Listaflog flúgvandi

Í tíðindaskrivi boðar Atlantsflog frá, at 28. mars, ið er dagurin, Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni, verður dagurin, tá stuðulin á 100.000 krónur verður latin til eitt ella fleiri føroysk listafólk ella listaverkætlanir. Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk. Grunnurin varð stovnaður í desember, tá eisini flotin hjá Atlantic fekk listafólkanøvn: William, Sámal, Ingálvur, Elinborg og Ruth.

Nevndin, ið situr í tvey ár, er sett, og tey, ið sita í henni eru: Niels Mortensen, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways, Randi Samsonsen fyri Listafólkasamband Føroya og Armgarð Weihe, vald av Mentamálaráðnum, umframt ein samskipari, sum er Ingrid Bjarnastein frá Atlantsflog

Viðtøkur fyri grunnin Listaflog

 §1 Navn grunsins er “Listaflog”; eigari er P/F Atlantic Airways.

§ 2 Málið við “Listaflogi” er at stimbra føroyska list fíggjarliga og við ferðaseðlum á rutunetinum hjá Atlantic Airways í sambandi við listaligt arbeiði og/ella ávísa listaverkætlan.

§ 3 Grunnurin verður stjórnaður av einari nevnd, mannað við:

-          Einum umboði fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways

-          Einum umboði fyri Listafólkasamband Føroya

-          Einum umboði, sum Mentamálaráðið velur

 Umframt er ein skrivari/samskipari, sum Atlantic Airways velur.

Nevndin verður vald fyri tvey ár í senn.

Nevndin hevur fulla heimild at velja, hvør ella hvørjar av innkomnu umsóknunum verða gingnar á møti, og hvussu peningurin verður býttur millum umsøkjararnar.

§ 4 Stuðulin, sum er 100.000 DKKK tilsamans, verður latin 28. mars á hvørjum ári, sum er dagurin, tá ið Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni. Umsóknir skulu sendast sambært umsóknarskjali, sum er tøkt á atlantic.fo  https://www.atlantic.fo/fo/um-okkum/stu%C3%B0ul/listaflog/ums%C3%B3knarskjal/

Skjalið er tøkt frá fyrst í februar til miðjan mars (nærri dagfestingar tilskilaðar hvørt ár).  

§ 5

1.  Stuðulin kann vera latin einum ella fleiri listafólkum og/ella listaverkætlanum. Stuðulin kann, umframt pening, eisini fevna um ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways í sambandi við verkætlanina – í mesta lagi fimm ferðaseðlar aftur og fram. Grundgevast skal fyri, hví ferðin hevur týdning fyri verkætlanina.

2.  Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk.

 § 6 Treytir

1.  Fyri at fáa stuðul, skal listafólkið búgva í Føroyum ella vera føroyingur búsitandi uttanlands.   

2.  Listafólkið skal kunna vísa á, hvussu stuðulin skal brúktast, og eisini skal grunnurin Listaflog áðrenn 28. mars árið eftir móttaka eina frágreiðing (skrivliga, myndir, video osfr.) um, hvussu stuðulin varð brúktur.

3.  Fíggjarætlan skal fyriliggja.

4.  Umsókn um stuðul skal vera grunninum í hendi í tíðarskeiðnum fyrst í februar til hálvan mars á hvørjum ári, sum stuðulin verður latin 28. mars. Felagið kunnar alment, nær klárt er at taka ímóti umsóknum og hvussu leingi. Umsóknir, sum koma uttanfyri nevnda tíðarskeið, verða ikki tiknar við.