DAMUDOMI 2017

 

DAMUDOMI 2017 er ein heil vika av upplýsandi og hugtakandi tiltøkum, sum verða í SIRKUS í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Høvuðsevnið í ár er “umboðan”. Hetta inniber umboðan á alskyns hátt, til dømis í mun til kyn, sosiala støðu og ætt. Tónleikur, samrøður, framløgur, kjak, list og hugleiðingar eru á skránni frá 2. til 8. mars. Millum annað verður tiltakið “Orð um kyn” har eitt úrval av ymiskum persónum fara at lesa eitthvørt, sum snýr seg um kyn. Eisini eru filmarnir “Venus” og “Miss Representation” á skránni, ið á hvønn sín hátt snúgva seg um umboðan og sexualitet. Ljós verður varpað á ymisk sløg av feminismu, ymisk sløg av javnstøðu kring heimin, eins og framløga verður um føroyskar lýsingar, og hvussu kyn verður brúkt á ymiskan hátt. Tað eina kvøldið fara vit í dýpdina við samrøðum við trý fólk, ið á hvønn sín hátt arbeiða fyri javnrættindum og at broyta afturhaldnar áskoðanir. Aftaná verður samrøðustova, har orðið er frítt, og hugleitt verður við útgangsstøði í samrøðunum. Endamálið er at leggja dent á feministisk grundvirði og samfelagsligar avbjóðingar í einum forum, ið birtir undir luttøku og siðiligt kjak. Øll tiltøkini leggja dent á samskifti andlit til andlits, og hetta stendur sum mótpólur til ósiðiliga kjakið, ið ofta fer fram á serliga sosialum miðlum. Øll tiltøk eru ókeypis, soleiðis at møguligt er at luttaka, óansæð fíggjarliga støðu.

 

#GERANDISFEMINIST

Allir feministar standa ikki á pallum ella stíga alment fram við boðskapum. Tað er í teimum vanligu gerandishandlingunum, sum ikki skapa yvirskriftir, at gerandiskampurin fyri feminismu fer fram. Øll menniskju kunnu í gerandisdegnum útliva feminismu. Gert tú? Frá hesi vikuni av fert tú á sosialu miðlunum at síggja eitt Damudomi búmerki, sniðgivið av Billu Jenny Jónleifsdóttir, har vit biðja øll, sum kunnu svara ja uppá spurningin, um at posta sína handling á Facebook, Instagram og aðrastaðni, tagga #gerandisfeminist og #damudomi2017 og vera við til at varpa ljós á gerandisfeminismu.

 

TILTØK:

2. mars: “Miss Representation” & “The Danger of the Single Story” “You can’t be what you can’t see” er høvuðssetningurin í filminum “Miss Representation”, sum snýr seg um væntandi umboðan av kvinnum í miðlunum. Filmurin vísir á, hvussu umboðanin er einsháttað og avmarkað, sjálvt um tørvur og eftirspurningur er eftir alskyns fyrimyndum. “The Danger of the Single Story” er ein TED Talk (fyrilestur), har kendi nigerianski rithøvundurin Chimamanda Ngozi Adichie hugleiðir um, hvat hendir tá ið kompleks menniskju og støður verða umgjørdar til eina einfalda søgu.

Áðrenn sýningina hugleiðir Maud Magnussen um filmin og fyrilesturin og viðger ymisk sjónarhorn í mun til umboðan.

3. mars: Orð um kyn Elin Súsanna Jacobsen, Tráin Petursson Nónklett, Liljan Weihe og Jóanes Nielsen eru nøkur av teimum, ið koma at lesa burturúr bókmentaligum dýrgripum, ið teimum dáma væl. Inspirerandi, tankavekjandi, stuttligt ella provokerandi - so leingi tað er undir 15 minuttir og snýr seg um kyn og kropp.

4. mars: Damur á slagverk, bass, guitar og við mikrofonirnar. Damur sum rokka. Sum nakað heilt serligt fara nakrar feskar tónleikarinnur at spæla kvinnuheiðrandi løg leygarkvøldið 4. mars. Manningin - nei, bíða - kvinningin er Elsa Gunnarsdóttir Sevdal á gittar, Katrin Sigurpálsdóttir Kamban á bass og Sunneva Gaardlykke á slagverk, ið eisini telja helvtina av damunum aftanfyri lagið “Drep, drep, drep!”, sum kom út í samband við leikin “Einaferð var tað eg”. Við sær hava tær songkvinnurnar Evu Mariu Brynhildardóttir og Jasmin Mote. Aftaná konsertina stýra damurnar náttini víðari handan DJ pultin. Skráin bjóðar uppá femi-disking við luttakarum frá diskiverkstovuni “Synka tín syklus” og limum í Damudomi.

5. mars: Femilist við Anný og Gyðu Ígjøgnum vikuna hanga tvær myndatalvur í Sirkus við fotomyndum av tveimum evnaríkum, ungum listakvinnum: Anný Djurhuus Øssursdóttir og Gyða Barbara Jacobæus. Myndirnar viðgera og viðmerkja kropp og kyn á ein estetiskan og tilvitaðan hátt. Sunnukvøldið 5. mars prátar Solveig Hanusardóttir Olsen við Gyðu um hennara myndir, listaliga virksemi og hvussu hon velur at avmynda kroppin.

6. mars: “Føroyskar lýsingar M/K” Solveig Hanusardóttir Olsen prátar um lýsingar í føroyskum høpi, millum annað lýsingina við einum pari av skóm við hæli, ið elvdi til heitt kjak um umboðan av kyni. Lýsingar hava til endamál at varpa ljós á og lýsa fyri einhvørjum, og fyri at gera hetta sum best mugu tær hava slagkraft – spurningurin er so bara, hvørjar faktorar slagkraftin byggir á. Í framløguni eru nógv stuttlig, góð og viðkomandi dømi um føroyskar lýsingar.

7. mars: Samrøður og samrøðustova: Hvat er feminisma fyri teg? Ljós verður varpað á tær ymsu røddirnar innan føroyska feminismu og kvinnurørsluna. Fyrsti partin av kvøldinum er samrøður við tríggjar ymiskar feministar: Katrin Kjølbro, Cecilia Jacobsen og Búi Dam. Vit tosa við tey ein og ein um, hvussu tey trý á hvør sín hátt umboða og arbeiða fyri feminismu á ymsum pallum. Seinni partur bjóðar áhoyrarunum høvið at luttaka í eini samrøðustovu, har áhoyrararnir verða býttir upp í smærri kjakbólkar. Øll luttakandi fáa møguleikan at práta um og kjakast um sína feminismu ella luttøku í kvinnurørsluni í smærri bólkum. 8. mars: “Venus” Heimsfrumsýning av dokumentarfilminum Venus, ið hevur undirheitið “Let’s Talk About Sex”. Filmurin er ein innilig, ærlig, sárbar og skaldslig frásøgn frá ungum kvinnum um sex og erotikk. Kvinnurnar fortelja um teirra sexuellu upplivingar og tankar. Sum tíðin fer, gerast søgurnar fleiri, og ein ramma byrjar at taka skap um hug, minni hug, tankar, kenslur uppdagan og tað, sum nærum aldrin verður orðað. Áðrenn sýningina bjóðar Turið Nolsøe vælkomin og hugleiðir um filmin.