Litirnir glógva og ljósið er nýtt

-Ja, hetta sær kanska eitt sindur sinnisklovið út, heldur listakvinnan umberandi fyri við einum speiskum smíli í tí, hon við aðrari hondini vísir yvir á veggin, har sum prentini hanga. Talan er um nakrar spildurnýggjar myndir; samlaða úrslitið av seinasta samstarvinum millum Hansinu Iversen og Steinprent. Og rætt er, at myndirnar eru rættiliga ymiskar í stíli, men tær eru ikki minni áhugaverdar fyri tað, tvørturímóti. Myndirnar geva áskoðarunum innlit í tær ymisku leiðirnar í fjølbroytta og støðugt vaksandi verkinum hjá Hansinu Iversen.

Tann fyrsta myndin, sum Hansina gjørdi í hesum umfarinum er avmyndað ovast her á síðuni, tað er ein elegant kompositión við orange, bláum, brúnum og violettum rundleittum skapum, summi óskygd, onnur gjøgnumskygd, ið líkasum eru løgd oman á hvørt annað, næstan sum var hetta eitt av pappírsklippunum hjá Williami Heinesen, sett saman við ansi fyri vakurt skyggjandi litum eins og skuggaspælið av bløðum og blómum í einum urtagarði ein sólheitan dag.

So er meira ferð á gula, breiða strokinum, sum snarar eg upp í eina vertikala kompositión í turkis og bláum á gráari grund. Í skrivandi stund er ikki vist, at henda myndin er góðkend av sjálvkritisku listakvinnuni, sum setur knyklar í brýr og vil hugsa seg um. Ein triðja mynd er bara svørt við einum stórum, flótandi skapi, myndin er líka vøkur sum hon er einføld, og eitt gott dømi um hvussu væl tað liggur fyri hjá Hansinu Iversen at fáast við sonevnda lavering. Í svørtu flatuni er okkurt kolasvart og slætt, meðan partar eru gjøgnumskygdir og bylgjandi, soleiðis, at flatan samanumtikið verður serstakliga livandi og vøkur. Henda myndin er ikki liðug, tá eg eri á verkstaðnum, her skal ein heilt ljós grund prentast eisini. Tey arbeiða og eg sleppi mær víðari eitt sindur litfegnari enn áðrenn, meðan eg staðfesti við mær sjálvari, at 2017 longu sær út til at gerast enn eitt gott ár í Steinprenti. Litirnir glógva og uttanfyri er ljósið nýtt. 

IMG_9175.jpg
Soleiðis endaði hon at síggja út, henda bylgjandi kompositiónin, sum verður enn djúpari og vakrari av gráu grundini.

Soleiðis endaði hon at síggja út, henda bylgjandi kompositiónin, sum verður enn djúpari og vakrari av gráu grundini.