Í Steinprenti verður forskot tikið uppá várið nú leygardagin 25.februar, tá framsýning við verkum hjá Bárði Jákupsson letur upp. Við á framsýningini verða bæði málningar og prent. Sjálvt um prentini enn ikki eru heilt liðug - listamaðurin er júst í løtuni í ferð við at tekna og mála uppá steinar á grafiska verkstaðnum - so er als eingin ivi um, at framsýningarhølini leygardagin fara at ljóma av ljósi og hegnisliga samansettum litum. Bárður Jákupsson telist jú millum okkara royndastu og dugnaligastu listafólk, hann hevur verið virkin listamaður meira enn hálva øld, eins og hann eisini hevur havt stóran týdning sum listmiðlari m.a. í sambandi við starvið sum leiðari í Listasavni Føroya.
Listin hjá Bárði Jákupsson er sera fjølbroytt bæði tøkniliga og hvat viðvíkur stíli. Umframt oljumálningar, vatnlitamálningar og grafikk, hevur Bárður Jákupsson gjørt monumentalar prýðingar m.a. á Boðanesheiminum, men hann hevur eisini fingist við heilt smáar myndir og hevur eitt nú myndprýtt bæði barnabøkur og yrkingarsøvn.
Stundum er Bárður dekorativur og nokk so figurativur í eydnuríkum glæstrimyndum, aðrar tíðir tykjast myndirnar ógvusligar og ekspressivar, meðan huglagið aðrastaðni aftur er lættari í impressionistiskum, poetiskum hugleiðingum um veður og vind, ið ikki sjáldan raka við tað nonfigurativa. Allíkavæl er eingin ivi um samanhangin í hesum myndunum, sum bæði í litklangum og strukturum eru tætt skyldar. Har er ein serligur vitalitetur í kompositiónunum, sum bæði hevur við sannførdu litsamansetingarnar og við dynamiska myndabygnaðin at gera.
Ofta eru teir bjørtu spektrallitirnir umboðaðir – og tá tað til dømis snýr seg um at áseta rættan skamt av violettum tónum upp móti gulum og brúnum, munu fá vera gávað við sama koloristiska yvirskoti sum Bárður Jákupsson. Teir døkku og fjálgu jarðlitirnir eru somuleiðis væl umboðaðir í myndunum, ið myndevnisliga taka støði í føroyska landslagnum, í haganum og í klettunum niðri við sjóvarmálan, men talan er um eitt sera egið landslag, sum kemur burturúr. Tað er eitt hugans landslag, sum Bárður málar, ið er merkt av poesi og máling; einum artistiskum hugsunarhátti og musikaliteti við penslastrokum ið ganga fýrisliga á skák niður eftir myndaflatanum við kenslubornum, stundum breiðum ella fínligum strukturum.
Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina, sum letur upp í Steinprent á Skálatrøð í Havn leygardagin 25.februar klokkan 15-17.