Soppar eru kult

-Soppar eru kult. Henda sannroynd kom mær til hugs fleiri ferðir í gjárkvøldið, tá eg upplivdi útgávukonsert/ir hjá Aggrasoppum ymsastaðni í Havn.

Henda konsertin var mikið hypað frammanundan, tí sopparnir umframt mangar aðrar førleikar eisini vísa seg at duga marknaðarføring og høvdu boðað frá frammanundan, at tað bara vóru tey serliga herligu, sum fingu innbjóðing og mann fekk einki at vita um hvar framførslan skuldi ganga fyri seg - vit skuldu bara standa klár í Steinatúni klokkan átta. Innbjóðingin var ein stuttlig krossorðagáta, sum mann fekk í postkassan og sum skuldi loysast áðrenn mann kundi sleppa at keypa sær billett á atgongumerki.fo (eg fekk eina ókeypis ummælarabillett). Tað er ikki nøkur dumm strategi soleiðis at geva fólki kensluna av at vera útvald, tí sum kunnugt er viðurkenningin besta kenningin. Eksklusiva mannagongdin er uppá allar mátar skilagóð og tryggjar ein hóp í hóskandi stødd av áhoyrarum, sum eru við uppá tað og tá er mann longu komin langt.

Sjálv var eg stødd eitt nokk so fitt petti frá mínari komfortsonu, tá eg stóð har niðri í Steinatúni í húgvu og vøttum eitt ilsligt fríggjakvøld fyrst eina góða løtu á norðari síðu síðan fór eg yvirum (tí har stóð Marianna Nagata). Og eg saknaði inniliga mína heitu stovu og bleytu sofu og fjøldin var fyri tað mesta nógv yngri enn eg og tey høvdu øl. Men so kom ein bussur eftir okkum. Ein sovorðin praktfullur, púra vanligur lýsandi, fjálgur, knallreyður býarbussur, ið heldur ikki upplýsti á ljósskeltinum, sum hann hevði í pannuni, hvagar leiðin gekk, har stóð bara okkurt nýflipput Trygvadanielsenskt sum Góður dagur í dag og so var sannførda, soppafongda listaverkið í grundini í gongd við dansarum/leikarum, ið eins og kameleónar fylgdu okkum alt kvøldið. Boomboxin bumbaði fólkið við Una Paloma Blanca, sum eg minnist frá hálvfjersunum, tá hann tíðum sjengraði úr útvarpinum. Heilt frá byrjan og til endan tóktist einki tilvildarligt av tí, sum gekk fyri seg, alt var hugsað og lagt til rættis sambært eini listaligari ætlan og eg hugsi, at eisini hesin hollendski ellis-schlagarin var valdur fyri at skapa eitt hóskandi happy go lucky hálvfjersarahuglag sum eina løtu transformeraði býarbussin til Mystery Machine í Scooby Doo.

Í stúvstappaða partybussinum koyrdu vit fyrst oman móti Strond, men vendi síðani niðan til industriøkið, har vit bilsin funnu okkum sett av uttan fyri JYSK. -WHAT steinbilsnaðust fólk, men vóru hússjað og víst upp á loft av nøkrum suspektum typum/dansarum, sum við svingandi og blinkandi ljóslampum og spentum eygna- og handarørslum lótu okkum vita, at hetta altso ikki var bara-bara. Genialt prepp og pepp og tað sama má sigast um framførslustaðið, tá talan jú er um at framføra ein døgurðaslang og tá vit komu uppá har sum allar sengurnar standa, lógu fólk í teimum øllum. Tað var ein ómetaliga løgin kensla onkrastaðni millum Snjóhvítuteknifilmin og hvør hevur sovið í mínari song og so tað man kundi hugsað sær at gjørt, men ongantíð ger í gerandisligum møplasølum. Men hey, har kom Eyðfinn Lamhauge undan fjaðrunum og bjóðaði okkum at vera vælkomin til døgverðaslang og tað var deilitt, tí so var mann líkasum á røttum stað.

Av teimum trimum framførslustøðunum var hetta fyrsta hitt mest spjadda. Tað var ógvuliga stór frástøða millum tey framførandi og tó at tað var imponerandi so væl sum bæði rapparar/sangarar og tónleikarar/dansarar megnaðu tað, gjørdist framførslan fragmenterað og tað var eitt sindur spell fyri meg (sum hevði glett meg til búff og buffée). – Aja og hey og hó! Tí mann skal vera eitt óalmindiliga súrt apparat fyri ikki at dáma Aggrasoppar við teirra ómótstøðugliga blendingi millum gløggskygda eygleiðing, syruta poesi, inniliga vakran soul og unga orku - bygdagudiligt og havnaógudiligt og øvugt - alt í senn. Ein superbólkur, ið sameinir tað besta úr báðum heimum, musikalitet við viðkomandi orðasmíð, eymar lýsingar av introvertum ungdómslívi vakurleikan í tí gerandisliga, dionysiskar hugsjónir og ovfarakátan orðastreym. Tað kakafoniska í Aggrasoppaverkætlanini minnir meg um mína fyrstu sjálvkeyptu plátu, Mitt í eini meining hjá Debess og Petersen, kanska tit minnast (Ræddamariahvatskalmannsigatámannskalbiðjateg-hugmínstyðja og ØLL dugdu tað uttanat), nåh, men so skuldu vit út aftur í bussin, sum koyrdi runt og runt og runt og so vóru vit brádliga í XL-BYG í urtagarðsdeildini. Eg haldi, at hesin miðparturin var tann mest intensi og fevndi millum annað um eina fína framførslu hjá Mariusi DC - hann dugir at rappa, tað hoyrdi eg sjálvt um eg ikki sá nakað serligt fram um nøsina. Eg stóð sum so mangan eitt sindur fyri meg sjálva í útjaðaranum av kætinum káta – ov innisteingingarrødd, kontrollerað, skeptisk, smæðin, oyrnavarin/oyrnastungin og edrú til ordiliga at fara all in. Í staðin hugnaði eg mær við at eygleiða herliga ungdómin, ið at síggja til dugdi løgini hjá Aggrasoppum uttanat sjálvt um plátan er spildurnýggj. Men tað er fenomenið Aggrasoppar jú ikki. Vit hava í longri tíð havt ta fragd at hoyra hetta merkisverda kollektivið av einastandandi individualistum syngja, rappa og musikalskt, poetiskt og sum heild listaliga mynda sítt serstaka univers. Teir tríggir úrmælingarnir eru Eyðfinn Lamhauge, Trygvi Danielsen og Dania O.Tausen og tey hava eina rúgvu av dugnaligum fólki aftrat sær, tónleikarar, dansarar og fixarar av øllum handa slag (inkl. proffan bussjafør). Hjørtur P. Háberg spældi trummur, Karl Andrias Stórá bass, Kristian Pauli Ellefsen ljómborð, Ólavur Gaard gittara. Gwenael Akira Helmsdal gjørdi ljós í Sjósavninum, Jákup Skovsgaard Thøgersen gjørdi ljós í Borg og Theodor Kapnas gjørdi ljóð

Aggrasoppauniversið er fragmenterað eins og tað er flipput, fitt og ómetaliga kreativt. Tey vilja bjóða tí siðbundna av og gera tingini øðrvísi, tað er galdandi fyri øll lið á útgávuni og útgávukonsertini og er væl og virðiliga fyrireikað og gjøgnumført. Tað samansetta er grundleggjandi og hoyrist longu á bólkaheitinum, men eisini í øllum møguligum óvæntaðum tekstsamansetingum, har týdningar verða snaraðir bæði innihaldsliga og ljóðliga, har “summir soppar eru etandi/ summir soppar eru eitrandi/ æðrasoppar/ eru hvørgan av teimum”. Mann kundi hildið tað vera sum tá Jefferson Airplane sungu um “one pill makes you larger and one pill makes you small and the ones that mother gives you don´t do anything at all”, men tað var í eini tíð, sum var nógv einfaldari og meira góðvarin enn nú hjá milennials, sum nokta at gerast samfelagsins ressoursa nummar eitt. Eftir hálvleik við einari kaldari øl í OY, var aftur farið í bussin og hesa ferð føldist túrurin heldur drúgvur. Rútarnir døggaðust og mann misti alla orientering – tað tók brádliga at minna um eina heimvitisferð og infernalska huglagið helt fram inni á tí næsta og síðsta konsertstaðnum. Tá vit endiliga sluppu úr bussinum vísti tað seg, at vit vóru við Føroya Sjósavn á Argjum, ið tóktist fullkomiliga umbroytt av royk- og ljóseffektum. Teir tríggir Aggrasopparnir sótu til útstillingar við afturlatnum eygum og ymsum djórahøvuðprýðum við denti á tað kultiska. Huglagið var væl myrkari, framførslan av eitt nú PEANUTBUTTER & BANAN var ógvuslig, her vístu Aggrasoppar, at teirra list ætlar og megnar annað og meira enn tað fitta og stuttliga. Men tá var eg móð. Meðan syruta versiónin av seinastu vaktini sløraði úr hátalaranum, bað eg fiskunum farvæl og ringdi eftir einum taxabili, tí tað føldist sum hevði eg verið til minst tríggjar konsertir uppá ein og sama fríggjadag. Nú liggur plátan á spælaranum og snurrar og lýsir í myrkri akkurát sum í Scooby Doo við gjøgnumførdum myndatilfari og øllum tekstunum - tað er gott. Takk fyri.