Børsen brennur

Í morgun bórust ófrættatíðindi um eld í danska høvuðsstaðnum – tað varð nevnt í Kringvarpinum, men ljóðaði ikki álvarsligt og eg var tí kløkk, tá tað skiltist, at vakri kendi søguligu bygningurin Børsen, sum liggur mitt í Keypmannahavn beint við Christiansborg, stendur í ljósum loga. Fyri nógvar føroyingar hevur danski høvuðsstaðurin stóran mentanarsøguligan týdning á tann hátt, at hann er fyrsti stóri býur, mann hevur upplivað. Hetta var til dømis galdandi fyri meg, tá eg sum tólv ára gomul var fyrsta uttanlandstúrin við foreldrunum í Danmark. Eg minnist hvussu risastórur og fremmandur býurin tóktist mær og hvussu býarinnar torn og spír hugtóku meg – ikki minst snaraða tornið á kirkjuni í Christianshavn og so tornið á Børsen, har fýra drekahalar vóru tvinnaðir saman til eitt dekorativt torn, ið er sett við blýggi. Børsen er ein av kendastu bygningunum, sum Christian fjórði lat byggja í sonevndum hálendskum renesansustíli við reyðum múrsteinum og grønari eiraðari kopartekju. Bygningurin er frá 1625 og var í ferð við at vera umvældur, so hann kundi standa klárur til 400 ára føðingardagin í 2025. Nú er vakra tornið niðurdottið og meginparturin av bygninginum er illa farin. Sambært DR eru fólk farin at bjarga listaverkum og lutum – m.a. er kendi Børsen-málningurin hjá P.S.Krøyer bjargaður út úr brennandi bygninginum - enn er einki frætt um orsøkina til eldin.

Kinna Poulsen