Aarhus 2017 - enn eitt høvi at vera errin av okkara listafólkum
/Í gjár var hátíðarhald í sambandi við, at Aarhus er Evropiskur mentanarhøvuðstaður í ár. Stórsligna hátíðarhaldið við alskyns tónleikaframførslum røðum osfr. varð sent beinleiðis í sjónvarpinum og aftur beyðst okkum høvið at vera errin um okkara listafólk, heili tvey teirra, Sunleif Rasmussen og Eivør Pálsdóttir vóru markantar røddir í hátíðarhaldinum.
Eivør var effektivt pallsett sum vøkur víkingadrottning í eini upplatingarparadu, ið sýntist so stórsligin og full av virðissymbolum, at tað í summum førum nærkaðist nationalismukitschkendu paradunum hjá týsku nationalsosialistunum, tá teir fagnaðu Tag der deutschen kunst. - At tað ber til at fegnast um tílíka pompøsa patos sigur kanska okkurt um okkara tíð (og sum ein vinkona segði í áðni, so eiga nazistarnir ikki patent uppá tað pompøsa), men tað sigur heilt vist eisini nakað um dygdina á praktfulla tónleikinum, sum varð framførdur, og er eisini grundað av skilagóða dentinum, ið fyrireikararnir av tiltakinum løgdu á multietnicitet, fjølbroytni, børn, fólkaræði, samanhald, ljós í myrkri og á menniskjarøddir og so sigur tað eisini okkurt um ræddarmegina og musikalitetin hjá Eivør, at tað altso riggaði knasandi gott. Eg haldi ikki nakar annar hevði klárað hatta so væl, og tá Eivør sang Falling free var tað bæði gásarholdselvandi og heilt ómetaliga rørandi. Hoyrið sangin her, hann byrjar 01.00.30 Seinni framførdi hon eisini saman við Luna Ersahin, orkestri og barnakóri ein vónríkan, vakran sang, Sounds like hope sum hon hevur skrivað til høvið.
https://www.dr.dk/tv/se/aarhus-som-kulturby-2017/-/aarhus-som-kulturby-2017#!/
Sunleif Rasmussen, ið av misgávum varð presenteraður sum “færøsk-dansk”, hevði skrivað eitt verk til høvið og frumframførslan eydnaðist væl. Tað var ein fanfara fyri blokkfloytu, symfoniorkestur Den Jyske Operas Kor og Concert Clemens við sekkjapípum. Fanfaran eitur More faire than the sun við teksti frá teirri eldru edduni. Danski kulturministarin, Mette Bock, ið helt røðu aftaná verkið tóktist hugtikin av verkinum, hon segði: “Pyyyha! Man får da helt blæst håret væk af sådan en omgang skotsk/dansk vikingebolero, det synes jeg er fantastisk”. - Og rætt er, at verkið hjá Sunleif er bygt upp sum kenda verkið hjá Ravel sum ein long crescendo, ið spakuliga byggir seg upp frá einum lítlum, fabulerandi blokkfloytulagi, vakurt framborið av Michala Petri, eitt lag, ið tekur seg upp sum úr ongum til eitt stórsligið orkesturklimaks. Fanfaran er bygd upp í fýra pørtum, har av tann fyrsti er framførdur á norrønum og snýr seg um tíðina áðrenn heimsins byrjan. Annar og triði partur verða framførdir á donskum og snúgva seg um sólina, mánan og stjørnurnar. Fjórði partur snýr seg um eftirlívið í Gimli, sum er staðurin, ið er fagrari enn sólin More Fair Than the Sun. Hoyrið verkið her, tað byrjar 22.58.