Veingjabreiði
/Sigrun Gunnarsdóttir á Norðurbryggjuni
Leygardagin 8.juni klokkan 15 letur framsýning við verkum eftir Sigruna Gunnarsdóttir upp í Norðurbryggjuni í Keypmannhavn. Sambært tíðindaskrivinum er Sigrun Gunnarsdóttir søgusigarit, ið skapar verk, sum snúgva seg um heimið, nærveru, um at leita eftir lyklinum til læst rúm, um trúnna sum fundament, um sorg og umsorgan. Ofta er sjónarmiðið hjá barninum, sum lýsir sín heim við naivum og surrealistiskum myndamáli. Framsýningin heldur fram inntil 22. september – Filmurin Heartist eftir Marionnu Mørkøre og Beintu á Torkilsheyggi er partur av framsýningini, ið eisini verður karmur kring eina listafólkasamrøðu sunnudagin 9.juni, tá Solveig Hanusardóttir Olsen fer at hava eitt viðtal við listakvinnuna.
AICA Listaummælaravirðislønir 2023
/Aftur í ár fer AICA Danmark – Felagið av kunstkritikarum úr danska ríkinum – at feira danska list við at lata ársins kunstkritikaravirðislønir fyri árið 2023.
Fagnaðurin gongur fyri seg í Kunsthal Charlottenborg 19.juni 2024 klokkan 17. Virðislønarmóttakarar verða vald út av eini dómsnevnd. Vit mugu bíða eftir at vita hvørji vinna, men úrvalsnevndin hevur shortlistað nakrar favorittar og millum hesar er bæði grønlendsk og føroysk list hjá ávikavist Jessie Kleeman og Guðrið Poulsen. Karyatida hjá Guðrið Poulsen er ummælt her: https://www.listaportal.com/tidindi/2024/3/8/froyingar-hava-loksins-fingi-eitt-abstrakt-monumentalt-og-feministiskt-hvusverk
Ársins framsýning
Full of days, kuratorar Julia Rodrigues & Francesca Astesani, Kunsthal Charlottenborg
Butterfly, kurator Esben Weile Kjær, Arken
Kirsten Christensen, Drømmene rider forbi – det haster, Holstebro Kunstmuseum
Ársins listaútgáva
MC Coble & Louise Wolthers: Things Change Anyway, Forlaget *[asterisk] og Breadfield Press.
Rasmus Myrup: The Völvas Bestiary of Best Friends, Rasmus Myrup/Coda Press
Bibliotek for ny kunstteori, Informations Forlag
Ársins listahending
Guðrið Poulsen: KARYATIDA, Monument for kvinder, der er døde i barselsseng, Fuglafjørður
Jessie Klemann: Lone Wolf Runner, performance, Statens Museum for Kunst
Simon Starling: Husbåd til Ho, kunst i offentligt rum, Sønder Ho/Varde Kommune
15. Junifondens særpris til årets kritiker annonceres af fonden i forbindelse med uddelingsceremonien på Kunsthal Charlottenborg. Juryen for Kunstkritikerprisen 2023 består af kritiker og kulturskribent ved bl.a. tidsskriftet Kunstkritikk Louise Steiwer, kunstkritiker ved bl.a. Nordjyske Troels Laursen og rektor for det Fynske Kunstakademi Kristine Kern.
Kunstkritikaravirðislønin 2023 er stuðlað av 15. Juni Fonden.
Summarframsýningin 2024 í Norðurlandahúsinum
/Hvat munnu komandi ættarlið av føroyingum fara at halda um okkum?
Slóðirnar, ið vit leggja eftir okkum, fara at siga komandi ættarliðum av føroyingum nakað um okkum. Hvørjar søgur munnu fara at verða sagdar um okkum, sum liva nú? Júst hetta snýr ársins summarframsýning seg um, sum listamenninir Christoph og Sebastian Mügge seta upp í Norðurlandahúsinum. Framsýningin Circular Faroe Tales letur upp 7. juni, kl. 16.
Brúktar tannbustir verða til list
Brúktar tannbustir, seyðaskøltar, sokkabuksur og fiskireiðskapur. Hesir og fleiri aðrir gerandislutir eru við í Summarframsýningini 2024, sum svensku-týsku brøðurnir Christoph og Sebastian Mügge hava sett upp. Teir báðir skapa staðbundin listaverk við gerandislutum, sum teir savna saman. Í hesum føri hava privatpersónar latið nakrar av lutunum.
Søgur um Føroyar
Framsýningin Circular Faroe Tales, nýtir klingrutan frásøguhátt og snýr seg um sirklar, bæði úrtøkiligar og ítøkiligar - sum t.d. aliringar. Listaverkini lata so hvørt upp fyri einari rúgvu av søgum um dýrgripir, rusk, sannroyndir, fantasi, sannleikar og misskiljingar og máa burtur markið millum veruleika og ímynding. Saman eru hesir lutir eitt endurljóð av teimum skiftandi virðum og sundurgreiningum, sum eru eyðkenni fyri hvørt ættarlið.
Um listamenninar
Listamenninir Sebastian og Christoph Mügge er føddir í Týsklandi og búsitandi í Svøríki. Saman hava teir fingið í lag fleiri stórfingnar framsýningar, sum eru grundaðar á eina samanseting av lutum, sum teir hava funnið, og teirra egna serstaka tilfari. Við framsýningunum kanna teir, hvussu tvístøður ávirka okkara gerandisdag, ítøkiligu og talgildu slóðirnar, ið eru eftir okkum, tá vit eru farin hiðani, og avbjóðingarnar við søgusiging og reinging av søguligum sannroyndum.
Kunning
Circular Faroe Tales letur upp mentanarnáttina, fríggjadagin 7. juni, kl. 16. Øll eru hjartaliga vælkomin til fernisering, har høvi verður at heilsa upp á listamenninar.
Framsýningin verður opin til og við 11. august.
Eitt sindur um listasummarið 2024
/Uttanfyri stovuvindeygað pippa ovfarkátir fuglar bara tí tað er summar í fleiri dagar á rað og á septiktanganum í havanum liggur kettan og blundar so eviga vælforeint við tað heila og tað má eg siga, at lítið er at illneitast um ein dag sum hendan. Tað er líka við, at mann gloymir verkfall og stættarsamfelag eina løtu í hvussu er. - Í dag er 1.juni og summar við sól og grønum bøi og tað er ikki bara náttúran, ið spennir seg út, men eisini listin. Nú er tíðin til festivalar, stevnur, konsertir og framførslur av øllum møguligum slagi. Í dag er Norðoyastevna í Klaksvík við kappróðri, fleiri framsýningum og tiltøkum og listasummarið tykist yvirhøvur fult av áhugaverdum listaligum eventum. Í Gallarí Havnará verður framsýning við Zachariasi Heinesen, hon letur upp mentanarnáttina 7.juni klokkan 16. Mentanarnáttina hendir øgiliga nógv, á Landsbókasavninum er m.a. framsýning við myndum hjá Floru Heilmann og í Norðurlandahúsinum letur Summarframsýningin upp klokkan 16 og tað ljóðar sum ein endurnýtsluframsýning í stíli við Spectres, sum nabb teeri gjørdu í 2021, men nú fáa vit at síggja. Á heimasíðu Norðurlandahúsins stendur: Framsýningin eitur Circular Faroe Tales hjá brøðrunum Christoph og Sebastian Mügge, ið seta spurningar sum hvat liggur eftir, tá ið vit fara hiðani? Hvat fara komandi ættarlið at halda um okkum og tað, vit leggja eftir okkum? Svensku-týsku listamenninir, Christoph & Sebastian Mügge, hava við Circular Faroe Tales gjørt eina framsýning, sum rúmar eini rúgvu at søgum, lutum og slóðum eftir føroyingar. Í framsýningini eru m.a. brúktar tannbustir og skrovbein og kjálkabein av seyði. Lutirnir eru fingnir til vega til júst hetta høvið. Myndirnar eru úr myndasavninum hjá Tjóðsavninum. Framsýningin er skipað sum ein sirkuler frásøgn. Søgan endar, har hon byrjaði, og byrjar, har hon endaði; millum alskyns klingrut skap í Føroyum melur søgan í ring. Frásøgnin vísir áskoðarunum bæði dýrgripir og rusk, sannroyndir, ímyndir, sannleikar og misskiljingar, sum saman eru eitt endurljóð av skiftandi virðum og raðfestingum, ið eyðkennir hvørt einstaka ættarlið. Í Steinprenti lata tey eisini summarframsýning upp Mentanarnáttina eins og annað mangt gongur fyri seg, sum kann síggjast í skránni, sí her: https://issuu.com/visittorshavn/docs/mn24_skra_a5_web_04
Fram til 30. juni ber til at koyra sær ein túr til Mikladals at síggja eina framsýning við verkum í gamla skúlanum. Har eru tekningar eftir Hanna Bjartalíð, vatnlitsmyndir hjá Tóroddi Poulsen og litografi hjá Torbirni Olsen, Zachariasi Heinesen, Bárði Jákupsson, Fríðu Matras Brekku, Mariusi Olsen og Tróndi Patursson. Vitjan eftir avtalu við Jógvan Magnusmørk á tlf.: 91 41 40
Í Víngarðinum í Havn letur ein sera summarslig framsýning upp 14.juni klokkan 16-18, tá Fríða Matras Brekku fer at framsýna sínar tølandi vøkru blómuakvarellur og tann næsta framsýningin í Víngarðinum verður eisini summarslig og frísk og letur upp 26.juli klokkan 15-17 við verkum hjá Silju Strøm, Hansinu Iversen, Torbirni Olsen, Randi Samsonsen, Jóhan Martini Christiansen, Nancy Nónskarð Dam og Helgu Djurhuus. Sama dag letur framsýning upp í Steinprenti klokkan 16-18 við nýggjum verkum hjá Anker Mortensen, men áðrenn tað; hósdagin 18.juli lata vit upp framsýningina Fog Swept Cargo – Føroysk list í New York t/r í Østrøm við nøkrum av verkunum, ið eru framsýnd í Scandinavia House á Manhattan í løtuni.
Listafelag Føroya skipar sum á hvørjum ári fyri ólavsøkuframsýningini á Listasavni Føroya, og hvørt ár bjóðar Listafelagið einum nýggjum fyriskipara at gera framsýningina. Í ár stendur Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna, fyri framsýningini, sum verður við: Anný Djurhuus Øssursdóttir, Bjørk Ellindsdóttir Frýdal, Dan Helgi Helgason í Gong, Femju Haack, GUT// productions & Leikhús SKIFT, Katlu Lave Næs, Lailu Mote, Rannvá Holm Mortensen & Guðrið Poulsen, Sigmund V. P. Zachariassen & Gwenael Akira Helmsdal Carré, Supervisjón, Tróndi Dalsgarð, Vár Samuelsen og Vár B. Árting við RIVA. Listafelag Føroya tók fyrstu ferð stig til at gera eina listaframsýning sum part av ólavsøkuhaldinum í 1948. Síðani tá er framsýningin vorðin ein týdningarmikil og siðbundin partur av ólavsøkuni. Ólavsøkuaftan 28. juli kl. 15 letur ársins ólavsøkuframsýning upp á Listasavni Føroya. 28. og 29. juli er Listasavn Føroya opið kl. 11-20. Framsýningin er opin til og við sunnudagin 18. august, og Listasavn Føroya er opið allar dagar frá kl. 11-17.
Torbjørn olsen - tróndur patursson
fríða matras brekku
Fríða Matras brekku
Føroysk list í Charlottenlund
/Í dag 1.juni klokkan 14-16 letur upp framsýning við verkum eftir brøðurnar, Torbjørn Olsen, Hans Paula Olsen og Marius Olsen í Galleri Lars Borella í Charlottenlund. Listamenninir eru til staðar á upplatingini.
Tróndur Bogason í uppskoti til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
/Millum tey tólv verkini, sum eru í uppskoti at vinna Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri høgt listaligt støði, er Symfoni no 1 & 2 hjá Tróndi Bogason, sum hann skrivaði til Føroya Symfoniorkestur. Virðislønin er 300.000 krónur og latin 22.oktober í Reykjavík. Koyr á Føroyar!
https://www.listaportal.com/tidindi/2023/3/19/slri-1983
Í uppskoti eru:
Danmark
Apolonia Apolonia filmscore eftir Jonas Struck
Om Lys og Lethed eftir Rune Glerup
Finnland
Extinctions hjá Cecilia Damström
Juniper eftir Linda Fredriksson
Ísland
Bewitched af Laufey
The Gospel of Mary hjá Hugi Guðmundsson
Noreg
Brigde eftir Anne Hytta
Stabat Mater hjá Tyler Futrell
Svøríki
Cellokonsert hjá Anders Hillborg
Eros agape philia eftir Sara Parkman og Hampus Norén
Áland
LUFT eftir Peter Lång
Minningarorð um Olivur við Neyst
/Tá útvarpið í dag boðaði frá andláti Olivurs við Neyst, kom tað ikki púra óvæntað, tí okkurt graml hevur verið um, at hann lá lágt. Fleiri ár eru síðani hann sást í býnum á ferniseringum o.t. Kortini kemur deyðin altíð dátt við, tí nú manglar eitt menniskja, sum plagdi at fylla sítt serliga pláss í okkara tíð.
Olivur við Neyst var ein týðandi listamaður. Hann var føddur í Klaksvík í 1953, útbúgvin á kunstakademinum í Keypmannahavn hjá Richard Winther og Wilhelm Freddie 1975-1979 og gekk síðani tvey ár á listpedagogiskari linju hjá Helge Bertram. Olivur við Neyst var gávaður koloristur, sum málaði bjartlittar kompositiónir við støði í býar- og bygdaumhvørvum – ofta við eini kaleidoskopiskari kenslu, sum Bárður Jákupsson nevnir tað í bókini Myndlist í Føroyum - har myndaflatin hjá Olivuri er býttur upp í eitt fagurlitt mynstur. Hetta sæst t.d. í fleiri av myndunum, sum hann málaði, tá hann var við sluppini Ester fyrst í hálvfemsunum. Myndamálið minnir í hesum føri um klassiskt modernistiskar, kubistiskar og fauvistiskar myndir, men hann málaði eisini rættiliga abstraktar myndir - eg minnist serliga ein gulan málning, sum var á einari framsýning á Den Frie í Keypmannahavn - hann var framúr. Olivur við Neyst hevur starvast sum studentaskúlalærari og -próvdómari: Hann hevur prýtt nógvar bøkur og frímerki og hevur somuleiðis prýtt ymsar stovnar, t.d. Lágargarð, eins og hansara verk eru umboðað í Listasavni Føroya. Ta fínu portrettmyndina her omanfyri av Olivuri hevur Torbjørn Olsen teknað í 1990. Teir vóru vinmenn og høvdu saman við Amariel Norðoy atelier úti á Bakka eins og teir framsýndu saman í hálvfemsunum. Hvíl í friði Olivur, takk fyri listina.
Kinna Poulsen
Tak for kunsten, Erik Heide
/Kunstneren Erik Heide er død, 89 år gammel. Han var en kendt kunstner i sit hjemland, Danmark, hvor han har modtaget mange hædersbevisninger - han blev blandt andet hædret med Statens Kunstfonds livsvarige ydelse. På grund af det mangeårige og gode samarbejde, som han havde med litograf Jan Andersson og Steinprent, er han også velkendt blandt færøske kunstinteresserede og færøske kollegaer. Hans værker har været med på flere udstillinger i Steinprent og andre steder i Tórshavn.
Erik Heide blev født i 1934 på Mors, hvor han var bosat. Han var uddannet på Kunstakademiet hos Kræsten Iversen, professor på malerskolen, der også var den færøske maler Ingálvur av Reynis lærer. Derefter gik Heide på grafikskolen hos Holger J. Jensen. Erik Heide er mest kendt som billedhugger, han er den kunstner, der har udsmykket flest kirker i Danmark. Erik Heides motivkreds er relativt enkel, mange motiver er tilbagevendende. I kirkeudsmykninger har han ofte taget udgangspunkt i gamle kristne symboler, som han forenkler og moderniserer således, at værkerne får en særligt oprindeligt og inderligt præg.
Én ting er helt sikkert, hvis du var så heldig at møde Erik Heide og gav dig tid til virkelig at møde ham, så glemmer du ham aldrig. Han lignede på en måde sine værker. Der var styrke bag mildheden samt en særlig skarpsindighed i al livstaknemmeligheden. Erik Heide arbejdede, som sagt jævnligt i Steinprent, og da var det en glæde at besøge værkstedet og følge den sindige strøm af stilfærdige, indholdsrige tryk fra hans hånd, medmindre han altså nåede at rive det i stykker, for det gjorde han, hvis han ikke var fuldstændig tilfreds med resultatet.
Selvom Erik Heide elskede at leve, skabe kunst og var nysgerrig i forhold til sin samtid og samtidskunsten, var han også meget bevidst om livets vilkår. Han var enestående interessant at tale med, uanset om samtalen handlede om den syndigt velsmagende kombination af foie gras og Sauterne, vigtigheden af spindende katte, brændte bamser som tegn på meningsfuldheden, universelle pinde eller vægtløse fugle. Alt var meningsfuldt og væsentligt - også en tilsyneladende uanselig smal sti på et litografi, hvor kunstneren gik tur hver dag, indtil han ikke gik der mere. "For stien ender jo" som han tørt og usentimentalt konstaterede i en samtale for nogle år siden. Nu er stien gået til ende. Han vil blive savnet af sine nærmeste og i Steinprent. Tak for samtalen og for kunsten, Erik Heide.
Takk fyri listina, Erik Heide
/Danski listamaðurin Erik Heide er deyður 89 ára gamal. Hann var kendur listamaður í Danmark, har hann t.d. var heiðraður við lívsveiting frá Statens Kunstfond longu í fýrsunum. Orsakað av samstarvinum, sum hann hevði við Jan Andersson og Steinprent, er hann eisini væl kendur millum føroyingar og millum føroysk listafólk. Hansara verk hava verið við á fleiri framsýningum í Steinprenti og aðrastaðni. Erik Heide var føddur í 1934 á Mors, har hann búði. Hann var útbúgvin á Kunstakademinum hjá sama lærara sum Ingálvur av Reyni hevði; Kræsten Iversen professara á málaraskúlanum. Síðan var hann á grafiska skúlanum hjá Holger J.Jensen, men Erik Heide er mest kendur sum myndahøggari og er tann listamaðurin, ið hevur prýtt flestar kirkjur í Danmark. Myndevnini hjá Erik Heide eru lutfalsliga einføld. Í kirkjuprýðingunum hevur hann ofta tikið støði í gomlum kristnum symbolum, sum hann einfaldar og moderniserar og fær fram eitt serligt upprunaligt og inniligt huglag og tað sama er galdandi fyri grafikkin.
Eitt er vist, at hepnaðist tær at hitta Erik Heide og gavst tú tær tíð til veruliga at hitta hann, gloymir tú hann ongantíð. Hann líktist síni list. Har var ein heilt serlig megi í øllum mildleikanum, eitt serligt gløggskygni í lívstakkseminum. Erik Heide var sum sagt javnan í Steinprenti og tá var tað ein fragd at vitja á verkstaðnum og fylgja við spakuliga streyminum av stillførum, innihaldsríkum prentum frá hansara hond um altso ikki hann hevði nátt at skræða tað, tí tað gjørdi hann um hann ikki var fullkomiliga nøgdur við úrslitið og tað hendi seg javnan.
Sjálvt um Erik Heide elskaði at liva, at skapa list og var forvitin um eitt nú samtíðarlistina, var hann eisini sera tilvitaður um lívsins treytir. Hann var einastandandi áhugaverdur at práta við sama um samrøðan var um foie gras og sauterne, snurrandi kettur, brendar bamsur, universalar pinnar, vektleysar fuglar og list ella um eina smala gøtu á einum prenti har listamaðurin gekk hvønn dag inntil inntil hann ikki gekk har meira. -"Tí gøtan endar jú" – tað staðfesti hann einaferð róliga og ósentimentalt, tá eg prátaði við hann. Nú var gøtan liðugt gingin. Tað verður saknur í manninum millum hansara nærmastu og í Steinprenti. Takk fyri prátið og fyri listina, Erik Heide.
Hárhvøss og konsekvent installatión við surrealistiskum flogi
/Anný Djurhuus Øssursdóttir í Listasavninum
Hvørja ferð, eg síggi eina framsýning hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir, fái eg herðindi, ið umframt spenta gleði bera við sær ein knappligan, intensan grammleika eftir at gerast øgiliga gomul bara tí, at eg vil halda fram við at fylgja við listini og sleppa at síggja hvat henda listakvinnan fer at finna uppá.
Framsýningin hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir, TIME OUT OF TIME – A Silent Drama breiðir seg yvir tveir av teimum smærru klivunum í Listasavninum. Framsýningin, sum læt upp í Listasavni Føroya í síðstu viku, er ein sonevnd “Støkk-upp” framsýning - tað er eitt fyribrigdi, ið er mikið brúkt í okkara ótolnu tíð eisini í Listasavninum har tað er vorðið sammerkt við framsýningar, sum er minni í vavi og týdningi enn tær vanligu og sum stinga seg upp ymsastaðni í Listasavninum eitt sindur meira spontant í mun til tær “ordiligu” framsýningarnar. Formatið er brúkt sum sidekick ella krydd aftrat teimum mongu temaframsýningum, sum hesi seinastu mongu árini hava ligið oman yvir Listasavninum eins og ein vælmeinandi men eisini tung og óluftað dýna, har føroysk list hevur verið tulkað og lýst sambært nøkrum fáum nationalum essensum. Fyri at peppa tað formatið upp, eru ymisk samtíðarlistafólk biðin um at hava smáar støkk-upp framsýningar í Listasavninum. Sjálvt um hetta helst hevur økt um virksemi og vitjunartal, er tað eitt format, sum riggar sjáldsama illa í einum so týdningarmiklum stovni sum Listasavn Føroya, ið eigur at halda seg til at skipa fyri fullum og heilum framsýningum í eini vælhugsaðari skrá, sum fevnir bæði siðbundið og progressivt.
Anný Djurhuus Øssursdóttir hevði ivaleyst klárað eina heila og stóra framsýning í Listasavninum. TIME OUT OF TIME - A Silent Drama er í øllum førum ein hárhvøss og konsekvent installatión við surrealistiskum flogi - at síggja til minimal, men við somu dýpd og effekt sum ísfjallið, ið á sinni lá og bíðaði eftir Titanic í kúrrum nærri-mín-Guð-til tín-bláum myrkri. Í tí fyrra klivanum í Listasavninum er ein veggur settur upp við tveimum lyklarholum. Kagar tú gjøgnum tey, sært tú filmar av lutum og innbúgvi í rúmum í dukkuhúsum. Á eystara vegginum hanga síðar, hvítar gardinur allan vegin frá loft til gólv inn í tað næsta rúmið, har ein veggur eisini er settur upp við tveimum veggjalampum. Tað er bara tað og einki meira, men hesi hvítu rúmini tykjast gjølliga hugsað - eisini tilfarsliga. Teir uppsettu veggirnir eru til dømis tapetseraðir við strukturtapeti. Tað er eitt tilfar, vit kenna sum eitt bíligt og praktiskt slag av tapeti, ið var serliga nógv brúkt fyri tjúgu-tretivu árum síðan og tað verður nýtt enn. Tílíkt tapet er so óeksklusivt, ófínt, normcore og vanligt, at tað tykist beinleiðis demonstrativt í listahøpi. Tað er so mikið vanligt í einum umhvørvi, sum dyrkar tað serstaka, at tað verður óvanligt.
Anný Djurhuus Øssursdóttir hevur arbeitt listaliga við rúmum í fleiri ár bæði myndevnisliga, huglagslig, men eisini ítøkiliga í serligum framsýningarrúmum. Fyri nøkrum árum síðani framsýndi hon til dømis í plantasjuni í Havn. Í fleiri verkum hevur listakvinnan viðgjørt heimlig rúm, har at síggja til gamlar fotomyndir eru innlimaðar í ymsar strukturar úr gomlum húsum, tapet, flisar ella linoleumsgólv úr ommuhúsum, ið geva sansaligt og taktilt hugasamband til evnið ella minnið, ið verður viðgjørt. Verkið, sum Anný herfyri hevði við á framsýningini óStilt í Víngarðinum, hevði hetta sama heitið Time out of Time. Hon greiddi mær í hesum sambandi frá, at heitið kemur frá russisk-amerikonsku listakvinnuni og høvundinum, Svetlana Boym, sum skrivaði um reflektiva nostalgi í síni bók The future of nostalgia, ið fatar nostalgi sum eitt annað og meira víðskygt slag av longsli enn bert triviellan longsul eftir gomlum døgum. Nostalgi er yvirhøvur eitt so sera áhugavert hugtak, ið er sera fleirtýðugt og jú ikki nýtist vera hugnaligt og gott. Sambært áðurnevndu Boym kann reflektiv nostalgi snúgva seg um ein djúpan tilveruligan longsul eftir einari aðrari lívsrútmu enn teirri, ið merkir gerandisdagin – tað kann t.d. vera ein longsul aftur til dreymin ella barndómin. Framsýningin hjá Anný krevur av áskoðaranum, at vit hyggja gjøgnum eitt lyklarhol. Støðan gevur varhugan av at lúra, so har stendur tú skammfuktað og sníkir teg at kóla inn í heimaøkið hjá onkrum øðrum. Lutirnir á framsýningini eru um somu tíð sera vanligir gerandislutir; lyklarhol, lampur og gardinur, men einfalda, monumentala uppsetingin, ið ber brá av einum kúrrum og klorinificeraðum Twin Peaks universi ella eini skelvandi sovukamars-cellu hjá Louise Bourgeois, fær teg at hugsa, at her er meira í tí enn sum so. - Bæði lyklarhol og lampur eru sera potent og nógv brúkt symbol ikki minst innan figurativa surrealismu, ið sum kunnugt tók støði í dreymum og frummyndum. Lyklarholið verður nýtt sum symbol fyri okkurt slag av gjøgnumgongd, ið førir til nakað størri, kanska inn til dulvitið og ein annan meira upprunaligan heim. Sjálv lúrarastøðan og dukkuhúsið geva áskoðaranum hugasamband við ósekan og torgreiddan barndóm, varhugan av vaksnamannalívi við øllum tess ósøgdu og óskiljandi merkiligheitum. Her eru nakrar myndir av framsýningini, ið best upplivast á staðnum í Listasavninum, har hon kann síggjast fram til 21.juli. Kirstin Helgadóttir kurateraði framsýningina og helt røðu, tá hon læt upp. Eg hoyrdi ikki røðuna, men giti, at kuratorurin hevur skrivað tekstin um Anný Djurhuus Øssursdóttir í tíðindaskrivi og á vegginum í framsýningini og hetta er ein góður, upplýsandi og hugfarsligur tekstur.
Kinna Poulsen
Eivør í Royal Albert Hall
/Eivør Mikael Blak, Mattias Kapnas, Per I Højgaard Petersen og
Javnt og samt skara okkara listafólk framúr uttanlands. Herfyri hugtóku føroyskir leikarar áskoðarar í London á kenda Barbicanpallinum og fingu framúr góð ummæli. Fríggjakvøldið 10.mai fara Eivør og tónleikarar at framføra í einum av heimsins kendastu høllum; Royal Albert Hall í Kensington í London. Á heimasíðuni Bands in town verður føroyska songkvinnan søgd at hava eina av heimsins mest hugtakandi røddum. Tað verður spennandi hjá bæði áhoyrarum og teimum framførandi at royna pallin í einari so legendariskari høll sum Royal Albert Hall, ið læt upp í 1871.
Listafólkalønir 2024
/Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur tikið avgerð um at veita hesum trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burturav við ávíkavíst bókmentum, myndlist og leiklist: Rakel Helmsdal, Jóhan Martin Christiansen og Búi Egason Dam.
Bókmentalig faknevnd segði um Rakel Helmsdal: Rakel Helmsdal hevur eitt langt lív sum yrkislistafólk aftan fyri seg og eina røð av útgávum, tilnevningum og heiðurslønum. Hon lýsir í sínari umsókn greiðar og realistiskar ætlanir, sum bæði eru framhald av ymiskum, hon hevur givið út, og áhugaverdar ætlanir, ið víðka hennara breiða mentanarliga virksemi. Tað er eingin ivi um við atliti at tí, sum hon longu hevur avrikað, at nógv og dygdargott tilfar fer at spyrjast burtur úr hennara arbeiði, og at tað verður til gangs fyri ung sum eldri.
Í nevndini sótu Sámal Soll og Paula Gaard.
Myndlistalig faknevnd segði um Jóhan Marin Christiansen Jóhan Martin Christiansen hevur markerað seg á føroyska listapallinum við hugtakandi og avbjóðandi samtíðarlist, sum fevnir um gips, readymades, installatiónir, grafikk og videolist. Hann arbeiðir við estetikki og formi, og verkini rúma søgur og spor eftir fólki og støðum. Jóhan Martin Christiansen er í støðugari menning og hevur ein djúptøknan kunnleika til tilfarið, sum hann arbeiðir við. Hann vísir til eldri listasøgu, samstundis sum hann hevur sína egnu dagsskrá.. Verkætlarnirnar, sum Jóhan Martin Christiansen ætlar at arbeiða við, eru gjøgnumhugsaðar og á høgum stigi. Jóhan Martin Christiansen hevur gjørt vart við seg uttanlands og sýnir regluliga fram á føroyska og danska listapallinum. Trý ára listafólkalønhevði givið honum møguleika at halda áfram við støðugu menningini.
Í nevndini sótu Randi Samsonsen og Sólveig Hanusardóttir.
Faknevndin fyri leiklist, video og film segði um Búa Egason Dam: Búi Dam er eitt djarvt multitalent við eyga fyri pallsterkum søgum, ið aftur og aftur vísa føroyingin á ranguni. Søgur, sum við leiklistarligum snildni ofta megna at lýsa, hvussu tað umhvørvið, vit virka í, fer við okkum menniskju bæði so og so. Her fáa serlingarnir - hesi sárbæru, útsettu, forsømdu og órættvíst viðfarnu, umsíður sína rødd. Búi ferðast óræddur og við hegni tvørtur um fleiri listagreinar. Tað høga listarliga støðið skínur ígjøgnum á øllum leiklistarligum parametrum og eigur sín lut í, at hann so fyrimyndarliga røkkur út um landoddarnar. Og tá hugt verður at teimum avrikunum á altjóða støði (Lykkenborg, Lear Kongur, Látur Medusu, v.m), og teimum, ið standa fyri framman (Eitt nú: Hvørvisjónleikur og Seinasti trælurin), er eingin ivi um, at Búa Dam eigur at fáa eina 3 ára listafólkaløn. Hetta er ein solid íløga í okkara films- og leiklistaumhvørvi. Og ikki minst okkara samfelag.
Í nevndini sótu Bárður Persson, Jonna Fritsdóttir Mortensen og Turið Johannesen.
Inn komu 15 umsóknir.
Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum. Lønirnar verða veittar umsøkjarum við støði í verkevni ella verkætlan, sum eftir nevndarinnar meting hava listalig og faklig dygdareyðkenni. Listafólkið skal í einum trýára skeiði arbeiða burturav við síni list. Listafólkalønin svarar til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.
Ein tónlistaligur varði á G! 2024
/Hvør kann lata vera við at murra afturvið romantiska lagnum, Josephine hjá Teiti? Og hvør minnist ikki I still sleep with the lights on, You´re the ocean og Poetry & Aeroplanes? - Hetta eru sangir, sum eru partar av okkara felags søgu í hesari øldini.
Fyri tjúgu árum síðani avrikaði ein ungur havnarmaður nakað, sum í föroyskum tónleikaligum höpi svarar til at lenda á mánanum. Tað var tá ið Teitur fekk plátusáttmála í lag við stóra plátufelagið Universal í Amerika.
Plátan, sum spurdist burtur úr hesum var Poetry & Aeroplanes. Eitt meistaraverk alt sum tað er. Eitt valaverk, sum enn í dag stendur sum ein sannur varði í sangara/lagsmíð rúgvuni.
Og á G! 2024 sleppa vit at uppliva öll lögini á plátuni úr einum enda í annan.
Teitur kemur við bólki sínum, og her verður ikki spart uppá nakað; strúkarar verða eisini við - tað siga tey í Gøtu og bjóða okkum at koma við at uppliva Poetry & Aeroplanes á G! 2024.
Listaverk handað Margretu drottning
/Í dag var listaverkið, sum Fólkatingið og danska ríkisstjórnin gav Margretu drottning í 50 ára jubileumsgávu, handað. Talan er um listprýðing av økinum við Norðurbryggjuna í Keypmannahavn, sum danska listakvinnan Gudrun Hasle, grønlendska listakvinnan, Jessie Kleemann og okkara egna Hansina Iversen hava skapt í felag. Tá listakvinnurnar í september í fjør vóru í morgunsendingini hjá TV2 greiddu tær frá hugskotinum til verkið. Hansina Iversen segði, at uppgávan var bundin og opin í senn, og at verkið onkursvegna skuldi snúgva seg um tey trý londini í ríkisfelagsskapinum, sum tær tríggjar umboða. Grundarlagið í verkinum verður vatn ella tann sjógvurin, sum bæði skilir og bindur okkum saman. Jessie Kleeman arbeiðir við fiskum og eggum sum myndevni, Gudrun Hasle avmyndar hagasóljur, meðan Hansina Iversen arbeiðir abstrakt við støði í teimum átjan oyggjunum, ið mynda Føroyar. Skapini hjá henni minna um gimsteinar og stjørnur - her hevur hon eitt nú hugsað um stjørnurnar sum vegvísarar. Jørð, hav og himmal eru sostatt umboðað í verkinum, sum er staðsett við Norðuratlantsbryggjuna í Keypmannahavn.
Kelda: TV2 og Folketinget, fotomynd: Olafur Gestsson.
Jan Andersson 70
/Í dag fyllir steinprentarin Jan Andersson á Velbastað sjeyti ár. Hann varð føddur 29.apríl í 1954 í Ibsker á Bornholm, haðani familjan flutti í 1956, fyrst til Sandby á Norðvestsælandi og síðani til Kundby - hann er dani, men 3/4 av hansara ommum og abbum eru úr Svøríki. Aftaná barnaskúlan fór Jan Andersson í læru hjá legendariska litografinum I.Christian Sørensen (1911-1985), sum etableraði grafiskan verkstað í Hjørring og tað var har, Jan kom í samband við føroyska list og við táverandi leiðaran á Listasavninum, Bárð Jákupsson. Jan flutti til Føroya saman við Fríðu Matras Brekku og saman stovnaðu tey Grafiska Verkstað Føroya, ið fyrstu árini húsaðist í Listasavninum. Síðan 2009 hevur fyritøkan itið Steinprent og fevnir umframt um verkstaðin í erva eisini um framsýningarhøli í neðra – bæði eru miðdeplar í føroyskari samtíðarlist við nógvum og góðum listaligum virksemi. Tá mann tosar um Jan Hartvig Andersson, ið er hansara fulla navn, koma tey flestu fyrst í tankar um hansara ókúgandi optimismu, blíðskap og beinasemi.
Hann fyllir sum sagt í dag, men helt stóra veitslu í vikuskiftinum. Tá eg segði fyri Tóroddi Poulsen, at eg ætlaði at halda røðu fyri Jan, var viðmerkingin “..og um telefonin ringir, meðan tú heldur røðu, tekur hann av gomlum vana telefonina, trúgvur sum trøllið móti øllum sum ringja..”. Tóroddur bað meg eisini minnast at nevna optimismuna og passiónina fyri Coltranetónum og Monk, ið hoyrir til valsingina og prentistevið. Tað geri eg hervið. Samstarvið við nettupp Tórodd Poulsen er týdningarmikið og hevur givið føroyskari samtíðarlist listaverk, sum mann illa vildi verið fyriuttan. Tað sama er galdandi fyri so ómetaliga mong onnur verk hjá øðrum listafólkum, tey mongu steinprentini hjá Hansinu Iversen við so radikalum og maksimalum litsamansetingum, at hon kann fáa tey flestu at hokna, men ikki Jan, ið hevur álit á listafólkunum og á litografisku prosessini. Samlaða avrikið hjá Jan Andersson og Steinprenti er ómetaliga stórt. So nógvar verkætlanir, so nógvar framsýningar, so nógvar prentmyndir, fullar av nýggjum hugsanum, sum hava glett og flutt okkum. Fyri mítt egna viðkomandi hevur hetta verið grundleggjandi í míni skriving um list síðan greinina um Per Kirkeby fyri skjótt eini fjórðings øld síðani. Nú Jan Andersson fyllir hálvfjers er tað ein serlig gleði, at hann ikki skal pensionerast nakrastaðnis, men ætlar at halda fram í sama góða stíli á verkstaðnum saman við hinum á verkstaðnum, Louise, Mikkjal og Fríðu – og tey mugu takast uppí sjálvt um hetta er ein føðingardagsheilsan til Jan. Føðingardagsbarnið er fram um alt kollektivist, ið gongur høgt uppí felagsskapin og at skapa í felag.
Hjartaliga til lukku, Jan - tín lutur liggur ikki eftir.
Hin seinasta temaframsýningin
/Fríggjadagin læt upp framsýning um kroppin í Listasavninum. Sambært kuratorinum Kirstin Helgadóttir var hetta hin seinasta av temaframsýningunum í hesum umfarinum og seinasta framsýningin í Listaskálanum í verandi líki, tí nú verður farið undir útbygging av Listasavni Føroya eins og nýggjur leiðari verður settur í næstum. Tað verður spennandi bæði so og so.
Framsýningarkonseptið snýr seg sum nevnt um kroppin. Framsýnd verða verk hjá seytjan listafólkum. Summi verk eru áhugaverd og original, onnur hevur tú onkursvegna upplivað áður í onkrum útlendskum listasavni. Í tíðindaskrivi verður staðfest, at mannakroppurin hevur verið avmyndaður til allar tíðir frá fyrstu holumyndunum til grikskar standmyndir av idealkroppum, til suðureuropeiskar málningar av naknum kroppum og so framvegis. Síðan verður spurt hvussu kroppurin sær út í føroysku listini. - Eg hugsi alt fyri eitt, at hann er hvítur, idealur og normativur uttan atlit til allan tann ymiskleika og fjølbroytni, sum mannaættin annars umboðar av fólkasløgum, av typum, av kroppum, av lýtum og brekum, búkum, kynum og kynssamleikum. Her hjá okkum er alt øgiliga straight og beint fram pent, men kuratorurin helt eina fína røða við áhugaverdum perspektivum. Hon dugir at seta upp framsýningar, ið eru grafiskt greitt skipaðar samstundis sum hon týðiliga roynir at fevna breitt í sínum úrvali eisini til verk, ið røkka út um tað kynsnormativa sum í bláa videoverkinum hjá Dan Helga í Gong, har listamaðurin er farin í eina balju av vaska seg reinan. Her eru onkur queer kensla yvir verkinum, sum eisini hómast í áhugaverdu fotomyndum hjá Edward Fuglø og Lydiu Hansen.
Mitt á gólvinum stendur ein videostandmynd hjá Jóhan Martin Christiansen, ið er áhugaverd og konfronterandi samstundis sum hon tykist rættiliga abstrakt, tí hvat snýr hetta seg um? Tað minnir um maskinkenda estetikkin, sum listamaðurin hevur arbeitt við nú í nøkur ár. Maskinir, sum skapa listupplivingar. Verkið eitur Speaking in Tongues og er myndað úr reyðum stálstongum og einum videoskermi, har sjónleikarin, Annika Johannessen við síni insisterandi nærveru ber fram ein monolog, sum er settur saman av tekstbrotum úr bíbliuni, frá poppløgum og øðrum keldum.
Eitt sindur av málningum er á framsýningini hjá m.a. Poul Horsdal, Sigrun Gunnarsdóttir og Elin Josefinu Smith, har tað serliga er mammuleikluturin, ið verður fagnaður, men tøkniliga er talan um eina lutfalsliga fjølbroytta framsýning. Tað er stuttligt at trína inn í eksperimentarium hjá Jón Sonna Jensen, sum framsýnir nøkur eldri verk í tilfari, ið minnir um okkurt lívrunnið og fekk framsýningargestir at koma í tankar um landbløðrur.
Tað er rættiliga upplagt at venda sær til Olsenbrøðurnir, tá tað snýr seg um kropp í føroyskari myndlist. Tí bæði Torbjørn og Hans Pauli (Marius kundi eisini verið við) eru okkara fremstu tulkarar av nakna menniskjafigurinum. Á framsýningini síggja vit nakrar stórar gamlar tekningar, sum Torbjørn gjørdi av standmyndum á Glyptotekinum, tá hann var um 16 ára aldur. Eg hevði heldur ynskt mær at sæð eina røð av hansara framúr portrettum og persónsmálningum, sum mann ivaleyst kundi lænt ymsastaðni. Hans Pauli er ógvuliga øðrvísi teknari, men hann hevur framsýnt tekningar á rættiliga nógvum framsýningum seinastu árini. Tað eru myndir av naknum fólkum og føroyskum landslagi, sum eru teknað yvir fleiri pappír, ið verða hongd upp saman til tess at mynda heildir, ið aftur ganga inn í eina størri heild. Uppsetingin í Listaskálanum tykist vera gjørd til tann sunnara endaveggin og riggar væl har sum eitt monumentalt verk. Framman fyri á gólvinum stendur ein rund standmynd við fleiri standandi menniskjafigurum, sum vísa hvussu væl tað liggur fyri hjá listamanninum at blása lív í tað tilfarið, sum hann arbeiðir við. Tað kann vera, at naknir figurar ikki eru uppi í tíðini í teirri kontemporeru listini, men eingin kann taka frá Hans Paula Olsen, at hann í eins mansaldur hevur verið fremsti skulptør her á landi ella at hansara Traðarmaðurin (1989) niðri á Vaglinum í Havn er eitt meistaraverk av megi, vekt og harmoni.
Framsýningin heldur fram til 30.juli. Við á framsýningini eru:
Rannvá Holm Mortensen, Sigrun Gunnarsdóttir, Guðrið Poulsen, Elin Josefina Smith, Hans Pauli Olsen, Edward Fuglø, Poul Horsdal, Erla Marita Askham, Rannva Kunoy, Alda Mohr Eyðunardóttir, Dan Helgi í Gong, Jón Sonni Jensen, Sámal Joensen-Mikines, Torbjørn Olsen, Lydia Hansen, Jóhan Martin Christiansen og Ole Wich.
Kuratorurin heldur røðu
Jóhan martin christiansen
ole wich
hans pauli olsen
hans pauli olsen
torbjørn olsen
Hans pauli olsen edward fuglø og annika av lofti
fernisering
marita smith framman fyri málningi hjá dóttrini elin j.smith
fritjof joensen - tekningar hjá Torbirni Olsen
Dan helgi í gong
Lydia Hansen
erla marita askham
edward fuglø
rannvá holm mortensen
fernisering
In a New York state of mind
/Lidnir eru í dag sjey dagar síðani heimferðin byrjaði úr New York og enn eri eg ikki fullkomiliga komin uppá pláss í øllum førum mentalt. Eg upplivdi so ómetaliga nógv av list, menniskjum, býnum og samfelagnum, sum fyllir og tekur tíð. Vit vóru í New York í fjúrtan dagar fyri at seta upp framsýning, eg havi kuraterað við føroyskari list og presentera hana fyri New Yorkarum. Meðan vit vóru har upplivdu við tíðarforskjóting, jetlag, ódnarveður, sólarmyrking, jarðskjálvta umframt fantastiska list og tað kann í sjálvum sær vera ein avbjóðing fyri eina jarðbundna havnarkonu langt uttan fyri sína komfortsonu, men tað, sum av álvara rørdi og risti meg, var at síggja føroysku listina framsýnda á Park Avenue á Manhattan. At uppliva hetta velduga, lýsandi meginverkið av einum málningi hjá Hansinu Iversen folda seg út saman við framúrskarandi óítøkiligu, glitrandi málningunum hjá Rannva Kunoy, sansaligu, eiggiligu, humoristisku og álvarsligu standmyndunum hjá Randi Samsonsen og teimum um somu tíð kenslubornu og endaleyst neyvu verkunum hjá Jóhan Martin Christiansen og Aldu Mohr Eyðunardóttir saman við vøkru, inniligu og gløggskygdu myndunum hjá Tóroddi Poulsen og Hanna Bjartalíð. Tað var fyri meg ein so stór uppliving, at eg næstan ynski mær tvær vikur á Hvíldarheiminum so eg kann sodna og fata tað. Eg fari at seta fleiri orð á framsýningina seinni, tá professionellar fotomyndir verða til taks av framsýningini.
Listaframsýningin Fog Swept Cargo – Art from the Faroe Islands varð sett á stórum tiltaki í Scandinavia House á Manhattan í New York leygardagin 13. apríl. Framsýningin verður verandi til 6.juli. Listaverkini verða síðani flogin heim, tá ætlanin er at hava eina Fog Swept Cargo II í Steinprenti í Havn. Fog Swept Cargo – Art from the Faroe Islands er framsýning við føroyskari samtíðarlist við verkum eftir Tórodd Poulsen, Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð, Rannvá Kunoy, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen og Aldu Mohr Eyðunardóttir. Á heimasíðuni hjá ammr.fo stendur:
“Tað er einastandandi at síggja, hvussu væl listaframsýningin tekur seg út her í New York. Tað hevur stóran týdning, at føroysk list kemur út um landoddarnar, og hetta er eitt sera gott høvi at gera vart við føroyska list á altjóða pallinum” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, sum setti listaframsýningina. Í setanarrøðuni kom Sirið Stenberg inn á tann týdning, ið sambandið við útheimin hevur fyri føroyska samfelagið og fyri tey listafólk, ið virka í Føroyum.
Landsstýriskvinnan nevndi amerikansku listakvinnuna Elisabeth Taylor, sum í eitt tíðarskeið fyrst í 20. øld búði á Eiði og hevði stóran týdning fyri ta spírandi føroysku myndlistina. Eisini nevndi hon listakvinnuna Ruth Smith, sum var millum fyrstu føroysku listafólkini, ið nomu sær útbúgving á listaakademinum í Keypmannahavn, og hvørs verk eru týðandi partar av føroyska listaarvinum. Føroyska myndlistin er lutfalsliga ung, og møguliga hevur tað gjørt sítt til, at kvinnur hava havt ein týðandi leiklut í føroysku listasøguni frá byrjan av.
Stórt tiltak var til setanina við røðum, stuttfilmi um listaframsýningina og listapráti við Kinnu Poulsen, Aldu Mohr Eyðunardóttir, Randi Samsonsen og Jóhan Martin Christiansen. Í listaprátinum varð komið inn á stóru menningina, ið er farin fram innan føroyska list síðani aldaskiftið. Føroysk listafólk útbúgva seg kring allan heim, og tað sæst aftur í tí fjølbroytni, ið hevur eyðkent føroyska samtíðarlist seinastu árini. Í mun til fólkatalið eiga Føroyar eitt stórt tal av listafólkum, ið skapa list á høgum altjóða stigi.
Kinna Poulsen, sum hevur kuraterað framsýningina, er fegin um góðu móttøkuna í New York. “Eg og listafólkini eru sera fegin og takksom fyri alt, vit hava upplivað. Vit hava verið á hópin av framsýningum og eru tikin á bóli av eldhugaðu móttøkuni, okkara framsýning hevur fingið. Um eg sjálv skal siga tað, haldi eg ikki okkara list smæðist burtur her í New York”, sigur Kinna Poulsen, kurator.
Listaframsýningin er partur av føroysku mentanardøgunum Fog Swept Islands – Faroe Islands Culture Days í Scandinavia House í New York. Mentanarátakið er fyriskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Visit Faroe Islands í samstarvi við American-Scandinavian Foundation og Scandinavia House – the Nordic Center in America.
Mentanarátakið er stuðlað av FarCargo, Atlantic Airways, Faroe Ship, Hiddenfjord, Betri Trygging, Føroya Tele, O.C. Joensen, Ocean Rainforest og Føroya Bjór.
-Umframt mínar egnu myndir eru eisini fotomyndir hjá Edwina Hay @arenotphotos
Kinna Poulsen
Tjóðpallur sum bukka millum sengur
/Hieronymus Cock