Danski listamaðurin Erik Heide er deyður 89 ára gamal. Hann var kendur listamaður í Danmark, har hann t.d. var heiðraður við lívsveiting frá Statens Kunstfond longu í fýrsunum. Orsakað av samstarvinum, sum hann hevði við Jan Andersson og Steinprent, er hann eisini væl kendur millum føroyingar og millum føroysk listafólk. Hansara verk hava verið við á fleiri framsýningum í Steinprenti og aðrastaðni. Erik Heide var føddur í 1934 á Mors, har hann búði. Hann var útbúgvin á Kunstakademinum hjá sama lærara sum Ingálvur av Reyni hevði; Kræsten Iversen professara á málaraskúlanum. Síðan var hann á grafiska skúlanum hjá Holger J.Jensen, men Erik Heide er mest kendur sum myndahøggari og er tann listamaðurin, ið hevur prýtt flestar kirkjur í Danmark. Myndevnini hjá Erik Heide eru lutfalsliga einføld. Í kirkjuprýðingunum hevur hann ofta tikið støði í gomlum kristnum symbolum, sum hann einfaldar og moderniserar og fær fram eitt serligt upprunaligt og inniligt huglag og tað sama er galdandi fyri grafikkin.
Eitt er vist, at hepnaðist tær at hitta Erik Heide og gavst tú tær tíð til veruliga at hitta hann, gloymir tú hann ongantíð. Hann líktist síni list. Har var ein heilt serlig megi í øllum mildleikanum, eitt serligt gløggskygni í lívstakkseminum. Erik Heide var sum sagt javnan í Steinprenti og tá var tað ein fragd at vitja á verkstaðnum og fylgja við spakuliga streyminum av stillførum, innihaldsríkum prentum frá hansara hond um altso ikki hann hevði nátt at skræða tað, tí tað gjørdi hann um hann ikki var fullkomiliga nøgdur við úrslitið og tað hendi seg javnan.
Sjálvt um Erik Heide elskaði at liva, at skapa list og var forvitin um eitt nú samtíðarlistina, var hann eisini sera tilvitaður um lívsins treytir. Hann var einastandandi áhugaverdur at práta við sama um samrøðan var um foie gras og sauterne, snurrandi kettur, brendar bamsur, universalar pinnar, vektleysar fuglar og list ella um eina smala gøtu á einum prenti har listamaðurin gekk hvønn dag inntil inntil hann ikki gekk har meira. -"Tí gøtan endar jú" – tað staðfesti hann einaferð róliga og ósentimentalt, tá eg prátaði við hann. Nú var gøtan liðugt gingin. Tað verður saknur í manninum millum hansara nærmastu og í Steinprenti. Takk fyri prátið og fyri listina, Erik Heide.