Eitt sindur um listasummarið 2024
/Uttanfyri stovuvindeygað pippa ovfarkátir fuglar bara tí tað er summar í fleiri dagar á rað og á septiktanganum í havanum liggur kettan og blundar so eviga vælforeint við tað heila og tað má eg siga, at lítið er at illneitast um ein dag sum hendan. Tað er líka við, at mann gloymir verkfall og stættarsamfelag eina løtu í hvussu er. - Í dag er 1.juni og summar við sól og grønum bøi og tað er ikki bara náttúran, ið spennir seg út, men eisini listin. Nú er tíðin til festivalar, stevnur, konsertir og framførslur av øllum møguligum slagi. Í dag er Norðoyastevna í Klaksvík við kappróðri, fleiri framsýningum og tiltøkum og listasummarið tykist yvirhøvur fult av áhugaverdum listaligum eventum. Í Gallarí Havnará verður framsýning við Zachariasi Heinesen, hon letur upp mentanarnáttina 7.juni klokkan 16. Mentanarnáttina hendir øgiliga nógv, á Landsbókasavninum er m.a. framsýning við myndum hjá Floru Heilmann og í Norðurlandahúsinum letur Summarframsýningin upp klokkan 16 og tað ljóðar sum ein endurnýtsluframsýning í stíli við Spectres, sum nabb teeri gjørdu í 2021, men nú fáa vit at síggja. Á heimasíðu Norðurlandahúsins stendur: Framsýningin eitur Circular Faroe Tales hjá brøðrunum Christoph og Sebastian Mügge, ið seta spurningar sum hvat liggur eftir, tá ið vit fara hiðani? Hvat fara komandi ættarlið at halda um okkum og tað, vit leggja eftir okkum? Svensku-týsku listamenninir, Christoph & Sebastian Mügge, hava við Circular Faroe Tales gjørt eina framsýning, sum rúmar eini rúgvu at søgum, lutum og slóðum eftir føroyingar. Í framsýningini eru m.a. brúktar tannbustir og skrovbein og kjálkabein av seyði. Lutirnir eru fingnir til vega til júst hetta høvið. Myndirnar eru úr myndasavninum hjá Tjóðsavninum. Framsýningin er skipað sum ein sirkuler frásøgn. Søgan endar, har hon byrjaði, og byrjar, har hon endaði; millum alskyns klingrut skap í Føroyum melur søgan í ring. Frásøgnin vísir áskoðarunum bæði dýrgripir og rusk, sannroyndir, ímyndir, sannleikar og misskiljingar, sum saman eru eitt endurljóð av skiftandi virðum og raðfestingum, ið eyðkennir hvørt einstaka ættarlið. Í Steinprenti lata tey eisini summarframsýning upp Mentanarnáttina eins og annað mangt gongur fyri seg, sum kann síggjast í skránni, sí her: https://issuu.com/visittorshavn/docs/mn24_skra_a5_web_04
Fram til 30. juni ber til at koyra sær ein túr til Mikladals at síggja eina framsýning við verkum í gamla skúlanum. Har eru tekningar eftir Hanna Bjartalíð, vatnlitsmyndir hjá Tóroddi Poulsen og litografi hjá Torbirni Olsen, Zachariasi Heinesen, Bárði Jákupsson, Fríðu Matras Brekku, Mariusi Olsen og Tróndi Patursson. Vitjan eftir avtalu við Jógvan Magnusmørk á tlf.: 91 41 40
Í Víngarðinum í Havn letur ein sera summarslig framsýning upp 14.juni klokkan 16-18, tá Fríða Matras Brekku fer at framsýna sínar tølandi vøkru blómuakvarellur og tann næsta framsýningin í Víngarðinum verður eisini summarslig og frísk og letur upp 26.juli klokkan 15-17 við verkum hjá Silju Strøm, Hansinu Iversen, Torbirni Olsen, Randi Samsonsen, Jóhan Martini Christiansen, Nancy Nónskarð Dam og Helgu Djurhuus. Sama dag letur framsýning upp í Steinprenti klokkan 16-18 við nýggjum verkum hjá Anker Mortensen, men áðrenn tað; hósdagin 18.juli lata vit upp framsýningina Fog Swept Cargo – Føroysk list í New York t/r í Østrøm við nøkrum av verkunum, ið eru framsýnd í Scandinavia House á Manhattan í løtuni.
Listafelag Føroya skipar sum á hvørjum ári fyri ólavsøkuframsýningini á Listasavni Føroya, og hvørt ár bjóðar Listafelagið einum nýggjum fyriskipara at gera framsýningina. Í ár stendur Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna, fyri framsýningini, sum verður við: Anný Djurhuus Øssursdóttir, Bjørk Ellindsdóttir Frýdal, Dan Helgi Helgason í Gong, Femju Haack, GUT// productions & Leikhús SKIFT, Katlu Lave Næs, Lailu Mote, Rannvá Holm Mortensen & Guðrið Poulsen, Sigmund V. P. Zachariassen & Gwenael Akira Helmsdal Carré, Supervisjón, Tróndi Dalsgarð, Vár Samuelsen og Vár B. Árting við RIVA. Listafelag Føroya tók fyrstu ferð stig til at gera eina listaframsýning sum part av ólavsøkuhaldinum í 1948. Síðani tá er framsýningin vorðin ein týdningarmikil og siðbundin partur av ólavsøkuni. Ólavsøkuaftan 28. juli kl. 15 letur ársins ólavsøkuframsýning upp á Listasavni Føroya. 28. og 29. juli er Listasavn Føroya opið kl. 11-20. Framsýningin er opin til og við sunnudagin 18. august, og Listasavn Føroya er opið allar dagar frá kl. 11-17.
Torbjørn olsen - tróndur patursson
fríða matras brekku
Fríða Matras brekku