Fotoframsýning hjá Bjarna Árting Rubeksen - vernissage

Leygardagin 23.mars læt upp framsýning við 21 fotomyndum úr okkara tíð, sum Bjarni Árting Rubeksen hevur tikið. Har komu nógv fólk, so at tað í løtum var sum sild í tunnu – eg veit ikki um eg havi sæð eina størri forsamling av fotografum enn tað sama, men har vóru teir flestu av okkara bestu og tað er av sonnum hugaligt, at myndafólk og starvsfelagar koma á gátt, tá ein av teirra trínur fram sum fotolistafólk. Eg helt eina stutta røðu og Elsa Maria serveraði kaffi og vín, so vit høvdu eina hugnaliga løtu í Víngarðinum við góðum práti um fotomyndirnar. Røðan ljóðaði nøkulunda soleiðis:

Foto snýr seg í stóran mun um at fanga løtuna og tað, sum gongur fyri seg í júst einum ávísum sekundi. List snýr seg um at fanga ævinleikan og tað, sum er relevant í dag og um túsund ár. Foto er eitt tøkni, sum vit øll halda okkum kenna og duga og sum tessvegna kenst trivielt. Vit taka jú myndir konstant við okkara telefonum, har myndastreymir hópa seg upp til vit rudda og sletta. List er onkursvegna tað øvugta, listin er eksklusiv og snýr seg um at velja út og varðveita. Sjálvt um fotomyndir avmynda løtuna, er fotolist ikki løtuverk. Tað minnist eg frá pápa mínum. Hann var fotograf og ein nokk so umstendiligur maður. Tí var ofta drúgvt at bíða, tá hann fotograferaði og ofta tók hann langar røðir av myndum og valdi onkra einstaka út til at brúka. Í hesum førum hevur verið valt út í trimum umførum. Fyrst hevur fotografurin valt myndir út til ymsar fotoreportasjur, sum hann hevur gjørt fyri KVF. Úr teimum myndunum hevur hann valt út myndir til mín og úr teimum havi eg valt út 21 fotomyndir. 

Hjartaliga vælkomin kæru gestir til fotoframsýning hjá Bjarna Árting Rubeksen. Hetta er framsýning nummar 25 í Víngarðinum og bara tann næsta fotoframsýningin, so vit eru ógvuliga spent uppá hetta. - Bjarni, túsund takk fyri, at tú játtaði, tá eg spurdi um tú vildi framsýna her. Eg havi í fleiri ár eygleitt tínar myndir og havi hugsað, at tær høvdu fungerað á eini listaframsýning og nú eru vit so her og myndirnar hanga á eini listaframsýning, innrammaðar í vakrar eikirammur og við museumsglasi.

Fokus og myndevni hjá Bjarna er menniskjað í føroyska samtíðarsamfelagnum. Tað eru jú reportasjumyndir, sum Bjarni hevur tikið og sum m.a. hava verið vístar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Pressumyndir er ein ómetalig týdningarmikil men tíverri eisini hótt sjangra. Í hesum 21 fotomyndunum, sum eg havi valt út kunnu vit uppliva hugna, skemt, kærleika og bilsni, álvara og vreiði, frustratiónir. Her eru flóttar úr Ukraina, mótmælandi sjúkrarøktarfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis millum krabbameinssjúklingar, politiskar tingingar osfr. Tær flestu myndirnar eru rættiliga nýggjar frá 2023, men onkur er frá 2019. Summar eru merktar av einum serligum løddum tómleika, meðan myndarúmið aðrastaðni er á tremur av fólkum, hetta seinasta er galdandi fyri eina mynd av eini mótmælisgonga í Tinganesi. Har kemur ein hópur av álvarsligum kvinnum og monnum í frakkum, húgvum og turriklæðum gangandi móti áskoðaranum – Hetta er fólkið í Føroyum, lýst bæði sum einstaklingar við denti á hvørt tað einasta andlit, sum sæst púra klárt - og sum heild við samanhangsmegi, ið verður lýst visuelt. Í eini aðrari mynd er myndarúmið púra tómt og myrkt - miðskeiðis hómast ein persónur, sum tykist at vera einsamallur í verðini. Í hesari myndini og í hinum er ein greiður samanhangur millum huglag, kompositión og myndamál. Tað sæst somuleiðis í portrettmyndini av einum Miðflokkamanni, sum stendur inni í myrka tingsalinum við vindeyga, har ljósið streymar inn og fær ein næstan guddómligan dám við vindeygalistanum, ið umskapast til kross.

Nógv av hesum menniskjum kenna vit, tí tey á ymiskan hátt eru virkin í føroyska samfelagnum á ymiskum stigum. Myndin av borgarstjóranum í Skopun, sum er tikin beint eftir, at hann (við grindaknívi!) skar snórin í Sandoyartunlinum, er serlig. Sjónarhornið er eitt sindur lágt, so at tann portretteraði maðurin vaksur í vavi. Hann er í fínum føroyskum klæðum og stendur mitt í myndini við armunum upp í loft. Høvdið er eitt sindur afturá, munnurin er afturlatin við einum elalítlum, stoltum brosi sum er hann meira enn væl nøgdur við støðuna og sín egna leiklut í hesi støðu. Fotografurin hevur fangað eitt huglag, fult av hátíð og stórlæti í eini kompositión, har sannur geislaljómur sýnist glógva kring persónin, ið tað sama kundi verið onkur legendariskur dirigentur ella sjálvur pávin. Og nettupp humor og tað gløgga skálkabrosið hómast eisini fleiri staðni í myndaheiminum hjá Bjarna Árting Rubeksen t.d. í teirri einastu litmyndini á framsýningini, har Elin Løkin sæst við einari ballón, sum er fokin eitt petti, so at persónurin við síðuna av sær út til at hava ballónhøvd. Her er skemt, men eisini kærleiki í myndini. hetta eru fotomyndir, ið vísa psykologiskt innlit og empati samstundis sum tær sýna fagurfrøðilig atlit og fotolistaligan ans við denti á bygnað, ljós/skuggaárin og á teir einstøku myndaliðirnar. Raðfestingin av svarthvítum myndum er somuleiðis fagurfrøðilig og gevur heildini ein klassiskan, einfaldan og fokuseraðan dám. Í øllum myndunum eru heilar søgur, ið lata seg lesa burtur úr støðum og kompositiónum. Til ber at fáa sera ymiskar søgur burtur úr myndunum og eg skal ikki standa her og siga tykkum hvat tit skulu fáa burturúr. Hyggið tit sjálvi og lesi tykkara egnu søgur burtur úr myndunum hjá Bjarna. Hjartaliga takk fyri, at tit komu og at tit lýddu á.

Kinna Poulsen

Leivur Thomsen í Vikuskiftissending Kringvarpsins hugdi inn á gólvið. Samrøða við fotograf og kurator 30.20 í sendingini her: https://rb.gy/9ia16n Eg seti somuleiðis inn myndir, sum Anna Djurhuus tók á ferniseringini. FRAMSÝNINGIN ER AT SÍGGJA FRÍGGJADAGAR OG LEYGARDAGAR OG EFTIR AVTALU FRAM TIL 25.MAI.