Marius myrkur og ljós

Ein púra vanligan hósdag fari eg malandi inn í Steinprent at vita um tey eiga ein kaffimunn. Men eg gloymi alt um kaffi eina løtu – tá eg beri eyga við nakrar myndir á vegginum. Tær eru ikki so at skáka sær undan, hetta er átrokandi føli eg á mær. Talan er um eina heila røð av framúrskarandi prentum, sum eg ikki havi sæð áður. Tey seks prentini eru gjørd út frá vatnlitamyndum, sum Marius Olsen málaði í Olevano Romano í Italia, tó okkurt føroyskt av sommum eisini hómast í myndunum. Myndirnar eru fjølbroyttar og góðar, men eg kenni stílin aftur. Tí eingin í allari verðini ger myndir sum Marius Olsen. Tað, sum at byrja við bara sær út sum vøkur landsløg, inniheldur fleiri løg av listarligum strategium og dugnaskapi. Eitt nú er tað eins og tann púra einfalda landslagsmyndin við vøkrum gulum og bláum irishimmali og hvítum og myrkagrønum lendi í forgrundini innlimar eina landslagsliga ovursjón av hita- og kuldasansingum og tað er sama landslagið, sum sæst í einum øðrum prenti, har litirnir syngja uppøstar tónar í gulum, violettum og appilsingulum stiliseraðum sólstrálum. Marius Olsen er líka áhugaður í myrkri sum í ljósi, men í myndini, har myrkrið sýgur seg yvir býin, er ljós í túninum høgrumegin í forgrundini á myndini, so at eini fitt lítil hús síggjast. Myrkrið gerst hjá Mariusi ljós- og hitaelvandi, myrkrið er fjálgt og í ljósinum eru allahanda litir. Hyggja vit eina løtu at tí myrku myndini er tað sum um sama fjallaskap stingur seg upp í violettum miðskeiðis í myndarúminum og soleiðis kann mann blíva við at hyggja, men kaffi fekk eg eisini, sjálvt um prentarin ikki hevði tíð. Hann fekst við at blanda ein lit fyri Hansinu Iversen, sum hevði málað á tríggjar litografiskar steinar, sum verða prentaðir í næstum.