litografisku prosessini. 

Jan Andersson slípar steinar, Fríða Matras Brekku er við at yvirføra eina mynd á ein stein og Magnus Andersson er í ferð við at etsa ein stein. Bjørn Nørgaard hevur eftirlit við arbeiðsgongdini. Hann er eitt sindur spentur og enn ikki heilt vísur í um myndirnar fara at eydnast. Sjálv siti eg við telduna á verkstaðnum og lurti eftir vinarliga prátinum millum fólkini á verkstaðnum og merki konsentreraða spenningin í rúminum meðan tíðin líður og tað spakuliga fer at skýma.

Myndevnisliga hevur Nørgaard tikið støði í nøkrum fotomyndum av eini model, sum eru yvirførdar á litografiska steinin, og sum hann síðani viðger, teknar og málar útyvir. Tað vil siga, at útgangsstøðið er rættiliga klassiskt eisini um hugsað verður um verkið hjá Bjørn Nørgaard sum heild, har nakni kvinnufigururin er myndevnisligur aðaltáttur heilt frá byrjanini hjá listamanninum, sum í 1969 pallsetti listarligu aktiónina Nakin kvinniligur Kristus í keypsskálanum í Keypmannahavn. Tær fýra myndirnar til Glostrup Kunstforening eita Trúgv, Vón, Kærleiki og Vónloysi

 Royndarprentið er klárt og eg hoyri á røddunum á prentara og listamanni, at tað er gott. Listamaðurin greiðir mær frá, at myndirnar eru grundaðar á nakrar standmyndir og uppstillingar, sum hann gjørdi til eina framsýning herfyri í Galleri Susanne Ottesen í Keypmannahavn við kvinnuligum yvirkroppum í búrum úr ymiskum tilfari, ið á ymiskan hátt sipa til vanitas. Hugtakið vanitas fevnir um myndamál, ið ofta varð brúkt í barokka tíðarskeiðnum í 17.øld, sum sipa til tað  stokkuta í tilveruni, sápubløðrur, glas og ísur kunnu brúkast sum vanitas symbol, men eisini skøltar og blómur verða brúkt í vøkru myndunum av tilverutreytum menniskjans. Memento mori - minst til at tú skalt doyggja siga hesar myndirnar.  Listin frá barokka tíðarskeiðnum er ofta vøkur og sansalig og tað sama kann sigast um myndirnar, sum Bjørn Nørgaard hevur gjørt á verkstaðnum. Cadmium gult brestur saman við violettum ella tí, sum eg haldi vera violett, men sum vísir seg at vera eitt bland av einum liti við fantastiska heitinum Caput Mortum og preussiskum bláum.

Sjálvt um myndirnar bæði tykjast grafiskar við teimum kámu fotomyndunum og málandi við skapunum, ið eru málað omanyvir, er eingin ivi um, at tær eisini eru merktar av høggmyndalist í mátanum, tær eru sniðgivnar. Her hómast ein serligur ansur fyri figurinum og rúminum í myndunum og ein áhugaverdur mótsetningur kyknar millum tað illusionistiska fotobaseraða rúmið og tað flata pappírið. 

Sum so ofta hendir, tá listafólk arbeiða við bundnum uppgávum í Steinprenti, so verður okkurt gjørt aftrat og hetta er aftur galdandi hesaferð nú Bjørn Nørgaard hevur fingið eina lítla abstrakta perlu burturúr einum av teimum allarminstu steinunum, sum tey eiga í Steinprenti. - Har er okkurt serligt við smáum prentum, heldur Bjørn Nørgaard og heldur fram fyri sær sjálvum - at tað er í smáu støddunum, at mann sær serligu dygdirnar hjá grafikkinum. 

Kinna Poulsen

 

IMG_0766.jpg

Sunnudag seinnapart við Bjørn Nørgaard í Steinprenti - Søndag eftermiddag med Bjørn Nørgaard i Steinprent i Tórshavn

IMG_0733.jpeg

Sigast kann ikki, at tey hvíla á laurberunum, Jan Andersson og Fríða Matras Brekku, sum mikukvøldið vóru heiðrað við heiðursløn fyri mentanaravrik, ið Rigmor Dam, mentamálaráðfrúa handaði í Tvøroyri. Síðani hava tey meira ella minni ligið vatnrøtt í luftini á verkstaðnum, har tey arbeiða saman við  kenda danska listamanninum Bjørn Nørgaard. 

Uppgávan er bundin og snýr seg um at gera fýra prent til Glostrup Kunstforening. Hesi eru í skrivandi stund við at verða liðug og tað er gott, tí Nørgaard hevur nógv um at vera og skal longu av landinum aftur í morgin. Sjálvt sunnudagurin, ein sjáldsama vakur dagur síðst í januar, er brúktur sum arbeiðsdagur á verkstaðnum, har øll eru í gongd við sínum parti av teirri umstendiligu litografisku prosessini. 

Jan Andersson slípar steinar, Fríða Matras Brekku er við at yvirføra eina mynd á ein stein og Magnus Andersson er í ferð við at etsa ein stein. Bjørn Nørgaard hevur eftirlit við arbeiðsgongdini. Hann er eitt sindur spentur og enn ikki heilt vísur í um myndirnar fara at eydnast. Sjálv siti eg við telduna á verkstaðnum og lurti eftir vinarliga prátinum millum fólkini á verkstaðnum og merki konsentreraða spenningin í rúminum meðan tíðin líður og tað spakuliga fer at skýma.

Myndevnisliga hevur Nørgaard tikið støði í nøkrum fotomyndum av eini model, sum eru yvirførdar á litografiska steinin, og sum hann síðani viðger, teknar og málar útyvir. Tað vil siga, at útgangsstøðið er rættiliga klassiskt eisini um hugsað verður um verkið hjá Bjørn Nørgaard sum heild, har nakni kvinnufigururin er myndevnisligur aðaltáttur heilt frá byrjanini hjá listamanninum, sum í 1969 pallsetti listarligu aktiónina Nakin kvinniligur Kristus í keypsskálanum í Keypmannahavn. Tær fýra myndirnar til Glostrup Kunstforening eita Trúgv, Vón, Kærleiki og Vónloysi

Royndarprentið er klárt og eg hoyri á røddunum á prentara og listamanni, at tað er gott. Listamaðurin greiðir mær frá, at myndirnar eru grundaðar á nakrar standmyndir og uppstillingar, sum hann gjørdi til eina framsýning herfyri í Galleri Susanne Ottesen í Keypmannahavn við kvinnuligum yvirkroppum í búrum úr ymiskum tilfari, ið á ymiskan hátt sipa til vanitas. Hugtakið vanitas fevnir um myndamál, ið ofta varð brúkt í barokka tíðarskeiðnum í 17.øld, sum sipa til tað  stokkuta í tilveruni, sápubløðrur, glas og ísur kunnu brúkast sum vanitas symbol, men eisini skøltar og blómur verða brúkt í vøkru myndunum av tilverutreytum menniskjans. Memento mori - minst til at tú skalt doyggja siga hesar myndirnar.  Listin frá barokka tíðarskeiðnum er ofta vøkur og sansalig og tað sama kann sigast um myndirnar, sum Bjørn Nørgaard hevur gjørt á verkstaðnum. Cadmium gult brestur saman við violettum ella tí, sum eg haldi vera violett, men sum vísir seg at vera eitt bland av einum liti við fantastiska heitinum Caput Mortum og preussiskum bláum.

Sjálvt um myndirnar bæði tykjast grafiskar við teimum kámu fotomyndunum og málandi við skapunum, ið eru málað omanyvir, er eingin ivi um, at tær eisini eru merktar av høggmyndalist í mátanum, tær eru sniðgivnar. Her hómast ein serligur ansur fyri figurinum og rúminum í myndunum og ein áhugaverdur mótsetningur kyknar millum tað illusionistiska fotobaseraða rúmið og tað flata pappírið. 

Sum so ofta hendir, tá listafólk arbeiða við bundnum uppgávum í Steinprenti, so verður okkurt gjørt aftrat og hetta er aftur galdandi hesaferð nú Bjørn Nørgaard hevur fingið eina lítla abstrakta perlu burturúr einum av teimum allarminstu steinunum, sum tey eiga í Steinprenti. - Har er okkurt serligt við smáum prentum, heldur Bjørn Nørgaard og heldur fram fyri sær sjálvum - at tað er í smáu støddunum, at mann sær serligu dygdirnar hjá grafikkinum. 

Kinna Poulsen

 

Søndag eftermiddag med Bjørn Nørgaard i Steinprent i Tórshavn

Man kan ikke sige, at de hviler på laurbærene, Jan Andersson og Fríða Matras Brekku, som i onsdags var de ærefulde modtagere af den færøske kulturpris, overbragt af kulturminister Rigmor Dam. Siden har de mere eller mindre ligget vandret i luften på værkstedet, hvor de har arbejdet med Bjørn Nørgaard siden i torsdags. 

Det drejer sig om en bunden opgave, der skal fremstilles fire tryk til Glostrup Kunstforening, og der arbejdes koncentreret og med et vist tidspres, som ikke bliver lettere af et døgns forsinkelse på grund af et af de mange nordatlantiske lavtryk, der har forårsaget en del aflysninger af fly og færger på Færøerne i den seneste tid. Så der arbejdes, også selv om det er søndag og vejret i Tórshavn for en gangs skyld er godt, det holder tørt og solen skinner

På værkstedet er alle mand i gang med hver deres del af den omstændelige litografiske proces. Jan Andersson sliber sten, Fríða Matras Brekku er i færd med at overføre en tegning på en sten og Magnus Andersson er i gang med at syre en sten, imens Bjørn Nørgaard inspicerer. Han er spændt og ikke helt sikker på om det nu er det rigtige og om litografierne vil lykkes. Jeg sidder ved computeren og overhører samtalen mellem de arbejdende, som er venlig, selv om spændingen er mærkbar. Der er ikke plads til de store fejltagelser, for tiden er knap. 

Motivisk har Nørgaard taget udgangspunkt i nogle fotos af en model, der er overført på den litografiske sten og som siden er behandlet, tegnet på, overmalet og ridset i. Udgangspunktet er altså ganske klassisk og det er det jo også i forhold til Nørgaards eget værk, hvori den nøgne kvindefigur indtager en central position. 

 

De fire billeder til Glostrup Kunstforening hedder Tro, Håb, Kærlighed og Fortvivlelse. Nu er prøvetrykket klart og jeg kan høre på både trykkerens og kunstnerens stemme, at det er vellykket. Kunstneren viser mig billeder fra en udstilling hos Susanne Ottesen med kvindelige torsoer, der tematisk og materialemæssigt henviser til barokkens vanitasmotiv. Vanitas handler om forgængeligheden, som udtrykkes gennem skønheden i skinnende glas og is, sæbebobler; andre yndede motiver i barokken er kranier, vinglas og nedbrændte stearinlys. Memento mori - husk at du skal dø! Disse billeder påminder os om, at vi skal dø. Kunsten fra barokken er skøn og sanselig og det samme kan siges om billederne, som Bjørn Nørgaard har fremstillet i Steinprent, med en eksplosiv blanding af cadmium gul og noget, som jeg tror er violet, men som viser sig at være en farveblanding mellem Caput Mortum og preussisk blå. 

Selv om de fire billeder både har grafiske kvaliteter med de lidt udviskede fotografier, ligesom de forekommer maleriske i de overmalede former, er de også udpræget skulpturelle i deres formgivning. Her fornemmes en særlig sans for rummet i billederne, samt en interessant modsætning imellem det illusionistiske rum i fotografiet og det flade papir. 

Som det så ofte hænder, da kunstnere arbejder med bundne opgaver i Steinprent, så vanker der ekstra gevinst i form af billeder, som kunstneren laver imens værkstedsfolkene er i gang med at trykke eller udføre andre opgaver på værkstedet. Disse ekstracurriculære aktiviteter har denne gang resulteret i et vidunderligt lille tryk, som Bjørn Nørgaard har fået ud af en af værkstedets allermindste sten.  - Der er noget særligt ved små tryk, mener Bjørn Nørgaard og fortsætter henvendt til sig selv - at det jo er i de små størrelser, at grafikkens særlige kvaliteter ses.

Kinna Poulsen

Beinta av Reyni: Infinity


Fernisering verður í dag, fríggjadagin 27. januar kl. 16:00

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, setur framsýningina, og Guðrið Hansdóttir spælir tvey løg. Beinta av Reyni verður til ferniseringina, og savnið bjóðar ábit. Øll eru vælkomin til hátíðarhaldið á Listasavninum.

Listasavn Føroya gevur út bókina "Infinity" við tekstum eftir Nils Ohrt og Solveig Hanusardóttir Olsen. Bókin fæst fyri serprís upplatingardagin.

Framsýningin er opin til og við 2. apríl 2017.
Savnið er opið hvønn dag frá kl. 13-16. Mánadagar er stongt.
Til og við 28. februar er ókeypis atgongd á Listasavninum.

Heiðurskvøða til Steinprent - Hæderstale til Steinprent

Røða á hátíðarhaldi á Seglloftinum 25.jan 2017

Í kvøld er myrkt og stillt í Grafiska verkstaðnum í Havn. Har ljóma eingir tónar frá tí annars so virkna plátuspælaranum - bæði Bob Dylan og Billie Holiday hava fingið frí. Har er einki prát á verkstaðnum og eingin kjakast um litir, um steinar og um list. Ongar søgur verða sagdar og eingin flennur. Har er heldur eingin, sum stendur alspent, klár at síggja ta nýprentaðu myndina júst í somu løtu, sum listamaðurin lyftir pappírið upp frá litografiska steininum.

Í kvøld eru eingi listafólk og eingir prentarar í Steinprenti. Tonsatunga, tignarliga steinprentspressan stendur pinnastill á gólvinum og hvør veit - kanska er hon ovfarin av óvanliga kvøldarfriðinum. Men her á Seglloftinum á Tvøroyri er ljós og lív og her sita tey - verkstaðsfólkini, Jan og Fríða, fyri einaferðs skyld hendur í favn.

Eg rokni ikki við, at nakar kann vera heilt ósamdur við mær, tá eg sigi, at virksemið hjá Steinprenti byggir á einastandandi avrik hjá einstaklingum - hjá listarligum úrmælingum. Steinprent er grundað á poetisku súkklurnar og spannirnar hjá Tóroddi Poulsen, á tær fantastisku globalu og lokalu forteljingarnar hjá Bjørn Nørgaard, á bylgjandi rúmdir og skap hjá Hansinu Iversen, á víðskygda bládýpið hjá Tróndi Patursson, á ljóselvandi myrkrið hjá Mariusi Olsen, á stórbæru skuggar einkisleikans hjá Ian McKeever og dekadentu, bylgjandi strikuna hjá Knud Odde, á gjøgnumskygdu trívíddina hjá Rannvá Kunoy, á artistiska lættleikan hjá Torbirni Olsen og John Kørner– ja, tað snýr seg sjálvsagt um alla ta framúrskarandi listina, sum hesi nevndu og meira enn hundrað onnur listafólk hava skapað í Steinprenti millum ár og dag.

Tey skjótt átjan árini, verkstaðurin hevur verið til, hevur hann verið týdningarmikil partur av menningini innan føroyska myndlist, sum er vorðin meira fjølbroytt við størri ansi fyri yrkislistini. Hesi árini er samfelagið broytt og føroyski listamóttakarin er vorðin enn meira upplýstur, meira opin og meira kritiskur. Tey fyrstu árini húsaðist verkstaðurin í Listasavninum í Gundadali, og tá hann flutti oman í Østrøm í 2009, vóru vit nøkur, sum stúrdu eitt lítið sindur fyri framtíðini. Eitt nú tóktist fíggjarliga avbjóðingin møtumikil og eg helt eisini, at upprunaliga konstellatiónin við einum livandi grafiskum verkstaði í Listasavni Føroya var góð og kundi veita okkara lítla listasavni serligar møguleikar á samtíðarlistarliga økinum.

Hetta var eisini í stóran mun galdandi fyri dynamiska samstarvið millum Bárð Jákupsson, sum var stjóri á Listasavninum tá, og Jan Andersson, litograf, sum saman við Fríðu Matras Brekku hevur staðið fyri arbeiðnum á verkstaðnum øll árini.

So líðandi eru alsamt fleiri fólk løgst aftrat virkseminum og alla tíðina verða kontaktirnar útbygdar, eisini verða tað alsamt fleiri fólk, ið líkasum hoyra til á verkstaðnum; Magnus Andersson rammar inn, men hann prentar eisini og hjálpir til, har eru næmingar í starvslæru og limir í áhugafelagnum Steinbrá og so eru tað listafólkini. Tey, sum arbeiða og tey, sum bara hyggja inn á gólvið fyri at heilsa uppá og skifta orð um lív og list.

Og meðan prátið gongur, kemur Jan kanska við einum pappstykki við onkrari litblanding á, sum listafólkið skal taka støðu til. Litografiska tøknið er umstendiligt og í Steinprenti brúka tey teir ordiligu, stóru og tungu litografisku kálksteinarnar úr Solnhofen í Týsklandi. Fyrst verða undanfarnar myndir slípaðar burtur av steininum. Síðani verða tveir steinar skúraðir móti hvørjum øðrum við vatni og carborundumpulvuri so at yvirflatan á steininum verður sløtt og klár at tekna á við fitikendum kriti ella tusj. Listafólkið má tekna á ein nýggjan stein fyri hvønn lit - hvør litur verður also prentaður hvør sær og hetta hevur við sær, at tað lidna prentið ofta er úrslitið av eini drúgvari prosess. Tá listafólkið er liðugt við steinin verður hann viðgjørdur soleiðis, at fitievnið situr fast í steininum; evnisliga snýr tað seg um, at feitt skýggjar vatn. Eitt royndarprent verður gjørt, sum listafólkið tekur støðu til og broytir um tað er neyðugt. Mannagongdin er dynamisk og tað er spennandi at fylgja við.

Fleiri av verkætlanunum hjá Steinprenti eru longu legendariskar, hetta er t.d. galdandi fyri stórverkið, sum heimskendi listamaðurin Per Kirkeby avrikaði saman við Jan og Michael Schäfer, tá hann var í Føroyum í mai 2000. Tilsamans 77 grafisk bløð vórðu framleidd hesar fjúrtan dagarnar og bæði myndir og arbeiðsgongdir er væl dokumenterað í áhugaverdu bókini, Rejsen til Færøerne.

Bókmentirnar hava alla tíðina havt innivist á Grafiska Verkstaðnum sum eisini hevur verið karmur kring bókaframløgur og upplestur. Steinprent hevur prentað allar permurnar hjá tíðarritinum, Vencil og harumframt hevur Steinprent givið fleiri bøkur út hjá m.a. Claus Carstensen og Søren Ulrik Thomsen og hjá Bjarne Werner Sørensen og Tóroddi Poulsen.

Samstarvið við Tórodd er stórt og serligt – tað byrjaði, tá yrkjarin var púra ókendur sum myndlistamaður. Hansara myndamál var og er so einastandandi øðrvísi, at avgerðin um at taka upp samstarv við hann, hevur kravt dirvi og ans fyri progressivari list. Tað hava tey Steinprenti og prentini hjá Tóroddi Poulsen teljast millum týdningarmestu verkini í nýggjari føroyskari list.

Samlaða avrikið er ómetaliga stórt. So nógvar verkætlanir, so nógvar framsýningar, so nógvar prentmyndir, fullar av nýggjum hugsanum, sum hava flutt okkum og fingið okkum at gleðast og undrast. Flytingin oman á Skálatrøð hevur víst seg at hava greiðar fyrimunir við betri hølisumstøðum, betri útsýni og við plássi fyri gallarívirksemi. Har hava longu verið yvir 50 framsýningar á staðnum. Tann sentrala plaseringin hevur havt nógv fleiri vitjandi við sær og øll verða boðin vælkomin uttan mun til hvør ella hvaðani mann er.

Hetta við blíðskapinum haldi eg vera eina grundleggjandi orsøk til ta góðu gongdina. Onkuntíð minnir køkurin í Steinprenti um ta kendu kahúttsenuna í gamla filminum hjá Marx Brothers A night at the opera. Har kemur tað skemtiliga poengið heilt einfalt av øgiligu mongdini av ymiskum persónum, sum ein og ein trína inn í eina pinkalítla kahútt, sum so verður stústappað av fólki. Og ofta er tað næstan líka fult og minst líka stuttligt og surrealistiskt inspirerandi í verkstaðskøkinum sum í kahúttini hjá Groucho Marx. Her hittast øll møgulig fólk – umframt listafólk, høvundar, sjónleikarar og tónleikarar er onkur námsfrøðingur, læknar, politikarar, maskinmeistarar, lærarar, sakførarar - ein gávumildur útróðrarmaður hevur verið við einum kóki og mitt í rokanum stendur Birgir Enni, hann er komin við sjónotum ella einari góðari søgu frá teimum sjey høvunum. Tað er ikki løgið, at nógv av teimum útlendsku listafólkunum og miðlunum eru púra hugtikin av hesum staðnum.

Við gestablídni og ansi fyri listarligari góðsku hava verkstaðsfólkini Jan og Fríða skapað eitt umhvørvi, sum vit ikki hava havt í Føroyum. Tað er eitt umhvørvi, har bæði føroysk og útlendsk yrkislistafólk trívast og listaáhugað føla seg vælkomin og har tað ber til hjá fólki, sum ikki eru múgvandi, at ogna sær upprunalist. Eisini á henda hátt er grafiska listin sosial av lyndi og tað sosiala hevur stóran týdning í Steinprenti. Fyri listaáhugað hava tey gjørt ta stórbæru listina eitt sindur meira nærverandi og atkomiliga gjøgnum tær mongu framsýningarnar og við at skapa samband millum listafólkini og áskoðararnar. Steinprent byrjaði sum ein visión hjá Jan Andersson og Bárði Jákupsson, tvs. hjá nøkrum fáum einstaklingum. Henda visiónin er vaksin til nakað størri, til nakað ítøkiligt og kollektivt, sum vit øll eiga part í, eg hugsi bæði um listafólkini og øll okkum av bygd og úr bý, ung sum gomul, útisetar, tey búføstu og ferðafólkini, ið vitja í gallarínum og á verkstaðnum. Tí fevnir henda virðislønin breitt og nertir øll við áhuga fyri samtíðarlist í Føroyum. Hjartaliga til lukku Steinprent, til lukku Jan og Fríða. Til lukku vit øll.

 

Tale afholdt i Tvøroyri, Seglloftið 25.jan 2017

Det er en ganske særlig aften, hvor der helt atypisk er mørkt og stille på det grafiske værksted i Tórshavn. Den ellers så aktive pladespiller er tyst, både Bob Dylan, Billie Holiday og alle de andre har fået fri. Der er ingen snak og ingen diskussioner om sten, om farver eller om kunst. Ingen anekdoter bliver fortalt, ingen griner. Der er nok heller ikke nogen, der står lige nu, spændt og følger med, klar til at se det nyeste tryk i det øjeblik, papiret løftes fra den litografiske sten. I aften er der ingen kunstnere og ingen trykkere i Steinprent. Den tonstunge, agtværdige litografiske presse står musestille på gulvet – hvem ved, måske er den lidt benovet af det usædvanlige aftenro. Men her på Sejlloftet i Tvøroyri er der lys og liv, det er her det sker, og her sidder de, værkstedsfolkene, Jan og Fríða og ser helt usædvanlig afslappede ud.

Jeg regner ikke med, at nogen kan være helt uenig, da jeg hævder, at Steinprents virksomhed i høj grad bygger på enkeltindividers enestående indsats. Steinprent bygger med andre ord på Tóroddur Poulsens poetiske cykler og spande, på Bjørn Nørgaards fantastiske globale og lokale fortællinger, på Hansina Iversens bølgende formationer, på Tróndur Paturssons blå dybder, på Marius Olsens lysgenererende mørke, på intethedens storslåede skygger, således som Ian Mc Keever former dem, på Knud Oddes dekadente bølgende streg, på Rannva Kunoys gennemsigtige tredimensionalitet, på Torbjørn Olsens artistiske lethed og John Kørner – ja det handler selvfølgelig om alle de fremragende tryk, som de nævnte og over hundrede andre billedkunstnere har skabt i Steinprent mellem år og dag.

De snart atten år, Steinprent, Færøernes Grafiske Værksted har eksisteret har stedet været en særdeles vigtig del af en udvikling af færøsk billedkunst, der er blevet mere varieret og med en øget bevidsthed angående professionel kunst. Disse år har samfundet ændret sig og den færøske modtager er blevet mere oplyst, mere åben og mere kritisk. De første år havde værkstedet til huse på Færøernes Kunstmuseum og da den flyttede ned til den gamle fabrik, kulturhuset Østrøm i 2009 var vi nogle stykker, der var lidt bekymrede bl.a. i forhold til de økonomiske udfordringer. Jeg mener også, at den oprindelige konstellation med et levende, grafisk værksted beliggende i vores kunstmuseum var god og kunne give museet særlige muligheder på det samtidskunstneriske felt. Og dette var også i den grad gældende for det dynamiske samarbejde mellem Bárður Jákupsson, daværende direktør for Kunstmuseet og Jan Andersson, litograf, som sammen med Fríða Matras Brekku har stået for arbejdet på værkstedet alle årene.

Langsomt er flere mennesker kommet til og hele tiden udbygges kontakterne. Magnus Andersson rammer ind, men han giver også en hånd med i trykningen og i alt det andet, der går for sig. Der er praktikanter og medlemmer i grafikforeningen Steinbrå og så er der kunstnerne. De kunstnere, der er i gang med at arbejde og de, der kigger ind til en kop kaffe og en snak om livet og kunsten.

Og mens snakken går, kommer Jan måske med et lille stykke pap med en farveblanding, som billedkunstneren skal tage stilling til. Litografi er en ganske omstændelig affære og i Steinprent bruger de alene genuine, litografiske kalksten fra Solnhofen i Tyskland. Først slibes gamle motiver af stenen, siden bliver to stene skuret mod hinanden med vand og carborundumpulver, således, at overfladen bliver fin og glat og klar til at tegne på med fedtholdigt kridt eller tusj. Kunstneren må tegne på en ny sten for hver farve – hver farve bliver altså trykt hver for sig, hvilket jo medfører, at det færdige tryk ofte er resultatet af en lang proces. Da kunsteren er færdig med stenen bliver den behandlet sådan at fedtet sidder fast i stenen. Teknikken er baseret på, at fedt skyer vand. Først tages der et prøvetryk, som kunstneren så kan tage stilling til og kan ændre. Det er meget spændende proces.

 

Flere af Steinprents projekter er allerede legendariske, det er bl.a. gældende for Per Kirkebys arbejdsophold på værkstedet i maj 2000, da han sammen med Jan Andersson og Michael Schäfer producerede 77 grafiske blade. Både billeder og arbejdsgang er dokumenteret i den interessante bog, Rejsen til Færøerne, som Brøndum udgav. Litteraturen har hele tiden været en del af Steinprent, hvor en del bøger er blevet præsenteret. Steinprent har trykt alle forsiderne i litteraturtidsskriftet Vencil og derudover har Steinprent udgivet bøger af bl.a. Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen og Bjarne Werner Sørensen og Tóroddur Poulsen.

 

Samarbejdet med Tóroddur Poulsen er stort og særligt – det indledtes på et tidspunkt, da Poulsen var ganske ukendt som billedkunstner. Hans billeder var og er så enestående anderledes og dét ikke kun i færøsk sammenhæng, at afgørelsen om at satse på ham i en sådan grad, som Steinprent har gjort, må kaldes modig og progressiv. Den samlede præstation er umådelig stor. Så mange projekter, så mange udstillinger, så mange tryk, fulde af nye tanker, der har flyttet os og har fået os til at glædes og undres. Flytningen ned til Skálatrøð har vist sig at have tydelige fordele med bedre plads, bedre udsigt og med plads for gallerivirksomhed, hvor der allerede har været over 50 udstillinger. Den centrale placering har medført mange flere besøgende, der alle får en hjertelig modtagelse og jeg tror nok, at gæstfriheden er en grundlæggende årsag til den gode udvikling. Kaffen er god og det er der andre end jeg, der har opdaget. Til tider minder køkkenet i Steinprent om den kendte kahytscene i Marx Brothers gamle film A night at the opera, hvor det morsomme opstår som følge af mængden af forskellige personer, der en efter en, træder ind i en lillebitte kahyt, som efterhånden bliver propfyldt. Og til tider er der næsten lige fyldt og mindst lige så morsomt i værkstedskøkkenet som i Groucho Marx´ kahyt. Her mødes alle slags mennesker, udover billedkunstnere, forfattere, skuespillere og musikere er der også pædagoger, læger, politiker, maskinmestere, lærere, sagførere - en gavmild fisker dukker op med fisk til middagen og midt i det hele står Birgir Enni og er i gang med at fremvise søanemoner eller med at berette en historie fra de syv have. Det er måske ikke så mærkeligt, at mange af de tilrejsende billedkunstere er glade for stedet.

Med gæstfrihed og en god fornemmelse for kunstnerisk kvalitet har værkstedsfolkene Jan og Fríða skabt et miljø, som vi ikke har haft magen til på Færøerne. Det er et miljø, hvor både færøske og internationale billedkunstnere trives, og hvor kunstinteresserede føler sig velkomne. Her har de allerfleste råd til at købe original kunst - således er den grafiske billedkunst socialt anlagt og det sociale er jo af stor betydning i Steinprent. Her på stedet er kunsten blivet lidt mere tilgængelig, det storslåede kommer på en eller anden måde lidt ned på jorden, når vi møder de forskellige kunstnere.

Det, der engang var nogle enkeltindividers, Jan Anderssons og Bárður Jákupsson vision er blevet noget større, noget håndgribeligt og noget kollektivt, som vi alle ejer en del af - jeg tænker i denne forbindelse både på billedkunstnerne og os alle, der besøger værkstedet og galleriet. Denne hæderspris favner ganske bredt, idet den berører alle med interesse for samtidskunsten på Færøerne. Hjertelig tillykke, Steinprent, tillykke Jan og Fríða, tillykke til os alle.

Kinna Poulsen

 

Rúni Brattaberg fekk Mentanarvirðislønina

Mikukvøldið 25.jan. vórðu Mentanarvirðislønir Landsins handaðar á Seglloftinum á Tvøroyri. Tað var Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sum handaði tær tríggjar virðislønirnar, Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgáva Landsins og Virðislønin til ungt listafólk.

Rigmor Dam handar mammu Rúna Brattaberg, Karini, Mentanarvirðislønina. Fotomyndir: MMR/ Bjarni Nygaard.

Rigmor Dam handar mammu Rúna Brattaberg, Karini, Mentanarvirðislønina. Fotomyndir: MMR/ Bjarni Nygaard.

Mentanarvirðisløn Landsins 2016 varð latin Rúna Brattaberg, operasangara. Virðislønin, sum er 150.000 krónur, verður latin fólki, sum hevur skapað listaverk á høgum stigi, og í grundgevingini fyri, at Rúni Brattaberg í ár fær heiðurin, verður m.a. sagt: 

“Tað lá kanska ikki í kortunum hjá bóndasoninum úr Fámará, at hann ein dag skuldi standa á mætasta operapallinum í heiminum, The Metropolitan Opera í New York og syngja Wagner - og tó. Á ungum aldri fór Rúni Brattaberg at syngja við kórinum Ljómi í Vági. Hóast upprunaliga útbúgvin dokumentarfotografur var tað alskurin til sangin, sum dró. Hann megnaði at fáa pláss í kórinum á Den Kongelige Opera í Keypmannahavn, áðrenn hann nam sær víðari útbúgving í sangi, fyrst á Sibelius Akademia í Helsinki og síðan á International Operastudio í Zürich. Rúni hevur frá náttúrunnar hond eina serstakliga djúpa og orkufulla bassrødd og harumframt vilja og ágrýtni, sum ger, at hann í dag fær í boðimest áhugaverdu operaleiklutirnar fyri bass. Við leiklutum so sum Gurnemanz og Titurel í Parsifal og König Marke í Tristan og Isolde eftir Richard Wagner, sum Baron Ochs í Der Rosenkavalier eftir Richard Strauss og sum Osmin í Die Entführung aus dem Serail eftir Wolfgang Amadeus Mozart hugtekur Rúni Brattaberg áhoyrarar og ummælarar um allan heim.”

 

Steinprent fekk Heiðursgávu Landsins

Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000, verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva Landsins fyri 2016 verður latin verður latin grafiska verkstaðnum, Steinprenti, við Jan Hartvig Andersson og Fríðu Matras Brekku.

Í grundgevingin fyri heiðurin verður m.a. sagt: “Grafiski verkstaðurin var settur á stovn í 1999. Eftir eitt tíggju ára skeið í hølum á Listasavni Føroya flutti verkstaðurin í 2009 oman á Skálatrøð og tók navnið Steinprent. Her, mitt í Havnini, hava Jan Hartvig Andersson og Fríða Matras Brekku skapað eitt kveikjandi listaligt umhvørvi, ið dregur at sær bæði føroysk og altjóða listafólk. Steinprent, sum hevur útgerð í serflokki og góð framsýningarhøli, er karmur um eitt livandi umhvørvi, har listafólk hava góðar umstøður at virka og miðla sína list, og har listaáhugað kunnu uppliva list í heimsflokki. Men mest av øllum eru tað fakligu førleikarnir, kreativu tilgongdirnar og arbeiðshugburðurin hjá Jan Hartvig Andersson og Fríðu Matras Brekku, sum draga listafólk at sær, og sum hava gjørt, at Steinprent í dag er eitt av fremstu grafisku verkstøðum í Norðurlondum.”

Anna Malan fekk Virðislønin til ungt listafólk

Anna Malan Jógvansdóttir fekk virðislønina til ungt listafólk. Virðislønin er áljóðandi 50.000 krónur og er ætlað at stuðla undir og stimbra ungum listafólki.

Í grundgevingin fyri, at Anna Malan Jógvansdóttir, fær Virðislønina til ungt listafólk, verður m.a. sagt: “Í  2015 gav Anna Malan Jógvansdóttir út yrkingasavnið Undirfloyma, sum hon listprýddi sjálv. Saman við myndum og yrkingum ferðast vit gjøgnum ein holdbundnan og stundum ræðandi vakurleika ímóti einum heimi, har eymleikin vónandi bíðar. Anna Malan var millum tey heilt fáu, sum í fjør slapp inn á  Rithøvundaskúlan í Keypmannahavn.”

Røður og tónleikur

Í ár vóru Mentanarvirðislønir Landsins handaðar á Seglloftinum á Tvøroyri. Nógv fólk vórðu komin saman á loftinum, og løtan varð send beinleiðis í bæði útvarpi og sjónvarpi Kringvarpsins. Umframt heiðursrit og peningagávu, so fingu Rúni Brattaberg, Steinprent og Anna Malan Jógvansdóttir hvør sína røðu. Annfinnur Thomasen helt røðu fyri Rúna Brattaberg, Oddfríður Marni Rasmussen helt røðu fyri Onnu Maluni, og Kinna Poulsen helt røðu fyri Jan Hartmann og Fríðu Matras Brekku í Steinprenti. Tónleikin stóðu kórið, Ljómur, sangarin Teitur og limir úr bólkinum Hamradún fyri. Ljómur sang fyrst og síðst, Teitur spældi eitt stykki, sum var sett saman av klavertónum og grafiskum myndum, og Pól Arni Holm og John Áki Egholm úr Hamradun sungu og spældu m.a. úr Sinklars vísu, eftir at Rúni Brattaberg hevði takka fyri heiðurin úr Leipzig, har hann er upptikin við operaframførslum.

Rigmor Dam, landsstýriskvinnan, gleddist í síni endarøðu m.a. um, at vit fáa alsamt fleiri yrkislistafólk í Føroyum. Vanliga verða Mentanarvirðislønir Landsins handaðar á føðingardegi William Heinesens, men vegna norðurlendska mentanarfestivalin Nordic Matters í London, var hátíðarhaldið útsett. William Heinesen var ein undangongumaður innan føroyska yrkislist, men tað gingu umleið 30 ár frá tí at hann gav út sítt fyrsta yrkingasavn, til hann kundi arbeiða sum rithøvundur burturav.

“List á høgum listaligum stigi kann hava eina tunga og trupla tilgongd. Og í nógvum førum er tað bara treiskni og áhaldni hjá listafólkunum fyri at takka, at tey ikki eru givin á hondum, og hava valt sær aðra yrkisleið, men hava tvíhildið um dreymin um, at yrkislistaleiðin við tíðini kanska – og bara kanska – fer at geva so mikið av sær, at tað fer at bera til at liva av henni,” segði landstýriskvinnan millum annað í sínari røðu og greiddi síðani frá, at fyri at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum hevði landsstýrið gjørt av at styrkja Mentanargrunn Landsins komandi trý árini.

 

 

Standmyndirnar mótmæla

Um allan vesturheimin tekur ein listarlig herbúgving seg upp móti samfelagsgongdini - móti Donald Trump í USA og høgrarákinum í fleiri londum í Evropa. Í Danmark er ein rúgva av standmyndum í nátt latin í svartar posar sum partur av eini aktión, ið skal gera vart við vaksandi fátækradømið. Eisini list hjá føroyska listamanninum Hans Paula Olsen er involverað í hesum listaverkfallinum.

Í Helsingør er standmyndabólkurin hjá Hans Paula Olsen av arbeiðarum latin í svart, standmyndirnar eru farnar í verkfall verður sagt "Vit standmyndir eru illar. Vit síggja politikarar, sum seta reformar í gongd, ið gera menniskju fátøk. Vit síggja fleiri og fleiri heimleys leggja seg í skjól undir okkum í royndini at verja seg móti vindi og veðri”.

Í New York í The Knockdown Center sýna 700 kvinnur fram list á framsýningini Nasty Woman. Heitið kemur frá amerikanska valinum og er ein orðing hjá Donald Trump, sum breyt mótkandidatin Hillary Clinton av, tá hann segði ”Such a nasty woman!”. Við framsýningini mótmæla listakvinnurnar kvinnukúgandi hugburðin hjá Trump og tað verður gjørt við bæði speisemi og humor sum í verkinum hjá Debra Broz: Pussies grabbing back.

Foto Debra Broz/ Politiken Debra Broz: Pussies grabbing back http://politiken.dk/kultur/art5798562/Kvindelige-kunstnere-giver-Trump-fingeren

Foto Debra Broz/ Politiken Debra Broz: Pussies grabbing back http://politiken.dk/kultur/art5798562/Kvindelige-kunstnere-giver-Trump-fingeren

Eitt undantak í gullrammu

Eg eri loksins liðug at heingja list upp í BankNordik. Hetta arbeiðið, sum byrjaði á heysti í 2015, tá Heidi Poulsen, arkitektur og Árni Ellefsen, bankastjóri, litu mær ta uppgávu í hendi at velja út og disponera list til prýðiliga høvuðssæti bankans á Oknavegi í Havn, er at enda komið. Við atliti til arkitekturin valdi eg at leggja serligan dent á modernaða list við málningum hjá Mikines, Jóhannesi S.Kjarval, Ingálvi av Reyni, William Heinesen, Hans Hansen, Thomas Arge, Fridu Zachariassen, Poul Horsdal, Ruth Smith, Steffan Danielsen, Frimod Joensen, Bárður Jákupsson, Tróndi Patursson, Zachariasi Heinesen, Olivur við Neyst, Torbirni Olsen, Hansinu Iversen og Rannvá Kunoy. Til tess at lata tey einstøku verkini traðka fram, havi eg fingið skift gullrammurnar út við gráar einfaldar rammur og eg haldi sum heild, at tað riggar væl.

Tá eg var í goymsluni hjá BankNordik herfyri, bar eg eyga við eina pinkalítla mynd í stórari gullrammu. Tað var sum ákallaði hon meg, og tó, at eg havi lagt merki til hana áður í yvirlitinum á telduskíggjanum, var tað ikki fyrr enn eg sá hana í veruleikanum, at eg varnaðist hvussu einastandandi vøkur, hon er. Eg valdi at gera eitt undantak frá meginregluni og taka henda lítla skattin við upp í úrvalið í síni flottu gullrammu – lítla myndin hongur í forstjóraskrivstovu bankans.

Í sambandi við, at BankNordik verður høvuðsstuðul hjá Norðurlandahúsinum í ár og næsta ár, vóru ymisk tiltøk á báðum støðum. Í bankanum var opið hús og hesum benyttaði m.o. Hanna Jensen, tingkvinna sær av. Hon tykist hugtikin eins og eg av teirri lítlu perluni á forstjóraskrivstovuni Á síni FB-síðu skrivar hon: Hendan hjá Niels Kruse (1871-1951), er sera lítil og hugtakandi - kenslan, tá tú fyrst sært hana, er eins og tá tú fyrsti ferð kemur inn í stóra rúmið í Louvre og sært La Joconde/Monu Lisu har yviri einastaðni, nógv minni enn væntað. Tú verður kløkk og hugtikin á ein hátt, har tú fert at grunda á loyndarmálið í list”.

Talan er um eina landslagsmynd, sum Eiðismaðurin Niels Kruse hevur málað uppá eina lítla træplátu. Aftan fyri myndina eru alskyns áhugaverdar smáskitsur av víndrúum m.a. Niels Kruse er sera týdningarmikil í okkara listasøgu, tí hann var fyrsti føroyingur, sum málaði landslagsmyndir; tað er við øðrum orðum her, tað byrjar. Niels Kruse var serstakliga dugnaligur, sjálvlærdur málari, ið m.a. luttók á eini úrvalsframsýning í Charlottenborg í Keypmannahavn. Saman við Kristini í Geil (1877-1935) og Jógvani Waagstein (1879-1949), sum eisini vóru sjálvlærdir málarar, legði Niels Kruse grundarsteinin til føroyska landslagsmálningin, ið fekk alstóran týdning fyri framtíðar list og listafatan í Føroyum.

Lítla landslagsmyndin er eyðkend fyri Niels Kruse bæði myndevnisliga, men eisini málihátturin er typiskur og byggir á bæði impressionismu og tjóðskaparromantikk í rúmastu merking. Ljósið í myndini er gylt og serstakt, himmalin skyggir ljósareytt meðan támið sveipar seg gandakent um Eiðiskoll. Tá myndin varð málað í byrjanini av tjúgundu øld, høvdu yrkjarar givið tjóðskaparkensluni skaldsligt flog og nú snúði tað seg um eisini at fagna heimliga landslagið við at á lørifti og pappíri í málningum og tekningum.

Tað er romantiskum málarum líkt at velja júst ta dreymakendu løtuna, sum er millum dag og nátt til teirra myndevni. Tá tað skýmir og vesturskinið litar himmal, hav og haga ljósareyð í eini yndisligari og romantiskari sælumynd, sum er bygd á somu kenslur sum í yrkingini hjá Hans Andriasi Djurhuus “Sum tað er fjálgt og lýtt í nátt, fjørðurin allur í toku fjaldur, hoyri um strendurnar alduslátt – kína um skerini smáar aldur – letur í nándini tjaldur..”.

 

Aarhus 2017 - enn eitt høvi at vera errin av okkara listafólkum

Í gjár var hátíðarhald í sambandi við, at Aarhus er Evropiskur mentanarhøvuðstaður í ár. Stórsligna hátíðarhaldið við alskyns tónleikaframførslum røðum osfr. varð sent beinleiðis í sjónvarpinum og aftur beyðst okkum høvið at vera errin um okkara listafólk, heili tvey teirra, Sunleif Rasmussen og Eivør Pálsdóttir vóru markantar røddir í hátíðarhaldinum.

Eivør var effektivt pallsett sum vøkur víkingadrottning í eini upplatingarparadu, ið sýntist so stórsligin og full av virðissymbolum, at tað í summum førum nærkaðist nationalismukitschkendu paradunum hjá týsku nationalsosialistunum, tá teir fagnaðu Tag der deutschen kunst. - At tað ber til at fegnast um tílíka pompøsa patos sigur kanska okkurt um okkara tíð (og sum ein vinkona segði í áðni, so eiga nazistarnir ikki patent uppá tað pompøsa), men tað sigur heilt vist eisini nakað um dygdina á praktfulla tónleikinum, sum varð framførdur, og er eisini grundað av skilagóða dentinum, ið fyrireikararnir av tiltakinum løgdu á multietnicitet, fjølbroytni, børn, fólkaræði, samanhald, ljós í myrkri og á menniskjarøddir og so sigur tað eisini okkurt um ræddarmegina og musikalitetin hjá Eivør, at tað altso riggaði knasandi gott. Eg haldi ikki nakar annar hevði klárað hatta so væl, og tá Eivør sang Falling free var tað bæði gásarholdselvandi og heilt ómetaliga rørandi. Hoyrið sangin her, hann byrjar 01.00.30 Seinni framførdi hon eisini saman við Luna Ersahin, orkestri og barnakóri ein vónríkan, vakran sang, Sounds like hope sum hon hevur skrivað til høvið.

https://www.dr.dk/tv/se/aarhus-som-kulturby-2017/-/aarhus-som-kulturby-2017#!/

Sunleif Rasmussen, ið av misgávum varð presenteraður sum “færøsk-dansk”, hevði skrivað eitt verk til høvið og frumframførslan eydnaðist væl. Tað var ein fanfara fyri  blokkfloytu, symfoniorkestur Den Jyske Operas Kor og Concert Clemens við sekkjapípum. Fanfaran eitur More faire than the sun við teksti frá teirri eldru edduni. Danski kulturministarin, Mette Bock, ið helt røðu aftaná verkið tóktist hugtikin av verkinum, hon segði: “Pyyyha! Man får da helt blæst håret væk af sådan en omgang skotsk/dansk vikingebolero, det synes jeg er fantastisk”. - Og rætt er, at verkið hjá Sunleif er bygt upp sum kenda verkið hjá Ravel sum ein long crescendo, ið spakuliga byggir seg upp frá einum lítlum, fabulerandi blokkfloytulagi, vakurt framborið av Michala Petri, eitt lag, ið tekur seg upp sum úr ongum til eitt stórsligið orkesturklimaks. Fanfaran er bygd upp í fýra pørtum, har av tann fyrsti er framførdur á norrønum og snýr seg um tíðina áðrenn heimsins byrjan. Annar og triði partur verða framførdir á donskum og snúgva seg um sólina, mánan og stjørnurnar. Fjórði partur snýr seg um eftirlívið í Gimli, sum er staðurin, ið er fagrari enn sólin More Fair Than the Sun. Hoyrið verkið her, tað byrjar 22.58.

https://www.dr.dk/tv/se/officiel-abningsceremoni-af-aarhus-som-europaeisk-kulturhovedstad-2017/-/europaeisk-kulturhovedstad-aarhus-abningsceremonien#!/

Marius myrkur og ljós

Ein púra vanligan hósdag fari eg malandi inn í Steinprent at vita um tey eiga ein kaffimunn. Men eg gloymi alt um kaffi eina løtu – tá eg beri eyga við nakrar myndir á vegginum. Tær eru ikki so at skáka sær undan, hetta er átrokandi føli eg á mær. Talan er um eina heila røð av framúrskarandi prentum, sum eg ikki havi sæð áður. Tey seks prentini eru gjørd út frá vatnlitamyndum, sum Marius Olsen málaði í Olevano Romano í Italia, tó okkurt føroyskt av sommum eisini hómast í myndunum. Myndirnar eru fjølbroyttar og góðar, men eg kenni stílin aftur. Tí eingin í allari verðini ger myndir sum Marius Olsen. Tað, sum at byrja við bara sær út sum vøkur landsløg, inniheldur fleiri løg av listarligum strategium og dugnaskapi. Eitt nú er tað eins og tann púra einfalda landslagsmyndin við vøkrum gulum og bláum irishimmali og hvítum og myrkagrønum lendi í forgrundini innlimar eina landslagsliga ovursjón av hita- og kuldasansingum og tað er sama landslagið, sum sæst í einum øðrum prenti, har litirnir syngja uppøstar tónar í gulum, violettum og appilsingulum stiliseraðum sólstrálum. Marius Olsen er líka áhugaður í myrkri sum í ljósi, men í myndini, har myrkrið sýgur seg yvir býin, er ljós í túninum høgrumegin í forgrundini á myndini, so at eini fitt lítil hús síggjast. Myrkrið gerst hjá Mariusi ljós- og hitaelvandi, myrkrið er fjálgt og í ljósinum eru allahanda litir. Hyggja vit eina løtu at tí myrku myndini er tað sum um sama fjallaskap stingur seg upp í violettum miðskeiðis í myndarúminum og soleiðis kann mann blíva við at hyggja, men kaffi fekk eg eisini, sjálvt um prentarin ikki hevði tíð. Hann fekst við at blanda ein lit fyri Hansinu Iversen, sum hevði málað á tríggjar litografiskar steinar, sum verða prentaðir í næstum.