Gløgg list og Myndaódn í Steinprenti
/Leygardagin læt Myndaódnin 2023 upp í Steinprenti við gløggi í góðum lag og eini flottari framsýning, sum Louise Aakerman-Nielsen kurateraði og disponeraði sera vakurt í framsýningarhølinum. Sum siður er, snýr Myndaódnin seg um samtíðarlist við denti á verk, sum eru framleidd í Steinprenti í brátt farna ári - framsýnt er m.a. tað stóra nýggja prentið hjá Claus Carstensen, sum er serstakliga ógvusligt og ræðandi við óðum goyggjandi hundum, sum tykjast koma út úr myndarúminum. Á gulu bakgrundini síggjast nøkur av ljótu orðunum, sum yrkjarin Yahya Hassan fekk omanyvir seg á sínum facebookvanga áðrenn hesin varð niðurlagdur nakað áðrenn yrkjarin sjálvur slóknaði bert 24 ára gamal.
Á framsýningini eru nakrar nýggjar vatnlitsmyndir hjá Tóroddi Poulsen - tað eru ymiskir pussfiskar, sum eru stuttligir og fittir, men eisini nokk so besnissaðar samfelagskritiskar viðmerkingar. Eitt av teimum framúrskarandi nýggju, stóru prentunum hjá Tóroddi er eisini við á framsýningini. Tað er eitt flykrandi mynstur av bláum og reyðum abstraktum skapum, sum minna um stríðsvognar, ið savnast í einum krossi sum í einum avskeplaðum brigdi av Merkinum; eitt stórfingið abstrakt verk, sum samstundis er eitt aktuelt politiskt verk og ein svíðandi kritikkur av føroyskt-russiska fiskivinnusamstarvinum.
Eg seti inn nakrar myndir frá degnum, men viðmæli øllum at síggja framsýningina - her er nógv at hyggja eftir - t.d. kettunum hjá Hanna Bjartalíð - hvussu nógvar finnur tú? - eisini ein heiðursveggur við trimum framúr prentum hjá Bárði Jákupsson. Bárður Jákupsson fyllir áttati tollaksmessudag og leygardagin 17.februar letur hann upp risastóra framsýning í Mullers Pakkhúsi - meira um hetta seinni.
Framsýnd eru eisini tey seks prentini hjá Silju Strøm, sum hon hevur gjørt til gávuprent til limir í áhugafelagnum Steinbrá. Gávuprent kunnu heintast í Steinprenti. Ársins gávuprent eru serstakliga litrík og tykjast at síggja til rættiliga abstrakt við dynamiskum og glitrandi gulum, ljósareyðum, reyðum og grønum strokum og skapum, ið so líðandi samla seg til glaðlynt menniskjaskap, sum hoppa og dansa runt á myndaflatanum. - Gávuprent verða latin, tá prógv fyri árligt limagjald fyriliggur. Nýggir limir eru altíð hjartaliga vælkomnir! Steinbrá er sjálvstøðugt grafiskt áhugafelag, sum øll kunnu gerast limir í. Fyri limagjald fáast árlig gávuprent, sum eru gjørd í Steinprenti. Endamálið við Steinbrá er at stuðla virkseminum í Steinprenti. Steinbrá varð stovnað 14. februar í 2010. Árliga limagjaldið er 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri virki, fyritøkur og líknandi. Steinbrá hevur kontu í Norðoya Sparikassa 9865-1042496.
tvær vinkonur framman fyri nýggja steinprentið hjá claus carstensen
claus carstensen - men farið heldur og síggið myndina í framsýningarrúminum
tóroddur poulsen
í steinprenti tosa tey um list
Eitt av væl eydnaðu gávuprentunum hjá silju strøm
framman fyri gávuprentini hjá silju strøm
stórur áhugi var fyri fiskunum hjá tóroddi poulsen
og fyri tusj- og krittekningunum hjá hanna bjartalíð
teir tosa um spennandi verkini hjá hanna bjartalíð
heiðursveggur til bárð jákupsson
Takk fyri Frits
/Í gjár fekk eg tey sorgarboð, at Frits Johannesen er farin í annað ljós. Tað er ringt at skilja, at ein so livandi maður, sum í mínum huga altíð hevur verið til ella í øllum førum líka síðan eg á fyrsta sinni var á kórstevnu 14 ára gomul - skal vera deyður. Tað er stutt síðan hann ringdi. Vit prátaðu um eina listaframsýning, hann skuldi hava í heyst ella komandi vár í Víngarðinum, kanska bara við húsaskjøldrum, ið var eitt av fleiri myndevnum, sum hann málaði aftur og aftur. Soleiðis var Frits - stuttligur, hugfarsligur og fullur av ikki bara komandi, men eisini av farnum tíðum. Eg hugsi, at nógv fólk hava upplivað hansara søgur og anekdotur og tær vóru ymiskar, tí tað valdaðist hvønn hann prátaði við. Tá hann prátaði við meg, kom hann javnan í tankar um hvussu væl honum dámdi Havnina og hvussu edeligur býur hetta er - eg mótmælti ikki; vit vóru eviga samd bæði og mær dámdi at hoyra hansara endurminningar um tá hann av fyrstan tíð kom til Havnar. Men soleiðis var Frits Johannesen; hann var sjenerøsur og vildi tað góða. Frits var fuglfirðingur við stóra F og fyrstu ferð, eg upplivdi hann, var tað í leiklutinum sum dirigentur hjá Fuglafjarðar Gentukóri. Tó, at eini fjøruti ár eru liðin, minnist eg enn hvussu væl kórið ljóðaði saman við framúrskarandi solistinum, Onnu Háberg, tá tær sungu gospelsangin He had to run. Tað var einastandandi og ljóðaði fullkomiliga øðrvísi enn nakað, vit høvdu upplivað áður í Føroyum, meira disiplinerað og modernað. Eg haldi, at vit í gentukórinum hjá Paula í Sandagerði sóu gentukórið í Fuglafirði sum eina fyrimynd. Lívsstarvið hjá Frits Johannesen sum lærari sást á øllum brøgdum og ikki minst í hinum lívsstarvinum, sum var myndlistin. Óteljandi myndir hevur hann málað av næmingum, sum sita og kýta seg við at lesa, skriva ella tekna. Tá hann fyri tveimum árum síðani framsýndi í Víngarðinum, har undirritaða er kurator, fekk eg eina fína lítla mynd frá honum av einum skúladrongi, sum sæst undir tekstinum. Í 2017 fekk Frits heiðursgávu landsins fyri sítt stóra arbeiði innan mentan og list. Á serframsýningini Tónar í list, sum fram til februar hongur í Listasavninum, eru málningar hjá Frits at síggja uppi á balkongini. Listamaðurin Frits Johannesen er farin, men myndirnar eru eftir og siga søguna um ein lívstakksaman mann, sum verður mikið saknaður av øllum teim mongu, sum hann fjálgaði um sum menniskja og listafólk. Takk fyri Frits.
Kinna Poulsen
myndin frá frits
í víngarðinum saman við kollegum
Hesa myndina tók sonur listamannin, theodor erling í víngarðinum 14.august 2021
Myndaódn í Steinprenti
/Sum siður er letur árliga Myndaódnin upp í Steinprenti leygardagin 9.des klokkan 15-17 við gløgg og góðari list við denti á grafisk listaverk, sum eru gjørd í ár í Steinprenti. Tey, sum hava arbeitt á verkstaðnum í ár eru: Claus Carstensen, Tróndur Patursson, Nina Maria Kleivan, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Fríða Matras Brekku, Silja Strøm, Tóroddur Poulsen, Uffe Christoffersen, Louise Aakerman Nielsen, Rannvá Kunoy, Heiðrik á Heygum, Anna Seppälä og Torbjørn Olsen.
Framsýnd verða eisini seks prent hjá Silju Strøm, sum hon hevur gjørt til gávuprent til limir í áhugafelagnum Steinbrá. Gávuprent kunnu heintast í Steinprenti frá týsdegnum 5.des kl 12. Ársins gávuprent eru serstakliga litrík og tykjast at síggja til rættiliga abstrakt við dynamiskum og glitrandi gulum, ljósareyðum, reyðum og grønum strokum og skapum, ið so líðandi samla seg til glaðlynt menniskjaskap, sum hoppa og dansa runt á myndaflatanum. - Gávuprent verða latin, tá prógv fyri árligt limagjald fyriliggur. Nýggir limir eru altíð hjartaliga vælkomnir! Steinbrá er sjálvstøðugt grafiskt áhugafelag, sum øll kunnu gerast limir í. Fyri limagjald fáast árlig gávuprent, sum eru gjørd í Steinprenti. Endamálið við Steinbrá er at stuðla virkseminum í Steinprenti. Steinbrá varð stovnað 14. februar í 2010. Árliga limagjaldið er 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri virki, fyritøkur og líknandi. Steinbrá hevur kontu í Norðoya Sparikassa 9865-1042496.
fríða matras brekku 2023
Torbjørn olsen sjálvsmynd 2023
Hanni bjartalíð
óSTILT í Víngarðinum
/Fríggjadagin 8.desember letur framsýningin óSTILT upp í Víngarðinum við verkum eftir Anný Øssursdóttir Djurhuus, Jóhan Martin Christiansen, Dan Helga í Gong og Hansinu Iversen. óSTILT sipar til nakað, sum er ógvisligt, uppøst og larmandi og verður eitt nú brúkt um ungdóm, sum er balstýrin og rokmikil. Sambært orðabókini er talan um eitt kvæðaorð, t.d. verður tað sagt um hetjuna, Sjúrður Sigmundarson í kvæðinum um Dvørgamoy "Sjúrði rann tað heita blóð bæði um nasar og munn, ungur var hann og óstiltur, hann var ei við tað kunnur".
Sjálvt um málningarnir hjá Hansinu Iversen í litum og kompositión einamest tykjast merktir av serstøkum klárleika, hómast eisini ein íbygdir mótsetningar í teimum eins og ein ófriður innaní, sum standa teir og viga á eini knívsegg av ró. Gipsverkini hjá Jóhan Martini Christiansen eru somuleiðis meira óstilt enn tey plaga at vera og óvanliga litrík og intens við myndaflatum, ið at síggja til darra í framsýningarrúminum. Tað sama kunnu vit siga um rúmini hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus á tremur av einum serligum løddum tómleika, ið stendst av livaðum lívi. Heitið á hennara verkið, Time out of Time stavar frá russisk-amerikansku listakvinnuni og høvundinum, Svetlana Boym, sum skrivaði um sonevnda reflektiva nostalgi í síni bók The future of nostalgia, ið fatar nostalgi sum eitt annað og meira víðskygt slag av longsli enn bara triviellur longsul eftir gomlum døgum. Í fleiri verkum hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus hava vit sæð hana viðgjørt heimliga rúmið á ymiskan hátt, har at síggja til gamlar fotomyndir eru innlimaðar í ymsar strukturar úr gomlum húsum, sum minna um flisar og linoleumsgólv úr ommuhúsum. Sambært áðurnevndu Boym kann reflektiv nostalgi snúgva seg um ein djúpan tilveruligan longsul eftir einari aðrari lívsrútmu enn teirri, ið merkir gerandisdagin – tað kann t.d. vera ein longsul aftur til dreymar ella barndóm.
óStilt er sostatt ein hugaheit, tivandi listaframsýning, sum fevnir ljós og myrkur, er óstilt og full av ljóðum bæði imaginerum, men eisini ítøkiligum eftirsum at ein av luttakarunum á framsýningini, Dan Helgi í Gong m.a. er ljóðlistamaður og arbeiðir tvørlistaligt við tónleiki, ljóði, poesi og visuellari list. Til framsýningina hevur hann gjørt eitt ljóðverk við støði í eini yrking um heimsins elendigheit, m.a. ófriðin í Gaza og sum lýsir kensluna av hjálparloysi av teirri ómøguligu støðuni, sum palestinarar eru í – ein støða, ST-aðalstjórin Antonio Guterres lýsir sum verandi apokalyptiska. Útgangsstøðið er ein fleirræddað cut-up yrking, ið um somu tíð er undirgangskend og speisk.
Vælkomin til vernissage fríggjadagin 8.desember klokkan 16-18.
Kinna Poulsen, kurator
Jólaframsýning við Myndlist A
/Á Glasi í gongini beint við myndlistahølið er í løtuni ein framsýning, sum er minni í vavi enn hon er í týdningi. Talan er nevniliga um fyrstu framsýningina hjá næmingunum, sum hava valt myndlist á A-stigi. Tað er eitt lítið hold, sum telur sjey næmingar, ið 17. august 2023 høvdu allarfyrsta skúlatíman nakrantíð í Myndlist A á einum føroyskum miðnámsskúla. Næmingarnir hava arbeitt sambært lærugreinakunngerðini við at skapa myndir, men eisini við at lesa og fata myndir og myndamál innan surrealismu, samtíðarlist, abstrakta list og politiska list. Í Myndlist A er ikki bert tað vakra áhugavert, men eisini samtíðarlistalig kjak og spurningar um t.d. representatión og feminismu í sambandi við list í almenna rúminum. Aftan á nýggjár fara næmingarnir í holtur við at gera sjálvstøðugar verkætlanir, sum eisini verða framsýndar á skúlanum komandi vár.
Áhugin fyri list er vaksandi í samfelagnum í okkara tíð, sum støðugt krevur av okkum førleikar til tess at týða tann dagliga myndameldurin. Myndir og myndaliðir eru alla staðni kring okkum, og ongantíð hevur tørvurin á førleikum í sambandi við myndatýðing og greining verið so stórur, sum hann er í dag. Undirvísingin í Myndlist snýr seg í stóran mun um at varpa ljós á og hvessa visuella og fagurfrøðiliga tilvitið við at hyggja at, viðgera og skapa myndir og vit eru inniliga fegin og errin av at kunna bjóða Myndlist A á Glasi. Næmingar á Myndlist A eru: Anny Sofía Poulsen, Eydna Ejdesgaard Hansen; Halla René á Lofti, Marjun Garðsá, Miriam Krett, Nancy Nónskarð Dam og Rannvá Lenvig. Myndlist A er sett á stovn fyribils sum ein royndarlærugrein. Hon byggir á Myndlist C og B, men hevur m.a. eina skrivliga dimensión, sum fevnir um t.d. myndagreining og listasøgu, men eisini í summum førum kann loysast kreativt sum vit síggja nøkur dømi uppá her.
Brend minni
/Listin er sjálvandi funktiónsleys sum at laða verjugarðar har einki brim er. List er at arbeiða seg upp í tóman heim eins hjálparleyst og óumberligt sum bugluti feittkanturin av einum brennandi kertuljósi. - Eru minnini ikki á sama hátt stadnaðar og stoyptar hugmyndir av upplivingum og eygleiðingum, tú einaferð hevði? Tá og seinni “I en sal på hospitalet/ hvor de hvide senge står..”. Myrkrið er miskunnarleyst í tílíkum hvítum gentueinsemi á bróstsjúkrahúsum og vit kenna somu bølaniðu frá Karsten Hoydal “Ganga nú á meg minnini, mær goymdu oyru og eygu...”. Henda yrkingin, Vatnið og Ljósið er vígd pápanum og kyknar úr minnum um ein serstakan barndóm í Hoydølum, har pápin var umsjónarmaður á sanatoriinum. Barndómsminni leggjast á yrkjaraegið sum marrukend herðindi og vit síggja alt so týðiliga fyri okkum og hoyra tað við, tá hesin deyðans rossavognur við sínum tunga, tunga førningi av deyðum tuberklasjúklingum fer akandi niðan gjøgnum Sanatoriuveg við gnístandi hjólum í hálvalýsingini.
Tað staðbundna hevur alstóran listaligan týdning fyri Jóhan Martin Christiansen – ikki minst í framsýningini Don’t tell me ‘cause it hurts í gamla roykirúminum í Hoydølum. Hølið var einaferð í tíðini ein av tilsamans fimm liggihallum hjá teimum tuberklasjúku á Sanatoriinum. Tá lógu tuberklasjúk í liggihallum fleiri ferð um dagin, tí tað var hildið, at frísk luft og nálatrø kundu bøta um teirra heilsu og eitt nú gera tað lættari hjá sjúklinginum at anda. Seinni – í einari aðrari tíð stóðu frísk ung fólk í sama høli og andaðu í seg sigarettroyk; grái roykurin blandaðist festliga við angan av grønum sjampo frá Garnier og hjartaligum ungdómsátri. Tað kann tykjast margháttligt og kann kanska eisini fatast sum okkurt slag av lagnunnar speisemi, men funktiónin hjá hesum høli sigur okkum fyrst og fremst søguna um tvær púra ymiskar samfelagsstøður, ið báðar hoyra fortíðini til. Beint nú, í skrivandi stund er støðan ein onnur. Nú arbeiða samtíðarlistafólk í Hoydølum. Í fjør brúkti Jóhan Martin Christiansen hølið sum arbeiðsrúm, tá hann skapti sítt monumentala verk til samtíðarlistaframsýning í Listasavni Føroya. Nú definerar hann rúmið á nýggjum sum eitt listaframsýningarhøli.
Seinastu árini hevur áhugin fyri støðum og fyri tí staðbundna verið alsamt vaksandi innan listina. Vit hava upplivað leikir, upplestur og listaframsýningar, sum ikki bara snúgva seg um støð, men sum eisini ganga fyri seg á júst somu støðum. Hetta hevur elvt til eina áhugaverda móttakarastøðu, ið um somu tíð kann vera sera ítøkilig og beint fram, samstundis sum hon er full av óformuleraðum hugasambondum og minnum, ið tvinnast saman við og gerast partur av listaligu upplivingini.
Mítt fyrsta minni um Jóhan Martin knýtir seg til Hoydalar og eina oljupastelmynd. Eg má viðganga, at minnið um tann unga listamannin stendur kámari fyri mær enn myndin. Men staðið var myndlistahølið beint við síðuna av roykirúminum í teirri fyrrverandi gentukostdeildini í Hoydølum, har eg undirvísti stóran part av mínum fyrstu árum sum studentaskúlalærari. Minnið er eitt lasafar fult av holum og flottum, sjálvgjørdum fyllingum. Í mong ár helt eg tað vera galið við mínum egna langtíðarminni, men eg eri komin fram til, at tað ikki er so einfalt, hetta at minnast og at fólk flest lúgva fyri fyri sær sjálvum og velja minni, ið eru endaleyst redigerað og skipað, so at tey passa inn í ein givnan samanhang. Og var tað ikki so, at Jóhan Martin longu á ungum aldri skuldi gerast ein virkin og týdningarmikil føroyskur listamaður, so er ikki vist, at hansara oljupastel frá 2004 lá eftir í minninum hjá mær. Eg minnist ikki hvør uppgávan var; kanska høvdu næmingarnir verið niðri á Boðanesi og tekna – í øllum førum var hetta ein litrík oljupastell av einum landslagi, sum var lýst við ljómandi litspæli av violettum og bláum tónum við brigdum av ljóst mintgrønum og laksafarvaðum glottum. Tekning og skraveringar bóru brá av einum royndum teknara – tað óvæntaða lá í litsamansetingini, sum var øðrvísi og merkiliga sofistikerað. Ella soleiðis minnist eg tað nú nítjan ár aftaná. Tá visti eg einki um, at Jóhan Martin hevði teknað og málað síðan hann var lítil ella at hann eitt nú hevði verið í praktikk hjá listamanninum Torbjørn Olsen.
Jóhan Martin Christiansen er alt ov ungur til at sessast í tí gamla, bleyta nostalgilenistólinum - hann er eldhugaður og orkumikil samtíðarlistamaður, sum flytur mørk. Tað er innan samtíðarlistina, vit bæði hava samstarvað í meira enn tíggju ár. Tað hevur verið eitt satt privilegium at fylgja listamanninum og síggja menningina frá teimum fyrstu royndunum til slóðbrótandi framsýningar sum Spor í Listasavni Føroya Spor í 2016, Lonely Hearts saman við Hansinu Iversen á Skipasmiðjuni MEST í 2018 og Tell it To My Heart í Steinprenti í 2021 og fleiri framsýningar, samrøður, tekstir, listaverk, ið eg alt samalt minnist við takksemi.
Framsýningin Don’t tell me ’cause it hurts er hugsað og framleidd til Roykirúmið í Hoydølum. Talan er um eina installatiónsframsýning við stál- og ljósstandmyndum og svørtum gipsrelieffum. Heitið er frá sorgblíðu popplandapláguni Don´t Speak hjá No Doubt frá miðskeiðis í hálvfemsunum. Kanska kann lætti, grunni og populistiski poppheimurin í fyrstu syftu tykjast ósamsvarandi við ta tungu, djúpu og innhugsnu listina hjá Jóhan Martini Christiansen. Men hann brúkar javnan poppheiti, ið eins og tað ítøkiliga stálið og gipsið geva áskoðaranum ymsar assosiatiónsmøguleikar. Javnan eru heitini dialogisk, tey innlima eitt eg og eitt tú og viðurskifti, ið møguliga ikki eru fullkomiliga poppsløtt. Umbønin “Ikki siga mær tað, tí tað pínir meg” bendir á trupulleikar millum tvey menniskju, kanska er sambandið teirra millum at enda komið? Eg-persónurin er í hvussu er longu greiður yvir, at tað er galið samstundis sum hann ikki vil hava sín varhuga váttaðan.
Framsýningarstaðið er fult av minnum og hjátýdningum, ið spenna víða frá myrkasta myrkri til reinastu vón við ljósum anga av furunál. Framsýningarhølið er rátt við grafitti, sum kundi bent á okkurt stórbýarkent og tað sama er galdandi fyri stálverkini við ljósi hjá Jóhan Martini, ið tykjast ídnaðar- ella maskinkend, hørð og konstruktivistisk – tað er hart móti hørðum, skrúvur, sum eru boraðar niður í stál. Gipsrelieffini eru taktil sum húð; mjúki og broyskni yvirflatin sigur okkum sína skapanarsøgu um eitt tilfar, sum einaferð var flótandi og opið og tók skap av sínum umhvørvi áðrenn tað stadnaði eins og minni. Huglagið í teimum seks svørtu avlongu gipsrelieffunum sýnist álvarsligt, tignarliga tigandi sum var talan um okkurt slag av minnismerki. Tú kemur í tankar um hasar fimm ella seks flottu gravsteinarnar, ið standa lið um lið í kirkjugarðinum undir Svínaryggi og øll tey mongu, sum doyðu í dalinum fagra – er henda framsýning eitt slag av einum minnisvarði? Svarið er ikki eintýðugt. Framsýningarnar hjá Jóhan Martini Christiansen eru scenografiskar heildir av ítøkiligum og óítøkiligum tilfari, har pláss er fyri interaktión við áskoðaran í einum heimi, har ljós og myrkur treyta hvørt annað sum hjá Kingo, har ljósið fær megi frá myrkrinum. Tá varnast tú, at einki er regluligt, at relieffini eru ymisk og fjølbroytt – bæði í profilskapinum, sum onkrastaðni er heilt og aðrastaðni holut, men eisini í óslætta yvirflatanum, sum í støðum glitrar og aðrastaðni bylgjar aftur og fram við brendum minnum.
Kinna Poulsen
Jóhan Martin Christiansen framsýnir í Hoydølum
/TÍÐINDASKRIV
Don’t tell me ’cause it hurts
Serframsýning eftir Jóhan Martin Christiansen í Roykirúminum í Hoydølum
Fernisering hósdagin 30. November kl. 16-19
Um framsýningina
“Don’t tell me ’cause it hurts” eitur framsýningin, ið er hugsað og framleidd til gamla roykirúmið í Hoydølum. Talan er um eina installatiónsframsýning við ávikavist stál- og ljósstandmyndum og svørtum gipsrelieffum. Framsýningarstaðið er rátt við grafitti á veggunum, sum kundi bent á okkurt stórbýarkent samstundis sum søguligu funktiónirnar hjá hølinum bæði sum liggihallur hjá tuberklasjúkum og roykirúm hjá skúlaungdómi gerast partur av tulkingini av listini. Stálverkini hjá Jóhan Martini Christiansen hava sama urbana brá og tykjast ídnaðar- ella maskinkend, hørð og konstruktivistisk – tað er hart móti hørðum, skrúvur, sum eru boraðar niður í stál. Svørtu gipsrelieffini eru hinvegin taktil sum húð við mjúkum yvirflata, sum sigur okkum søguna um eitt tilfar, ið einaferð var flótandi og opið og tók skap av sínum umhvørvi áðrenn tað stadnaði eins og minni.
Kinna Poulsen hevur skrivað eina ritroynd i sambandi við framsýningina, sum hon fer at lesa upp til ferniseringina 30. november klokkan 16:30.
Framsýningin verður annars opin eftir avtalu fram til 24. Mars 2024.
Stuðlað framsýningini hava Almanna- og Mentamálaráðið, Fjølrit, LISA – Listafólkasamband Føroya, Mentanargrunnur Landsins, Statens Kunstfond og Tórshavnar Kommuna.
Um Roykirúmið
Roykirúmið hevur eina serliga søgu í Hoydølum, sum bæði hevur verið brúkt til sjúklingar og sum roykiskýli hjá studentaskúlanæmingunum. Roykirúmið er í dag partur av hølunum, LISA leigar í Hoydølum, har ymisk tiltøk kunnu vera. Hølið verður brúkt til ymiskt, m.a. tiltøk og framsýningar.
Søguliga stór Mikines gáva til Listasavn Føroya
/Listasavn Føroya kunngjørdi í gjár, at tey hava móttikið eina søguliga stórfingna gávu við Mikines-verkum, ið telur ikki færri enn seytjan listaverk hjá Sámali Joensen-Mikines - harímillum er okkurt høvuðsverk sum t.d. omanfyristandandi cafémynd. Á Listasavninum greiða tey frá, at tey í desember 2021 tóku ímóti eini dulnevndari Mikines-gávu. Tað vóru átta málningar og nú eytjan listaverk eru komin aftrat er greitt, at gávugevarin er Birte Schultz-Lorentzen, einkju eftir Torkil Mortensen. Tey vóru listasamlarar við serligum áhuga fyri listini hjá Sámal Joensen-Mikines. Saman keyptu tey fleiri verk til heimið beinleiðis frá listamanninum Mikines. Næstan 40 Mikines-verk keyptu tey yvir árini – til eina listasamling, ið samlað taldi yvir hundrað myndir. Í 1992 skipaði Birte fyri eini retrospektivari Mikines-framsýning í Den Frie Udstillingsbygningi í Keypmannahavn, og Mikines-verkini eru í fleiri førum lænt út til framsýningar; seinast í 2021 á Mikines-framsýningini á Johannes Larsen savninum í Kerteminde. Birte og Torkil vóru haraftrat við, tá Listasavn Føroya bleiv vígt í 1993, og tey høvdu ein virknan leiklut í minningarhaldinum á Mikinesar 100 áradegi í 2006 stutt áðrenn Torkil doyði.
Í sambandi við ta fornemmu listagávuna skrivar ein góður vinmaður hjá Torkili Mortensen, Erling Eidesgaard um hann - myndirnar herundir eru eisini frá Erling.
Torkil var føddur í 1935 og vaks upp á Tvørabakka. Hann var sonur Annu Mortensen (f. Vestergaard) og Martin Mortensen, sum doyði, tá Torkil var smádrongur. Sekstan ára gamal flutti hann til Danmarkar, har hann tók studentsprógv og síðani las til lækna.
Hann var ein sera dugnaligur og passioneraður lækni og ein úrmælingur innanfyri urologi á Sjællandi í mong Harrans ár.
Torkil var eitt lívsstykki, og kom sum ein hvirluvindur heim á Tvøroyri at ferðast um sumrarnar, har hann altíð búði á Tippinum hjá abbanum, Erling, og ommuni Jonu, sum var hansara systkinabarn. Hann spældi klaver, so húsið skalv, og ruskaði alla familjuna til við síni spruttandi orku og fekk okkum bæði til fjals og í fjøru. Einki var óført.
Hóast hann var 36 ár eldri enn eg, gjørdust vit bestu vinir, tá eg fyrst í 90unum flutti til Keypmannahavnar at lesa. Saman gingu vit til konsertir og til filmar, vit boksaðust, vit róðu kajakk saman og vit ferðaðust suður í Alpurnar at standa á skíð. Hann var tannáringur í sinni til tað allar síðsta.
Torkil og omman høvdu eitt serligt samband. Tað vistu vit øll. Og tá hann doyði 71 ára gamal, 30. juni í 2006, bleiv eg sendur suður at bera ommuni, ið tá var 88 ára gomul og viknað, deyðsboðini.
Tað tók henni dygt at Torkil, ið var nógv yngri enn hon, og sum hon var so sera góð við, var deyður. Og seytjan dagar seinni legði hon sjálv árarnar inn.
Tá Torkil fór til gravar norðan fyri Keypmannahavn, fekk eg tann heiður at bera. Og í samráð við einkjuna hevði eg við mær eina krukku av mold úr garðinum í barndómsheimi hansara á Tvørabakka til prestin at kasta á.
tað lítla orðið sum ikki/ sleppur at siga tað/ sum tað er skapt til at siga
/-Eg veit meg ikki nakrantíð áður hava sæð ein stav á permuni á einum yrkingasavni. Men tað fyrsta, eg sá, nú eg setti meg at lesa TANN ÁKÆRDA BOÐBERJAN hjá Tóroddi Poulsen var altso ein stavur, sum til alla eydnu vendir skrátt upp! Og sjálvt um innihaldið ikki er so uppøst sum mann kundi fryktað og vónað frá einum yrkjara, sum á okkara kurteisligu døgum kann finna uppá at veipa við stavi og yrkja Bókaklikudøgum ein vælupplagdan og uppibornan tátt, so er samfelagskritiskt bit í lýsingunum av eini samtíð í einari líkasælari tykisverð: “púrasta býtt eru/ tey framman fyri/ telduni og inni í/ eini fimleikarhøll/ fullari av/ fótasveitta og/ vánaligum/ hugflogi”.
Nýggjasta bókin hjá Tóroddi Poulsen er tann 48. í røðini av útgávum síðan debutsavnið, Botnfall, sum næsta ár fyllir fjøruti. TANN ÁKÆRDI BOÐBERJIN er ein typisk Tóroddbók soleiðis at skilja, at hon inniheldur yrkingar, ið tó at tær eru serstakliga ymiskar, eru Tóroddskar – tú ivast ongantíð í hvør upphavsmaðurin er. Okkurt er eitt slag av eygleiðingum og viðmerkingum til gerandisdagin og lívið, aðrar eru endurminningar frá barndómi, meðan summar eru meira abstraktar og kunnu snúgva seg um skapan og avskapan. Yrkjaraegið trívist væl í opnum lendi í bíðistøðu við gulum lyktum og lesarin fylgir glaður aftaná eftir breiða yrkingavegnum, har vit ganga inn í ein sannan riðil av góðum yrkingum, sum onkur teirra kanska gevur eina ábending um hvat gátuføra og eitt sindur hátíðarliga heitið á savninum merkir. - Boðberji er eitt heimagjørt orð, sum bæði minnir um ein boðbera altso ein, ið ber boð og so at berjast ella sláa.
hann bíðar
eftir boðum
at berja alt
niður í
gruggið
og aftaná
noyða onkran
at drekka
tað
Kanska er TANN ÁKÆRDI BOÐBERJIN sjálvur yrkjarin, sum í skjótt fjøruti ár hevur borðreitt sínar lyrisku úrdráttir fyri okkum í sínum gløggskygda botnfalli og gruggi. Eg veit ikki hvat hann er ákærdur fyri - kanska er tað hansara lívstíðardómur at skriva og skapa list og møguliga eru rekvisittir sum stavur og hoyritól farin at okkum á, at heldur ikki yrkjarin er ævigur. Hansara 48.bók kom út samstundis sum Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum og sjálvandi skuldi hann verið boðin við. So kundi hann t.d. lisið upp fantastiskar yrkingar sum ta stuttligu “um eg var sjómaður” (s.66), ta stórfingnu spøkilsisyrkingina “SKIPIД (s.71) ella ta “heilt stóra yrkingina” (s.85), so at lurtarin slapp at njóta málsliga neyvleikan og listaliga og poetiska originalitetin hjá einum heilt einastandandi føroyskum yrkjara.
Randi Samsonsen THINGS MATTER
/Sum sild í tunnu stóðu vit í vakra Richard Mortensen Salinum á Trapholt leygarmorgunin, tá framsýningin hjá Randi Samsonsen, THINGS MATTER læt upp. THINGS MATTER merkir lutir og tilfar og at ting hava týdning. Hetta er ein verkætlan, sum tekur støði í standmyndum, minnisvarðum og listaverkum í almenna rúminum sum heild. Føroyska listakvinnan, Randi Samsonsen hevur í samstarvi við danska listasavnið, Trapholt Museum í Kolding bjóðað áhugaðum til at endurgeva bundnar variantar av listaverkum í almenna rúminum. Listakvinnan hevur fleiri ferð verið niðri og havt fyrilestrar og workshops, har hon hevur greitt frá sínum hugskotum m.a. um, at luttakarar í verkætlanini umvegis hondarbeiði skapa eina ítøkiliga tilfarsliga, sansaliga relatión til verkini, sum tey binda.
Kollektiva íkastið er við til at tryggja sera áhugaðar og engasjeraðar móttakarar og tað varnaðust vit upplatingardagin, tá tað vakra Trapholtsavnið var á tremur av forvitnum gestum. Verkætlanin er grundleggjandi sosialt hugsað og Veluxgrunnurin hevur eisini tryggjað holla gransking í sambandi við verkætlanina. Tað, at involvera kollektivið í listaligar prosessir er altíð risky business og krevur heilt ómetaliga nógv. Tað hava vit so sæð á Ólavsøkuframsýningum til dømis, har tað er upp til kuratorar og fyriskiparar at fáa skil og týdning burtur úr teirri mangan óruddiligu heildini. Randi Samsonsen er ein sera generøs listakvinna, sum í THINGS MATTER verkætlanini hevur havt stóran avgerðarrætt viðvíkjandi litum og tí formliga yvirhøvur, tí hon hevur t.d. avgjørt júst hvat tógv og hvørjar stokkar, sum skulu brúkast, umframt stødd og litaval. Men sjálvt um teir 258 luttakararnir bæði hava brúkt “Randi-blátt” og “Randi-lilla” so verður úrslitið, tá mann bindur eina standmynd, rættiliga ljótt og klombrut. Soleiðis er tað bara og eg hugsi, at hetta tilfarstreytaða endaúrslitið eisini hevur verið hugsað av listakvinnuni frammanundan. At júst umskapanin frá tí flotta, harða, hátíðarliga og enntá autoritera framburðinum hjá standmyndum til okkurt fittari, minni og bleytari, sum minnir um heimabundnar bamsur og høsnabinding er týdningarmesti parturin av konseptuella verkinum THINGS MATTER eins og tað er í verkinum hjá Randi Samsonsen, sum á so mangan hátt brýtur upp úr nýggjum listaliga og skulpturelt. Teir 258 THINGS MATTER figurarnir eru monteraðir á og undir einum monumentalum, bláum sokkli, sum stendur í einum høgum rundbygningi. Meðan áskoðarin spákar oman gjøgnum hendan bygningin ber bæði til at síggja tað stóra THINGS MATTER verkið og skoða hvussu tað tekur seg út frá øllum síðum, men her eru eisini dømi um áhugaverdu listini hjá Randi Samsonsen framsýnd umframt filmstubbar og fotomyndir av prosessini og her er ikki lítið gjørt burturúr. Framsýningin THINGS MATTER verður hangandi eitt heilt ár á Trapholt Kunsmuseum fram til november í 2024.
https://tm.trapholt.dk/
omrum - ses du ikke findes du ikke
/Leygardagin 25.november letur upp framsýning hjá Marie Bonfils í framsýningarhølunum Bonne Espérance hjá føroyska listamanninum, Jóhan Martin Christiansen í Valby. Framsýningin eitur omrum - ses du ikke findes du ikke. Vernissage verður 25.nov kl 14-18.
Í tíðindaskrivinum stendur: I udstillingsrummet, beliggende under jordens overflade, sår Marie Bonfils frø fra det imaginære rum omrum. Her belyses hendes arbejde med at formulere og formgive et feminint supplement til fallos.
Bonfils arbejder med køn og seksualitet i forhold til magt, men også som en allegori for os som samfundet består af. Folket rundt om magten.
Ordet omrum opstod i et møde med skulpturen Effort Commun (1969-70) af Sonja Ferlov Mancoba:
”Ferlovs titel, der betyder fælles indsats, ser jeg dels som et slægtsskab mellem værkerne, dels som den socialitet der ligger indlejret i vores sprog. I mine værker reflekterer jeg over betydningen af fallos som begreb og form - og på hvilke måder man kan tale om, og forestille sig, en kvindelig pendant. Det er svært at tale om ting, vi ikke har ord for - og omvendt er det svært at befri subjektet fra ordet. Vi forsøger at navigere i verden med det sprog vi har, men det er ikke alt, der kan italesættes. Som alternativ til det talte sprog, formgiver jeg, og håber på den måde, at mine værker skaber et rum, hvor nye ord og nye betydninger kan opstå.” - Marie Bonfils, 30. oktober 2023
Om Marie Bonfils
Marie Bonfils (*1978, DK) arbejder med skulptur, tegning og tekst. Bonfils’ arbejde udspringer fra kroppen, dens former, dens tilstande og dens indre billeder. Materialevalg i gips, tekstil og malet pap til stål og bløde stoppematerialer er nøje udvalgt og selv mener hun, at håndens håndtering af materialet er essentiel for hendes kunstneriske proces. Ligesom der er en tydelig relation mellem form og materiale er der også en konstant vekselvirkning mellem krop og sprog, som lægger sig som metaforiske lag omkring hendes værker.
Uddannet fra Malmö Art Academy med en Master of Fine Art i 2015, ved Professor Emily Wardill. Medstifter af 51C, billedhuggerværkstedet i Trekroner.
Marie Bonfils har siden sin afgang fra akademiet langsomt, men sikkert udviklet og styrket sin praksis. I 2021 stod hun for en permanent offentlig skulptur faciliteret af Lunds Kunsthall, og har blandt andet udstillet i Galleri CC (2018), Galleri Arnstedt (2017) og Officin (2016). I forbindelse med sidste blev kunstnerbogen Niveauer af Usikkerhed udgivet af Forlaget Gestus.
Om Bonne Espérance
Bonne Espérance er et udstillingssted, som blev etableret i Valby i 2023, der har til formål at præsentere eksperimentelle projekter af en mangfoldig gruppe af kunstnere. Hensigten er at skabe rum for engageret produktion, diskussion og refleksion omkring kritiske kunstneriske diskurser. Der vil blive præsenteret cirka fire udstillinger om året. Udstillingsstedet drives af Jóhan Martin Christiansen, og er placeret i forlængelse af hans kælderatelier.
Fakta
Projektet er blevet til i samarbejde mellem Marie Bonfils og Bonne Espérance.
I forbindelse med udstillingen har Mikkel Thykier skrevet en tekst om Bonfils værker.
Udstillingen er realiseret med generøs støtte fra Rådet for Visuel Kunst og Valby Lokaludvalg.
Åbningstider: lørdage kl. 12-16 og efter aftale
Tvær útgávur frá Vónbjørt Vang
/soleiðis steig eg niður í undirverðina
tí eg eigi ein son
sum hvarv
myrkrið tók hann
og eg valdi at fara aftan á honum
Mikudagin tann 15. november 2023 kl. 17.00 útgevir Forlagið Eksil tvær bøkur eftir Vónbjørt Vang: Svørt orkidé og Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið. Bókaframløgan verður á Býarbókasavninum sama dag klokkan 17.00
Bókin Svørt Orkidé er eitt yrkingasavn og ein myndabók við kollagsjum eftir høvundan. Í lyriskum brotum, essaykendum pørtum, kollasjum, yrkingum, minnisbrotum, dagbókapettum, við tilsipingum og sitatum úr bókmentasøguni sigur ein mamma frá sínum royndum at eiga ein son, sum stríðist. Hon roynir at brúka skaldskapin at rúma sorgina ella máttloysinum, sum stendst av at vera mamma at einum barni, sum snávar í lívinum. Hon roynir at finna orð at lýsa sorgina, skommina, striðið og ómegdina av at vera mamma, men ikki at megna at hjálpa.
Ein partur av hesi bókini eru pappírskollasjur, ið eru kliptar og klistraðar saman burtur úr burturbeindum bókasavnstilfari, m.a. úr bókini Øldir og upphav eftir Jóannes Rasmussen, soleiðis at bókin eisini gerst eitt slag av tekstligari jarðfrøði, har orðini binda høvundan til staðið, til steinarnar, til fjøllini, til elligomlu jørðina, sum egið í savninum kennir seg at hava mist sambandið við. Soleiðis er tað er ein nærvera við orðini, sum snýr seg um landslagið og ítøkiligu jørðina, sum vit ganga á og eru partar av. At hugsa og sansa á pappíri, men eisini ígjøgnum og við pappíri.
Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið
Ein rithøvundur er eitt menniskja,
sum hevur verri við
at skriva enn onnur.
Thomas Mann
Skriviørskan heldur fram, eg skrivi og skrivi, hugskot og tekstfragment koma flúgvandi, eg síggi heildina, og hvat tað skal innihalda. Tað er okkurt átrokandi og bráðneyðugt í míni skrift, sum eg sjáldan finni, sum at ein ósjónlig hond førkar meg frameftir, og mær ikki nýtist at brúka orku, orkan finst har frammanundan. Er hetta tað, mann kallar flow? Íblástur? Vónbjørt Vang
Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið er eitt essay um at skriva. Eitt opið og erligt innlit í eina ritlistarliga ferð hjá einum høvundi, sum tekur tey fyrstu trilvandi fetini fram, til hon at enda fær hol á verkið, hon vil skriva. Teksturin í hesi bók er ein lættari umskrivað útgáva av einum essay, sum varð skrivað í samband við útbúgving í listarligum arbeiði/Ritlist. Bókin kann lesast sum sjálvstøðugt essay, men lesarin kann eisini hava gagn av at lesa hana saman við bókini Svørt orkidé eftir sama høvund.
Vónbjørt Vang (f. 1974) er rithøvundur, yrkjari, bókavørður, cand.mag í bókmentafrøði og BA í Ritlist. Svørt orkidé og Úr loggbókunum eru hennara triðja og fjórða útgáva.
Svørt orkidé - Vónbjørt Vang
Umbrot og kápa: Kirstin Helgadóttir
Kollasjumyndir: Vónbjørt Vang
Ritstjórn: Kim Simonsen
Rættlestur: Sanna Andrassardóttir Dahl
Kostnaður: 250 kr.
Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið – Vónbjørt Vang
Vónbjørt Vang
Umbrot og kápa: Jovan Dimoski
Kollasjumyndir: Vónbjørt Vang
Ritstjórn: Kim Simonsen
Rættlestur: Sanna Andrassardóttir Dahl
Kostnaður 180 kr.
Altíð nevndur - ikki gloymdur - Til lukku Ole Wich
/At Ole Wich heldur seg vera burturgloymdan og ignoreraðan innan føroyska listasøgu er ikki nakað nýtt. At hann knýtir hendan fyri hann sera ódámliga ósjónligheitstilstandin ikki bara til allar nationalistføroyingar í almindiligheit, men til undirritaða kritikara í serdeilisheit – ja, tað er heldur ikki nýtt, eg havi í so mong ár upplivað útspillingar av mínum persóni frá Ole Wich. Tí var eg heldur ikki júst bilsin av at síggja mítt egna navn í upplatingarrøðuni, sum Ole Wich helt, tá hansara føðingardagsframsýning læt upp herfyri í Listasavninum. Og eg ætlaði als ikki at oyðileggja hvørki føðingardagsfestligheitir ella sømdargávuheiðursróm, tá maðurin jú fer at fylla runt hvørja løtu. Men tá eg hoyri hansara ósonnu uppáhald endurtikin sum sannroyndir ymsastaðni í almenna rúminum, t.d. í Vágskálini í Kringvarpinum, ja so verði eg tíverri noydd at tala at.
Ein skjót uppteljing á Listablogginum og Listaportalinum vísir, at Ole Wich er nevndur har nakrar og tjúgu ferð, onkuntíð í tíðindaskrivum og aðrar tíðir í ummælum og viðmerkingum. Tá Ole skrivaði um Eivør, at hon var Færdig med de 40 mótmælti eg til dømis og skrivaði, at “Innleggið tykist sum heild órættvíst og sum eitt herðindi av persónliga motiveraðum uppmerksemisáhuga við einum tvangsdissidentiskum sjónarmiði at lata eina tílíka skolu oman yvir eina púra óseka og indiskutabelt gávuríka sangkvinnu, sum eyðsýniliga er so mikið eyðmjúk, at hon gongur inn uppá ynskið hjá drottningaligu fyrireikarunum um at syngja ein sang frá Lord of the Rings í staðin fyri at blást øll diademini av teimum kongaligu høvdunum við einum av hennara egnu, kraftmiklu sangum. Tí tað hevði hon eisini dugað...”.
Tað er Ole Wich, sum hevur gjørt omanfyristandandi kollasju av undirritaðu í leiklutinum sum honddukka hjá tveimum føroyskum listamonnum. Ole Wich er verri enn so einasta listafólkið, sum ikki dámar míni ummæli, men hann er í sínum viðmerkingum nógv tann mest manssjauvinistiski. Tað er hann til dømis, tá hann ferð eftir ferð umtalar meg sum eitt menniskja uttan sjálvstøðugar meiningar “Som jeg drillende har påpeget overfor Kinna, så betragter jeg hende hovedsagelig som en hånddukke på gamle malerplettede mandshænder. Hun vifter surt som et patetisk lem i den tomme luft og forsøger at genetablere gamle tiders definitionsret over, hvad færøsk kunst er og bør være..”.
Í 2011 helt eg ein fyrilestur, sum eisini var á Listablogginum, sum eg kallaði Ósøgur, tá var verkið hjá Ole Wich HomoFObia tikið sum dømi uppá effektiva politiska list og fyri at taka eitt nýggjari dømi skrivaði eg m.a. um Ólavsøkuframsýningina í ár, at “Ole Wich hevur gjørt eitt ordans Ólavsøkuframsýningarverk, sum fekk framsýningargestir at stúrsa við og at kjakast. Tað er ein fallosfigurur úr viði, sum hongur andbráður á vegginum, gjøgnumgataður av ljósareyðum pílum og við flirtandi eygnavippum sum stýrifjaðrum. Listaverkið er stuttligt og gevur saman við heitinum, Dianas bytte varhugan av eini kynspolitiskari samtíðarviðmerking til ta mangan útsettu støðuna hjá dreingjum og monnum í súginum eftir Metoobylgjuna...”. Soleiðis havi eg skrivað um eitt verk hjá Ole Wich, men eg havi eisini javnan funnist at hansara verkum, tá eg havi hildið tey verið veik og óoriginal ekkó av onkrum, sum gekk fyri seg í trýssunum og við fýrsaragrafikki.
Eg havi í ummælum skrivað tað, eg meinti og ofta havi eg ikki hildið verk hjá Ole Wich verið áhugaverd - hann hevur somuleiðis ikki verið høvuðsevni hvørki í mínum greinum ella framsýningum. Tað er møguliga har, skógvurin gnagar. Eg eri rættiliga ósamd í hansara analysu av føroyskari list í áðurnevndu røðu - henda frágreiðing vendir skeivt onkursvegna. Sjálvt um Føroyar eru fjarskotnar og føroysk list í mong ár snúi seg um landslagið, so eru listafólkini væl útbúgvin og upplýst og kenna tískil til eitt nú situationismu og avantgardismu og øll møgulig sløg av konseptlist tó at tey heldur í stóran mun hava lagt seg eftir at mála málningar. Tað er ein listasøgulig sannroynd, sum mann ikki kann gera nakað við. Tað er rætt, at ókommersiel og eksperimenterandi listasløg eru veik og ikki hava verið nógv dyrkað í Føroyum og at orsøkin er tengd at teirri sannroynd, at føroysk myndlist í stóran mun hevur verið fíggjað av privatum samlarum. Men soleiðis er tað bara. Púra vanlig fólk halda tað vera eins sjálvsagt at keypa eitt listaverk sum sofu og borð til stovuna. Tað kann mann halda vera smáborgarligt og konservativt, men henda serstaka føroyska siðvenja er eftir mínum tykki fullkomiliga einastandandi og púra grundleggjandi - vit elska list og tað er vakurt í sjálvum sær. At føroysk list hevur verið stuðlað á henda hátt merkir ikki, at føroyskir listamálarar eru afturúrsigldir, tvørturímóti - summir av samtíðarlistamálarunum eru í heimsflokki.
Tað passar ikki, at Ole Wich verður skúgvaður til viks innan føroyska listumhvørvið. Hugsa vit um tað, vildi ein slík óbótagerð í grundini verið ómetaliga løgin og out of character bæði fyri føroyingar og møguliga eisini fyri Ole Wich, tí nógv kann mann siga um føroyingar, men fólkalig eru vit heilt út í tað svakliga og nógv kann mann siga um Ole Wich, men smæðin er hann ikki. Um mann googlar Ole Wich eru sostatt hópin av føroyskum uppsløgum um mannin. Um mann t.d. hyggur inn á tíðarrit.fo sæst, at miðlarnar (tvs. frá fyrr í tíðini, tá vit enn høvdu skrivaðar miðlar, sum skrivaðu annað enn bíløgd vinnutíðindi fyri ymisk virki), hava tikið hjartaliga væl ímóti listamanninum, hvørs nógvu verkætlanir hava fingið manga heilsíðu í bløðunum millum ár og dag. Ole Wich er als ikki gloymdur av føroyskari listasøgu. Tað ber neyvan til eftir sum hann er partur av føstu framsýningini í Listasavni Føroya og javnan er við á Vár- og Ólavsøkuframsýningum. Hansara verk er viðgjørt í eitt nú SEKEL, Livandi List og øðrum listabókum. Tað er alt sum tað skal vera - føroyingar skulu ikki vera bangnir um at vit hava verið óblíð, tað hava vit ikki. Ole Wich er væl og virðiliga nevndur, ikki gloymdur og nú eisini við sømdargávu. Til lukku við tí og við sjeyti ára føðingardegnum - nú er tíðin kanska komin at tveita tann troytta offurmentalitetin.
Olaf Johannessen stórliga fagnaður í norðurlendskum miðlum
/Listáhugaðir lesarar av donskum og svenskum bløðum hava seinastu tíðina upplivað ein føroyskan sjónleikara róstan sum ongantíð áður og tá talan er um tann tann mikið fagnaða og virðislønta sjónleikaran Olaf Johannessen er greitt, at hetta eru serstakliga jalig ummæli. Tað snýr seg um uppsetingina av Richard II hjá William Shakespeare á á Skuespilhusets Store Scene á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn. Leikurin verður framførdur 26.okt og 28.okt kl.20:00 og 29.okt kl.15:00. Her eru nøkur ummælisbrot
Kristelig Dagblad Kathrine Maria Amann: Fyrsta Danska uppseting av Richard ll er enn ein maktdemonstratión hjá Olafi Johannessen í tittulrolluni…… tann størsta genistrikan er valið av Olaf Johannessen til tittulrolluna. Johannessen tosar ikki bara flótandi Shakesspearskt. Hann fær tekstin at titra í hvørjari kyknu í kroppinum, við hvørjum eygnabrái, hvørjum handabragdi - leitandi ella neyvt - og í hvørjari evarska lítlu broyting í tónalagnum í røddini…. Johannessen er alla sýningina verdur.
CPHCULTURE Michael Søbye: … men leikurin er og verður Olaf Johannessensa. Hansara Richard II er eitt sjálvssmakkandi valdsmenniskja, sum ov seint gerst klókari. Olaf Johannessen spælur hann brillant við bæði stórlætnum lótum og raffineraðari fjarstøðu. Men fram um alt við einum altjóða formati, sum við eitt plaserar prestatiónina millum ársins bestu á einum donskum palli.
Dagens nyheter Kristina Lindquist: Rikard II á Det Kongelige Teater í Keypmannahavn er ein djúptøkin lýsing av einum blóðigum valdsstríði…. Jú veikari hann gerst politiskt, tess mætari gerst skapið av honum. Tað er ein maður sum er besettur av sær sjálvum sum tragiskum figuri, og tann føroyski Olaf Johannessen er bart út sagt sensationellur í titulrolluni. Hansara Richard II er ein neyðars sjónleikari, sum larmar og ger seg upp í leiklutinum sum “kongur”. Hann er sín egni hovnarr og sín egni gudur, og eg haldi enntá at tann, sum ikki skilur eitt orð av donskum hevði kunnað sæð tað. Johannessen ger hann koleriskan, forskrúvaðan, fullan av iva og við einum eygabrái, sum næstan fær hinar leikararnar at fána burtur.
Kulturkupeen Ulla Strømberg: Richard II på Det Kongelige Teater. Leikurin er harafturímóti nærum sublimur, tá ið Olaf Johannessen er á pallinum og spælur tað æviga nærveru/fráveruspæli, sum mangir leiðarar hava, tá ið teir staðfesta, at valdið kanska ikki sigur teimum nakað allíkavæl. Samstundis vita teir flestu leiðarar, at man ikki kann hava ein frákoyrdan leiðara rennandi runt - og tað er óansæð um tað er ein kongur ella, sæð við nútíðar eygum, ein floksleiðari ella hvønn man nú sum áskoðari kann síggja modernaðar paralellir til. Olaf Johannessen meistrar alt við síni kraftmiklu rødd, sum hann kann modulera, sum honum lystur.
Sydsvenskan Boel Gerell: Olaf Johannessen er brillantur í høvðusleiklutinum.
Weekendavisen Asker Hedegaard: Boye Olaf Johannessen er ein av teimum bestu í Norðurlondum... Júst tí er valið av Olaf Johannessen, ein av bestu teatursjónleikarunum í norðurlondum, til høvðusleiklutin ikki bert hóskandi, men nærum neyðugt…. Johannessen kann spæla tað størsta dramaði úti á sínum fingraspíssum. Ein rørsla, eitt ræddarlyft og eitt eygnabrá er nokk. Tað er eminent….
Carl Sørensen: Sjónleikurin hjá Olaf Johannessen er ein av teimum størstu, um ikki tann størsta sjónleikarapræstatiónin, eg havi sæð í ár. Í stórleikanum og fallinum hjá leiklutinum megnar hann ikki bert at geva leiklutinum, men sjálvum leikinum eina dimmensión, sum røkkur út um pallkantin. Ein performanse, sum tú bara eigur at uppliva.
FOTO: Emilia Therese
Ein virðisløn og onnur
/Fríggjadagin 13.desember í 2013 og tað vil siga fyri næstan tíggju árum síðani fekk Teitur Lassen heiðurslønina, LISTIN 2013 handaða frá Listablogginum. Øll siga, at tíðin gongur so skjótt, men tá eg hugsi um hesi tíggju árini, so haldi eg, at eg veruliga merki tey, tí mangt er, sum tað ikki var og meðan okkurt er minni gott, eru Mentanarvirðislønir Landsins at fegnast um á hvørjum ári, serliga tá tað er tvær ferð um árið og Teitur verður virðisløntur. Hann var, sum fleiri onnur, eitt sindur bilsin, tí enn er hann lutfalsliga ungur og er Mentanarvirðislønin ikki fyri gamlar menn? Tað stutta svarið er: Nei, ikki longur og tað longra svarið er, at nú kunnu tey um miðjan aldur eisini vera við.
Tað eru longu fleiri ár síðani designarin og listakvinnan Barbara í Gongini fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2017, tá var hon tveyoghálvtrýss. Árið fyri fekk operasangarin Rúni Brattaberg Mentanarvirðislønina, tá var hann eisini um hálvtrýss og haðani er ikki so heilt øgiliga langt niður til aldurin á Teiti, sum er seksogfjøruti. Men jú, vit vóru nøkur, ið gittu og funnu fram til fleiri, sum kundu havt henda heiður uppibornan t.d. myndlistamaðurin Arnold Vegghamar á Viðareiði. Vit tosaðu um fleiri týdningarmikil listafólk, t.d. Hans Tórgarð, ið sum sjónleikari, fyriskipari, leikstjóri og ikki minst týðari í mong ár hevur verið ein leiklistalig dynamo, sum hevur megnað at strekt sínar strálur báðumegin leiklistastríðið. Kanska hann fær eina aðru ferð ella onkur annar av teimum mongu, hvørs listaliga passión javnt og samt drívir teirra listaliga verk okkum øllum at gagni. Tað er jú tað keðiliga, at øll kunnu ikki fáa medalju. Vit kunnu tó ugga okkum við, at vit kortini øll somul eiga uppií almennu Mentanarvirðislønum Landsins. Tá vit á sinni handaðu Teiti heiðursløn fylgdi hvørki medalja, heiðursbræv ella hundraðoghálvtrýsstúsund krónur við. Tó fekk heiðurslønarmóttakarin eitt flott prent hjá Tóroddi Poulsen úr Steinprenti og eina grundgeving, sum enn kann lesast: ”Heiðurslønin verður latin fyri framúrskarandi listarligt avrik, og ársins heiðurslønarmóttakari er ein listamaður, sum er egin og hevur sýnt serligt dirvi til at vera trúgvur móti sær sjálvum og sínum egnu listarligu hugsjónum. Við verkinum Story Music, sum hann gav út í heyst, er listamaðurin komin heim. Í ummæli á Listablogginum varð tónleikurin á útgávuni lýstur sum eitt slag av Velbastað World Music. Sangurin "If you wait" verður spakuliga laðaður upp orð fyri orð, samlaða reglan ljóðar: "If you wait a little longer than you normally would, the most amazing thing may appear". Og tað er nokk so nógv tað, sum serstaka universið hjá Teiti snýr seg um; um at bíða eitt bil, um at drála og um at finna tað stórsligna í uppihaldum, seinkingum og at steðga á í gerandisdegnum og vera til staðar. Fyrsta orðið, sum kemur fyri í "Story Music" er "Hopeful", og hetta orðið eyðkennir kensluna, sum hesin lurtarin situr eftir við, tá hon hevur hoyrt útgávuna. Tí heilt frá teirri lyrisku byrjanini og allan vegin gjøgnum aldututl, yndisligan barnasang og heiðafuglaljóð, talar henda útgávan til tað góða í áhoyraranum, so at tú rætt og slætt kennir teg vónríka av at hoyra hana. Story Music er eitt ektað og eyðmjúkt tónleikaverk, sum er borið fram av musikaliteti og eini listarligari trongd til at siga søgur. Útgávan er eisini sera væl teimað í mun til post-fíggjarkreppulig heimsrák, nú alsamt fleiri eru farin at virðismeta hitt einfalda lívið uttan materialismunnar ok - at vera góð við umhvørvið, at geva sær tíð til hvønn annan og at vera til. Samanumtikið sameinir henda sætta útgávan hjá Teiti fleiri síður av honum, bæði tann serstaka, dygdargóða sangskrivaran við melodiøsum sterkum og stillum sangum og ekvilibristiska sangaran í føgrum og flott útsettum balladum, umframt samtíðarlistamannin við áhuga fyri monotonum, minimalum og konseptuellum tónasmíði. Allir teir nógvu træðrirnir eru flættaðir saman í ambitiøsa verkinum, stýrdir við tryggu hondini hjá einum listamanni, sum eisini hevur pláss og yvirskot til at siga søguna um sín egna kærleika til ta stillu tilveruna og heimlandið..”.
Hesi seinastu tíggju árini er Teitur hildin fram at skriva skriva, framføra, framleiða og geva út sínar føroysku og útlendsku sangir í útgávum, sum altíð megna at koma óvart á. Her á Listaportalinum havi eg ummælt nakrar teirra.
Sí leinki:
https://www.listaportal.com/tidindi/2018/6/14/ta-stra-t-ltla-teitur-i-want-to-be-kind
https://www.listaportal.com/tidindi/2020/3/27/teitur-modern-era?rq=teitur
https://www.listaportal.com/tidindi/2021/9/6/kosmopolitiskur-letingapoppur-av-velbasta?rq=teitur
Heystlist
/torbjørn olsen
Meðan heystið spakuliga er farið at kólna, vaksur tørvurin á ljós og litum. Tá eru framsýningar og listupplivingar akkurát fyri og tær eru nógvar í løtuni. Í dag klokkan 15 verður nýggj standmynd hjá Hans Paula Olsen avdúkað í Funningi. Í Havn eru nógvar framsýningar - Í Listasavninum eru tvær; Tónar í list, sum er blandað og Identity hjá Joel Cole og klokkan 17 í dag 21.okt letur upp framsýning hjá Bárði Dal Christiansen í Gallarí Havnará. Í Williamsstovu framsýna Jórunn Justinussen og Sanna Emilia Dulavík og í Víngarðinum er framsýning hjá Jens Dam Ziska. Í Smiðjuni í Lítluvík framsýna Jensina Olsen og Janus Toftegaard sínar litríku myndir (sí niðast).
Í Steinprent læt upp framsýning í gjár við nýggjum málningum hjá Zachariasi Heinesen, Torbirni Olsen, Silju Strøm, Rannvá Kunoy og relieffum hjá Hanna Bjartalíð. Ein føgur koloristisk yrkislistaframsýning, vakurt uppsett á gráum veggum, sum verður viðmælt øllum at síggja. Jan Andersson og Fríða Matras Brekku vístu hvussu myndirnar hjá Rannvá Kunoy lýsa undurfult í framsýningarhølinum, tá ljósið er sløkt. Tað er áhugavert at fylgja við í hvussu myndamálið hjá Rannvá Kunoy so líðandi broytist og hvussu listakvinnan megnar at óítøkiliggera sjálvan grundsubstansin í málninginum. Málningaflatin er fleirtýðugur og her hómast eingi málningastrok. Í teimum nýggju málningunum í Steinprenti er skrúvað niður fyri litskiftiseffektini, sum nú í nøkur ár hevur fingið áskoðarar at framføra ein lítlan dans framman fyri myndunum hjá Rannvá Kunoy. Eteriska árinið sýnist meira subtilt og innarbeitt í myndunum. Teir tveir nýggju málningarnir eru lýsandi bláir og silvurlittir, merktir av einum serstøkum maskinkendum estetikki, sum minnir eitt sindur um negativar myndir ella transparentar glærur í fleiri løgum. Tað er gamaldags og futuristiskt í senn. Zacharias Heinesen framsýnir sera ymiskar myndir, sum vísa breiddina í hansara verki frá tí naturalistiska landslagsmálninginum til kompositiónir av formum og litum, ið tó at tað avmyndar bingjuskip ella býarpartar, sýnist fullkomiliga abstrakt. Zacharias Heinesen er ein sannur lit- og ljósmeistari, sum eg ikki verði troytt av at uppliva og enduruppliva. Listsamansetingarnar eru fantastiskar og umbroytast við ljósinum. Teir tveir málningarnir hjá Torbirni Olsen av útsýninum úr atelierinum í Vesturbýnum í Havn eru somuleiðis abstraktar, vakrar kompositiónir, har reyð og ljósareyð strok festa í grøn litbrigdi í eini ljómandi, dynamiskari og koloristiskari heild.
Torbjørn olsen - brotamynd
Jan Andersson bjóðar vælkomin
framsýningargestir
anna Djurhuus skoðar ein málning hjá zachariasi heinesen
Tvær myndir hjá rannvá kunoy í myrkri
silja strøm
zacharias heinesen
Torbjørn olsen
blómur í steinprent
Jensina olsen - í smiðjuni í lítluvík
janus toftegaard í smiðjuni í lítluvík