Tá útvarpið í dag boðaði frá andláti Olivurs við Neyst, kom tað ikki púra óvæntað, tí okkurt graml hevur verið um, at hann lá lágt. Fleiri ár eru síðani hann sást í býnum á ferniseringum o.t. Kortini kemur deyðin altíð dátt við, tí nú manglar eitt menniskja, sum plagdi at fylla sítt serliga pláss í okkara tíð.
Olivur við Neyst var ein týðandi listamaður. Hann var føddur í Klaksvík í 1953, útbúgvin á kunstakademinum í Keypmannahavn hjá Richard Winther og Wilhelm Freddie 1975-1979 og gekk síðani tvey ár á listpedagogiskari linju hjá Helge Bertram. Olivur við Neyst var gávaður koloristur, sum málaði bjartlittar kompositiónir við støði í býar- og bygdaumhvørvum – ofta við eini kaleidoskopiskari kenslu, sum Bárður Jákupsson nevnir tað í bókini Myndlist í Føroyum - har myndaflatin hjá Olivuri er býttur upp í eitt fagurlitt mynstur. Hetta sæst t.d. í fleiri av myndunum, sum hann málaði, tá hann var við sluppini Ester fyrst í hálvfemsunum. Myndamálið minnir í hesum føri um klassiskt modernistiskar, kubistiskar og fauvistiskar myndir, men hann málaði eisini rættiliga abstraktar myndir - eg minnist serliga ein gulan málning, sum var á einari framsýning á Den Frie í Keypmannahavn - hann var framúr. Olivur við Neyst hevur starvast sum studentaskúlalærari og -próvdómari: Hann hevur prýtt nógvar bøkur og frímerki og hevur somuleiðis prýtt ymsar stovnar, t.d. Lágargarð, eins og hansara verk eru umboðað í Listasavni Føroya. Ta fínu portrettmyndina her omanfyri av Olivuri hevur Torbjørn Olsen teknað í 1990. Teir vóru vinmenn og høvdu saman við Amariel Norðoy atelier úti á Bakka eins og teir framsýndu saman í hálvfemsunum. Hvíl í friði Olivur, takk fyri listina.
Kinna Poulsen