Tjóðpallur sum bukka millum sengur

Hieronymus Cock

Eg skal ikki uppá skrift endurgeva tær máliskur, sum komu fyri nú tá útvarpið bar tíðindini um samtyktina hjá Havnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu um ikki at gera leigusáttmála um økið til Tjóðleikhús á Eystaru Bryggju í Havn, soleiðis sum politiska ætlanin hevur verið. Altso hvat ER hetta fyri nakað sløsarí? – eiga tílík viðurskifti/ loyvi ikki at vera fingin til høldar, tá samtyktir verða gjørdar um at byggja tílíkar ómissandi tjóðarstovnar og í hesum førinum, tá samtykt var gjørd um at byggja føroyska tjóðleikhúsið á Bursartanga? Sum skilst snýr tað seg um støddina á grundstykkinum, ið er farin út um tað frammanundan avtalaða, men støðugt stinga forðingar seg upp.

Tjóðpallur Føroya hevur virkað síðan februar 2005 og vit hava upplivað bygningin staðfestan og tiljublaðan upp til fleiri ferðir eins og skiftandi samgongur og politikarar bæði í bý og landi hava lovað hetta og hatta, men fyri tað mesta hevur mann bara bíðað og bíðað og bíðað eftir Godot og eftir einum einasta politikara, sum tekur listina seriøst og fær okkum tann eftirstundaða rúmliga og stásiliga tjóðpall og enn er einki hent. Tað hevur av sonnum verið pínligt at uppliva hvussu illa manererað málið um tjóðleikhúsið hevur verið í mong harrans ár. Á Skálatrøð skuldi tað vera og tað fyri vist, men tað var heilt galið, hildu fólk, tí hvat so við bilunum, hvar skuldu okkara kæru bilar tá vera? Bilurin er kongurin í Føroyum, so fyri fyrst var tað 1-0 til bilin versus leiklistini og nú verður tað sama galdandi fyri Bursatanga, tí hvat við vinnuni og hvat við ferðsluni?

Og jú, har tykist heldur trongt. Eg havi hildið og haldi enn, at Skálatrøð er ein fullkomiliga perfekt staðseting hjá Tjóðpalli Føroya saman við teim listaligu stovnum sum longu eru har tætt við miðbýin í høvuðstaðnum. Roknast kann við, at bilar fara at fylla nógv minni í miðbýarmyndini í nærmastu framtíð. Soleiðis er gongdin í øllum høvuðsstøðum og størri býum. Tað snýr seg um trivnað heilt einfalt. Og áðrenn alt ov nógvir sjenerøsir borgarstjórar fara at bjóða seg fram at hýsa Tjóðpallinum her og der og slámeg, skundi eg mær at siga takk men NEI TAKK – Tað kann væl vera, at leikhús kunnu vera nógvastaðni, men eitt tjóðleikhús, ein nationalsena hevur sítt náttúrliga pláss í landsins høvuðsstaði og tað vil fyri okkara viðkomandi siga mitt í Havnini og hvør veit, Havnin fer møguliga at fevna víða um fá ár. Nú tað bara tekur nakrar minuttir inn á Skálafjørðin til dømis er ikki óhugsandi at vit taka teir býirnir uppí Havnina eisini – vit hava longu Hoyvík og administratiónin er longu risastór, so tað gongur nokk.

Álvaratos – kæru politikarar, tit mugu ikki fara so illa við leiklistini – til tað er hon alt ov týdningarmikil. At fara so tilvildarliga fram er lítið virðiligt. Hugsið tykkum, at føroysk leiklist er einasta leiklist í øllum heiminum, har føroyskt mál og skaldskapur verður borin fram og har týdningarmikil samfelagslig evni verða viðgjørd listaliga á okkara egna máli og við føroyskum perspektivi. Leiklistin í Føroyum hevur seinastu árini verið merkt av stríði og politiskari líkasælu, sum serliga hevur gingið út yvir yrkisleiklistina bæði nú og sum mann kann ræðast fyri fer at skaða føroyska leiklist í framtíðini. Kortini hevur føroyska yrkisleiklistin júst í hesum árum gjørt listalig skarvslop á altjóða støði. Latum okkum nú taka okkum sjálvi og føroyska tjóðpallin í álvara og gera hann til veruleika okkum øllum at gagni.

Kinna Poulsen