Hárhvøss og konsekvent installatión við surrealistiskum flogi
/Anný Djurhuus Øssursdóttir í Listasavninum
Hvørja ferð, eg síggi eina framsýning hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir, fái eg herðindi, ið umframt spenta gleði bera við sær ein knappligan, intensan grammleika eftir at gerast øgiliga gomul bara tí, at eg vil halda fram við at fylgja við listini og sleppa at síggja hvat henda listakvinnan fer at finna uppá.
Framsýningin hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir, TIME OUT OF TIME – A Silent Drama breiðir seg yvir tveir av teimum smærru klivunum í Listasavninum. Framsýningin, sum læt upp í Listasavni Føroya í síðstu viku, er ein sonevnd “Støkk-upp” framsýning - tað er eitt fyribrigdi, ið er mikið brúkt í okkara ótolnu tíð eisini í Listasavninum har tað er vorðið sammerkt við framsýningar, sum er minni í vavi og týdningi enn tær vanligu og sum stinga seg upp ymsastaðni í Listasavninum eitt sindur meira spontant í mun til tær “ordiligu” framsýningarnar. Formatið er brúkt sum sidekick ella krydd aftrat teimum mongu temaframsýningum, sum hesi seinastu mongu árini hava ligið oman yvir Listasavninum eins og ein vælmeinandi men eisini tung og óluftað dýna, har føroysk list hevur verið tulkað og lýst sambært nøkrum fáum nationalum essensum. Fyri at peppa tað formatið upp, eru ymisk samtíðarlistafólk biðin um at hava smáar støkk-upp framsýningar í Listasavninum. Sjálvt um hetta helst hevur økt um virksemi og vitjunartal, er tað eitt format, sum riggar sjáldsama illa í einum so týdningarmiklum stovni sum Listasavn Føroya, ið eigur at halda seg til at skipa fyri fullum og heilum framsýningum í eini vælhugsaðari skrá, sum fevnir bæði siðbundið og progressivt.
Anný Djurhuus Øssursdóttir hevði ivaleyst klárað eina heila og stóra framsýning í Listasavninum. TIME OUT OF TIME - A Silent Drama er í øllum førum ein hárhvøss og konsekvent installatión við surrealistiskum flogi - at síggja til minimal, men við somu dýpd og effekt sum ísfjallið, ið á sinni lá og bíðaði eftir Titanic í kúrrum nærri-mín-Guð-til tín-bláum myrkri. Í tí fyrra klivanum í Listasavninum er ein veggur settur upp við tveimum lyklarholum. Kagar tú gjøgnum tey, sært tú filmar av lutum og innbúgvi í rúmum í dukkuhúsum. Á eystara vegginum hanga síðar, hvítar gardinur allan vegin frá loft til gólv inn í tað næsta rúmið, har ein veggur eisini er settur upp við tveimum veggjalampum. Tað er bara tað og einki meira, men hesi hvítu rúmini tykjast gjølliga hugsað - eisini tilfarsliga. Teir uppsettu veggirnir eru til dømis tapetseraðir við strukturtapeti. Tað er eitt tilfar, vit kenna sum eitt bíligt og praktiskt slag av tapeti, ið var serliga nógv brúkt fyri tjúgu-tretivu árum síðan og tað verður nýtt enn. Tílíkt tapet er so óeksklusivt, ófínt, normcore og vanligt, at tað tykist beinleiðis demonstrativt í listahøpi. Tað er so mikið vanligt í einum umhvørvi, sum dyrkar tað serstaka, at tað verður óvanligt.
Anný Djurhuus Øssursdóttir hevur arbeitt listaliga við rúmum í fleiri ár bæði myndevnisliga, huglagslig, men eisini ítøkiliga í serligum framsýningarrúmum. Fyri nøkrum árum síðani framsýndi hon til dømis í plantasjuni í Havn. Í fleiri verkum hevur listakvinnan viðgjørt heimlig rúm, har at síggja til gamlar fotomyndir eru innlimaðar í ymsar strukturar úr gomlum húsum, tapet, flisar ella linoleumsgólv úr ommuhúsum, ið geva sansaligt og taktilt hugasamband til evnið ella minnið, ið verður viðgjørt. Verkið, sum Anný herfyri hevði við á framsýningini óStilt í Víngarðinum, hevði hetta sama heitið Time out of Time. Hon greiddi mær í hesum sambandi frá, at heitið kemur frá russisk-amerikonsku listakvinnuni og høvundinum, Svetlana Boym, sum skrivaði um reflektiva nostalgi í síni bók The future of nostalgia, ið fatar nostalgi sum eitt annað og meira víðskygt slag av longsli enn bert triviellan longsul eftir gomlum døgum. Nostalgi er yvirhøvur eitt so sera áhugavert hugtak, ið er sera fleirtýðugt og jú ikki nýtist vera hugnaligt og gott. Sambært áðurnevndu Boym kann reflektiv nostalgi snúgva seg um ein djúpan tilveruligan longsul eftir einari aðrari lívsrútmu enn teirri, ið merkir gerandisdagin – tað kann t.d. vera ein longsul aftur til dreymin ella barndómin. Framsýningin hjá Anný krevur av áskoðaranum, at vit hyggja gjøgnum eitt lyklarhol. Støðan gevur varhugan av at lúra, so har stendur tú skammfuktað og sníkir teg at kóla inn í heimaøkið hjá onkrum øðrum. Lutirnir á framsýningini eru um somu tíð sera vanligir gerandislutir; lyklarhol, lampur og gardinur, men einfalda, monumentala uppsetingin, ið ber brá av einum kúrrum og klorinificeraðum Twin Peaks universi ella eini skelvandi sovukamars-cellu hjá Louise Bourgeois, fær teg at hugsa, at her er meira í tí enn sum so. - Bæði lyklarhol og lampur eru sera potent og nógv brúkt symbol ikki minst innan figurativa surrealismu, ið sum kunnugt tók støði í dreymum og frummyndum. Lyklarholið verður nýtt sum symbol fyri okkurt slag av gjøgnumgongd, ið førir til nakað størri, kanska inn til dulvitið og ein annan meira upprunaligan heim. Sjálv lúrarastøðan og dukkuhúsið geva áskoðaranum hugasamband við ósekan og torgreiddan barndóm, varhugan av vaksnamannalívi við øllum tess ósøgdu og óskiljandi merkiligheitum. Her eru nakrar myndir av framsýningini, ið best upplivast á staðnum í Listasavninum, har hon kann síggjast fram til 21.juli. Kirstin Helgadóttir kurateraði framsýningina og helt røðu, tá hon læt upp. Eg hoyrdi ikki røðuna, men giti, at kuratorurin hevur skrivað tekstin um Anný Djurhuus Øssursdóttir í tíðindaskrivi og á vegginum í framsýningini og hetta er ein góður, upplýsandi og hugfarsligur tekstur.
Kinna Poulsen