Nú útvarpið boðaði frá, at Bjarni Restorff er deyður, átti andlátið í sjálvum sær ikki at komið óvart á, tí mann hevði frætt, at maðurin var illa sjúkur og lá lágt. Allíkavæl var tað ein sannur hvøkkur at hoyra í dag, at týðandi tónaskaldið, dirigenturin og musikklærarin Bjarni Restorff ikki longur er okkara millum. Tað er langt síðan eg sá Bjarna – haldi, at tað var á einari konsert í Vesturkirkjuni, jú tað var fína framførslan hjá Havnarkórinum við orkestri og solistum av Ein Deutsches Requiem hjá Brahms og tað er einki løgið um ein konsertframførsla skuldi vera karmur um seinastu ferðina, eg sá Bjarna, tí tónleikur var í stóran mun tað, ið myndaði hansara lív – serliga kórtónleikur og ikki minst manskórtónleikur, sum hann síðan 1986 hevur dyrkað saman við Tórshavnar Manskóri, ið nú hava mist sín leiðara og góða lívsvin. - Mann kundi sagt so nógv um Bjarna, men mann má hinvegin ansa eftir, at tað ikki verður ov fínt ella uppgjørt, tí so sær mann beinanveg fyri sær sarkastiska eygnabráið daga undan síða fruntinum.
Satt at siga minnist eg best mannin frá teimum festligu fýrsunum, tá eg hitti hann í sambandi við sang. Tað var saman við gentukórinum hjá Paula í Sandagerði; Bjarni spældi klaver og tað gjørdi hann so gjøgnummusikalskt og praktfult, at tað var ein sonn frøi at lurta. Bjarni Restorff hevði ein heilt serligan ans fyri tónleiki og hevur gjørt nøkur av bestu verkunum, sum eru skrivað fyri kór í Føroyum. Eg minnist enn fyrstu ferð, eg hoyrdi Orðini – tað var tá flotta plátan Blátt (1987) var komin og gjørdi hol í sjógv og setti nýggjan standard fyri kórtónleik í Føroyum. Orðini, sum framman undan var ein nýggj og framúrskarandi góð yrking hjá Róa Patursson, var í hesum kórverki tulkað við ekspressivum vakurleika og neyvum gløggskygni. Sangurin tekur seg upp sum úr ongum við stillu og einføldu, unisonu staðfestingini hjá mansrøddunum, at “nøkur orð myrk/ og seta dimm spor, sum letur upp fyri tí kompleksa í tí sjálvsagda, tá kvunnurøddirnar syngja “summi eru ljós/ og kasta ongan skugga” og tá tað seinni í yrkingini verður tosað um “tey orðini, sum leitaðu eftir nýggjum landi er tað eins og eisini tónarnir leita eftir nýggjum landi og gerast rovfuglar við fremmandum eygum. Tað er so framúr væl gjørt við einastandandi skyldskapi millum huglagið í yrkingini og tónleikinum. Tað er ein fragd bæði at lurta eftir og at syngja tónleikin hjá Bjarna Restorff. Í Tarira slapp eg at syngja hansara stórfingna Pater Noster, tað var ein stór uppliving. Bjarni hevur gjørt fleiri onnur góð kórverk; Jeg vil mig Herren lofve, Tjarnareyga, Boðar tú til allar tjóðir og fleiri onnur og harumframt eina rúgvu av útsetingum m.a. til Tórshavnar Manskór, sum í grundgevingini fyri gullmedalju, ið hann fekk handaða frá Tórshavnar Kommunu, verður nevnt hansara lívsverk. Á heimasíðuni composers.fo stendur, at Bjarni fekk stuðul í 2007 til at gera tónleik og skrivaði tá tónleik til tvær útgávur; eina hjá Tórshavnar Manskór og eina hjá Peter Niclasen. Tá gjørdi hann eisini útseting av Norsku Løvu hjá Williami Heinesen fyri symfoniorkestur – Føroya Symfoniorkestur framførdi verkið í fjør heyst.
Bjarni Restorff var 68 ár nú hann andaðist og tað kunnu vit halda vera ov tíðliga. Men so mugu vit eisini bara siga takk fyri Bjarna og alt hansara avrik. Hann var ein original og tað var gott, at hansara heimbýur náddi at heiðra hann fyri “eyðmýkt og nærlagni, og fyri drúgt og slóðbrótandi íkast til tónleika- og mentanarlívið í Havn, verður Bjarni Restorff heiðraður við Gullheiðursmerki Tórshavnar býráðs”.