Eitt undantak í gullrammu

Eg eri loksins liðug at heingja list upp í BankNordik. Hetta arbeiðið, sum byrjaði á heysti í 2015, tá Heidi Poulsen, arkitektur og Árni Ellefsen, bankastjóri, litu mær ta uppgávu í hendi at velja út og disponera list til prýðiliga høvuðssæti bankans á Oknavegi í Havn, er at enda komið. Við atliti til arkitekturin valdi eg at leggja serligan dent á modernaða list við málningum hjá Mikines, Jóhannesi S.Kjarval, Ingálvi av Reyni, William Heinesen, Hans Hansen, Thomas Arge, Fridu Zachariassen, Poul Horsdal, Ruth Smith, Steffan Danielsen, Frimod Joensen, Bárður Jákupsson, Tróndi Patursson, Zachariasi Heinesen, Olivur við Neyst, Torbirni Olsen, Hansinu Iversen og Rannvá Kunoy. Til tess at lata tey einstøku verkini traðka fram, havi eg fingið skift gullrammurnar út við gráar einfaldar rammur og eg haldi sum heild, at tað riggar væl.

Tá eg var í goymsluni hjá BankNordik herfyri, bar eg eyga við eina pinkalítla mynd í stórari gullrammu. Tað var sum ákallaði hon meg, og tó, at eg havi lagt merki til hana áður í yvirlitinum á telduskíggjanum, var tað ikki fyrr enn eg sá hana í veruleikanum, at eg varnaðist hvussu einastandandi vøkur, hon er. Eg valdi at gera eitt undantak frá meginregluni og taka henda lítla skattin við upp í úrvalið í síni flottu gullrammu – lítla myndin hongur í forstjóraskrivstovu bankans.

Í sambandi við, at BankNordik verður høvuðsstuðul hjá Norðurlandahúsinum í ár og næsta ár, vóru ymisk tiltøk á báðum støðum. Í bankanum var opið hús og hesum benyttaði m.o. Hanna Jensen, tingkvinna sær av. Hon tykist hugtikin eins og eg av teirri lítlu perluni á forstjóraskrivstovuni Á síni FB-síðu skrivar hon: Hendan hjá Niels Kruse (1871-1951), er sera lítil og hugtakandi - kenslan, tá tú fyrst sært hana, er eins og tá tú fyrsti ferð kemur inn í stóra rúmið í Louvre og sært La Joconde/Monu Lisu har yviri einastaðni, nógv minni enn væntað. Tú verður kløkk og hugtikin á ein hátt, har tú fert at grunda á loyndarmálið í list”.

Talan er um eina landslagsmynd, sum Eiðismaðurin Niels Kruse hevur málað uppá eina lítla træplátu. Aftan fyri myndina eru alskyns áhugaverdar smáskitsur av víndrúum m.a. Niels Kruse er sera týdningarmikil í okkara listasøgu, tí hann var fyrsti føroyingur, sum málaði landslagsmyndir; tað er við øðrum orðum her, tað byrjar. Niels Kruse var serstakliga dugnaligur, sjálvlærdur málari, ið m.a. luttók á eini úrvalsframsýning í Charlottenborg í Keypmannahavn. Saman við Kristini í Geil (1877-1935) og Jógvani Waagstein (1879-1949), sum eisini vóru sjálvlærdir málarar, legði Niels Kruse grundarsteinin til føroyska landslagsmálningin, ið fekk alstóran týdning fyri framtíðar list og listafatan í Føroyum.

Lítla landslagsmyndin er eyðkend fyri Niels Kruse bæði myndevnisliga, men eisini málihátturin er typiskur og byggir á bæði impressionismu og tjóðskaparromantikk í rúmastu merking. Ljósið í myndini er gylt og serstakt, himmalin skyggir ljósareytt meðan támið sveipar seg gandakent um Eiðiskoll. Tá myndin varð málað í byrjanini av tjúgundu øld, høvdu yrkjarar givið tjóðskaparkensluni skaldsligt flog og nú snúði tað seg um eisini at fagna heimliga landslagið við at á lørifti og pappíri í málningum og tekningum.

Tað er romantiskum málarum líkt at velja júst ta dreymakendu løtuna, sum er millum dag og nátt til teirra myndevni. Tá tað skýmir og vesturskinið litar himmal, hav og haga ljósareyð í eini yndisligari og romantiskari sælumynd, sum er bygd á somu kenslur sum í yrkingini hjá Hans Andriasi Djurhuus “Sum tað er fjálgt og lýtt í nátt, fjørðurin allur í toku fjaldur, hoyri um strendurnar alduslátt – kína um skerini smáar aldur – letur í nándini tjaldur..”.