Grunt endaloysi í Listasavninum

Ummæli og fotomyndir: Kinna Poulsen

Eg havi verið í Listasavninum og hugt at framsýningini Infinity við 39 verkum hjá Beintu av Reyni. Á sama hátt sum á øðrum serframsýningum hjá Listasavninum er talan um bæði gamlar og nýggjar myndir hjá avvarðandi listafólki. Beinta á Reyni hevur búð í Danmark síðani hon var 3 ár, men hon er ættað úr Føroyum; hin listarliga navnframi meistarin, Ingálvur av Reyni er eyðsýniliga abbabeiggi hennara.

Sum málari er Beinta av Reyni sjálvlærd. Myndir hennara eru realistiskar við einum surrealistiskum brá, stílsliga er talan um pop art við poppkendum, fjølmentanarligum myndevnum. Fleiri av framsýningarverkunum eru tematisk skyld og sett upp í røðum við enskum heiti; Infinity er eitt evni, ið snýr seg um endaleysan alheim og harumframt eru heitini Natural Warriors um krígssinnaða menniskjað, Frames við málaðum rammu, Capsized Tales við ævintýrum, sum eru koppaði og The Other Side um lívsins myrku síður.

Eg havi satt at siga ivast í myndunum hjá Beintu av Reyni, síðani eg sá tær á fyrsta sinni fyri fimtan árum síðani. Tað taldi sjálvsagt sum eitt pluss, at stílurin í myndunum var øðrvísi í mun til ráðandi rák innan føroyska list, men so var mín innleiðandi uppliving av myndunum kanska eisini litað av, at fleiri av hennara myndevnum vóru av Eiði. Listakvinnan og eg hava báðar mammu av Eiði og monumentala lýsingin av Eiðis kirkju við mynstrutari bakgrund tendraði onkursvegna í míni egnu um somu tíð fjálgu og fremmandgjørdu minni um vitjanir á Eiði sum barn.

Eftir at hava sæð framsýningina Infinity í Listasavni Føroya, ivist eg ikki meir, tíverri. Eg haldi, at tann menningin, sum Solveig Hanusardóttir Olsen lýsir í kataloginum ikki hevur verið verkunum at bata, heldur tvørturímóti. Solveig H.Olsen greiðir frá, at nógv er hent við verkunum hjá Beintu av Reyni síðani hennara síðstu framsýning í Listasavninum fyri tíggju árum síðani, ið nevndist Aftan fyri gardinurnar: “Hon er vorðin djarvari, hevur loyst upp siðbundnu tilgongdina til myndina og hevur ment ein leysari stíl. Seinastu árini hava flestu verkini havt tilvísing til eitt meira urbant umhvørvi og viðgjørt samfelagsviðurskifti og víðfevndnar spurningar.”. Og kanska passar tað, at listakvinnan er vorðin djarvari og t.d. er farin at brúka ein rundan sjónarring. Trupulleikin er bara tann, at myndirnar nú eru steindeyðar og óansæð um tilsipingarnar eru listsøguligar, ævintýrkendar, søguligar ella fjølmentanarligar, so tykjast tær ómetaliga grunnar.

Sjálvt um hesir málningarnir heilt vist sýna ein ávísan dugnaskap, ans fyri dekoratión og illusiónismu og stóran ómak í mátanum, teir eru málaðir, fæst ikki nógv annað burtur úr øllum hesum enn ein bilsin reaktión frá áskoðaranum, ið helt, at myndirnar vóru í rammu, sum í veruleikanum var málað á løriftið. Meira tykist ikki vera í hesum sløttu og deydligu myndunum. Málningurin Luncheon on the Grass with Slim Shady and Killer Bob frá 2010 er eitt dømi um hetta grunnskygnið. Talan er um eina parafrasu av kenda málninginum Frokost í tí grøna, sum Manet málaði í 1863 og sum mikil øsing stóðst av, tá hann á fyrsta sinni var framsýndur, men sum síðani hevur fingið pionerstatus og er parafraseraður nógvar ferðir.

Eitt nú hevur Edward Fuglø málað seg sjálvan inn í myndina í síni versión av málninginum, sum eisini hongur í føstu framsýningini í Listasavninum - myndirnar hjá teimum báðum, Fuglø og av Reyni líkjast í sinn og skinn. Í málninginum hjá Beintu av Reyni eru báðar kvinnurnar í myndini hjá Manet deyðar, eyðsýniliga offur hjá perversum hópdrápsmonnum, sum eru innlimaðir í skapið hjá Slim Shady/Eminem/Jason/Killer Bob, teir eru kendir frá rapptónleiki/ræðufilmi/sjónvarpsrøð. Øll herligheitin er síðani rammað inn við einari málaðari gullrammu, sum var talan um ein gamlan, idylliskan málning frá romantiskari tíð. Men um vit síggja burtur frá mótsetninginum millum gru og gull, hvat fær listakvinnan burtur úr síni umorðing av meistaraverkinum hjá Manet? Ikki serliga nógv, haldi eg, við einum góðum vilja kann eitt slag av Menn-sum-hata-kvinnur-feminisma møguliga lesast burtur úr myndini, men tað hevði kanska verið at gjørt av tulkingarliga.

Frokost í tí grøna-parafrasan er elsta myndin á framsýningini og í grundini tann, sum eg havi tað frægast við á framsýningini, tí hon allíkavæl tykist eitt sindur livandi í mun til hinar ovurhonds sløttu og deydligu málningarnar á framsýningini og hetta er tíverri kenslan, sum situr eftir, sjálvt um framsýningin sum heild tykist væl skipað og katalogið er snøgt og ómaksfult skrivað.

Tað undrar meg veruliga, at Listasavnið velur at satsa uppá eina listakvinnu í so stóran mun, at tey hýsa einari serframsýning við hennara verkum nú á øðrum sinni uppá tíggju ár, tá nú dygdin er so slættlig sum hon í roynd og veru er.

Tað ordiliga løgna er so tað, at bæði Nils Ohrt, listasavnsstjóri og Solveig H.Olsen, fyristøðufólk á savninum, onkursvegna hava eyga fyri veiku síðunum hjá hesum verkunum, tað sæst í katalogtekstunum. Ohrt kemur bæði inn á trivialmentan (Kurt Ard) og glansbíløt í sínum teksti, meðan Solveig H.Olsen nevnir, at tað kann vera ein vandi, at verkini gerast patetisk ella klisjekend, tó hesum sleppa verkini undan, tí tey altíð hava okkurt at siga, heldur Solveig. Bæði tvey, Ohrt og Olsen halda eyðsýniliga, at talan er um eitt slag av tilvitaðum kitsch og har eri eg ósamd. Tá eg hyggi at kataloginum og hugsi aftur á samanblandið í framsýningini millum dekorativu illusiónismuna, smarta slættleikan, lekru sevjumiklu litslettini, ásettu litføgru blómurnar og litfarrarnar, sum flóta inn í hvønn annan - má eg loyva mær at ivast í hvussu tilvitað ella djúptøkin henda listin er.