Ljós og mótljós í Smiðjuni
/Fotoframsýningar eru ikki gerandiskostur herumleiðir, tessvegna er tað forvitnisligt, tá ein framsýning sum tann hjá Onnu Kathrinu Højgaard letur upp. Og framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er forkunnug, eisini sjálvt um onkur av teimum framsýndu myndunum er endurnýtt og sæð áður á øðrum framsýningum. Anna Kathrina Højgaard hevur havt nógvar framsýningar í m.a. Smiðjuni í Lítluvík og hon hevur tikið lut á enn fleiri bólkaframsýningum, t.d. Ólavsøkuframsýningum og Várframsýningum í Listasavninum. Hon fær nógv burtur úr, tá listarliga eygað fangar vakrar kompositiónir í tí mest gerandisliga og júst tað dugir Anna Kathrina Højgaard. Tær flestu myndirnar eru prentaðar á aluminiumsplátur; tað sær flott út, men eg sakni allíkavæl kenslu av pappírinum í fotomyndunum. Myndevnini eru fyri tað mesta úr umhvørvinum hjá fotografinum, tað eru føroysk býarløg, landsløg, veðurmyndir og portrettmyndir. Tilsamans 25 myndir eru við á framsýningini og nógvar teirra snúgva seg um ljós og lýsi. Um mótljós og skuggaskap, sum tekna seg upp í móti ljósinum, um morgunroða og vesturskin og eitt næstan yvirnáttúrligt ljós, sum upploysir eini reyð hús aftanfyri eitt liggjandi træ við einum vøkrum viðarbuli, ið snarar seg diagonalt gjøgnum myndaflatan í kompositiónini, ið javnvigar. Og hetta við javnvágini hevur týdning fyri Onnu Kathrinu Højgaard; tað sæst bæði á uppheingingini og á einstøku myndunum. Tvær vertikalar myndir bróta frá, tær hevur fotografurin tikið av altanini, har hon býr, niður á inngongdina til bygningin. Tað er í kava og tessvegna síggjast spor av fólkum og bilum eins og hugtakandi grafiskar tekningar, svart á hvítum. Framsýningin Í Smiðjuni í Lítluvík er opin hvønn dag til og við mikudagin 15.feb.