Tróndur Bogason í uppskoti til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins

Millum tey tólv verkini, sum eru í uppskoti at vinna Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri høgt listaligt støði, er Symfoni no 1 & 2 hjá Tróndi Bogason, sum hann skrivaði til Føroya Symfoniorkestur. Virðislønin er 300.000 krónur og latin 22.oktober í Reykjavík. Koyr á Føroyar!

https://www.listaportal.com/tidindi/2023/3/19/slri-1983

Í uppskoti eru:

Danmark

Apolonia Apolonia filmscore eftir Jonas Struck

Om Lys og Lethed eftir Rune Glerup

Finnland

Extinctions hjá Cecilia Damström

Juniper eftir Linda Fredriksson

Ísland

Bewitched af Laufey

The Gospel of Mary hjá Hugi Guðmundsson

Noreg

Brigde eftir Anne Hytta

Stabat Mater hjá Tyler Futrell

Svøríki

Cellokonsert hjá Anders Hillborg

Eros agape philia eftir Sara Parkman og Hampus Norén

Áland

LUFT eftir Peter Lång

Minningarorð um Olivur við Neyst

Tá útvarpið í dag boðaði frá andláti Olivurs við Neyst, kom tað ikki púra óvæntað, tí okkurt graml hevur verið um, at hann lá lágt. Fleiri ár eru síðani hann sást í býnum á ferniseringum o.t. Kortini kemur deyðin altíð dátt við, tí nú manglar eitt menniskja, sum plagdi at fylla sítt serliga pláss í okkara tíð.

Olivur við Neyst var ein týðandi listamaður. Hann var føddur í Klaksvík í 1953, útbúgvin á kunstakademinum í Keypmannahavn hjá Richard Winther og Wilhelm Freddie 1975-1979 og gekk síðani tvey ár á listpedagogiskari linju hjá Helge Bertram. Olivur við Neyst var gávaður koloristur, sum málaði bjartlittar kompositiónir við støði í býar- og bygdaumhvørvum – ofta við eini kaleidoskopiskari kenslu, sum Bárður Jákupsson nevnir tað í bókini Myndlist í Føroyum - har myndaflatin hjá Olivuri er býttur upp í eitt fagurlitt mynstur. Hetta sæst t.d. í fleiri av myndunum, sum hann málaði, tá hann var við sluppini Ester fyrst í hálvfemsunum. Myndamálið minnir í hesum føri um klassiskt modernistiskar, kubistiskar og fauvistiskar myndir, men hann málaði eisini rættiliga abstraktar myndir - eg minnist serliga ein gulan málning, sum var á einari framsýning á Den Frie í Keypmannahavn - hann var framúr. Olivur við Neyst hevur starvast sum studentaskúlalærari og -próvdómari: Hann hevur prýtt nógvar bøkur og frímerki og hevur somuleiðis prýtt ymsar stovnar, t.d. Lágargarð, eins og hansara verk eru umboðað í Listasavni Føroya. Ta fínu portrettmyndina her omanfyri av Olivuri hevur Torbjørn Olsen teknað í 1990. Teir vóru vinmenn og høvdu saman við Amariel Norðoy atelier úti á Bakka eins og teir framsýndu saman í hálvfemsunum. Hvíl í friði Olivur, takk fyri listina.

Kinna Poulsen

Tak for kunsten, Erik Heide

Kunstneren Erik Heide er død, 89 år gammel. Han var en kendt kunstner i sit hjemland, Danmark, hvor han har modtaget mange hædersbevisninger - han blev blandt andet hædret med Statens Kunstfonds livsvarige ydelse. På grund af det mangeårige og gode samarbejde, som han havde med litograf Jan Andersson og Steinprent, er han også velkendt blandt færøske kunstinteresserede og færøske kollegaer. Hans værker har været med på flere udstillinger i Steinprent og andre steder i Tórshavn.

Erik Heide blev født i 1934 på Mors, hvor han var bosat. Han var uddannet på Kunstakademiet hos Kræsten Iversen, professor på malerskolen, der også var den færøske maler Ingálvur av Reynis lærer. Derefter gik Heide på grafikskolen hos Holger J. Jensen. Erik Heide er mest kendt som billedhugger, han er den kunstner, der har udsmykket flest kirker i Danmark. Erik Heides motivkreds er relativt enkel, mange motiver er tilbagevendende. I kirkeudsmykninger har han ofte taget udgangspunkt i gamle kristne symboler, som han forenkler og moderniserer således, at værkerne får en særligt oprindeligt og inderligt præg.

Én ting er helt sikkert, hvis du var så heldig at møde Erik Heide og gav dig tid til virkelig at møde ham, så glemmer du ham aldrig. Han lignede på en måde sine værker. Der var styrke bag mildheden samt en særlig skarpsindighed i al livstaknemmeligheden. Erik Heide arbejdede, som sagt jævnligt i Steinprent, og da var det en glæde at besøge værkstedet og følge den sindige strøm af stilfærdige, indholdsrige tryk fra hans hånd, medmindre han altså nåede at rive det i stykker, for det gjorde han, hvis han ikke var fuldstændig tilfreds med resultatet.

Selvom Erik Heide elskede at leve, skabe kunst og var nysgerrig i forhold til sin samtid og samtidskunsten, var han også meget bevidst om livets vilkår. Han var enestående interessant at tale med, uanset om samtalen handlede om den syndigt velsmagende kombination af foie gras og Sauterne, vigtigheden af spindende katte, brændte bamser som tegn på meningsfuldheden, universelle pinde eller vægtløse fugle. Alt var meningsfuldt og væsentligt - også en tilsyneladende uanselig smal sti på et litografi, hvor kunstneren gik tur hver dag, indtil han ikke gik der mere. "For stien ender jo" som han tørt og usentimentalt konstaterede i en samtale for nogle år siden. Nu er stien gået til ende. Han vil blive savnet af sine nærmeste og i Steinprent. Tak for samtalen og for kunsten, Erik Heide.

 

Takk fyri listina, Erik Heide

Danski listamaðurin Erik Heide er deyður 89 ára gamal. Hann var kendur listamaður í Danmark, har hann t.d. var heiðraður við lívsveiting frá Statens Kunstfond longu í fýrsunum. Orsakað av samstarvinum, sum hann hevði við Jan Andersson og Steinprent, er hann eisini væl kendur millum føroyingar og millum føroysk listafólk. Hansara verk hava verið við á fleiri framsýningum í Steinprenti og aðrastaðni. Erik Heide var føddur í 1934 á Mors, har hann búði. Hann var útbúgvin á Kunstakademinum hjá sama lærara sum Ingálvur av Reyni hevði; Kræsten Iversen professara á málaraskúlanum. Síðan var hann á grafiska skúlanum hjá Holger J.Jensen, men Erik Heide er mest kendur sum myndahøggari og er tann listamaðurin, ið hevur prýtt flestar kirkjur í Danmark. Myndevnini hjá Erik Heide eru lutfalsliga einføld. Í kirkjuprýðingunum hevur hann ofta tikið støði í gomlum kristnum symbolum, sum hann einfaldar og moderniserar og fær fram eitt serligt upprunaligt og inniligt huglag og tað sama er galdandi fyri grafikkin.

Eitt er vist, at hepnaðist tær at hitta Erik Heide og gavst tú tær tíð til veruliga at hitta hann, gloymir tú hann ongantíð. Hann líktist síni list. Har var ein heilt serlig megi í øllum mildleikanum, eitt serligt gløggskygni í lívstakkseminum. Erik Heide var sum sagt javnan í Steinprenti og tá var tað ein fragd at vitja á verkstaðnum og fylgja við spakuliga streyminum av stillførum, innihaldsríkum prentum frá hansara hond um altso ikki hann hevði nátt at skræða tað, tí tað gjørdi hann um hann ikki var fullkomiliga nøgdur við úrslitið og tað hendi seg javnan.

Sjálvt um Erik Heide elskaði at liva, at skapa list og var forvitin um eitt nú samtíðarlistina, var hann eisini sera tilvitaður um lívsins treytir. Hann var einastandandi áhugaverdur at práta við sama um samrøðan var um foie gras og sauterne, snurrandi kettur, brendar bamsur, universalar pinnar, vektleysar fuglar og list ella um eina smala gøtu á einum prenti har listamaðurin gekk hvønn dag inntil inntil hann ikki gekk har meira. -"Tí gøtan endar jú" – tað staðfesti hann einaferð róliga og ósentimentalt, tá eg prátaði við hann. Nú var gøtan liðugt gingin. Tað verður saknur í manninum millum hansara nærmastu og í Steinprenti. Takk fyri prátið og fyri listina, Erik Heide.

Hárhvøss og konsekvent installatión við surrealistiskum flogi

Anný Djurhuus Øssursdóttir í Listasavninum

Hvørja ferð, eg síggi eina framsýning hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir, fái eg herðindi, ið umframt spenta gleði bera við sær ein knappligan, intensan grammleika eftir at gerast øgiliga gomul bara tí, at eg vil halda fram við at fylgja við listini og sleppa at síggja hvat henda listakvinnan fer at finna uppá.

Framsýningin hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir, TIME OUT OF TIME – A Silent Drama breiðir seg yvir tveir av teimum smærru klivunum í Listasavninum. Framsýningin, sum læt upp í Listasavni Føroya í síðstu viku, er ein sonevnd “Støkk-upp” framsýning - tað er eitt fyribrigdi, ið er mikið brúkt í okkara ótolnu tíð eisini í Listasavninum har tað er vorðið sammerkt við framsýningar, sum er minni í vavi og týdningi enn tær vanligu og sum stinga seg upp ymsastaðni í Listasavninum eitt sindur meira spontant í mun til tær “ordiligu” framsýningarnar. Formatið er brúkt sum sidekick ella krydd aftrat teimum mongu temaframsýningum, sum hesi seinastu mongu árini hava ligið oman yvir Listasavninum eins og ein vælmeinandi men eisini tung og óluftað dýna, har føroysk list hevur verið tulkað og lýst sambært nøkrum fáum nationalum essensum. Fyri at peppa tað formatið upp, eru ymisk samtíðarlistafólk biðin um at hava smáar støkk-upp framsýningar í Listasavninum. Sjálvt um hetta helst hevur økt um virksemi og vitjunartal, er tað eitt format, sum riggar sjáldsama illa í einum so týdningarmiklum stovni sum Listasavn Føroya, ið eigur at halda seg til at skipa fyri fullum og heilum framsýningum í eini vælhugsaðari skrá, sum fevnir bæði siðbundið og progressivt.

Anný Djurhuus Øssursdóttir hevði ivaleyst klárað eina heila og stóra framsýning í Listasavninum. TIME OUT OF TIME - A Silent Drama er í øllum førum ein hárhvøss og konsekvent installatión við surrealistiskum flogi - at síggja til minimal, men við somu dýpd og effekt sum ísfjallið, ið á sinni lá og bíðaði eftir Titanic í kúrrum nærri-mín-Guð-til tín-bláum myrkri. Í tí fyrra klivanum í Listasavninum er ein veggur settur upp við tveimum lyklarholum. Kagar tú gjøgnum tey, sært tú filmar av lutum og innbúgvi í rúmum í dukkuhúsum. Á eystara vegginum hanga síðar, hvítar gardinur allan vegin frá loft til gólv inn í tað næsta rúmið, har ein veggur eisini er settur upp við tveimum veggjalampum. Tað er bara tað og einki meira, men hesi hvítu rúmini tykjast gjølliga hugsað - eisini tilfarsliga. Teir uppsettu veggirnir eru til dømis tapetseraðir við strukturtapeti. Tað er eitt tilfar, vit kenna sum eitt bíligt og praktiskt slag av tapeti, ið var serliga nógv brúkt fyri tjúgu-tretivu árum síðan og tað verður nýtt enn. Tílíkt tapet er so óeksklusivt, ófínt, normcore og vanligt, at tað tykist beinleiðis demonstrativt í listahøpi. Tað er so mikið vanligt í einum umhvørvi, sum dyrkar tað serstaka, at tað verður óvanligt.

Anný Djurhuus Øssursdóttir hevur arbeitt listaliga við rúmum í fleiri ár bæði myndevnisliga, huglagslig, men eisini ítøkiliga í serligum framsýningarrúmum. Fyri nøkrum árum síðani framsýndi hon til dømis í plantasjuni í Havn. Í fleiri verkum hevur listakvinnan viðgjørt heimlig rúm, har at síggja til gamlar fotomyndir eru innlimaðar í ymsar strukturar úr gomlum húsum, tapet, flisar ella linoleumsgólv úr ommuhúsum, ið geva sansaligt og taktilt hugasamband til evnið ella minnið, ið verður viðgjørt. Verkið, sum Anný herfyri hevði við á framsýningini óStilt í Víngarðinum, hevði hetta sama heitið Time out of Time. Hon greiddi mær í hesum sambandi frá, at heitið kemur frá russisk-amerikonsku listakvinnuni og høvundinum, Svetlana Boym, sum skrivaði um reflektiva nostalgi í síni bók The future of nostalgia, ið fatar nostalgi sum eitt annað og meira víðskygt slag av longsli enn bert triviellan longsul eftir gomlum døgum. Nostalgi er yvirhøvur eitt so sera áhugavert hugtak, ið er sera fleirtýðugt og jú ikki nýtist vera hugnaligt og gott. Sambært áðurnevndu Boym kann reflektiv nostalgi snúgva seg um ein djúpan tilveruligan longsul eftir einari aðrari lívsrútmu enn teirri, ið merkir gerandisdagin – tað kann t.d. vera ein longsul aftur til dreymin ella barndómin. Framsýningin hjá Anný krevur av áskoðaranum, at vit hyggja gjøgnum eitt lyklarhol. Støðan gevur varhugan av at lúra, so har stendur tú skammfuktað og sníkir teg at kóla inn í heimaøkið hjá onkrum øðrum. Lutirnir á framsýningini eru um somu tíð sera vanligir gerandislutir; lyklarhol, lampur og gardinur, men einfalda, monumentala uppsetingin, ið ber brá av einum kúrrum og klorinificeraðum Twin Peaks universi ella eini skelvandi sovukamars-cellu hjá Louise Bourgeois, fær teg at hugsa, at her er meira í tí enn sum so. - Bæði lyklarhol og lampur eru sera potent og nógv brúkt symbol ikki minst innan figurativa surrealismu, ið sum kunnugt tók støði í dreymum og frummyndum. Lyklarholið verður nýtt sum symbol fyri okkurt slag av gjøgnumgongd, ið førir til nakað størri, kanska inn til dulvitið og ein annan meira upprunaligan heim. Sjálv lúrarastøðan og dukkuhúsið geva áskoðaranum hugasamband við ósekan og torgreiddan barndóm, varhugan av vaksnamannalívi við øllum tess ósøgdu og óskiljandi merkiligheitum. Her eru nakrar myndir av framsýningini, ið best upplivast á staðnum í Listasavninum, har hon kann síggjast fram til 21.juli. Kirstin Helgadóttir kurateraði framsýningina og helt røðu, tá hon læt upp. Eg hoyrdi ikki røðuna, men giti, at kuratorurin hevur skrivað tekstin um Anný Djurhuus Øssursdóttir í tíðindaskrivi og á vegginum í framsýningini og hetta er ein góður, upplýsandi og hugfarsligur tekstur.

Kinna Poulsen

 

Eivør í Royal Albert Hall

Eivør Mikael Blak, Mattias Kapnas, Per I Højgaard Petersen og

Javnt og samt skara okkara listafólk framúr uttanlands. Herfyri hugtóku føroyskir leikarar áskoðarar í London á kenda Barbicanpallinum og fingu framúr góð ummæli. Fríggjakvøldið 10.mai fara Eivør og tónleikarar at framføra í einum av heimsins kendastu høllum; Royal Albert Hall í Kensington í London. Á heimasíðuni Bands in town verður føroyska songkvinnan søgd at hava eina av heimsins mest hugtakandi røddum. Tað verður spennandi hjá bæði áhoyrarum og teimum framførandi at royna pallin í einari so legendariskari høll sum Royal Albert Hall, ið læt upp í 1871.

Listafólkalønir 2024

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur tikið avgerð um at veita hesum trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burturav við ávíkavíst bókmentum, myndlist og leiklist: Rakel Helmsdal, Jóhan Martin Christiansen og Búi Egason Dam.

Bókmentalig faknevnd segði um Rakel Helmsdal: Rakel Helmsdal hevur eitt langt lív sum yrkislistafólk aftan fyri seg og eina røð av útgávum, tilnevningum og heiðurslønum. Hon lýsir í sínari umsókn greiðar og realistiskar ætlanir, sum bæði eru framhald av ymiskum, hon hevur givið út, og áhugaverdar ætlanir, ið víðka hennara breiða mentanarliga virksemi. Tað er eingin ivi um við atliti at tí, sum hon longu hevur avrikað, at nógv og dygdargott tilfar fer at spyrjast burtur úr hennara arbeiði, og at tað verður til gangs fyri ung sum eldri.

Í nevndini sótu Sámal Soll og Paula Gaard.

Myndlistalig faknevnd segði um Jóhan Marin Christiansen Jóhan Martin Christiansen hevur markerað seg á føroyska listapallinum við hugtakandi og avbjóðandi samtíðarlist, sum fevnir um gips, readymades, installatiónir, grafikk og videolist. Hann arbeiðir við estetikki og formi, og verkini rúma søgur og spor eftir fólki og støðum. Jóhan Martin Christiansen er í støðugari menning og hevur ein djúptøknan kunnleika til tilfarið, sum hann arbeiðir við. Hann vísir til eldri listasøgu, samstundis sum hann hevur sína egnu dagsskrá.. Verkætlarnirnar, sum Jóhan Martin Christiansen ætlar at arbeiða við, eru gjøgnumhugsaðar og á høgum stigi. Jóhan Martin Christiansen hevur gjørt vart við seg uttanlands og sýnir regluliga fram á føroyska og danska listapallinum. Trý ára listafólkalønhevði givið honum møguleika at halda áfram við støðugu menningini.

Í nevndini sótu Randi Samsonsen og Sólveig Hanusardóttir.

Faknevndin fyri leiklist, video og film segði um Búa Egason Dam: Búi Dam er eitt djarvt multitalent við eyga fyri pallsterkum søgum, ið aftur og aftur vísa føroyingin á ranguni. Søgur, sum við leiklistarligum snildni ofta megna at lýsa, hvussu tað umhvørvið, vit virka í, fer við okkum menniskju bæði so og so. Her fáa serlingarnir - hesi sárbæru, útsettu, forsømdu og órættvíst viðfarnu, umsíður sína rødd. Búi ferðast óræddur og við hegni tvørtur um fleiri listagreinar. Tað høga listarliga støðið skínur ígjøgnum á øllum leiklistarligum parametrum og eigur sín lut í, at hann so fyrimyndarliga røkkur út um landoddarnar. Og tá hugt verður at teimum avrikunum á altjóða støði (Lykkenborg, Lear Kongur, Látur Medusu, v.m), og teimum, ið standa fyri framman (Eitt nú: Hvørvisjónleikur og Seinasti trælurin), er eingin ivi um, at Búa Dam eigur at fáa eina 3 ára listafólkaløn. Hetta er ein solid íløga í okkara films- og leiklistaumhvørvi. Og ikki minst okkara samfelag.

Í nevndini sótu Bárður Persson, Jonna Fritsdóttir Mortensen og Turið Johannesen.

Inn komu 15 umsóknir.

Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum. Lønirnar verða veittar umsøkjarum við støði í verkevni ella verkætlan, sum eftir nevndarinnar meting hava listalig og faklig dygdareyðkenni. Listafólkið skal í einum trýára skeiði arbeiða burturav við síni list. Listafólkalønin svarar til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.

 

Ein tónlistaligur varði á G! 2024

Hvør kann lata vera við at murra afturvið romantiska lagnum, Josephine hjá Teiti? Og hvør minnist ikki I still sleep with the lights on, You´re the ocean og Poetry & Aeroplanes? - Hetta eru sangir, sum eru partar av okkara felags søgu í hesari øldini.

Fyri tjúgu árum síðani avrikaði ein ungur havnarmaður nakað, sum í föroyskum tónleikaligum höpi svarar til at lenda á mánanum. Tað var tá ið Teitur fekk plátusáttmála í lag við stóra plátufelagið Universal í Amerika. 

Plátan, sum spurdist burtur úr hesum var Poetry & Aeroplanes. Eitt meistaraverk alt sum tað er. Eitt valaverk, sum enn í dag stendur sum ein sannur varði í sangara/lagsmíð rúgvuni. 

Og á G! 2024 sleppa vit at uppliva öll lögini á plátuni úr einum enda í annan. 

Teitur kemur við bólki sínum, og her verður ikki spart uppá nakað; strúkarar verða eisini við - tað siga tey í Gøtu og bjóða okkum at koma við at uppliva Poetry & Aeroplanes á G! 2024. 

Listaverk handað Margretu drottning

Í dag var listaverkið, sum Fólkatingið og danska ríkisstjórnin gav Margretu drottning í 50 ára jubileumsgávu, handað. Talan er um listprýðing av økinum við Norðurbryggjuna í Keypmannahavn, sum danska listakvinnan Gudrun Hasle, grønlendska listakvinnan, Jessie Kleemann og okkara egna Hansina Iversen hava skapt í felag. Tá listakvinnurnar í september í fjør vóru í morgunsendingini hjá TV2 greiddu tær frá hugskotinum til verkið. Hansina Iversen segði, at uppgávan var bundin og opin í senn, og at verkið onkursvegna skuldi snúgva seg um tey trý londini í ríkisfelagsskapinum, sum tær tríggjar umboða. Grundarlagið í verkinum verður vatn ella tann sjógvurin, sum bæði skilir og bindur okkum saman. Jessie Kleeman arbeiðir við fiskum og eggum sum myndevni, Gudrun Hasle avmyndar hagasóljur, meðan Hansina Iversen arbeiðir abstrakt við støði í teimum átjan oyggjunum, ið mynda Føroyar. Skapini hjá henni minna um gimsteinar og stjørnur - her hevur hon eitt nú hugsað um stjørnurnar sum vegvísarar. Jørð, hav og himmal eru sostatt umboðað í verkinum, sum er staðsett við Norðuratlantsbryggjuna í Keypmannahavn.

Kelda: TV2 og Folketinget, fotomynd: Olafur Gestsson.


Jan Andersson 70

Í dag fyllir steinprentarin Jan Andersson á Velbastað sjeyti ár. Hann varð føddur 29.apríl í 1954 í Ibsker á Bornholm, haðani familjan flutti í 1956, fyrst til Sandby á Norðvestsælandi og síðani til Kundby - hann er dani, men 3/4 av hansara ommum og abbum eru úr Svøríki. Aftaná barnaskúlan fór Jan Andersson í læru hjá legendariska litografinum I.Christian Sørensen (1911-1985), sum etableraði grafiskan verkstað í Hjørring og tað var har, Jan kom í samband við føroyska list og við táverandi leiðaran á Listasavninum, Bárð Jákupsson. Jan flutti til Føroya saman við Fríðu Matras Brekku og saman stovnaðu tey Grafiska Verkstað Føroya, ið fyrstu árini húsaðist í Listasavninum. Síðan 2009 hevur fyritøkan itið Steinprent og fevnir umframt um verkstaðin í erva eisini um framsýningarhøli í neðra – bæði eru miðdeplar í føroyskari samtíðarlist við nógvum og góðum listaligum virksemi. Tá mann tosar um Jan Hartvig Andersson, ið er hansara fulla navn, koma tey flestu fyrst í tankar um hansara ókúgandi optimismu, blíðskap  og beinasemi.

Hann fyllir sum sagt í dag, men helt stóra veitslu í vikuskiftinum. Tá eg segði fyri Tóroddi Poulsen, at eg ætlaði at halda røðu fyri Jan, var viðmerkingin “..og um telefonin ringir, meðan tú heldur røðu, tekur hann av gomlum vana telefonina, trúgvur sum trøllið móti øllum sum ringja..”. Tóroddur bað meg eisini minnast at nevna optimismuna og passiónina fyri Coltranetónum og Monk, ið hoyrir til valsingina og prentistevið. Tað geri eg hervið. Samstarvið við nettupp Tórodd Poulsen er týdningarmikið og hevur givið føroyskari samtíðarlist listaverk, sum mann illa vildi verið fyriuttan. Tað sama er galdandi fyri so ómetaliga mong onnur verk hjá øðrum listafólkum, tey mongu steinprentini hjá Hansinu Iversen við so radikalum og maksimalum litsamansetingum, at hon kann fáa tey flestu at hokna, men ikki Jan, ið hevur álit á listafólkunum og á litografisku prosessini. Samlaða avrikið hjá Jan Andersson og Steinprenti er ómetaliga stórt. So nógvar verkætlanir, so nógvar framsýningar, so nógvar prentmyndir, fullar av nýggjum hugsanum, sum hava glett og flutt okkum. Fyri mítt egna viðkomandi hevur hetta verið grundleggjandi í míni skriving um list síðan greinina um Per Kirkeby fyri skjótt eini fjórðings øld síðani. Nú Jan Andersson fyllir hálvfjers er tað ein serlig gleði, at hann ikki skal pensionerast nakrastaðnis, men ætlar at halda fram í sama góða stíli á verkstaðnum saman við hinum á verkstaðnum, Louise, Mikkjal og Fríðu – og tey mugu takast uppí sjálvt um hetta er ein føðingardagsheilsan til Jan. Føðingardagsbarnið er fram um alt kollektivist, ið gongur høgt uppí felagsskapin og at skapa í felag.

Hjartaliga til lukku, Jan - tín lutur liggur ikki eftir.

 

Hin seinasta temaframsýningin

Fríggjadagin læt upp framsýning um kroppin í Listasavninum. Sambært kuratorinum Kirstin Helgadóttir var hetta hin seinasta av temaframsýningunum í hesum umfarinum og seinasta framsýningin í Listaskálanum í verandi líki, tí nú verður farið undir útbygging av Listasavni Føroya eins og nýggjur leiðari verður settur í næstum. Tað verður spennandi bæði so og so.

Framsýningarkonseptið snýr seg sum nevnt um kroppin. Framsýnd verða verk hjá seytjan listafólkum. Summi verk eru áhugaverd og original, onnur hevur tú onkursvegna upplivað áður í onkrum útlendskum listasavni. Í tíðindaskrivi verður staðfest, at mannakroppurin hevur verið avmyndaður til allar tíðir frá fyrstu holumyndunum til grikskar standmyndir av idealkroppum, til suðureuropeiskar málningar av naknum kroppum og so framvegis. Síðan verður spurt hvussu kroppurin sær út í føroysku listini. - Eg hugsi alt fyri eitt, at hann er hvítur, idealur og normativur uttan atlit til allan tann ymiskleika og fjølbroytni, sum mannaættin annars umboðar av fólkasløgum, av typum, av kroppum, av lýtum og brekum, búkum, kynum og kynssamleikum. Her hjá okkum er alt øgiliga straight og beint fram pent, men kuratorurin helt eina fína røða við áhugaverdum perspektivum. Hon dugir at seta upp framsýningar, ið eru grafiskt greitt skipaðar samstundis sum hon týðiliga roynir at fevna breitt í sínum úrvali eisini til verk, ið røkka út um tað kynsnormativa sum í bláa videoverkinum hjá Dan Helga í Gong, har listamaðurin er farin í eina balju av vaska seg reinan. Her eru onkur queer kensla yvir verkinum, sum eisini hómast í áhugaverdu fotomyndum hjá Edward Fuglø og Lydiu Hansen.

Mitt á gólvinum stendur ein videostandmynd hjá Jóhan Martin Christiansen, ið er áhugaverd og konfronterandi samstundis sum hon tykist rættiliga abstrakt, tí hvat snýr hetta seg um? Tað minnir um maskinkenda estetikkin, sum listamaðurin hevur arbeitt við nú í nøkur ár. Maskinir, sum skapa listupplivingar. Verkið eitur Speaking in Tongues og er myndað úr reyðum stálstongum og einum videoskermi, har sjónleikarin, Annika Johannessen við síni insisterandi nærveru ber fram ein monolog, sum er settur saman av tekstbrotum úr bíbliuni, frá poppløgum og øðrum keldum.

Eitt sindur av málningum er á framsýningini hjá m.a. Poul Horsdal, Sigrun Gunnarsdóttir og Elin Josefinu Smith, har tað serliga er mammuleikluturin, ið verður fagnaður, men tøkniliga er talan um eina lutfalsliga fjølbroytta framsýning. Tað er stuttligt at trína inn í eksperimentarium hjá Jón Sonna Jensen, sum framsýnir nøkur eldri verk í tilfari, ið minnir um okkurt lívrunnið og fekk framsýningargestir at koma í tankar um landbløðrur.

Tað er rættiliga upplagt at venda sær til Olsenbrøðurnir, tá tað snýr seg um kropp í føroyskari myndlist. Tí bæði Torbjørn og Hans Pauli (Marius kundi eisini verið við) eru okkara fremstu tulkarar av nakna menniskjafigurinum. Á framsýningini síggja vit nakrar stórar gamlar tekningar, sum Torbjørn gjørdi av standmyndum á Glyptotekinum, tá hann var um 16 ára aldur. Eg hevði heldur ynskt mær at sæð eina røð av hansara framúr portrettum og persónsmálningum, sum mann ivaleyst kundi lænt ymsastaðni. Hans Pauli er ógvuliga øðrvísi teknari, men hann hevur framsýnt tekningar á rættiliga nógvum framsýningum seinastu árini. Tað eru myndir av naknum fólkum og føroyskum landslagi, sum eru teknað yvir fleiri pappír, ið verða hongd upp saman til tess at mynda heildir, ið aftur ganga inn í eina størri heild. Uppsetingin í Listaskálanum tykist vera gjørd til tann sunnara endaveggin og riggar væl har sum eitt monumentalt verk. Framman fyri á gólvinum stendur ein rund standmynd við fleiri standandi menniskjafigurum, sum vísa hvussu væl tað liggur fyri hjá listamanninum at blása lív í tað tilfarið, sum hann arbeiðir við. Tað kann vera, at naknir figurar ikki eru uppi í tíðini í teirri kontemporeru listini, men eingin kann taka frá Hans Paula Olsen, at hann í eins mansaldur hevur verið fremsti skulptør her á landi ella at hansara Traðarmaðurin (1989) niðri á Vaglinum í Havn er eitt meistaraverk av megi, vekt og harmoni.

Framsýningin heldur fram til 30.juli. Við á framsýningini eru:

Rannvá Holm Mortensen, Sigrun Gunnarsdóttir, Guðrið Poulsen, Elin Josefina Smith, Hans Pauli Olsen, Edward Fuglø, Poul Horsdal, Erla Marita Askham, Rannva Kunoy, Alda Mohr Eyðunardóttir, Dan Helgi í Gong, Jón Sonni Jensen, Sámal Joensen-Mikines, Torbjørn Olsen, Lydia Hansen, Jóhan Martin Christiansen og Ole Wich.

Kuratorurin heldur røðu

Jóhan martin christiansen

ole wich

hans pauli olsen

hans pauli olsen

torbjørn olsen

Hans pauli olsen edward fuglø og annika av lofti

fernisering

marita smith framman fyri málningi hjá dóttrini elin j.smith

fritjof joensen - tekningar hjá Torbirni Olsen

Dan helgi í gong

Lydia Hansen

erla marita askham

edward fuglø

rannvá holm mortensen

fernisering

In a New York state of mind

Lidnir eru í dag sjey dagar síðani heimferðin byrjaði úr New York og enn eri eg ikki fullkomiliga komin uppá pláss í øllum førum mentalt. Eg upplivdi so ómetaliga nógv av list, menniskjum, býnum og samfelagnum, sum fyllir og tekur tíð. Vit vóru í New York í fjúrtan dagar fyri at seta upp framsýning, eg havi kuraterað við føroyskari list og presentera hana fyri New Yorkarum. Meðan vit vóru har upplivdu við tíðarforskjóting, jetlag, ódnarveður, sólarmyrking, jarðskjálvta umframt fantastiska list og tað kann í sjálvum sær vera ein avbjóðing fyri eina jarðbundna havnarkonu langt uttan fyri sína komfortsonu, men tað, sum av álvara rørdi og risti meg, var at síggja føroysku listina framsýnda á Park Avenue á Manhattan. At uppliva hetta velduga, lýsandi meginverkið av einum málningi hjá Hansinu Iversen folda seg út saman við framúrskarandi óítøkiligu, glitrandi málningunum hjá Rannva Kunoy, sansaligu, eiggiligu, humoristisku og álvarsligu standmyndunum hjá Randi Samsonsen og teimum um somu tíð kenslubornu og endaleyst neyvu verkunum hjá Jóhan Martin Christiansen og Aldu Mohr Eyðunardóttir saman við vøkru, inniligu og gløggskygdu myndunum hjá Tóroddi Poulsen og Hanna Bjartalíð. Tað var fyri meg ein so stór uppliving, at eg næstan ynski mær tvær vikur á Hvíldarheiminum so eg kann sodna og fata tað. Eg fari at seta fleiri orð á framsýningina seinni, tá professionellar fotomyndir verða til taks av framsýningini.

Listaframsýningin Fog Swept Cargo – Art from the Faroe Islands varð sett á stórum tiltaki í Scandinavia House á Manhattan í New York leygardagin 13. apríl. Framsýningin verður verandi til 6.juli. Listaverkini verða síðani flogin heim, tá ætlanin er at hava eina Fog Swept Cargo II í Steinprenti í Havn. Fog Swept Cargo – Art from the Faroe Islands er framsýning við føroyskari samtíðarlist við verkum eftir Tórodd Poulsen, Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð, Rannvá Kunoy, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen og Aldu Mohr Eyðunardóttir. Á heimasíðuni hjá ammr.fo stendur:

“Tað er einastandandi at síggja, hvussu væl listaframsýningin tekur seg út her í New York. Tað hevur stóran týdning, at føroysk list kemur út um landoddarnar, og hetta er eitt sera gott høvi at gera vart við føroyska list á altjóða pallinum” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, sum setti listaframsýningina. Í setanarrøðuni kom Sirið Stenberg inn á tann týdning, ið sambandið við útheimin hevur fyri føroyska samfelagið og fyri tey listafólk, ið virka í Føroyum.

Landsstýriskvinnan nevndi amerikansku listakvinnuna Elisabeth Taylor, sum í eitt tíðarskeið fyrst í 20. øld búði á Eiði og hevði stóran týdning fyri ta spírandi føroysku myndlistina. Eisini nevndi hon listakvinnuna Ruth Smith, sum var millum fyrstu føroysku listafólkini, ið nomu sær útbúgving á listaakademinum í Keypmannahavn, og hvørs verk eru týðandi partar av føroyska listaarvinum. Føroyska myndlistin er lutfalsliga ung, og møguliga hevur tað gjørt sítt til, at kvinnur hava havt ein týðandi leiklut í føroysku listasøguni frá byrjan av.

Stórt tiltak var til setanina við røðum, stuttfilmi um listaframsýningina og listapráti við Kinnu Poulsen, Aldu Mohr Eyðunardóttir, Randi Samsonsen og Jóhan Martin Christiansen. Í listaprátinum varð komið inn á stóru menningina, ið er farin fram innan føroyska list síðani aldaskiftið.  Føroysk listafólk útbúgva seg kring allan heim, og tað sæst aftur í tí fjølbroytni, ið hevur eyðkent føroyska samtíðarlist seinastu árini. Í mun til fólkatalið eiga Føroyar eitt stórt tal av listafólkum, ið skapa list á høgum altjóða stigi.

Kinna Poulsen, sum hevur kuraterað framsýningina, er fegin um góðu móttøkuna í New York. “Eg og listafólkini eru sera fegin og takksom fyri alt, vit hava upplivað. Vit hava verið á hópin av framsýningum og eru tikin á bóli av eldhugaðu móttøkuni, okkara framsýning hevur fingið. Um eg sjálv skal siga tað, haldi eg ikki okkara list smæðist burtur her í New York”, sigur Kinna Poulsen, kurator.

Listaframsýningin er partur av føroysku mentanardøgunum Fog Swept Islands – Faroe Islands Culture Days í Scandinavia House í New York. Mentanarátakið er fyriskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Visit Faroe Islands í samstarvi við American-Scandinavian Foundation og Scandinavia House – the Nordic Center in America.

Mentanarátakið er stuðlað av FarCargo, Atlantic Airways, Faroe Ship, Hiddenfjord, Betri Trygging, Føroya Tele, O.C. Joensen, Ocean Rainforest og Føroya Bjór.

-Umframt mínar egnu myndir eru eisini fotomyndir hjá Edwina Hay @arenotphotos

Kinna Poulsen

Tjóðpallur sum bukka millum sengur

Hieronymus Cock

Eg skal ikki uppá skrift endurgeva tær máliskur, sum komu fyri nú tá útvarpið bar tíðindini um samtyktina hjá Havnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu um ikki at gera leigusáttmála um økið til Tjóðleikhús á Eystaru Bryggju í Havn, soleiðis sum politiska ætlanin hevur verið. Altso hvat ER hetta fyri nakað sløsarí? – eiga tílík viðurskifti/ loyvi ikki at vera fingin til høldar, tá samtyktir verða gjørdar um at byggja tílíkar ómissandi tjóðarstovnar og í hesum førinum, tá samtykt var gjørd um at byggja føroyska tjóðleikhúsið á Bursartanga? Sum skilst snýr tað seg um støddina á grundstykkinum, ið er farin út um tað frammanundan avtalaða, men støðugt stinga forðingar seg upp.

Tjóðpallur Føroya hevur virkað síðan februar 2005 og vit hava upplivað bygningin staðfestan og tiljublaðan upp til fleiri ferðir eins og skiftandi samgongur og politikarar bæði í bý og landi hava lovað hetta og hatta, men fyri tað mesta hevur mann bara bíðað og bíðað og bíðað eftir Godot og eftir einum einasta politikara, sum tekur listina seriøst og fær okkum tann eftirstundaða rúmliga og stásiliga tjóðpall og enn er einki hent. Tað hevur av sonnum verið pínligt at uppliva hvussu illa manererað málið um tjóðleikhúsið hevur verið í mong harrans ár. Á Skálatrøð skuldi tað vera og tað fyri vist, men tað var heilt galið, hildu fólk, tí hvat so við bilunum, hvar skuldu okkara kæru bilar tá vera? Bilurin er kongurin í Føroyum, so fyri fyrst var tað 1-0 til bilin versus leiklistini og nú verður tað sama galdandi fyri Bursatanga, tí hvat við vinnuni og hvat við ferðsluni?

Og jú, har tykist heldur trongt. Eg havi hildið og haldi enn, at Skálatrøð er ein fullkomiliga perfekt staðseting hjá Tjóðpalli Føroya saman við teim listaligu stovnum sum longu eru har tætt við miðbýin í høvuðstaðnum. Roknast kann við, at bilar fara at fylla nógv minni í miðbýarmyndini í nærmastu framtíð. Soleiðis er gongdin í øllum høvuðsstøðum og størri býum. Tað snýr seg um trivnað heilt einfalt. Og áðrenn alt ov nógvir sjenerøsir borgarstjórar fara at bjóða seg fram at hýsa Tjóðpallinum her og der og slámeg, skundi eg mær at siga takk men NEI TAKK – Tað kann væl vera, at leikhús kunnu vera nógvastaðni, men eitt tjóðleikhús, ein nationalsena hevur sítt náttúrliga pláss í landsins høvuðsstaði og tað vil fyri okkara viðkomandi siga mitt í Havnini og hvør veit, Havnin fer møguliga at fevna víða um fá ár. Nú tað bara tekur nakrar minuttir inn á Skálafjørðin til dømis er ikki óhugsandi at vit taka teir býirnir uppí Havnina eisini – vit hava longu Hoyvík og administratiónin er longu risastór, so tað gongur nokk.

Álvaratos – kæru politikarar, tit mugu ikki fara so illa við leiklistini – til tað er hon alt ov týdningarmikil. At fara so tilvildarliga fram er lítið virðiligt. Hugsið tykkum, at føroysk leiklist er einasta leiklist í øllum heiminum, har føroyskt mál og skaldskapur verður borin fram og har týdningarmikil samfelagslig evni verða viðgjørd listaliga á okkara egna máli og við føroyskum perspektivi. Leiklistin í Føroyum hevur seinastu árini verið merkt av stríði og politiskari líkasælu, sum serliga hevur gingið út yvir yrkisleiklistina bæði nú og sum mann kann ræðast fyri fer at skaða føroyska leiklist í framtíðini. Kortini hevur føroyska yrkisleiklistin júst í hesum árum gjørt listalig skarvslop á altjóða støði. Latum okkum nú taka okkum sjálvi og føroyska tjóðpallin í álvara og gera hann til veruleika okkum øllum at gagni.

Kinna Poulsen

Børsen brennur

Í morgun bórust ófrættatíðindi um eld í danska høvuðsstaðnum – tað varð nevnt í Kringvarpinum, men ljóðaði ikki álvarsligt og eg var tí kløkk, tá tað skiltist, at vakri kendi søguligu bygningurin Børsen, sum liggur mitt í Keypmannahavn beint við Christiansborg, stendur í ljósum loga. Fyri nógvar føroyingar hevur danski høvuðsstaðurin stóran mentanarsøguligan týdning á tann hátt, at hann er fyrsti stóri býur, mann hevur upplivað. Hetta var til dømis galdandi fyri meg, tá eg sum tólv ára gomul var fyrsta uttanlandstúrin við foreldrunum í Danmark. Eg minnist hvussu risastórur og fremmandur býurin tóktist mær og hvussu býarinnar torn og spír hugtóku meg – ikki minst snaraða tornið á kirkjuni í Christianshavn og so tornið á Børsen, har fýra drekahalar vóru tvinnaðir saman til eitt dekorativt torn, ið er sett við blýggi. Børsen er ein av kendastu bygningunum, sum Christian fjórði lat byggja í sonevndum hálendskum renesansustíli við reyðum múrsteinum og grønari eiraðari kopartekju. Bygningurin er frá 1625 og var í ferð við at vera umvældur, so hann kundi standa klárur til 400 ára føðingardagin í 2025. Nú er vakra tornið niðurdottið og meginparturin av bygninginum er illa farin. Sambært DR eru fólk farin at bjarga listaverkum og lutum – m.a. er kendi Børsen-málningurin hjá P.S.Krøyer bjargaður út úr brennandi bygninginum - enn er einki frætt um orsøkina til eldin.

Kinna Poulsen

ALLIR LUKTIR ÖRKYMLA MÍN STAÐARSANS

Tað kendist ikki meir enn hóskandi, at tað var sjálvan Móðurmálsdagin, føðingardag V.U.Hammersheimbs 25.mars, at eg í postkassanum fann nýggjasta yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, ið vísti seg at vera ein vøkur hvít, ljósablá og ljósaviolett bók við rundleittu áskriftini ALLIR LUKTIR ÖRKYMLA MÍN STAÐARSANS.

Sambært yvirlitinum aftast í bókini er hetta 49.útgávan hjá Tóroddi. Tó at matematikkin neyvan myndar besta amboð til poetiska evaluering kunnu vit - um vit velja meðaltalið 80 yrkingar pr bók – telja tilsamans útivið 4.000 føroyskar yrkingar eftir Tórodd Poulsen og tað mann hann hava skrivað um so onkur bók er styttri og onnur longri, onkrar eru prosabøkur og aðrar eru á fløgu og plátu. Ivasamt er um tað yvirhøvur ber til at avmarka yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen til bøkur, tí poesi er allastaðni, í myndlistini, í steinprentunum og fiskarnir á vesinum í ROKS eru eisini eitt slag av yrkingum. Liðin eru í ár 40 ár síðan debutsavnið Botnfall kom út sum byrjan uppá eitt avrik, ið er fullkomiliga einastandandi bæði í dygd og í nøgd.

Tá vit kava niður millum blaðsíðurnar í hesi nýggjastu bókini eru vit bæði á kendum og ókendum leiðum í senn. Sum perman bendir á, er yrkjarin ikki vorðin minni abstraktur við árunum, men abstrakt fevnir sum kunnugt bæði einfalt og komplekst. Í staðin fyri at lata seg ørkymla av tí, mann ikki skilir, kann mann heldur fegnast um hómingina í sjálvum sær og halda áfram at lesa og at lesa uppaftur. Næstu og triðju ferð mann lesur hesar tekstir, fær mann meira við. Tað er júst sum við abstraktum málningum, ið so líðandi gerast lættari at skilja. Her er eingin orsøk at hava skund. Upplivingin liggur í sjálvari ferðini yvir í móti eini fatan og her er fult av forðingum í noktandi og relativerandi orðingum, sum fáa grundútsøgnina at rilla, men tað er í sveiggjunum millum útsøgnina og tað øvugta, at poetiski týdningurin hómast. Fyrsta yrkingin (aftaná inngangsorðini hjá Enzensberger) er eitt gott dømi um hetta: “eg vildi/ynskt at/ eg kom/ við tí/ káta/ lotinum/ hóast/ tað ikki/ fylgdi mær/ allan vegin/ til steinin/ sum ikki/ vikaðist”. Fyrst er har eitt yrkjaraeg, sum “vil” ymiskt í tátíð - tað lýsir ómøguleikan í sjálvari verkætlanini. Síðan er tað káta lotið, sum ikki fylgdi yrkjaraegnum og so steinurin, ið ikki vikaðist. Hetta er ein ómetaliga áhugaverd yrking um eina ferð, ið tykist merkt av tilvild og óvissu og so okkurt, ið er endaligt og BUMM. Sjálvt um formurin er abstraktur, kann innihaldið skiljast eksistentielt har forðingin tvs deyðin er tað einasta, vit kunnu vera ordiliga vís í. Tóroddur er ein sannur meistari at skapa surrealistiskar myndir burtur úr dreymum, men eisini burtur úr gerandiseygleiðingum gandar hann fram tær løgnastu sjónir sum í yrkingini, har steinarnir røra seg inn í myrkrið, tá steinsúgvarin kemur sníkjandi.

Steinar hava altíð verið í yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen, ið ofta snúgva seg um tilfar um mold, vatn, luft, men eisini um vind, ljós og myrkur og um listaligt tilfar, um orð og litir. Fleiri staðni verður tosað um lukt, um at lukta og snodda og at villast í sínum egna lukti – einastaðni er yrkjaraegið á posthúsinum og heldur seg lukta ræstan fisk, men varnast tá ein gamlan mann, sum stendur í einum landhyli. Einum landhyli? Áh, einum hyli av landi? Eg ivaðist eitt sindur, sprotaði síðani orðið “landhylur” og varð tá spurd um eg meinti við langhyl, men tað gjørdi eg ikki og jú, - konsentrerað piss luktar av ammoniak júst sum ræstur fiskur. Heitisorðingin er partur av einari yrking, ið staðfestir, at hóast málið er eitt skalvalop av kókandi tungum og brotnum fingrum og regnið hevur gloymt okkum alt summarið, ja, so merkir yrkjaraegið “enn at/ allir/ luktir/ örkymla/ mín/ staðarsans”. Og eftir sum tað onkra aðrastaðni stendur, at deyðin er luktleysur, tykist bókaheitið í grundini fult av lívi og góðum treysti og fær okkum at vóna, at tað eisini verður til eina bók nummar 50 um annars jørðin heldur fram við at mala og Tóroddur heldur fram við at skriva.

Fotoframsýning hjá Bjarna Árting Rubeksen - vernissage

Leygardagin 23.mars læt upp framsýning við 21 fotomyndum úr okkara tíð, sum Bjarni Árting Rubeksen hevur tikið. Har komu nógv fólk, so at tað í løtum var sum sild í tunnu – eg veit ikki um eg havi sæð eina størri forsamling av fotografum enn tað sama, men har vóru teir flestu av okkara bestu og tað er av sonnum hugaligt, at myndafólk og starvsfelagar koma á gátt, tá ein av teirra trínur fram sum fotolistafólk. Eg helt eina stutta røðu og Elsa Maria serveraði kaffi og vín, so vit høvdu eina hugnaliga løtu í Víngarðinum við góðum práti um fotomyndirnar. Røðan ljóðaði nøkulunda soleiðis:

Foto snýr seg í stóran mun um at fanga løtuna og tað, sum gongur fyri seg í júst einum ávísum sekundi. List snýr seg um at fanga ævinleikan og tað, sum er relevant í dag og um túsund ár. Foto er eitt tøkni, sum vit øll halda okkum kenna og duga og sum tessvegna kenst trivielt. Vit taka jú myndir konstant við okkara telefonum, har myndastreymir hópa seg upp til vit rudda og sletta. List er onkursvegna tað øvugta, listin er eksklusiv og snýr seg um at velja út og varðveita. Sjálvt um fotomyndir avmynda løtuna, er fotolist ikki løtuverk. Tað minnist eg frá pápa mínum. Hann var fotograf og ein nokk so umstendiligur maður. Tí var ofta drúgvt at bíða, tá hann fotograferaði og ofta tók hann langar røðir av myndum og valdi onkra einstaka út til at brúka. Í hesum førum hevur verið valt út í trimum umførum. Fyrst hevur fotografurin valt myndir út til ymsar fotoreportasjur, sum hann hevur gjørt fyri KVF. Úr teimum myndunum hevur hann valt út myndir til mín og úr teimum havi eg valt út 21 fotomyndir. 

Hjartaliga vælkomin kæru gestir til fotoframsýning hjá Bjarna Árting Rubeksen. Hetta er framsýning nummar 25 í Víngarðinum og bara tann næsta fotoframsýningin, so vit eru ógvuliga spent uppá hetta. - Bjarni, túsund takk fyri, at tú játtaði, tá eg spurdi um tú vildi framsýna her. Eg havi í fleiri ár eygleitt tínar myndir og havi hugsað, at tær høvdu fungerað á eini listaframsýning og nú eru vit so her og myndirnar hanga á eini listaframsýning, innrammaðar í vakrar eikirammur og við museumsglasi.

Fokus og myndevni hjá Bjarna er menniskjað í føroyska samtíðarsamfelagnum. Tað eru jú reportasjumyndir, sum Bjarni hevur tikið og sum m.a. hava verið vístar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Pressumyndir er ein ómetalig týdningarmikil men tíverri eisini hótt sjangra. Í hesum 21 fotomyndunum, sum eg havi valt út kunnu vit uppliva hugna, skemt, kærleika og bilsni, álvara og vreiði, frustratiónir. Her eru flóttar úr Ukraina, mótmælandi sjúkrarøktarfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis millum krabbameinssjúklingar, politiskar tingingar osfr. Tær flestu myndirnar eru rættiliga nýggjar frá 2023, men onkur er frá 2019. Summar eru merktar av einum serligum løddum tómleika, meðan myndarúmið aðrastaðni er á tremur av fólkum, hetta seinasta er galdandi fyri eina mynd av eini mótmælisgonga í Tinganesi. Har kemur ein hópur av álvarsligum kvinnum og monnum í frakkum, húgvum og turriklæðum gangandi móti áskoðaranum – Hetta er fólkið í Føroyum, lýst bæði sum einstaklingar við denti á hvørt tað einasta andlit, sum sæst púra klárt - og sum heild við samanhangsmegi, ið verður lýst visuelt. Í eini aðrari mynd er myndarúmið púra tómt og myrkt - miðskeiðis hómast ein persónur, sum tykist at vera einsamallur í verðini. Í hesari myndini og í hinum er ein greiður samanhangur millum huglag, kompositión og myndamál. Tað sæst somuleiðis í portrettmyndini av einum Miðflokkamanni, sum stendur inni í myrka tingsalinum við vindeyga, har ljósið streymar inn og fær ein næstan guddómligan dám við vindeygalistanum, ið umskapast til kross.

Nógv av hesum menniskjum kenna vit, tí tey á ymiskan hátt eru virkin í føroyska samfelagnum á ymiskum stigum. Myndin av borgarstjóranum í Skopun, sum er tikin beint eftir, at hann (við grindaknívi!) skar snórin í Sandoyartunlinum, er serlig. Sjónarhornið er eitt sindur lágt, so at tann portretteraði maðurin vaksur í vavi. Hann er í fínum føroyskum klæðum og stendur mitt í myndini við armunum upp í loft. Høvdið er eitt sindur afturá, munnurin er afturlatin við einum elalítlum, stoltum brosi sum er hann meira enn væl nøgdur við støðuna og sín egna leiklut í hesi støðu. Fotografurin hevur fangað eitt huglag, fult av hátíð og stórlæti í eini kompositión, har sannur geislaljómur sýnist glógva kring persónin, ið tað sama kundi verið onkur legendariskur dirigentur ella sjálvur pávin. Og nettupp humor og tað gløgga skálkabrosið hómast eisini fleiri staðni í myndaheiminum hjá Bjarna Árting Rubeksen t.d. í teirri einastu litmyndini á framsýningini, har Elin Løkin sæst við einari ballón, sum er fokin eitt petti, so at persónurin við síðuna av sær út til at hava ballónhøvd. Her er skemt, men eisini kærleiki í myndini. hetta eru fotomyndir, ið vísa psykologiskt innlit og empati samstundis sum tær sýna fagurfrøðilig atlit og fotolistaligan ans við denti á bygnað, ljós/skuggaárin og á teir einstøku myndaliðirnar. Raðfestingin av svarthvítum myndum er somuleiðis fagurfrøðilig og gevur heildini ein klassiskan, einfaldan og fokuseraðan dám. Í øllum myndunum eru heilar søgur, ið lata seg lesa burtur úr støðum og kompositiónum. Til ber at fáa sera ymiskar søgur burtur úr myndunum og eg skal ikki standa her og siga tykkum hvat tit skulu fáa burturúr. Hyggið tit sjálvi og lesi tykkara egnu søgur burtur úr myndunum hjá Bjarna. Hjartaliga takk fyri, at tit komu og at tit lýddu á.

Kinna Poulsen

Leivur Thomsen í Vikuskiftissending Kringvarpsins hugdi inn á gólvið. Samrøða við fotograf og kurator 30.20 í sendingini her: https://rb.gy/9ia16n Eg seti somuleiðis inn myndir, sum Anna Djurhuus tók á ferniseringini. FRAMSÝNINGIN ER AT SÍGGJA FRÍGGJADAGAR OG LEYGARDAGAR OG EFTIR AVTALU FRAM TIL 25.MAI.

Soppar eru kult

-Soppar eru kult. Henda sannroynd kom mær til hugs fleiri ferðir í gjárkvøldið, tá eg upplivdi útgávukonsert/ir hjá Aggrasoppum ymsastaðni í Havn.

Henda konsertin var mikið hypað frammanundan, tí sopparnir umframt mangar aðrar førleikar eisini vísa seg at duga marknaðarføring og høvdu boðað frá frammanundan, at tað bara vóru tey serliga herligu, sum fingu innbjóðing og mann fekk einki at vita um hvar framførslan skuldi ganga fyri seg - vit skuldu bara standa klár í Steinatúni klokkan átta. Innbjóðingin var ein stuttlig krossorðagáta, sum mann fekk í postkassan og sum skuldi loysast áðrenn mann kundi sleppa at keypa sær billett á atgongumerki.fo (eg fekk eina ókeypis ummælarabillett). Tað er ikki nøkur dumm strategi soleiðis at geva fólki kensluna av at vera útvald, tí sum kunnugt er viðurkenningin besta kenningin. Eksklusiva mannagongdin er uppá allar mátar skilagóð og tryggjar ein hóp í hóskandi stødd av áhoyrarum, sum eru við uppá tað og tá er mann longu komin langt.

Sjálv var eg stødd eitt nokk so fitt petti frá mínari komfortsonu, tá eg stóð har niðri í Steinatúni í húgvu og vøttum eitt ilsligt fríggjakvøld fyrst eina góða løtu á norðari síðu síðan fór eg yvirum (tí har stóð Marianna Nagata). Og eg saknaði inniliga mína heitu stovu og bleytu sofu og fjøldin var fyri tað mesta nógv yngri enn eg og tey høvdu øl. Men so kom ein bussur eftir okkum. Ein sovorðin praktfullur, púra vanligur lýsandi, fjálgur, knallreyður býarbussur, ið heldur ikki upplýsti á ljósskeltinum, sum hann hevði í pannuni, hvagar leiðin gekk, har stóð bara okkurt nýflipput Trygvadanielsenskt sum Góður dagur í dag og so var sannførda, soppafongda listaverkið í grundini í gongd við dansarum/leikarum, ið eins og kameleónar fylgdu okkum alt kvøldið. Boomboxin bumbaði fólkið við Una Paloma Blanca, sum eg minnist frá hálvfjersunum, tá hann tíðum sjengraði úr útvarpinum. Heilt frá byrjan og til endan tóktist einki tilvildarligt av tí, sum gekk fyri seg, alt var hugsað og lagt til rættis sambært eini listaligari ætlan og eg hugsi, at eisini hesin hollendski ellis-schlagarin var valdur fyri at skapa eitt hóskandi happy go lucky hálvfjersarahuglag sum eina løtu transformeraði býarbussin til Mystery Machine í Scooby Doo.

Í stúvstappaða partybussinum koyrdu vit fyrst oman móti Strond, men vendi síðani niðan til industriøkið, har vit bilsin funnu okkum sett av uttan fyri JYSK. -WHAT steinbilsnaðust fólk, men vóru hússjað og víst upp á loft av nøkrum suspektum typum/dansarum, sum við svingandi og blinkandi ljóslampum og spentum eygna- og handarørslum lótu okkum vita, at hetta altso ikki var bara-bara. Genialt prepp og pepp og tað sama má sigast um framførslustaðið, tá talan jú er um at framføra ein døgurðaslang og tá vit komu uppá har sum allar sengurnar standa, lógu fólk í teimum øllum. Tað var ein ómetaliga løgin kensla onkrastaðni millum Snjóhvítuteknifilmin og hvør hevur sovið í mínari song og so tað man kundi hugsað sær at gjørt, men ongantíð ger í gerandisligum møplasølum. Men hey, har kom Eyðfinn Lamhauge undan fjaðrunum og bjóðaði okkum at vera vælkomin til døgverðaslang og tað var deilitt, tí so var mann líkasum á røttum stað.

Av teimum trimum framførslustøðunum var hetta fyrsta hitt mest spjadda. Tað var ógvuliga stór frástøða millum tey framførandi og tó at tað var imponerandi so væl sum bæði rapparar/sangarar og tónleikarar/dansarar megnaðu tað, gjørdist framførslan fragmenterað og tað var eitt sindur spell fyri meg (sum hevði glett meg til búff og buffée). – Aja og hey og hó! Tí mann skal vera eitt óalmindiliga súrt apparat fyri ikki at dáma Aggrasoppar við teirra ómótstøðugliga blendingi millum gløggskygda eygleiðing, syruta poesi, inniliga vakran soul og unga orku - bygdagudiligt og havnaógudiligt og øvugt - alt í senn. Ein superbólkur, ið sameinir tað besta úr báðum heimum, musikalitet við viðkomandi orðasmíð, eymar lýsingar av introvertum ungdómslívi vakurleikan í tí gerandisliga, dionysiskar hugsjónir og ovfarakátan orðastreym. Tað kakafoniska í Aggrasoppaverkætlanini minnir meg um mína fyrstu sjálvkeyptu plátu, Mitt í eini meining hjá Debess og Petersen, kanska tit minnast (Ræddamariahvatskalmannsigatámannskalbiðjateg-hugmínstyðja og ØLL dugdu tað uttanat), nåh, men so skuldu vit út aftur í bussin, sum koyrdi runt og runt og runt og so vóru vit brádliga í XL-BYG í urtagarðsdeildini. Eg haldi, at hesin miðparturin var tann mest intensi og fevndi millum annað um eina fína framførslu hjá Mariusi DC - hann dugir at rappa, tað hoyrdi eg sjálvt um eg ikki sá nakað serligt fram um nøsina. Eg stóð sum so mangan eitt sindur fyri meg sjálva í útjaðaranum av kætinum káta – ov innisteingingarrødd, kontrollerað, skeptisk, smæðin, oyrnavarin/oyrnastungin og edrú til ordiliga at fara all in. Í staðin hugnaði eg mær við at eygleiða herliga ungdómin, ið at síggja til dugdi løgini hjá Aggrasoppum uttanat sjálvt um plátan er spildurnýggj. Men tað er fenomenið Aggrasoppar jú ikki. Vit hava í longri tíð havt ta fragd at hoyra hetta merkisverda kollektivið av einastandandi individualistum syngja, rappa og musikalskt, poetiskt og sum heild listaliga mynda sítt serstaka univers. Teir tríggir úrmælingarnir eru Eyðfinn Lamhauge, Trygvi Danielsen og Dania O.Tausen og tey hava eina rúgvu av dugnaligum fólki aftrat sær, tónleikarar, dansarar og fixarar av øllum handa slag (inkl. proffan bussjafør). Hjørtur P. Háberg spældi trummur, Karl Andrias Stórá bass, Kristian Pauli Ellefsen ljómborð, Ólavur Gaard gittara. Gwenael Akira Helmsdal gjørdi ljós í Sjósavninum, Jákup Skovsgaard Thøgersen gjørdi ljós í Borg og Theodor Kapnas gjørdi ljóð

Aggrasoppauniversið er fragmenterað eins og tað er flipput, fitt og ómetaliga kreativt. Tey vilja bjóða tí siðbundna av og gera tingini øðrvísi, tað er galdandi fyri øll lið á útgávuni og útgávukonsertini og er væl og virðiliga fyrireikað og gjøgnumført. Tað samansetta er grundleggjandi og hoyrist longu á bólkaheitinum, men eisini í øllum møguligum óvæntaðum tekstsamansetingum, har týdningar verða snaraðir bæði innihaldsliga og ljóðliga, har “summir soppar eru etandi/ summir soppar eru eitrandi/ æðrasoppar/ eru hvørgan av teimum”. Mann kundi hildið tað vera sum tá Jefferson Airplane sungu um “one pill makes you larger and one pill makes you small and the ones that mother gives you don´t do anything at all”, men tað var í eini tíð, sum var nógv einfaldari og meira góðvarin enn nú hjá milennials, sum nokta at gerast samfelagsins ressoursa nummar eitt. Eftir hálvleik við einari kaldari øl í OY, var aftur farið í bussin og hesa ferð føldist túrurin heldur drúgvur. Rútarnir døggaðust og mann misti alla orientering – tað tók brádliga at minna um eina heimvitisferð og infernalska huglagið helt fram inni á tí næsta og síðsta konsertstaðnum. Tá vit endiliga sluppu úr bussinum vísti tað seg, at vit vóru við Føroya Sjósavn á Argjum, ið tóktist fullkomiliga umbroytt av royk- og ljóseffektum. Teir tríggir Aggrasopparnir sótu til útstillingar við afturlatnum eygum og ymsum djórahøvuðprýðum við denti á tað kultiska. Huglagið var væl myrkari, framførslan av eitt nú PEANUTBUTTER & BANAN var ógvuslig, her vístu Aggrasoppar, at teirra list ætlar og megnar annað og meira enn tað fitta og stuttliga. Men tá var eg móð. Meðan syruta versiónin av seinastu vaktini sløraði úr hátalaranum, bað eg fiskunum farvæl og ringdi eftir einum taxabili, tí tað føldist sum hevði eg verið til minst tríggjar konsertir uppá ein og sama fríggjadag. Nú liggur plátan á spælaranum og snurrar og lýsir í myrkri akkurát sum í Scooby Doo við gjøgnumførdum myndatilfari og øllum tekstunum - tað er gott. Takk fyri.

Bók og framsýning við Torbirni Olsen

Mikudagin 20. marts kl. 14 verður nýggj bók útgivin um Torbjørn Olsen, og nýggir málningar verða framsýndir í hesum sambandi

Bókin 'Samtaler med Torbjørn Olsen' er gjørd í samstarvi millum Torbjørn og Niels Damsgaard Hansen, ið hevur fotograferað og gjørt film innihaldandi samtalur millum teir báðar. Møguleiki verður fyri at ogna sær eitt litografiskt sjálvportrett eftir Torbirna saman við bókini.

Í framsýningarhølinum í Steinprenti verða 6 nýggir størri málningar eftir Torbjørn Olsen at síggja. Framsýningin hongur til 14 apríl.

Øll eru vælkomin

Invitation til lancering af bogen "Samtaler med Torbjørn Olsen"

- 116 sider med fotografier, tekst, 10 kortfilm optaget på Færøerne og i Danmark PLUS et signeret litografisk selvportræt, som Torbjørn har lavet eksklusivt til bogen.

-Niels Damsgaard Hansen
Samtidig udstiller vi nye store malerier af Torbjørn Olsen. Den udstilling hænger indtil 14 apríl.
Alle er velkommen

FOKUS

Bjarni Árting Rubeksen sýnir fram í Víngarðinum

Fotoframsýningar eru lutfalsliga rárar her um leiðir, og tí er tað við stórum spenningi, at boðað verður frá eini framsýning við fotomyndum, sum letur upp í Víngarðinum leygardagin 23.mars klokkan 15-17. Fotografin kenna tey flestu, tó at hann er debutantur í listaligum høpi. Tað er Bjarni Árting Rubeksen, sum í ein mansaldur hevur verið myndamaður í Kringvarpinum. Seinastu árini hevur hann serliga gjørt vart við seg í myndareportasjum, ið hava verið at sæð á heimasíðuni hjá KVF.

Myndevni hjá Bjarna Árting Rubeksen er tað, ið gongur fyri seg í føroyska samfelagnum. Tað liggur sjáldsama væl fyri hjá honum at vera fluga á vegginum undir politiskum samráðingum, har hann mangan hevur vakt ans við sínum plettskotum. Bjarni Árting Rubeksen hevur eisini gjørt myndafrásagnir í mentanarhøpi og onkrar framúr lýsingar eru av listafólkum og teirra móttakarum. Ein ómetaliga lívsfegin mynd, ið er tikin av ungfólki á einum tónleikafestivali, fangar eitt serligt huglag av inniligari gleði í løtuni.

Av teimum gott tjúgu fotomyndunum á framsýningini er umleið helmingurin av politikarum. Talan er um bæði støðumyndir og portrettmyndir av menniskjum við ymiskum andlitsbrøgdum og handarørslum, ið vísa maktina, einsemið, villareiðið og ómetaliga trýstið, sum hesi fólksins umboð kunnu vera fyri.

Fokus hjá Bjarna Árting Rubeksen er menniskjað í føroyska samtíðarsamfelagnum. Myndirnar eru rættiliga ymiskar; summar merktar av spentum tómleika, meðan myndarúmið aðrastaðni er á tremur av fólkum, hetta seinasta er galdandi fyri eina mynd av eini mótmælisgonga í Tinganesi. Har kemur ein ørgrynna av álvarsligum kvinnum og monnum í frakkum, húgvum og turriklæðum gangandi móti áskoðaranum – Hetta er fólkið í Føroyum, lýst bæði sum einstaklingar og heild. Í eini aðrari mynd er myndarúmið púra tómt og myrkt - miðskeiðis hómast eitt menniskja, ið tykist púra einsamalt í verðini. Greiður samanhangur er millum huglag og kompositión. Nógv av fólkunum kenna vit, tí tey á ymiskan hátt eru virkin í føroyska samfelagnum. Myndin av borgarstjóranum í Skopun, sum er tikin beint eftir, at hann (við grindaknívi!) skar snórin í Sandoyartunlinum, er serlig. Sjónarhornið er eitt sindur lágt, so at tann portretteraði maðurin vaksur í vavi. Hann er í føroyskum klæðum og stendur mitt í myndini við armunum upp í loft. Høvdið er eitt sindur afturá, munnurin er afturlatin við einum elalítlum, stoltum brosi sum er hann meira enn væl nøgdur við støðuna og sín egna leiklut í hesi støðu. Fotografurin hevur fangað eitt huglag, fult av hátíð og stórlæti í eini kompositión, har sannur geislaljómur sýnist glógva kring persónin, ið tað sama kundi verið onkur legendariskur dirigentur ella sjálvur pávin. Og nettupp humor og tað gløgga skálkabrosið hómast eisini fleiri staðni í myndaheiminum hjá Bjarna Árting Rubeksen.

Hansara fotomyndir hava psykologiskt innlit og empati samstundis sum tær sýna fagurfrøðilig atlit og fotolistaligan ans við denti á bygnað, ljós/skuggaárin og á teir einstøku myndaliðirnar. Raðfestingin av svarthvítum myndum er somuleiðis fagurfrøðilig og gevur heildini ein klassiskan, einfaldan og fokuseraðan dám. Hjartaliga vælkomin á framsýning komandi leygardag 23.mars klokkan 15 í Víngarðinum.

 Kinna Poulsen, kurator